fríggjadagur 29. oktober 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 206 - 29. oktober 1999
tíðindablaðið S0S82/un
Klára ikki at gjalda
dagpeningin
Sambært formanninum í Føroya Arbeidsgevarafelag klárar privata vinnan
als ikki at rinda starvsfólkunum sjúkradagpening. Hann heldur hetta vera
stein oman á byrðu eftir lónarhækkanina
JOHN JOHANNESSEN
— Eg eri púra samdur við
Ingeborg Vinther og Karl
Johansen. Tað almenna má
gjalda sjúkradagpeningin.
Boðini frá Vilhelm M. Jo-
hannesen, formanni í Før-
oya Arbeiðsgevarafelag, eru
greið. Hann heldur tað als
ikki bera til at koma við ein-
ari skipan, har arbeidsgev-
arin rindar dagpening fyri
fyrstu sjúkradagarnar hjá
starvsfólkunum.
Formaðurin í Arbeiðs-
gevarafelagnum vísir á, at
hetta beinleiðis er kapping-
aravlagandi fyri føroyskt
vinnuliv. Lønirnar eru vorð-
nar so mikið høgar eftir
lønarhækkingina fyrr í ár,
at tað er um reppið, at
vinnulívið klárar seg. Tískil
krevur tað príshækkan á
framleiddu vørunum, um
vinnulívið skal gjalda
sjúkradagpening, og hetta
er kappingaravlagandi.
Lata einki uttan at
fáa
— Eg eri púra samdur við tí,
Karl Johansen segði við
Sosialin seinasta leygardag.
Arbeiðsgevarar lata einki
uttan at fáa nakað afturfyri.
Tað ber nevniliga ikki til hjá
okkum at lata meira, enn vit
higartil hava gjørt. Men vit
hava sanniliga roynt at latið,
tá møguleikar hava verið
fyri tí, sigur Vilhelm M. Jo-
hannesen og sipar til lønar-
hækkingina fyrr í år, har tað
eftir hansara tykki varð latið
ov nógv.
Vilhelm M. Johannesen
er sannførdur um, at dag-
peningaskipanin eigur at
vera almenn. Og hesa niður-
støðu heldur hann eisini, at
arbeiðsbólkurin hjá lands-
styrinum, sum í løtuni ar-
beiðir dagpeningaskipanini,
fer at koma til.
— Eg rokni við, at arbeiðs-
bólkurin roknar út, hvørjar
avleiðingar tað fær, um ar-
beiðsgevararnir skulu
gjalda dagpeningaskipanin.
Og eg rokni somuleiðis við,
at myndugleikarnir fara at
taka ábyrgd av hesum út-
rokningum.
Formaðurin i Føroya Ar-
beidsgevarafelag stadfestir
at enda, at arbeiðsgevararnir
hava nógv at heinta inn aft-
ur síðani lønarhækkingina í
vár, og tí er hann púra samd-
ur við formonnunum í ar-
beidarafeløgunum.
— Dagpeningaskipanin
eigur at vera almenn.
Vilhelm Johannesen,
formadur i Føroya
Arbeidsgevararfelag
>
Skipanin má hava greiðar linjur
Páll á Reynatúgvu, løgtingslimur, heldur tað vera neyðugt, at dagpeningaskipanin er ein
arbeiðsmarknaðarspuringur. Hetta, heldur hann, tryggjar greiðar linjur i skipanini
JOHN JOHANNESSEN
— Tað er avgjørt arbeiðs-
gevarin, ið eigur at rinda
sjúkradagpeningin teir
fyrstu dagarnar. Dagpen-
ingaskipanin skal vera ein
vunnin rættur, og løgtingið
hevur ikki skyldu at vera
við í leikinum at vinna hesi
rættindi.
Páll á Reynatúgvu ásann-
ar, at tað í løtuni er ein 6-
javni millum alment lønt og
timalønt, av tí at alment lønt
nu fåa dagpening frå fyrsta
sjukradegi, meðan timalønt
ikki fåa dagpening fyrr enn
triðja sjúkradag. Men hann
er tó sannførdur um, at tað
ikki er politiski myndug-
leikin, ið eigur at javna
hendan ójavna.
