Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. oktober 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr.-207 - 30. oktober 1999 tíðindablaðið Sum fjallanna bleytu formar Í dag fara Frændur og Føroya Symfoni- orkestur á pall. Tað er danin Jórgen Lauritsen, sum hev- ur sett tónleikin hjá Frændum út fyri symfoniorkestur og hann heldur seg merkja eina norður- lendska kenslu í tón- leikinum Dagfinn Olsen Jórgen Lauritsen gleðir seg at sleppa at hoyra Frændur og Føroya Symfoniorkestur. Hann hevur sett tónleikin út fyri orkestur og verður til staðar undir konsertunum. Hann metir menninar í Frændum sum góðar tón- leikarar og fyrikomandi fólk. Jórgen Lauritsen tók kirkjumusikkalska útbúgv- ing á Det Kgl. Danske Mu- sikkonservatorium í 1990. I 1992 tók hann pianist- prógv á Rútmiska Konser- vatoriinum, tí hann fegin vildi arbeiða meira við rút- miska tónleikinum, og á sama stað tók hann í 1999 komponistútbúgving. I 1991-92 las hann í New York hjá m.ø. Ron Carter, Barry Harris, Kenny Kirk- land, Harold Danko og styttri skeið hjá John Willi- ams, ið hevur arbeitt við Steven Spielberg, og hjá Yaron Gershowsky, Man- hattan Transfer. Jørgen Lauritsen hevur arbeitt við eini rúgvu av donskum tónleikarum. Nevnast kunnu Sanne Sal- omonsen, Hanne Boel, Chris Minh Doky, Allan Mortensen, Sebastian og svenski Tommy Korberg. Lauritsen hevur arbeitt við nógvum støri og smærri or- kestrum í Danmark og hev- ur í ár arbeitt við Trold Kan Tæmmes á Gladsaxe Teater og ummælini vóru góð. Hann hevur arbeitt í sjónvarpi og filmi og í 1996 fekk hann legat frá Dansk Kapelmesterforen- ing. Hann er limur í kom- ponistbólkinum „Den 3. Vonar semju Klokkan 13:00 i gjår hittust Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. Felagið hevur lýst arbeiðs- steðg 1. november, men undan fundinum í gjár segði Karsten Hansen seg vóna semju Dagfinn Olsen - Eg veit ikki hvat eg vænti, men eg havi vón um semju. Eg havi tey 6,5% í lønar- hækking at halda meg til og vónandi ber til at byrja at arbeiða við at loysa trupul- leikarnar út frá hesum, segði Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, beint undan fundinum vid Føroya Lærarafelag. Ikki verið lætt - Eg kann bert fylgja mínum heimildum. Eingin skal halda, at hetta hevur verið eitt lætt vár ella summar. Tað hevur tað heldur ikki verið hjá t.d. Starvsmanna- felagnum, sum mátti leggja landið lami. Men vit samd- ust um hasi 6,5 %. Vit kunnu ikki geva ødrum meira nu, sigur Karsten Hansen. Hann visir å, at hevur ein ikki fingið við enn, at hetta er karmurin hjá fíggjar- málaráðharranum, so hevur ein lurtað ov illa eftir. Um tað, at lærarar hava fingið stórri ábyrgd sigur Karsten Hansen, at tað hava onnur eisini, t.d. starvsfólk- ið á Toll og Skatt, men tey hava ikki fingið meira í løn- Spurdur hvussu tað ber til, at Fíggjarmálastýrið nú aftur setir seg á fund við Lærarafelagið,-eftir at bólt- urin hevur ligið ein mánað hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, sigur Karsten Hansen, at tað eis- ini er spurningur um lønir. Karsten Hansen váttar, at tvær síður eru av málinum. Tað snýr seg um lógina og har hevur Undirvísingar- málastýrið arbeitt við eini loysn, sum liggur í tingi- num. Hin síðan snýr seg um lønir. Karsten hansen hevur vist á lógarbroytingar, meðan Signar á Brúnni ikki gongur við til hetta. Karsten Han- sen vísir tó aftur, at talan er um ósemju ella samgongu- trupulleikar. - Víst hevur verið á, at lógin kostar um 80 milli- ónir. Tað er hetta, ið skal innheintast nú. Eg meti, at hevur Løgtingid samtykt eina lóg, sum tað helt kost- aði eini 8 milliónir og hon so kostar 10 ferðir meira, so eigur ein at taka hetta upp og spyrja, um vit eru á leið- ini, ið vit ætlaðu, sigur Kar- sten Hansen. Hann heldur annars, at hetta, at hesar 80 milliónir- nar nú skulu innheintast ikki er hansara borð - Men eg havi lønirnar at taka mær av, sigur Karsten Hansen. Krevini Í oddagreinini í Skúla- blaðnum vísir forkvinnan á, at Lærarafelagið veit av, at arbeiðssteðgur rakar for- eldur og næmingar. Hon ger vart við, at hesi eru ósek, men at arbeiðssteðg- urin eisini er fyri teirra skuld. Elsa Birgitta Petersen vísir á, at nýggj lóg er samtykt. Tað er gott, tí hon samsvarar við lógirnar í grannalondum okkara, men lógin kostar pening. Hon heldur tað er órímu- ligt, at limir Føroya Lær- arafelags gjalda kostnaðin við at taka meira arbeiði upp á seg, uttan at fáa meira tíð til uppgávurnar. Í greini verður víst á krøvini. Verkfallið snýr seg millum annað um: - at lærarar fáa tíð til at ráð- leggja undirvísing saman, - at fáa leiðslunum betri arbeidsumstødur vid at geva teimum meira tíð til leiðslu og minni tíð til und- irvising, - at tryggja lim- um felagsins, í teimum nýggju serskipanunum í fólkaskúlanum, skipaði viðurskiftir, - at fáa meira tíð til flokslæraraarbeiði í øllum flokkum, - at fáa samsýning fyri røkt av søvnum og at tryggja fólkaskúlalærarum rætt til trygga eftirútbúgving. Forkvinnan vísir á, at fel- agið kennir seg noytt at taka stig til verkfall, men at myndugleikarnir hava á- byrgdina. Norðurlendskt Jørgen Lauritsen heldur seg í tónleikinum hjá Frændum kenna norðurlendskar tónar, bleytir formar, sum hann setur í samband við fjøllini. Hann heldur seg eisini síggja aftur skandinaviskan kirkjutónleik, umframt at tað hoyrist, at Frændur hava lurtað eftir tí, ið er frammi nú. Hann er spentur uppá konsertirnar, tí hann hevur hoyrt Frændur venja og heldur teir vera góðar tón- leikarar, umframt fyrikom- andi menn. Hetta er eisini tað, ið Jør- gen Lauritsen hevur fingið burturúr fyrstu ferð síni í Fóroyum. Hetta, at fólkini eru fitt og fyrikomandi. - Fólk eru smá í mun til umstødurnar. Náttúran setur dagskránna. Hetta ger fólk meira jarðbundin og tað minnir meg um familju mína á Fyn, sigur Jørgen Laurit- sen, sum nú býr í Keyp- mannahavn. Hetta, at øll hjálpa øllum, sigur hann seg sakna í stór- býnum, har hvor passar sítt og heldur seg á sínum lítla frímerki. Hóast hetta er fyrsta ferð- in hjá honum í Føroyum, so kennir hann eitt sindur til landið. Hann hevur lisið William Heinesen og sæð list eftir Svend Havsten Mikkelsen. Hann sigur seg kenna seg væl móttiknan í Føroyum og at hann er sera spentur uppá konsertirnar um vikuskiftið. Konsertir, har vit sam- bært Jørgen Lauritsen hoyra tónar, ið hava fjall- anna bleytu formar og har norðurlendski tónin valdar. Stórt kalt borð við alskyns flógvum og køldum rættum sat 0 1 MM) á Hotel Føroyum Sangur og undirhald | ROBERT McBIRNIE samskipar Kabarettin "KABARET A "LA MANDE" vi3 GRIMU Dansur við MOONSHOT og TWILIGHT Jólaborðhaldini eru hesar dagar: Leygarkvøldid 27. november Leygarkvoldið 4. desember Leygarkvøldid 11. desember Friggjakvøldid 17. desember Leygarkvøldid 18. desember Borðhaldið byrjar kl 19.00 ATGONGU- MERKJASØLAN ER BYRJAD Tlf. 317500 Kostnaður fyri Eisini fæst kvoldið kr. 295,- „ bilig gisting