mikudagur 19. januar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 19. januar 2005
23
Kaggin vann sannførandi á
føroyameistarunum
Kaggin hevur aftur
lagt seg á odda í bill-
ardkappingini fyri
lið, tá hann í viku-
skiftinum ruddaði
borðið ímóti trýfalt
føroyameistaraliðnu
m úr Klaksvík. Ungi
Bjarni Skaalum hevði
sína bestu kapping
nakrantíð. Henrik
Petersen hevði eisini
framúr góðan dag, tá
Havnar Klubbi vann
stórt á Kagganum 2.
Munurin millum trý
tey bestu liðini er bert
seks stig
BILLARD
Tíðindaskriv
Tað munnu vera mong ár
síðani, at besta liðið hjá
Klaksvíkar Billardfelag og
føroyameistari
trý
tey
seinastu árini hevur fingið
ein slíkan avsmurning sum
hetta vikuskiftið í Kaggan-
um. Tá kappingin varð lið-
ug
leygardagin
máttu
klaksvíkingar tungu leiðina
heimaftur við einans seks
stigum í skjáttuni. Kagga-
liðið mannað av tí unga og
sera vælspælandi Bjarna
Skaalum og tveimum
gomlum fyrrverandi Mim-
irsspælarum, Steinbjørn í
Dali og Jan Müller tók FM-
liðið á bóli. Serstakliga var
tað Bjarni, sum fekk sítt
spæla at koyra sum ongan-
tíð áður. Hann kom,sá og
sigraði hesin ungi kagga-
alvin. Hann vann allar sínar
dystir og endaði við einum
meðaltali uppá 32,5, tað
besta hann nakrantíð hevur
havt í eini kapping. Dystir-
nir vórðu uppá 828, 614 og
508. Eisini átti hann besta
einstaka umfarið uppá 150
eygu. Steinbjørn og Jan
fingu part av tí gamla spæl-
inum
frá
Mimirstíðini
framaftur. Jan hevði 21,63 í
meðal og Steinbjørn 19,7.
Á liðnum hjá klaksvík-
ingum var standurin ringur.
Stórspælarin Kirsjan Sune
Høgnesen vann tveir av
dystunum tepurt og skulu
vit leita mong ár aftur ´í
tíðina at finna eitt so lágt
meðaltal sum hesaferð.
Krisjan Sune fekk ikki spæl
sítt at koyra og endaði við
21,1 eygum í meðal. Son-
hard Johannesen hevði
heldur ikki sín besta dag,
hann endaði á 18,9 eygum í
meðal og vann bert ein
dyst. Triði maður á liðnum,
Njál Petersen, sum annars
kann vísa gott spæl, tapti
allar dystirnar og endaði á
14,2 eygum í meðal.
Dystast var eisini í
Havnar Klubba. Kaggin 2
var á vitjan og mátti fara
heimaftur
við
stórtapi.
Klubbin vann 14-4. Og her
var tað stórspælarin Henrik
Petersen sum brillieraði.
Hann hevði omanfyri 30
eygu í meðal, besti dysturin
var omanfyri 860 og besta
umfar hansara var omanfyri
240. So tað rullar hjá ver-
andi FM-meistara í lið-
kappingini eisini. Næst-
bestur var Carsten Hansen
úr Havnar Klubba, sum
eisini vann allar sínar dystir
og hevði eitt meðal uppá
20. Niels Nielsen fekk bert
tvey stig móti Kagganum.
Tvs. øll fýra stigini hjá
Kagganum 2 fingu teir frá
Niels. Spælarnir á Kagga-
liðnum vóru Anfinn Han-
sen, Heimir Ottoson og Jo-
hannes Skaarup.
Støðan er 1. deild er
nú henda:
Nr. 1. Kaggin 1 við 36 stig-
um, nr. 2 Klaksvíkar Bill-
ardfelag við 32 stigum, nr.
3 Havnar Klubbi við 30
stigum og nr. 4 Kaggin 2
við 10 stigum. Munurin er
lítil millum liðini og verður
tí spennandi at fylgja við
komandi tríggjar kapping-
arnar.
