Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. oktober 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 207 — 30. OKTOBER 1999 | Bók: deild Foroya Lærar- | afelags gevur út barna- bókina Agnas og ljósið eftir Bo. R. Hamberg Alla halgannadag fara Agnas, pápin og stóri- beiggi hennara Martin í kirkjugarðin at tendra ljós á grøvini hjá mammuni, sum doyði fyri nøkrum árun Tað er logn- arveður, og pápin fær eld í við fyrsta svávulspinni- num. Og tá síggjast grav- steinurin, rósan, navnið og årstølini. Ljósið fer at 1 síðani brenna í fimm dagar. Agnas ger av at fara á grøvina og tendra ljós hvønn fimta d: ig til nýggj- árs. Men hverja ferð, hon kemur hagar við ljósi- num, hevur onkur annar verið har undan henni og sett eitt nýtt ljós á grøvina Hvør kann tað vera? Men við hvort gloymir Agnas Vit kenna øll svinadreingin. Prinsessan mussar svina- søguna um dreingin, medan ternurnar standa uttanum og telja mussirnar Kongurin kemur fram å tey, og hann verður i ødini. Prinsessan umber seg fyri påpanum og sigur, at hon mussar ikki, ti hon er góð við svinadreingin, men tí at hon vil hava eina gjørda leiku, sum hann hevur lovad henni afturfyri Tað hugar ikki kongi Tað er nógv verri, sigur hann. Hevdi hon verið góð við svínadreingin, so kundi tað Lat meg fyrst tann gullringin sjá, síðan skal eg tær sova hjá Bo R. Holmberg Agnas og Agnas og ljósið næstan ljósið. Tað kemur av Douglasi, dronginum, hon er vorðin góð við. Bókin snýr um sterkar kenslur, sorg og lívsgleði. Høvundurin skrivar inniliga og áhug- aður um verulig menn- iskju og um, hvussu tey seg arbeiða seg igjøgnum sorg. Í bókini er humor, álvarsemi, veruleiki og hugflog. Ein perla av eini bók at lesa fyri bæði stór- um og smáum. Bo R. Hamberg fekk Astrid Lindgren — virdislønina 1998. Jákup i Skemmuni hev- ur týtt Agnas og ljósið. Bókin er 130 síður heft. Repro-Z hevur staðið fyri prentgerðini. Einars Offsett hevur prentað bókina, og Helge Justin- ussen hevur heft bókina. Bókin kostar 115 krónur. so verið Søgan kom í høvdid á mær, tá ið eg las endan á við- merkingini hjá Regini Eik- holm: Hvar hevur vanligi føroyingurin størst persón- ligt frælsi - innanfyri ella uttanfyri rikisfelagsskap- in? i Sosialinum leygardagin Regin er dyggur kvæda- kennari og skipari. Ti er tad so sjålvsagt hjå honum, at hann tekur til eina kvædamynd. Honum hugar ikki „loys- ingarævin-týrini“, sum hann niðrandi kallar frælsis- stremban føroyinga, og tek- ur til ørindid i Torkils døtr- um: „Lat meg fyrst tann gull- ringin sjá, síðan skal eg tær sova hjá“ Eg sigi sum kongurin í søguni um svinadreingin: At lova seg burtur fyri gull og skart og skreyt ella tilgjørt ónyttufjas, tað er tað ring- asta. Hevdi tað so av illum verið av kærleika. Pauli Nielsen Marknaðurin økist útlondum — Tað vísir seg nú, at marknaðurin í útlondum fyri snellum og linuspølum er i øking, og tí royna vit at vera við uttanlands, sigur Jákup Joensen, stjóri í Oilwind í Miðvági ÓLAVUR Í BEITI Fyrr í mánaðinum var fisk- ivinnuframsyningin Dan- Fish i Alborg i Danmark, og tann 18. november verð- ur kanska tann størsta fisk- ivinnuframsyningin