Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fra lestrarvegle lag er veruleiki í pE IT, Sum tidindabladid iðarar rættleiða Annitu á Fridriksmørk, løgtingskvinnu, sum teir halda hevur jonglerad við tí, sum Annita á Fridriksmørk heldur vera veruleika.. Hví fert tú lætt um sannleik- an, Annita á Fridriksmørk? Fyri stuttari tíð síðani heyði tú, Annita Fridriksmørk, grein í teimum føroysku bløðunum og í blaðnum „Fjølnir“, sum MFS (Meg- infelag foroyska studenta) gevur út. Greinina nevnir tú „Utbúgvingarmeguleikar og fullveldi“. Innihaldið er merkt av politisku støduni, og tað verður jonglerad við tí, sum í dag er veruleiki og tí, tú heldur vera veruleikan. Tú skrivar her um eitt evni, sum vit undirritaðu halda okkum vita eitt sindur um. Vit eru lestrarvegleið- arar á Foroya Studentaskúla og HF-Skeiði og arbeiða eisini sum ráðgevarar í út- búgvingarviðurskiftum fyri LFU (Landsfelag fyri før- oyingar í útbúgving). Arbeiðið sum lestrarveg- leiðarar á hesum stovnum hava vit røkt í fleiri år, og vit hava verið á nógvum skeiðum bæði her í Føroy- um og uttanlands um ymisk viðurskifti, sum hava við útbúgvingar her og uttan- lands at gera. Tú skrivar m.a. í greininai at tað skal vera lættari at nema sær útbúgving uttan fyri Norðanlond, um Føroy- ar fáa fullveldi. Tú skrivar m. a. soleiðis um viðurskift- ini í dag : „Um tú finnur ígjøgnum ta byrokratisku skipan, og um tú ert sinnaður at gjalda, er sjálvsagt møguligt at fara aðrastaðni. Men sum er, eru tað júst byrokratiid og peng- arnir, sum seta stopparin fyri hjá tí vanligu pisuni, sum vil nema sær víðari út- búgving longur burtur enn í Danmark.“ Hvat er tað fyri byrokrat- isk skipan, tú her hugsar um? Søkir tú td. um at sleppa inn á lærustovn i Onglandi, hava teir sína skipan og sínar treytir fyri upptøku, søkir tú inn á lær- ustovn í Frankaríki, hava teir sína skipan, í Brasilia er ein triðja skipan, og eisini í Føroyum hava vit okkara skipan, sum er lagað til okk- ara samfelag.Tú mást meina, at tað at fylla út um- sóknarbløð er byrokrati, sum vit sleppa undan, um vit fáa fullveldi. Vit kunna upplýsa teg um, at vanliga finna føroyingar , sum ætla sær undir útbúgving aðra- staðni enn í Føroyum , uttan stórvegis trupuleikar úttav at útfylla ums6knarblød. Um ein er sinnaður at gjalda, er sjálvsagt møguligt at fara aðrastaðir, skrivar tú. Hevur tú hoyrt um eina før- oyska skipan, sum nevnist 320870 & pot ÚSUN? USUN merkir út- búgvingarstuðul uttan fyri Norðanlond. Vit fara ikki her at gjøgn- umganga hesa skipan fyri tær, men stutt skal tað tó sigast, at valla hevur nakað land í verðina eina so góða skipan, tí umframt at fáa umleið 3.700kr. um mán- aðin frá tí danska SU, um útbúgvingin varar í mesta lagi 4 ár, tá tú lesur uttan- lands, kanst tú umframt úr Føroyum fáa upp til 60.000kr. um árið til skúla- gongdina. Harumframt hev- ur tú møguleika at lána upp til 60.000kr. um árið. Stuð- ulsstovnurin hevur givið faldara út um ÚSUN- -skip- anina. Seinni i greinini skrivar tú, at ein orsøk til, at nógv, sum kundu hugsad sær at lesa uttanfyri Nordanlond, SIMsalaBim..! „..nú kann tín nýggja GSM- fartelefon nýtast beinanvegin Eingin bíðitíð kortið" beinanvegin. Nú er tað so lætt at fáa sær "6SM-fartelefon sum ongantíð : Bute áður. Fyri bert 500,- kr. kann at eitt GSM-hald stovnast, og sum nakað nytt kunnu setuumboðini hjá Føroya Tele geva tær SIM- Hetta ger, at tú nú kanst Nr. 206 - 29. oktober 1999 ikki gera tað, er,“at lítil og ongin vegleiding er á øki- num.