Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. oktober 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 30. oktober 1999 tíðindablaðið Nýgjur limur í grundlógarnevndini JOHN JOHANNESSEN Jóannes Hansen, studenta- skúlalærari, er nýggjur lim- ur í grundlógarnevndini. Hann tekur við eftir Eibritt á Plógv, ið hevur tikið seg úr nevndini. Nýggi limurin í grundlóg- arnevndini hevur hollar starvsroyndir á mongum økjum. Hann tók prégv sum fólkaskúlalærari í 1980, og eftir hetta starvaðist hann eina tíð sum lærari í Dan- mark. Jóannes Hansen leyk prógv í samfelagsfrødi og geografi á Roskilde Uni- versitetscenter í 1987. Jóannes er 44 ára gamal og býr saman við familju sínari á Toftum. Hann starv- ast í løtuni sum studenta- skúlalærari í studentaskúl- anum á Kambsdali. Nýggi limur grundlógar- innar hevur eisini drúgvar royndir á journalistiska øki- num. Hann hevur gjøgnum tíðina bæði tikist við blað og útvarpsarbeiði, og síðani hevur hann eisini skrivað fleiri ítróttarárbókur. Í jour- nalistiska starvi sínum hev- ur Jóannes tikist nógv við bæði ítrótt, politikk og sam- felagsviðurskifti annars. Næsti fundur grundlógar- nevndarinnar er 8. novem- ber Hallo, Hoydal og hini… G60i Høgni! Várkensla er góð á heystar- degi. Liv á døkkum degi. Havi sitid og lýtt á orð tíni í Utvarpið Føroya í kvold, 28. oktober 1999. Sendingin, Vaglið, er við at fjara í løtuni, meðan hjartaligar og ungar røddir syngja um okkara land. Eitt fínt 'og bleytt punktum. Men eg hugsaði av óvart, at vit føroyingar eru sjáld- sama løgnir. Orsøkin til hesa knøppu niðurstøðu er, at føg- ur orð, dirvi, áræði og barn- atrúgv eftir øllum at dóma hvgrjaferð eiga at elva til marrudreymar, ið skulu vig- að upp ímóti vónini. Vónini um frælsi, sum jú bert kann spretta úr hjartanum, og sum ongar búskaparligar meting- ar eiga lut í. Hugflogið hevur góðan byr í slíkum løtum. Vit eru øll menniskju. Andlit daga undan. Hans Pauli Str(a)mm, dómari í fjølmidlamål- um...Hendrik (M)old, pluss onkur ókennilig og reyð- sprongd andlit, sum umboða illsinnið í sini heild. Pál Weihe dager eisini undan í hesum litríka og ampaelvandi myndaspæli. Hví? Jú, skal eg siga tær, Hoy- dal. Okkara livfrødiliga ork- uverk á granskingarøkinum umboðar ílegutøknina, og hetta við íbregi er kanska fest í føroysku fólkahugsanina. Kanska eru mínar ílegur or- søk til, at áðurneyndu polit- isku andlit verða klamsað upp í heilan, hverja ferð onk- ur er so vælignaða góðtrúgv- in sum tú. Flestu føroyingar trúgva á okkurt slag av felagsskapi. Ein felagsskap, sum ikki hopar undan, tá hann brestur í flokspolitiskar grótveggir. sum tá avtornar bert eru gjørdir úr flokspolitiskum mjørkasementi. Men tíverri eru flokspol- itisku mørkini í Føroyum gjørd i ødrum støddum enn landið sjålvt. Og júst í hesum hópi fari eg at loyva mær at draga Pál Weihe inn í mynd- ina, sum hesaferð ikki er am- paelvandi. Sært tú, harra Hoydal, tá vit tosa um arvaeindirnar í blóðinum, hava vit lyndi til at blanda hugtøkini. Pål og onnur livfrødiliga