leygardagur 30. oktober 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Áby tjóri: ; Marknaðardeild:
Jan Møller | Jonhard Monte
Dagbjørt S. Hansen
Blaðstjóri: | ag
Eirikur Lindenskov | Blaðfólk:
! Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Høgni Mohr |
| Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mork
Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, }
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn |
Álvur Haraldsen Telefon: 311820
Utgevari, uppseting: Telefax. 314720. Í
Sp/f Sosialurin e-mail: post &sosialurin.1o
Bústaður: Lýsingar: lysing &sosialurin.fo
Argjavegur 26, Argir
Prent: Sosialurin
Samrådingarevni
Oddagrein
Undir lønarsamrådingunum fyrr i år vOru trup-
ulleikar við samskiftinum millum fakfeløg og
Lønardeildina í Figgjarmålastyrinum. Tað kann
sjálvsagt vera, at summi fakfelog eru verri at
fáast við enn onnur, men tá ið nú aftur er galið
við samskiftinum millum eitt fakfelag - í hesum
fori Foroya Lærarafelag - og Lonardeildina, so
kann ein spyrja um ikki partur av feilinum liggur
í Figgjarmålastyrinum.
Týdningarmikið er, at landsins myndugleikar
duga at samskifta við landsins borgarar. Tað
ber ikki til at samskifta sum um tað vóru orð frá
høgum til lágan. Fíggjarmálastýrið og Lønar-
deildin eru til fyri at politikarnir kunnu hava eitt
amboð at tæna fólkinum við. Tað ber ikki til um
fólksins tænarar látast at vera harrar.
Nú áttu vit tó at havt somikið álit á starvsetan-
arpolitikkinum hjá miðfyristingini, at tað ivaleyst
eru fólk við drúgvum royndum at samskifta við
fólk á jovnum feti, ið leiða samráðingarnar við
fakfelog vegna skattaborgaran. Óivað hava hesi
fólk víst í verki, at tey duga væl at fara við fólki,
altíð taka starvsfólk og skriv frá slíkum fyri fult
og hava tað sunna grundsjónarmið, at oll kunnu
tilføra skipanini vitan. Tað hevði neyvan komið
fyri í einum framkomnum samfelag sum Feroy-
um, at eitt grundsjónarmið, har alt vit býr í einum
høvdi ella deild, vann frama í einari so tydning-
armiklari deild sum Lonardeildin nú einaferð er.
Lonardeildin ger óivað við lítillætni sítt ítarsta til
at tæna hinum stýrunum og politiska viljanum,
so at mál verða avgreidd skjótt og greitt uttan
at deildin spælir politiskur harri og roynir at
blokera.
At tað tykist ganga trupult við samráðingunum
kann tykjast heldur óskilligt um omanfyristand-
andi er rætt. Kanska er onkur smávegis inn-
koyringartrupulleiki, ella samskiftistrupulleiki, ið
kann skyldast bygnaðarbroytingunum, ið eru
farnar fram seinastu árini. Trupulleikin kann
eisini vera onkur annar, ið vit ikki duga at síggja,
men hettar fær Fíggjarmálastýrið vónandi skjótt
í rætt lag so samráðingarpartar um ikki annað
tosa saman.
Grundsjónarmiðið, at oll kunnu tilføra virði i
einari mannagongd, er ivaleyst til staðar í allari
miðfyristingini, sum rætt er. Vónandi er hettar
nakað sum er lagt í mønina av arbeiðsmentanini
í miðfyrisitingini, so deildir og stýri, sum náttúrligt
er, royna at fáa gagn og menning burturúr
konstruktivum kritikki og gevandi samráðingum.
Man lærir so leingi man livir.
Eingin er so klókur, at hann ikki kann gerast
klókari eru vísdómsorð, ið fólk við hollum kunn-
leika og livslangum royndum stødugt mugu
ásanna. Hjá einari nýggjari umsiting, ið enn
traðkar umsitingarligar barnaskógvar eftir einans
fáum árum við nýggjum bygnaði, er ein slíkur
hugburður einki minni enn líusneyðugur, og
hettar er vónandi væl skilt í allari okkara lands-
umsiting.
