Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 19. januar 2005 21 Ein nýggj náttúrusápa verður í hesum døgum marknaðarførd í Føroyum. Oda Fuglø av Viðareiði, sum letur hesa søluna upp í Føroyum, sigur, at hetta eru sápur, sum kunnu nýtast til øll endamál – líka frá sjálvrøkt til alt gravskitið TÍÐINDASKRIV Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Oda Fuglø er kinesologur og hevur selt vørur við vita- minum, urtum og mineral- um í yvir tríati ár. Hon hev- ur fingið eina kvinnu úr Eysturríki, sum hevur marknaðarført hesar vør- urnar til Danmarkar, til Føroya at greiða frá vør- unum. Kvinnan eitur Anja Tot, og hon fer eisini at greiða frá, hvussu føroy- ingar kunnu selja og keypa hesar áhugaverdu vørurnar, sum eru so umhvørvisvin- arligar. Oda greiðir frá, at vør- urnar kunnu nýtast til sjálv- røkt og pleygu umframt húsliga reingerð. Hartil fáast vørur eisini til vanliga húð og hárrøkt og alt grav- skitið. Tað serliga við hesum vørunum er, at tað eru mineralir í teimum, sum gera, at tær sjálvar niður- bróta seg. – Tað vil siga, at tað eru ongir kemiskir eftirvirkn- ingar í náttúruni, tá vatnið verður tveitt burtur, sigur Oda Fuglø. Um ein til dømis skal vaska eina steikipannu, so niðurbrýtur hetta evnið alt feittið so væl, at tað ikki er neyðugt at brúka heitt vatn. Tá tú so skolar hetta í vask- inum, reinsar hetta evnið samstundis avløbið. Nevni- vert er eisini, at uppvaski- evnið er so gott, at tað eis- ini kann nýtast til at skola til dømis grønmeti, áðrenn tað skal nýtast til matgerð. Onnur reingerðingsevni eru so til gólv og onnur enda- mál. Oda hevur sjálv verið umborð á skipum og roynt hesi evni á bæði olju og fiskaroðslu við góðum úr- slitum. Kremini og hárkurarnir, sum eisini eru at fáa, eru ikki bara vanlig húðrøkt, men kunnu eisini vera fyri- byrgjandi. Tað vil siga, at mineralini í teimum niður- bróta allar sjúkar kyknur í húðini og fáa hana at síggja fríska út. – Mineralini eru øll vist- frøðilig og innihalda anti- oxidantar, sum grøðir kroppin innanífrá og út, sigur Oda og leggur afturat, at ein onnur orsøk til, at vørurnar eru so góðar, er, at tær innihalda flauritir, sum er immunverja hjá blómum og urtum. Framløgan í Føroyum er ein roynd upp á at gera vart við, at hesar vørurnar eisini kunnu keypast til Føroya, sum jú hevur eitt minni gott umdømi á sær, tá tað kemur til umhvørvismál. Markn- aðaføringin av vørunum í Føroyum byrjaði 17. janu- ar. Og tann 23. januar verð- ur framløga á hotel Hafnia frá klokkan 13 til 17 og tann 24. januar í Øravík frá klokkan 15 til 20. Tónleikabólkurin, Deja Vu, letur fríggjadagin upp myndaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Talan er um umleið 200 stemnings- myndir, sum teir hava tikið seinastu tíðina MYNDAFRAMSÝNING Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Teir gjørdust nummar tvey til Prix Føroyar í 2003, og síðani tá hava teir verið eitt heitt navn innan føroyska tónleikaheimin. Og tað er eisini innan tónleikin, teir eru mest kendir. Men fríggjadagin leitar tónleika- bólkurin Deja Vu á heilt nýggjar leiðir, tí tá lata teir upp eina myndaframsýn- ing. Ein myndaframsýning við umleið 200 stemnings- myndum fer í fimm dagar at prýða veggirnar í Smiðj- uni í Lítluvík. Fløga á gáttini Ætlanin var upprunaliga, at myndaframsýningin skuldi vera samstundis við ta leingi væntaðu fløguútgáv- una, men pengatrot hevur gjørt, at fløgan er vorðin seinkað. – Vit ætla tó, at fløgan skal koma út í nærmastu framtíð, siga teir fýra í Deja Vu, Flóvin, Líggjas, Rógvi og Rúni, sum tó ikki vilja seta eitt neyvt dato á. Fløgan er tískil á gáttini, men enn vantar ein stór peningaupphædd, og tí fáa teir ikki sett punktum á. Mestsum alt er upptikið, men enn manglar mixing