virkin fólk kenna ta frødiligu lýsingina av íleguarvinum. Hon er sera áhugaverd, men til tess at varðveita starvsliga trúvirði hjá Pál Weihe, sum óboðin er tikin upp í tekstin, leggja vit læknan í dropp eina løtu. Summi siga, at vit deiligu føroyingar hava fingið eina »Ofrælsis-arvaeind« stungna í armin meðan vit dúraðu onkustaðni í okkara drúgvu hjálandatíð. Við øðrum orð- um; tað liggur í blóðinum at vilja ófrælsi. Lækna- og søgufrødiliga eri eg leikmadur, og tiskil havi eg aðra hugsan um hetta aðalmál. Tí noyðist eg tíverri at lata vituga >ílegu-eldhug- ingin<, Pál Weihe, liggja í droppi, og venda aftur til tín, Høgna Hoydal. I tí samband- inum noyðist eg at tríva í mína >suðrisku termino- logi<: Hyngne! Tú skal íkki koma her og fortelja mér, at tú ongantíð hevur upplivað tað...O.K., Ég skal siga tér, hvat tað dreyjar ség um: Sos- ialan arv. Ja, tú stendur óivað „sum á berum. Nei, les og lær, tú ungi óroyndi! Øll hendan fantastiska veljarafjøldin fer nidan til Hoyvikar ein tilvildarligan dag. Nidan millum gilja. Tú ert enn ikki vorðin politikari. Enn ert tú bara klæni og blíð- skortaði Høgni Hoydal. Hin- ir menninir og tú standa og práta í unga grannalagnum, har familjur bróta upp úr nýggjum. Onkur hevur lagað garð. Annar er komin al- goystur í tún á rasarasúkklu. Triði er júst komin aftur av fjarleiðum. Tit eru vanligir måttugir menn í øllum stødd- um, 10 eftir lokid verk gleda seg til lønina frå konunum. Politikkur er evnið i tåninum hendan seinnapart. Imeðan spæla børnini í gryt- uta túninum. Og páparnir gera burtur úr sær. Tjóðveld- ið hevur verðið havt á munni eini 100 år, so tað evnið sleppur óivað framat, nú gáttin til 21. øld hómast í hugaheiminum. Altso, eg meini, var ongin ivi, so var neyvan orðadráttur um mál- ið. Meðan lítla 4 ára gamla og árvakna Lív spælir millum klípurnar í túninum hjá Høgna Hoydal, gerast menn heitir í virðiligum orðadrátti Kanst tú fortelja mær, hvussu fanin vit føroyingar skulu klára okkum sjálvar, og ikki fáa blokk, rópar harð- mæltasti pápin. Lítla Lív missir klípuna. Hon ætlaði at leggja hana á sín dvørga-varda, hon hevur lagað sær í túninum: „Fórovingur...sjálv- ur...ikki...Lív kennir hesi orðini. Babba og Mamma hava sagt tey við hana áður. Hon hugsar: Føroying- ur...tað eri eg, tí tað siga mamma og babba, at eg eri. Hon hugsar: Sjálvur...tað er óhugnaligt at vera einsamall- ur, tað havi eg hoyrt í ævin- týrunum, sum babba fortelur. Hon hugsar: /kki...tað sigur mamma, tá eg geri okkurt forboðið. Ein hugsað søga í 1999 Ja, Høgni, eg veit ikki um tað ber til at kalla hetta ein sosialan arv. Hann er kanska alt ov a-sosialur at eiga rætt til heitð. Arvur er tað kanska. Hendan søgan er jú rættiliga tíðarleys. Eg meini, hvor hevur ikki tosað um ómegd, meðan børn lurta? Søgan er óivað tidarleys í Føroyum, so kanska er hon als ikki bert farin farin fram Millum Gilja, men er bert ein endur- tøka sum endurtekur seg sjålva sum eitt ódeyðiligt bergmál. Millum annað hetta, er kanska orsøkin til hugasamband, ið koma fram fyri meg sum andlit å monn- um, sum bragdliga siga seg umboda afturhaldid og 6- megdina. »By the way«. Lat meg siga tad beinanvegin. Eg eri ikki tjóðveldismaður. Hetta málið er stórri enn so. Aporopos flokkar...og javnaðarmenn. Teir, eg havi nevnt eru åhugaverdir. Eg haldi tað vera ótrúliga dei- ligt, at vit hava fingið Hans Paula Strøm á ting. Við sin- um fitta gullringi i oyra- snippinum og skikkadu eyg- leidingum kann hann gerast ein stórur politikari. Hann skal bara gevast við at tosa um tey veiku í samfelagnum, sum hann heldur vera vanlig arbeiðsfólk (Tey sterkastu fólkini, eg kenni, eru ar- beiðsfólk og handverkarar). Hendrik (M)old lata vit liggja í hesum umfari. Hann verður kanska endurvaldur í betri líki Lítla Lív er meira áhuga- verd. Fer hon at lata børnini úr sínum lívi lagað sínar varðar í friði? Øll spyrja og ongin veit meðan føroyingar eldast og doyggja og útvarp- ið sendir av Vaglinum. Allur gróður er góður, og gróður eigur ikki at spyrja eftir flokspolitiskum mørk- um. Se, nu er vindene milde, vaaren har aandet paa luften. Luften har kysset hvert blad og hver blomst, som staar ved den rislende kilde. Elskede, føler du duften, her ved den svale sø. Livet har visselig vinter og kulde, men livet kan aldrig dø Holger Drachmann (1846-1908) Høgni Mohr, bladmadur Antin tú ætlar tær út at mála byin reyðan ella tú bert ætlar tær at vera heima og taka tað róligt í nátt, so fært tú ein tíma eyka. Tað er nevniliga í nátt, at vit førka klokkuna ein tíma aftur, fyri at fáa vetrartíð. So hóast veturin og myrkrið nú eru veru- leiki, kunnu vit fegnast um, at vit í nátt trína inn í longsa samdøgur av åri- num. Nevniliga eitt sam- døgur á 25 tímar Einki klárt enn - men vil eru í samráðingum við vestmenn- ingar og aðrar um at fáa skip, sigur Hálv- dan Gudmundsen, reiðari ÓLAVUR i Berti Í Útvarpinum herfyri bór- ust tíðindini, at felag í Vágum hevði keypt > Vestmenning«, tí >Klett- arnir< helst fóru at verða keyptir aftur til Føroya. Tað kundi skiljast soleiðis á tíðindunum sum var handilin longu avgreidd- ur, men soleiðis er kortini ikki. Hálvdan Gudmund- sen, reiðari á >Mars< og fyrrverandi eigari av >Vesturtúgvuni<, sum er seld til Noregs, sigur við Sosialin, at samráðingar hava verið við felagið í Vestmanna, men hetta eru kortini ikki ødrvisi sam- ráðingar enn við so mong onnur feløg sum hava skip til sølu. Tað er rætt at reiðaríið hevur fiskiloyvini hjá »Mars« og >Vesturtúgv- uni«, og eisini innflutn- ingsloyvi fyri »Vestur- tågvuna«, men tad er langt eftir å mål at nakad skip er komið ístaðin fyri og nakar sáttmáli gjørdur. I løtuni eru umboð fyri felagið í Vestmanna og kannar Klettarnar báðar, men avgerð er heldur ikki enn tikin um keyp av trol- arunum báðum. »Mars« er í løtuni veit- ingarskip og siglir út frá Egersund í Noregi. Hig- artil hevur ikki verið so nógv at gjørt sum í fjør hjá >Mars<, men Hálvdan Gudmundsen metir at tað sær bjartari út fyri kom- andi ár. ng Skódeildin í Handilskjarnanum Fjølbroytt urval avskóm