Hvat aktuellu ósemjuni viðvíkjandi lærarunum
viðvíkur, so er tað annars óhoyrt, at ein fíggjar-
málaráðharri fyrst ikki vil jåtta undirvísingarpart-
inum teir pengar, ið ein broytt og betrað fólka-
skúlalóg leggur upp til og pliktar til. At sami
fíggjarmálaráðharri ístaðin vil broyta lógina aftur
til tað gamla er heilt burturvið. Vit kunnu í hesum
máli bara geva undirvísingarmálaráðharranum
rætt í, at sjálvandi skal fíggjarmálaráðharrin jåtta
pengarnar. Tað er annars hugskoytt at vita sær,
at høgra hond í Tjóðveldisflokkinum ikki veit,
hvat vinstra ger. Sosialurin
SE
Ein ódámlig forsida
Vit læra so leingi, vit liva,
verdur sagt. Og tad er helst
rætt. I øllum førum havi eg
lært at virðismeta mínar
politisku måtstødumenn
ødrvisi enn undan valinum
seinasta år. Vinarløg røkka
tvørtur um floksmark. Ti
gjørdi tað mær ilt, tå íð
blaðið, mær dámar best,
neynliga Sosialurin, hongir
Jógvan við Keldu út sum
ein persón, ið missrøkir síni
politisku størv. Eg havi nú
í hálvt annað ár havt tætt
samstarv við Jógvan við
Keldu, og hóast vit liggja
langt frå hvørjum øðrum
politiskt, so kenni eg hann
sum ein samvitskufullan
politikara.
Sjålvandi eiga løgtings-
menn at møta til tingfund,
eru teir ikki bundnir av ødr-
um politiskum arbeiði. Og
tað gera menn eisini. Men
uppmøting kann valla brúk-
ast sum mát fyri, hvussu væl
ein røkir sínar politisku
skyldur. Politikkur er ikki
eitt 8 til S-arbeidi og kann
sum so ikki sammetast við
onnur størv. Ein stórur part-
ur av arbeiðinum eru fundir
ymsastaðni, umboðan,
kvøldarbeidi, ferðing, kann-
ingar, telefonpråt, lesing,
skriving og at lurta eftir
fólki. Ongin måtistokkur
kann brúkast. Bara veljarin
kann meta um dygdina á
politikarana arbeiði. Og
Jógvan tykist val eftir val at
hava ein stóran nøgdan
veljaraskara.
At Jógvan sat heima und-
ir verkfallinum og ikki vildi,
at skrúvubrekkarar førdu
seg um Leirviksfjørd, havi
eg sum javnaðarmaður bara
virding fyri.
Hin orsøkin til fråveruna
hjá Jógvani er norðurland-
aráðsarbeiðið. Her ber ikki
altíð so væl til at taka varð-
amannin inn, tí hann eigur
10 dagar. Tað hevði verið
dýrt hjá løgtinginum at
goldid 10 dagar, hvørja ferð
maður er burtur 2-3 dagar.
Eg havi ferðast nógv sam-
an við Jógvani burtur í lond-
um. Hann er ein effektivur
maður, ið brúkar tíðina opt-
imalt. Í flogfarinum, í buss-
um, á hotellkamarinum um
kvøldarnar. Og um tað kann
ugga klaksvíkingar, so fara
friløturnar uttanlands oftast
til býráðsarbeiði. At røkja
bankasambond og vinarbý-
arsamstarv.
Hóast hugsjónarliga 6-
samdir so eiga vit at fara
eftir politikkinum og ikki
eftir persóninum. Og tí
haldi eg heldur ikki, at tað
fer nakað splintur av mær
sum javnaðarmanni, um eg
geri vart við hesi viðurskift-
ir.
Dan Reinert Petersen
Javnaðartingmaður
Helena og viðurskifti teirra sálarliga sjúku
Hósdagin tann 28. oktober
stóð at lesa í Sosialinum um
viðurskifti teirra sálarliga
sjúku í Føroyum. Tað sum
undirritaði bleiv heldur
skelkaður av, var av svari-
num hjá Helenu Dam á
Neystabø upp á spurningin
hjá Finni Helmsdal.
Í svarionum sigur Helena
Dam á Neystabø, at um-
framt tær 2.800 krónurnar
um mánaðin, fær hvør ein-
støk deild 7.403 krónur um
mánaðin, sum nýttar verða
til ítriv 0. a. Hvaðani Hel-
ena Dam á Neystabø hevur
fingið hesi tøl frå, er il at
siga, men í gllum førum
hevur hetta púrt einki við
veruleikan at gera, tí krónu-
tal sum hvor einstøk deild
fær, er hvørki meir ella
minni enn 400 krón ur um
mánaðin.
Harumframt haldi eg ikki,
at Helena Dam á Neystabø
eigur at blanda klubbvirk-
semi og ergoterapideildina
saman við ítrívspeningarnar,
ið býttir verða millum deild-
irnar, tí bæði klubbvirksemi
og ergoterapideildin eru ein
eind fyri seg sjálvan, ið eru
roknaðar til sálarliga sjúku
í Føroyum, sum á ein ella
annan hátt hava tørv á itrivi
ella sosialari samveru, og
hetta er fyri ein part borg-
arar, ið ikki eru innlagdir.
