Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Áland ella Ynos Mon Bert tvær oyggjar eru um boðið at gerast vertir til Oyggjaleikirnar í 2009 OYGGJALEIKIR Jákup Mørk Á komandi Oyggjalei- kum í Hetlandi skal av- gerð takast um, hvar leikirnir skulu haldast um fýra ár. Upprunaliga vóru tey hesaferð trý um boðið, men Saaremaa, sum annars ongantíð hevur hýst leikunum, hevur nú tikið sítt boð aftur. Eftir stendur, at tað antin verður í Álandi ella á Ynos Mon at før- oysk ítróttarfólk skulu royna seg til ta tíð. Áland hevur eisini áður verið vertur fyri leikun- um. Hetta var í 1991. Ynos Mon, sum hoyrir til Wales, hevur ongan- tíð áður verið vertur. Bo Frykenstein, sum er formaður í Oyggjaleika- nevndini sigur, at nevndin hevur verið og vitjað hjá teimum báð- um oyggjunum, sum hava boðið seg fram, og hann tykist ikki vera í iva um, at báðir umsøkj- ararnir eru væl egnaðir. – Nevndin var imponer- að av, hvussu nógv part- arnir leggja fyri í fyri- reikingunum. Bæði fyri- reikingar og leikvøllir eru á høgum støði. Í ár verða leikirnir sum kunnugt hildnir á Het- landi, og um tvey ár er tað so grikska Rhodos, sum skal standa fyri leikunum. SÍ sær út til at hava sett beina kós móti FM-gullinum í meist- aradeildini hjá monnum FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sørvingar tykjast í ár hava ætlanir um at enda á ovastu rók í landskappingini í flogbólti hjá monnum. SÍ hevur ligið heilt frammi í oddinum í alt ár, og úti- sigurin á einum av harðastu kappingarneytunum um vikuskiftið var enn ein staðfesting av, at SÍ ætlar sær at verða verandi á oddasessinum. Greiður sigur Í dystinum í Gundadals- høllini millum Fleyr og SÍ var bert spenningur eina løtu. Fleyr vann fyrsta sett- ið 25-19, men so tóku sør- vingar yvir. Teir gjørdu bart og vunnu trý tey næstu settini lættliga, og so var sigurin í hús. Settúrslitini vóru 19-25, 25-15, 25-12 og 25-14. Við sigrinum hava sørv- ingar næstan útihýst Fleyr úr gullstríðnum, og tí stendur tað nú einans mill- um SÍ og verandi føroya- meistararnar úr Mjølnir. Júst hesi bæði lið hittast eisini í steypafinaluni um lítlan mánað. Hin dysturin í meistara- deildini hjá monnum um vikuskiftið var í Hoyvíks- høllini, og stóð hann mill- um heimaliðið Fram og gestirnar úr ÍF. Fuglfirð- ingar vunnu dystin 3-1, og Fram er tí framvegis isoler- að í botninum av meistara- deildini. Harðastu kappingarneyt- arnir hjá SÍ, Mjølnir, høvdu frí hetta vikuskiftið. Mjølnir vann toppdystin Kvinnurnar hjá Mjølnir hava sett nøs- ina upp eftir greipuni í ár, nú tær hava lagt seg einsamallar á odda í meistara- deildini hjá kvinnum FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Lagt var upp til eitt ordans oddabrak í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti um vikuskiftið, tá ið TB var og vitjaði Mjølnir í KÍ-høllini. Sum vant, freistast man at siga, møttu klaksvíkingar talsterkir, og karmarnir vóru teir røttu til ein toppdyst. Sannførandi sigur Talan gjørdist tó ongantíð um tann heilt spennandi dystin. Tað vísti seg nevn- liga, at Mjølnir á degnum var væl sterkari enn TB, og heimaliðið vann dystin sannførandi 3-0. Bert í tí næsta settinum, sum endaði 25-23 til Mjølnir, var eitt sindur av spenningi í, með- an hini bæði settini vann Mjølnir lættliga. Úrslitið var sum áður- nevnt 3-0 til Mjølnir, og settúrslitini vóru 25-17, 25- 23 og 25-15. Dysturin var samstundis eitt slag av einum general- prøvu upp á steypafinal- una, sum verður á Hálsi 12 februar, tí tá møtast júst hesi bæði liðini í kvinnu- finaluni. Tað man verða lítið at ivast í, at tvøra- kvinnur ætla at geva klaksvíkingum harðari mótstøðu í steypafinaluni, enn tær gjørdu í Klaksvík í vikuskiftinum. Dráttur vann grannadystin Á Giljanesi var grannadyst- ur leygardagin, tá ið SÍ vitjaði Drátt. Ungu mann- ingin hjá sørvingum megn- aði ikki at gera nakað við tær meiri royndu úr Drátti, sum vunnu dystin 3-0. Settúrslitini vóru 25-19, 25-14 og 25-20. Við sigrin- um heldur Dráttur fast í bronsuplássinum í lands- kappingini. Seinasti dysturin í meist- aradeildini hjá kvinnum hetta vikuskiftið var í Hoy- víkshøllini, og hann var millum KÍF og ÍF. Fugl- fjarðarkvinnur vunnu dystin 3-0. ÍF vann ein tryggan sigur, tá tær um vikuskiftið vitjaðu hjá KÍF Mynd: Álvur Haraldsen Sørvingar halda tørn Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 11 10 - 1 31 7 24 11 2 TB 11 9 - 2 27 13 14 9 3 Dráttur 11 5 - 6 24 20 4 6 4 ÍF 11 5 - 6 17 18 -1 6 5 KÍF 11 4 - 7 13 24 -11 6 6 SÍ 11 0 - 11 3 33 -30 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 9 8 - 1 25 8 17 9 2 Mjølnir 8 6 - 2 20 10 10 6 3 Fleyr 9 5 - 4 19 15 4 5 4 ÍF 9 2 - 7 9 23 -14 3 5 Fram 9 1 - 8 8 25 -17 1 Nr. 12 • mikudagur • 19. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo