Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 12 - 19. januar 2005 Stuðul til mentanarlig tiltøk Á fíggjarløgtingslógini 2005 er peningur settur av til stuðul til ymisk mentanarlig og listarlig tiltøk og verkætlanir innan- sum uttanlands. Játtanin er ætlað at birta upp undir og stuðla einum virknum og mennandi mentanarlívi á bygd og í býi, at flyta fram og gera føroyska mentan og list sjónlig- ari innan- og uttanlands, og at geva stuðul til før- oyskar verkætlanir, ið lutvíst verða fíggjaðar við stuðli frá Norðurlendska Ráðharrastovninum, Norðurlendska Mentanargrunninum ella stovnum og nevndum undir Norðurlendska Ráðharrastovn- inum. Stuðul kann eisini veitast einstaklingum til ný- skapandi listarlig ella mentanarlig tiltøk, verkætlan- arfyrireiking og annað listarligt virksemi. Áhugað eru vælkomin at søkja. Umsóknarblað eigur at nýtast. Freistin at søkja er týsdagin 15. mars 2005 Stuðul til barna- og ungdómsarbeiði Tann upphædd, ið Mentamálaráðið umvegis Sp/f Ítróttarvedding fær burturav veddingarpeninginum, verður nýttur sum stuðul til tiltøk og verkætlanir til gagns fyri børn og ung. Tey,ið skipa fyri tiltøkum og standa fyri verkætlanum, sum eru børnum ella ungum til gagns,eru vælkomin at søkja. Umsóknarblað eigur at nýtast. Freistin at søkja er fríggjadagin 15. apríl 2005 Stuðul til myndlistafólk Peningur er settur av á fíggjarløgtingslógini 2005 til stuðul fyri myndlistafólk. Listafólk sum eru undir útbúgving kunnu søkja. Yrkislistafólk kunnu søkja um stuðul til eftirútbúgving og til námsferðir. Umsóknarblað eigur at nýtast. Freistin at søkja er týsdagin 15. mars 2005 Tey, ið ynskja at vita meira um stuðulin, eru vælkomin at venda sær til Mentamálaráðið á telefon 355050. Umsóknarblað: Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið.Umsóknarbløð og vegleiðingar eru at finna á internetinum á: www.mmr.fo, ella fáast við at venda sær til: Mentamálaráðið Postrúm 3279 - 110 Tórshavn Telefon 35 50 50 – Telefax 35 50 55 e-postur.: mmr@mmr.fo MENTAMÁLARÁÐIÐ