“ Víðari sigur tú : „Er ongin målkønur ella onkur, sum kennir onkran, sum kann hjálpa tær, so ert tú púra prísgivin“. Tað er ikki eiti á áliti, tú hevur á føroyskan fakkunn- leika. Tað kennist ikki sørt hug- stoytt at vera niðurgjørdur í fjølmiðlum bert av politisk- um ávum. Skal tað nú vera dagligur kostur í Føroyum, at fakfólk, ið royna at gera sitt ben til litar, mugu ofrast , ti "endamálid hí ilgar gerðina“7U m starvsbolkur okkara eftir tinum tykki ikki røkir sitt arbeiði á fullgóð um fakligum stødi, so er hetta ein vanlukka, ti vit eru tey, ið hava ráðgivið føroy- ingum í 10.000 tali seinastu mongu árini. Tú hevur ong- antíð tosað við okkum, tú hevur ongantíð verið inni á gólvinum hjá Lestrarveg- leiðingina á Føroya Stud- entaskúla og HF-Skeiði, og tú hevur ongantíð verið inni á gólvinum í vegleiðingina í LFU. Veitst tú yvirhøvur, at vit eru til??? Nógv onnur vita tað, so heilt ósjónlig eru vit ikki. Fólk allastaðni úr Føroyum koma á ráðgevingina, og nógv ringja. Vit kunnu siga tær, at skrivstovan hjá okk- um í LFU er opin hvønn týsdag og hvønn hósdag frå kl. 16-18, og at vit frá januar mánaði fara at hava opið ein vikudag aftrat, tí tað serliga um várið altíð er long bíði- tíð, orsakað av at í flestu londum er umsóknarfreistin at søkja inn á lærustovn tíðliga um várið, um ein ætl- ar at byrja um summarið. Av og á sita fólk og bíða til kl. 20 fyri at sleppa framat. Okkara politikkur í LFU er, at vit ikki skráseta, hvor ið vendir sær til okkara fyri at fáa vegleiðing, men vit skráseta, hvussu nógv koma, og hvat tey ynskja vegleiðing um. Niðanfyri fært tú nøkur tøl, sum vísa, hvussu nógv søktu sær veg- leiðing í L FÚ í 1998 og hig- artil í 1999. Í okkara "skrá- seting er m.a. tilskilað, úr hvørjum londum viðskifta- fólk ynsktu upplýsing og Leggjast kann at hesi viðskifta- vegleiðing. afturat, mánaðargjaldið úr 89,- kr. niður í 25,- kr. ringja, senda tekstboð og gera alt tað, sum GSM-telefonirnar kunnu, longu meðan tú ert á veg úr aftur handlinum. haldið í húsinum, fer fasta fólkini eru tey, ið ikki ganga á miðnámsskúla, tí hesi fáa vegleiðing á skúlunum. Vegleiðing um útbúgvingar- viðurskifti í alt - 750 fólk 1998: Vegleiðing um útbúgving- arviðurskifti í øðrum lond- um enn í Føroyum og Dan- mark - 58 fólk Vegleiðing um útbúgvingar- viðurskifti í alt - 522 fólk 1999: Vegleiðing um útbúgving- arviðurskifti í øðrum lond- um enn í Føroyum og Dan- mark - 43 fólk Tad er ikki bara tú, sum út- talar teg sum best ber til, ella sum tað loysir seg best her og nú. I einum Fimmara herfyri úttalaði Høgni Hoy- dal seg eisini um útbúgv- ingarvidurskifti. Hann segði m. a., at sum tað er nú, er tað sera trupult at fara til onnur lond enn Norðanlond at nema sær útbúgving, tí at ein fyrst má vera seg í Danmark eina tíð fyri at ordna ymiskt, áðrenn farið kann verða undir útbúgv- ing. Hetta eru beinleiðis 6- sannindi og dómi um, at heldur ikki hann hevði givið sær neyðugar stundir ella havt vilja til at seta seg inn í viðurskifti, hann úttalaði seg um. Sum er, kann ein fara beinleiðis úr Føroyum at nema sær útbúgving við donskum lestrarstuðli(SU) og stuðli úr tí føroyska USUN, uttan mun til um ein t. d. fer til Japans, Bret- lands ella USA . Aðrenn tit fara longur av sannleikans leið, skulu tit vera vælkomin inn á gólvið hjá LFÚ -ráðgevingini ella á lestrarv egleidingina å mid- námsskúlunum. Við vón um virðing fyri okkara yrki Vinarliga Holger Arnbjerg Inger Flø Jørgensen Bjørg Réin Jåkup Strøm M-kort fåast á hesum steðum: Teiebúðirnar kring landið + Stomo J.S. Radio * Elektronikbúðin í Végi Raðigbúðin í Runavík Contrive í Klaksvík Klaksvíkar Radiohandit FOROYAICLE T Tet 30 30 30 + Fax 30 30 31 *www:tele.fo Føroya Tele er skrásett hjánavn hjá PÆ Telefonverkjó