av øll- um i Seattle, har útgerð og reidskapur til fiskivinnuna verdur syndur fram ur flest øllum londum i heiminum. At vera vid å hesum fram- sýningum metir stjórin i Oilwind í Miðvági, Jákup Joensen, at hava alstóran týdning, og ætlanin er tí eis- ini at fara yvir til Seattle í komandi mánað. Oilwind var eisini við á Dan-Fish framsýningini í Alborg, og tó at Jákup Jo- ensen ikki vil upplýsa í krónum og oyrum, hvat spurdist burturúr framsýn- ingini, so er hann sera væl nøgdur vid framsyningina og stóra åhugan millum tey vitjandi. K kappingin er sera hørð á økinum, sigur Jákup Joensen, og tí er eisini neyð- ugt at vera við og vísa fram bæði reiðskap og útgerð annars sum vit framleiða. Fyri vanbýti — Tað vísir seg nú, at markn- z I morgin, sunnudagin, verður tað árliga tiltakið hjá Sandavágs Ítróttarfelag í Itréttarhøllini á Giljanesi. Sum vanligt verður nógv áhugavert á skránni. Mill- um annað verður framsýn- ing av ítróttarmyndum hjá aðurin í útlondum fyri snell- um og linuspølum er sera áhugaverdur, og hetta kom eisini fram á framsýningini í Ålborg. Men eisini í eitt nú Alaska er sølan økt av snellum og linispølum, tí politiskar avgerðir eru tikn- ar, so húkurin hevur fingið betri umstødur har yviri, sigur Jákup Joensen. Mótvegis í stóru londu- num, har húkurin støðugt vinnur fram, so vísur Jákup Joensen á, at umstødurnar hjá útróðrarflotanum í Før- oyum hava haraftur ímóti verið fyri vanbýti. Ein orsøk er m. a. at stóru skipini sleppa at royna ov nær landi, og politiskt eru skip- anir settar í verk, sum gera tað sera torført at vera út- róðrarmaður í Føroyum i dag. — I mun til í øðrum lond- um, har politiski viljin er at verja og menna henda part av fiskivinnuni, legur stjór- in í Oilwind aftrat. — Tað vísir seg nú, at marknaðurin í útlondum fyri snellum og linuspølum er sera áhugaverdur, sigur Jákup Joensen stjóri á Oilwind í Miðvági SIF. Myndirnar, sum vera at síggja, eru heilt frá stovnanini fram til dagin í dag. Byrjað verður klokkan 16.00 við mótashowið. Aftaná verður eydnuhjól við nógvum góðum vinn- Eydnuhjó ól, mótashow og mangt annað í itrottarhøllini å Giljanesi ingum. Eisini verdur køk- utomtola, fiskibrunnur, bóltkast og matsøla á skránni. Klokkan 18.00 syngur Magni Christiansen. Aftur í ár verður >Vága vakrasta kaka< kapping. á stóru fiskivinnuframsýningunum Vinnarin verður funnin klokkan 22.00. At enda vera køkurnar seldar á uppbodssølu. Sandavágs Ítróttarfelag gleðir seg til at síggja nógv fólk í høllini. Tilfeingi Tvey orðaskifti eru fyri í før- oyskum politikki í løtuni, nevniliga endurnyggjan av fiskiflotanum og fyrsta útbjóð- ingarumfarið fyri eina møgu- liga komandi ojluvinnunu Bæði snúgva seg um umsiting av tilfeingi — náttúruríkidómi — samfelagsins, men stórt glopp er allíkavæl ímillum hvussu hesir báðir spurningar verða umrøddir i miðlunum. Spurningurin um hvussu olja og gass í undirgrundini skal útvinnast, um tað finst, byggir á grundsjónarmiðið at hetta til- feingi er samfelagsogn. Rætt- urin til at útvinna hetta tilfeingi verður útlutaður í einum út- bjóðingarumfari, har tann sum hevur viljan og førleikan til at gera nýttu burtur úr hesum møguleikum, kann fáa rættin í fríari kapping við onnur áhug- aði. Treytirnar eru vanliga givnar frammanundan, so og so nógv í skatti, avgjøldum, umframt onnur krøv sum skulu uppfyllast — og gjaldast fyri. Men líka væl sum olja og gass er fiskurin í havinum kring Føroyar eitt felags til- feingi. Rætturin til at útvinna hetta tilfeingi liggur tó hjá ein- støkum feløgum og skipum i fiskivinnuni, sum hava fingið hesi rættindi ut frå søguligum fortreytum ella å annan hått, ofta fyri langari tíð síðan. Frá vinnuni er tað so nú komið fram, at hon ikki sjálv megnar at fíggja endurnýggjan av skip- aflotanum, og at landskassin sostætt skal veita stuðul til hesa uppgávu. Tað er ikki fyrstu ferð; spurningurin um almennan stuðul til endurnýggjan av skipaflotanum var longu frammi í fimti árunum, og fleiri ferðir síðani tað. Og spurn- ingurin vil koma upp aftur so leingi vinnan ikki kann bera seg sjálva, herundir eisini at gjalda fyri endurnýggjan av framleiðslutólunum. Sjálvandi loysir tað seg fíggjarliga at reka fiskivinnu; um so ikki var, skuldi flotin verið lagdur beinanvegin. Men tað krevur tey rgttu framleidsl- utólini — herundir skip — til uppgávuna. Politiska valdið skal, fyri at henda og aðrar vinnur skulu kunna bera seg, tryggja eitt hóskandi kostnað- arstødi, t.v.s. at lønarlag, skatt- ir, avgjøld og liknandi eru å jøvnum føti v iðg grannalondini. Tað nyttar ikki at lata lands- kassan halda lív í eini ótíð- arhóskandi vinnu við tilskot- um, bíligum lánum ella øðrum sersømdum. Einasta økonom- iskt og demokratiskt rætta loysnin er — sum f oljuvinnuni — at lata teir, sum hava viljan og førleikan at gera nyttu burt- ur úr felags tilfeinginum, fáa uppgávuna. Og skulu gll hava líka møguleika fyri at vinna sær henda rættin, má rætturin til at fiska undir Føroyum vinn- ast gjøgnum utbj6dingarumfør, sum fyri oljuvinnuna. At selja rættin til at útvinna hetta til- feingi, heldur enn at lata studul til tað. Tann sum kann lúka tær givnu treytirnar og kann gjalda mest fyri fiskirættindini, eigur eisini at fáa rættin. Hervid fær samfelagið størst møguligan á- góða av tilfeinginum. Fiskivinnan kann ikki end- urnýggja seg sjálva so leingi bara møguleikin fyri almennun stuðuli er til staðar; tí tann sum uttan stuðul setir pengar í skip — og tað eru tað hóast alt nakr- ir sum gera - má rokna við at hava snýtt seg sjálvan fyri eina týðandi upphædd, sum aðrir kunnu fáa fyri einki. So í tí stóðu er tann einasta økonom- iskt rætta hugsanin at bíða til næsti stuðulsblokkurin kemur. Eitthvørt umskifti í einari vinnu krevur at onkur fer burt- urúr og aðrir koma framat. So- leiðis hevur tað altíð verið, eis- ini í øðrum londum og í øðrum vinnum. Landbúnaðurin í ES er eitt gott dómi um eina vinnu sum himprast við at skulu í gjøgnum tær neyðugu broyt- ingarnar. Men tær koma altíð, antin so ella so. Fyri fiskivinn- uma vil eitt umskifti eisini krevja síni offur — onkur vil óivað missa arbeiði. Og tað er sjálvandi ein spurningur sum krevur eitt orðaskifti — eitt socialpolitiskt orðaskifti væl at merkja, ikki vinnupolitiskt. Jóannes Kjølbro Esbjerg