og nakrar fáar innspæling- ar. – Framsýningin er so ætl- að at skapa ein stemning rundanum fløguna og tón- leikin, verður greitt frá. Umframt sjálvar mynd- irnar verða eisini mynda- album, har tað ber til at síggja privatar myndir, sum teir hava tikið millum ann- að á ferð í Danmark. – Okkum hevur altíð dámað væl at taka myndir, siga teir og leggja skemt- andi afturat, at teir hava eitt motto, sum ljóðar, at »tað er týdningarmikið altíð at taka nógvar myndir«. Tað fer eisini at vera møguligt at keypa myndir, um ein hevur til tess. Tær fara at liggja frá 200 krón- um og uppeftir. Fløguhúsin skal vera eitt fotoalbum, sum lýsir stemningin í løg- unum, men eru tær mynd- irnar ikki við á framsýning- ini. Bíðað verður við teim- um til sjálv fløgan kemur út. Dent á góðsku Leingi er tað, ið væl skal vera, verður tikið til. Og hetta er júst tað, ein kann seta í samband við fløguna hjá Deja Vu. Hon hevur leingi verið í væntu, men teir fýra í bólkinum leggja stóran dent á, at fløgan skal verða góðskugóð. So mugu pengarnir koma í aðru røð. Millum annað hava teir verið niðri í vælumtókta Lundgård Studio í Dan- mark og tikið upp, og tað kostar. Eisini skal navn- frami Óli Poulsen mixa. Prísurin fyri at gera fløguna man fara at liggja millum 300 og 350.000 krónur, tá hon er liðug. Teir ásanna eisini, at við myndaframsýningini skapa teir nakrar væntanir millum fólk um, at fløgan fer at koma út skjótt, og tað fer eisini at seta krøv til teir so- leiðis, at teir fáa hana lidna so skjótt sum møguligt. – Tað er strævið, at fløg- an ikki kemur út, men vit vilja altso, at hon skal hava góðsku. Pengarnir skulu ikki verða ein forðing, siga teir, og vísa flennandi á, at tað er júst tað, sum peng- arnir eru vorðnir. Nú er tó myndafram-sýn- ingin, sum tað snýr seg um, og letur hon upp fríggja- dagin 21. januar. Saman við myndunum verður møgul- igt at hoyra ymisk tónleika- brot hjá bólkinum. Deja Vu spælir á nýggjar streingir Teir fýra, Flóvin, Líggjas, Rógvi og Rúni, í tón- leikabólkinum Dejva Vu, lata fríggjadagin upp myndaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík Mynd: Jens Kr. Vang Fyrst í mars mánaði hevur Faroe Farming í Vági ongan alilaks eftir at taka, og tá missa 40 fólk arbeiðið ALIVINNA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Seinastu tíðina hevur nógv verið at gjørt hjá Faroe Farming í Vági, men virksemið hjá fel- agnum steðgar mest sum upp um nakrar vikur. – Vit hava umleið 1000 tons av laksi eftir at taka, og vit rokna við, at tað verður liðugt síðst í februar ella fyrst í mars, sigur Erhard Joensen, stjóri. Eftir tað verður einki arbeiðið til tey umleið 40 fólkini, sum hava arbeitt hjá alifelagnum, og tey mugu fara heim. – Seinastu vikurnar hava vit havt nógv at gera, og øll fólkini hava verið mest sum fulla tíð til arbeiðis, men vit vita eisini, at tá laksurin á Hovsfirði er liðugur at taka, so er einki arbeiðið til teirra, sigur Erhard Joensen. Vóna og vænta Tað var ein dyggur smeitur fyri suðuroying- ar, tá ið Føroya Fiska- virking gjørdi av, at virk- ini í Vági og Hvalba skuldu latast aftur. Ta ferðina mistu 89 fólk arbeiðið, og heltvin av teimum vóru arbeiðs- pláss í Vági. Hetta tal kann um hálvan annað mánað tví- faldast, tí tað má Faroe Farming gevast við sínum virksemi fyribils, tí eingin laksur verður eftir at taka. – Vit hava ikki mist mótið og vilja gjarna seta útaftur, men vit vita ikki í løtuni, hvussu tað verður við tí. Fíggingarstovn- arnir hava ikki rættiliga gjørt av, um teir vilja verða við, sigur Erhard Joensen. Hann vónar tó, at Faroe Farming kann fara undir at seta fisk útaftur í hesum árinum, og at gongd síðani kann koma á alivirksemið aftur. 40 fólk missa arbeiði í laksi Náttúrusápa upploysir alt