Eg skal at enda gera vart
við, at um Helena Dam á
Neystabø ynskir at fáa re-
ellar upplýsingar um ítrivs-
pengar 0. a., 10 viðvíkur
psykiatrisku deild, kann hon
altíð venda sær til psykia-
trisku deild og fáa sannar
upplýsingar um hetta.
Annars haldi eg, at tað
hevði verið hugaligt, um tær
psykiatrisku deildirnar
høvdu fingið hesar 7.403
krónurnar um mánaðin,
sum Helena Dam á Neysta-
bø sigur, at tær fáa, tí her
kundi øi øllum fórum ein
partur av hesum pengum
verið nýttir til endurnýggjan
av niðurslitnum innbúgvi o.
ø., sum hevur verið nýtt síð-
ani 1973.
Tú ert heppin, fært tú eitt
náttborð, ið er heilt, fyri íkki
at tala um lesilampur, ið als
ikki eru til á deildini.
Sámal Lindenskov,
pleygari á D II
Shu-bi-dua og Co skulu á flot
Ahugin fyri konsertini við kenda danska tónleikabólkinum Shu-bi-dua er stórur. Yvir helvtin av
atgongumerkjunum eru longu seld, og Alive Music roknar við, at høllin á Hálsi verður fullsett
friggjakvøldid 5. november. Shu-bi-dua gleðir seg at koma hendavegin, og teir hava millum
annað spurt um tað ber til at sleppa á flot
At fyrireika eina konsert í
Føroyum við bólkinum
Shu-bi-dua snýr seg ikki
bert leidningar og hotelrúm.
Skemtiligu tónleikararnir,
sum hava spælt saman í 26
ár, vilja sleppa at síggja eitt
sindur av landinum. Teir
spurdu beinanvegin, um tað
bar til at fara eftir eggum!?
Tað bleiv tó sagt teimum,
at hetta ikki var vanligt. Teir
spurdu síðani um teir kundu
sleppa at skjóta haru, men
fyrireikararnir hildu, at tað
ikki var ráðiligt at sleppa 20
óroyndum dønum út í hagan
við byrsu. Semja bleiv síð-
ani gjørd um, at ferðaliðið
hjá Shu-bi-dua sleppur ein
túr í fjørdin við opnum báti
fríggjadagin 5. november.
Ætlanin er so seinni hendan
dagin at borðreiða við tí,
sum bítir á - um nakað er at
fáa væl at merkja.
Shu-bi-dua skulu eisini
vitja í Kirkjubø, og saman-
umtikid kann sigast, at tón-
leikararnir gleda seg eins
négv at siggja Føroyar og
teir gera at sleppa at spæla.
Teir verða í landinum i fýra
dagar. Hetta er fyrstu ferð
at Shu-bi-dua vitjar í Før-
oyum. Teir mangla bert at
spæla í Føroyum og Grøn-
landi, so hava teir verið runt
i øllum Norðurlondum.
Tað vóru serligar umstød-
ur, sum gjørdi, at Shu-bi-
dua hevdi tid at koma til
Føroyar i år. Vanliga plaga
teir at fara til Australia um
hesa tíðina. Tað hava teir
gjørt hvort ár í longri tíð,
men í år høvdu teir gjørt av
at verða verandi í Danmark.
Tí játtaðu teir at spæla fyri
føroyingum, og í sambandi
við ferðina, koma fleiri av
teimum fólkum, sum van-
liga taka sær av skrivstovu-
arbeiðinum hjá bólkinum
við til Føroyar. Millum ann-
að stjórin hjá teimum, Hen-
rik Seifert, sum er rættiliga
áhugaður í at síggja og
hoyra føroyskar tónleika-
bólkar. Í sambandi við hetta
ynski, skal harkaliðið hjá
Shu-bi-dua í Kaggan hós-
kvøldid 4. november at lurta
eftir Tangz.
Í sambandi við konsert-
ina, hevur føroyingurin
Petur Magnus Bjarnastein
gjørt ein guitar. Hansara
guitarar sigast at vera ser-
liga góðir at spæla uppá, og
tað er meiningin at bjóða
guitarleikarunum í Shu-bi-
dua at spæla nøkur løg á
konsertini við hesum guit-
ari. Tað er ikki ætlanin at
geva Shu-bi-dua guitarin
hjá Petur Magnusi, men tað
stendur teimum í boðið at
keypa hann, um teir hava
hug. Konsertin við Shu-bi-
dua byrjar friggjakvøldid 5.
november klokkan 20. Før-
oyski bólkurin Dynamit
2000 hitar upp og dyrnar
lata upp klokkan 19.30.
Teir ið mannað Shu-bi-
dua á fóroyaferðini eru:
Michael Bundesen - sang,
Claus Asmussen - guitar,
Jórgen Thorup - ljóðborð,
Ole Kibsgaard - guitar,
Peter Andersen - trummur
og Kim Daugaard - bass.