Í 2. deild hevur Havnar
Klubbi vunnið 16-2 á
Tvøroyrar Klubbi. Her var
Høgni Højgaard nógv best-
ur við seks stigum og 11,27
eygum í meðal. Næstur
honum var Jógvan Jørgen-
sen við 8,57 eygum og 3.
bestur var Hans Jørn Niel-
sen
eisini
úr
Havnar
Klubba við 7,27 eygum í
meðal. Bestur hjá tvøra-
monnum var Rókur Dimon
við 7,90 eygum í meðal.
Havnar Klubbi hevur eisini
vunnið móti Klaksvíkar
Billardfelag við 12-6. Best-
ur var Jógvan Jørgensen úr
Havnar Klubba vuið 13,77
eygum. Bestur á liðnum hjá
klaksvíkingum var Jákup
E. Johannesen við 7,67
eygum í meðal.
Fríggjadagin, 21. januar,
eru liðin 100 ár síðani, at
Miðvágs Bóltfelag varð sett
á stovn. Tað var presturin,
Carl Johansen, sum tók stig
til hetta.
Við einum 100 ára degi
hoyrir sjálvandi eisini há-
tíðarhald, og fríggjadagin
fara tey í MB so eisini at
markera dagin.
Kl. 19.00 verður ítróttar-
gudstænasta í Miðvágs
Kirkju, sum Inga P. Dam og
David Johannesen standa
fyri. Eisini fara Sámal
Ravnsfjall,
Eivind
á
Presttrøðni og Ungdóms-
kórið í Vágum at taka lut.
Samstundis verða dyrnar í
Bygdarhúsinum í Miðvági
lætnar upp..
Kl. 20.00 verður so mót-
tøka í Bygdarhúsinum. Har
fara fleiri av teimum, sum
onkursvegna hava havt
samband við MB, at flyta
fram røðu, eins og nakað
verður til matna til gestir-
nar, sum vónandi verða
nógvir í tali.
-jm
Hyggjara-
met
Danir fylgja væl við, nú
Thomas Gravesen skift til
spanska stórfelagið, Real
Madrid.
Fyrsti dysturin hjá
Gravesen fyri nýggja
felagið var sunnukvøldið,
og á Kanal 5, sum sendir
beinleiðis
frá
bestu
sponsku deildini, lata tey
væl at. Ikki færri enn 283
danir sótu framman fyri
skíggjan, tá Gravesen
móti dystarenda varð
skiftur inn í dystinum
móti Zaragossa, og hetta
er so væl og virðiliga nýtt
hyggjaramet hjá støðini.
Gamla metið var annars
bara eina viku gamalt. Tá
fylgdu 116.000 danir við,
tá Jesper Grønkjær leikti
sín
fyrsta
dyst
fyri
Athletico Madrid.
-jm
Nýggjur
makkari
til John
Nýggja felagið hjá John
Petersen, Holstebro – ella
HB – sum spælir í trið-
bestu donsku røðini, hev-
ur nú fingið enn ein
álopsleikara til felagið.
Talan er um Morten
Bang, sum hóast álopsk-
enda
eftirnavnið
ikki
hevur spælt tað stóra fyri
oddaliðið í deildini, Bra-
brand. Bang verður lýstur
sum ein kvikur og vanda-
mikil leikari, og roknað
verður tí við, at hann fer
at hóska væl saman við
John Petersen í nýggja
álopinum hjá HB.
-jm
Dopað
tennis-
stjørna
Og russiska tennis-stjørn-
an, Svetlana Kuznetsova,
er nú tikin fyri nýtslu av
ólóglim evnum. Í sam-
bandi við ein framsýning-
ardyst í desember mánaði
skuldi hon lata doping-
roynd, og hendan hevur
nú víst seg at innihalda
effedrin, sum er á listan-
um yvir ólóglig stimbr-
andi evni. Svetlana Kuz-
netsova er nummar fimm
á altjóða styrkislistanum,
og í fjør vann hon millum
annað US-open kapp-
ingina.
-jm
MB verður 100
Njál Petersen úr Klaksvíkar
Billardfelag sýnir oftani sera
gott spæl, men hesaferð tapti
hann allar dystirnar móti
Kagganum
Kaggin 1, sum nú er á odda í liðkappingini í billard, tó bert fýra stig frammanfyri Klaksvíkar Billardfelag og bert seks stig
frammanfyri Havnar Klubba. Fv. Bjarni Skaalum, Jan Müller og Steinbjørn í Dali