Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fyri tveimum vikum síðani var næstseinasta umfar í formel 1 kappkoyringini á skránni, og sum vanligt hev- ur verið hetta árið, skuldi SvF senda frá kappkoyringini. Spenningurin var í hæddini, tí møguliga varð heimsmeist- arin funnin í hesum umfari- num, so mong vóru tey ítrótt- aráhugaðu, sum sessaðust við skíggjan henda morgunin. Jákup Mork Stórt var vónbrotið hjá hyggjarunum, tá teir sessaðust við sjónvarpstólið, tí einasta, sum var at síggja, var roynd- armyndin hjá sjónvarpinum. Leingi sótu spentu hyggjararnir og bíðaðu, og at orðatakið >tolin trívst< ikki bara eru tóm orð, fingu teir eisini at síggja, tí knappan tíma eftir, at sendingin skuldi byrja, komu fyrstu myndirnar á skermin. Sostatt fingu teir hyggjararnir, sum høvdu vist besta tolið, seinnu helvt av kapp- koyringini við. Ein slík hending kann undir ongum umstoðum góðtakast, og at talan har umframt gjørdist um eina ta mest spennandi og umstríddu koyringina í árinum, ger bara oðina hjá hyggjar- Snork...! 22 LE fæ HE unum enn stør- ri. Menniskjas- ligt mistak Ur Sjónvarpi- num frætta vit, at orsøkin til, at sendingin ikki varð send til ásettu tíðina var, at starvs- fólkið, sum hevði ábyrgd av sendingini, ikki var møtt henda sunnu- morgunin. Einans eitt starvsfólk er til arbeiðis, tá slíkar sendingar verða sendar í luftina, og var tískil eingin annar, sum kundi gera vart við hetta. Tíðindastjórin í Sjónvarpinum, Øssur Winthereig, sum samstundis er á- byrgdarhavandi fyri ítróttin, sigur, at tey sjálvandi eru horm um mistakið, men sigur í sama viðfangi, at tey ikki fáa vart seg móti slíkum mistøkum. Øssur sigur tó eisini, at tey síðani hendingina hava tosað um, at fingið eina eyka ávaringarskipan í lag, so- leiðis at mistakið kann rættast skjót- ari enn talan varð um næstseinasta sunnumorgun. Samstundis ber Ossur hyggjarunum eina umbering, og vónar hann, at kappkoyringin komandi sunnudag íkki fær somu lagnu. Ossur Winthereig, tíðindastjóri Nogd og dygd Okkara loftmiðlar eru afturvendandi samtaluevni. Eygu og oyru eru opin. Øll hava eina meining um hesar stovnar. Koma sjónvarpið og útvarp- ið nóg væl út um landið? Hevur tað, sum verður sent, nakað uppá seg? Er journalisturin ágrýtin og kreativur. Hvat kemur burturúr? Tað verður ofta sagt, at vit skulu gjalda fyri kvalitet. Hetta ljóðar rætt og rímiligt, men samstundis sum ein uppslitin kliché. Tað er ikki so langt síðani, at Utvarpid byrjaði at senda allan dagin. Eg haldi meg minnast, at útvarpsstjórin Jógvan Jespersen varisliga úttalaði, at hetta at senda til klokkan 22 á kveldi var fyribils gjørt sum ein roynd. Spurningurin var sjálvandi um fíggjarorku og hetta at ikki leypa framav.. Í dag hoyra vit útvarp frá tíðliga á morgni til seint á kveldi. Og rinda helst nøkulunda tað sama í útvarps- gjaldi. Og hvussu við góðskuni hjá útvarpinum? Er tað ikki altíð eitt sindur skiftandi við tí? Eitt sindur meira av countrytónleiki og eitt sind- ur minni av jassi. Fleiri telefonprát og færri upplestrar. Tað eina árið hoyrast sendingar um heimspeki og sálarfroði, tað næsta árið er tað átrúnaður og gerandislív. Armgarð Arge hevði mikukvoldið eina sera áhugaverda sending um at banna. Hóast vinkulin hjá Arm- garð, sum er tey 10 boðini, kann virka avmarkandi og fastlæstur í sjálvum sær, so fekk lurtarin nógv at vita og hugsa um hendan hálva tíman. Og hvor veit?! Kanska vit í framtíðini ansa eftir máldálking av hesum slag, og um neyðugt heldur banna meira hampuligt og kreativt. Annars er tað hugaligt, at foroysk børn aftur eru farin at lurta eftir barnaútvarpi. Eisini hoyrispælið um detektivarnar Leitar og Finn leyg- armorgnar, vil nakað og fangar børnini. Friggjakvøld geri eg hvat eg vil. Og gjarna lurti eg eftir sendingini av sama navni. Hugskotið ella leisturin til hendan hugnatíma er kanska ikki so nýskapandi, men lat tað fara. Avgerandi fyri sendingina er sjálv- andi, hvørji frásogufólkini eru, og hvussu áhugaverður gesturin er. Tá Jákup ikki er á skránni, so eigur Jógvan Arge lotuna til kut úr V4 sendingum. Hetta er gamalt vín í nýggjum jubilæumsfløskum. Fleiri sakna helst Spyr Bara, men eg giti, at tann sendingin kemur aftur, tá ið V4 ikki heldur foðingardag meira. Lágan profil Sjónvarpið heldur lágan profil fyri tíðina. Men hvort kvold er okkurt foroysk á skránni. Og tað er nú ikki so galið. Sendingin Basalt er van- liga góð og innslegini sunnukvoldið vóru áhugaverð. Vit tola væl at hoyra eina góðu søgu tvær ferðir. Og fólk flest halda eisini, at Bestubitar er forvitnisligt og stuttligt at siggja umaftur. Trupul- leikin er bara, at ov lítið verður gjørt av nýggjum tilfari. Hví ikki eina und- irhaldssending leygarkvold, sum vísir dagsformin hjá SvF í dag. Seinastu tíðina hava fólk fortalt søgur, bæði í Gamla Meiarínum í Steintór Rasmussen, lærari, skrivar: Havn og í Atlantis í Klaksvík, fyri fullum húsum. Hetta er gott og men- nandi undirhald. Jú, eisini eitt sindur av kvantiteti skal til. Men ofta í nøgdini finnur tú eisini dygdina. Hvat hvor medar- beiðari eigur at framleiða um viku- na, samanborið við fólk og sáttmál- ar á Bornholm ella aðrastaðni í verðini, interessera neyvan tann vanliga føroyingin. Fólk vilja fegin hoyra útvarp og síggja sjónvarp. Um íkki alt er líka spennandi og gjøgnu- marbeitt, gerst ikki við. Oddvør Johansen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva Útsjón