— Talan er um ein arbeiðs-
marknaðarspurning, og eiga
partarnir á arbeiðsmarknað-
inum at samráða seg til eina
loysn í hesum máli. Og
koma partarnir við einari
rímuligari loysn, eri eg ikki
í iva um, at løgtingid er
sinnað at broyta lógina um
dagpeningaskipanina til
frama fyri loysn teirra.
Vanligt í granna-
londunum
Páll á Reynatúgvu vísir á,
at tað er púra vanligt í
grannalondunum, at ar-
beiðsgevararnir rinda sjúkr-
adagpeningin teir fyrstu
dagarnar. Hann vísir á, at
skipanirnar eru ymiskar, og
rinda = arbeidsgevararnir
heilt frá einum upp í sekstan
sjúkradagar, áðrenn talan
verður um sosialmál, ið
myndugleikarnir skulu taka
sær av.
Formaðurin í trivnaðar-
nevndini greiðir frá, at skip-
anirnar í grannalondunum
vanliga eru soleiðis háttað-
ar, at arbeiðsgevararnir
rinda pening til eina trygg-
ing ella ein grunn, ið síðani
rindar sjúkradagpeningin.
Hetta heldur hann, gevur
arbeiðsgevarunum, og ser-
liga teimum smáu arbeiðs-
gevarunum rímiligar sømd-
ir. Tað verður nevniliga ikki
so tungt hjá arbeiðsgevaru-
num at rinda sjúkradagpen-
ing, tá hann regluliga verður
goldin í ein grunn ella eina
trygging.
Páll á Reynatúgvu vísir á,
at um eitt lítið virki, har
kanska bert fimm fólk starv-
ast, verður rakt av sjúku, og
trý fólk verða burtur frá ar-
beiði. So verður hetta ikki
so ógvuliga tungt fyri virk-
ið. Tí virkið hevur nevniliga
tryggjað seg við at rinda til
tryggingina ella grunnin, og
hevur tað eins stóra mongd
av peningi at taka av í trygg-
ingini, sum tey stóru virkini.
Vit spurdu Páll, hví tað
ikki bar til at taka undir við
uppskotinum frá andstøduni
fyri at sleppa av vid ójavnan
á arbeiðsmarknaðinum og
síðani koma við einum
broytingaruppskoti um, at
arbeiðsgevararnir = skulu
rinda seinni.
— Tað var rætt og slætt tí,
at tað ofta er torført at
sleppa av aftur við almennar
uppgávur.
Virkar sum bremsa
Páll á Reynatúgvu vil ikki
síga, at dagpeningaskipanin
verdur misnytt, um tad al-
menna rindar hana. Men
hann vísir á, at tað ikki er
nøkur loyna, at almennar
skipanir ofta vinda meira og
meira uppá seg.
Verður talan um eina
skipan, har arbeiðsgevarin
Páll á Reynatúgvu,
løgingsmadur
rindar sjúkradagpeningin,
heldur hann, at hetta kann
virka sum ein bremsa fyri,
at skipanin verður í so nógv
brúkt. Páll á Reynatúgvu
vísir tó staðiliga á, at hann
ikki vil ákæra fólk fyri at
misnýta almennar skipanir.
— Eg haldi ikki, at ar-
beiðsgevararnir skulu spæla
sokalladan »big brother<
móti = arbeidstakarunum,
men eg rokni við, at teir
klára at skerpa nýtsluna av
skipanini eitt vet.
Landið ikki taka bóltin
Páll á Reynatúgvu sigur at
enda, at hann vónar, at part-
arnir á arbeiðsmarknaði-
num koma til eina skilagóða
semju um dagpeningaskip-
anina. Hann vísir samstund-
is á, at ein arbeiðsbólkurin,
settur av landsstýrinum, har
bæði arbeiðsgevarar og ar-
beiðstakarar eru umboðaðir,
í løtuni arbeiðir við måli-
num. Men løgtingid skal
ikki blanda seg.
— Vit skulu
bóltin burtur frá hinum og
so sjálvir skjóta málið, sigur
ikki taka hann.
við foroyskum og
enskum dansi
Til matna:
Ræst kjøt og súpan
Norðurstreymoyar dansifelag
og KALLAR luttaka
KOSTNAÐUR fyri
tiltakið: kr. 250,-