Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. oktober 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lærdi skjaldrini á knænum ? Hvussu verður um 100 år? Teldukollveltingin og internetið tóku mong á bóli, eisini science fiction rithøvundar og sjálvan Bill Gates. Men annars er undrunarvert, hvussu nógv av framtíðarhugarenslinum hjá gomlum framtíðarhóvundum gjørdist veruleiki Dagfinn Olsen Nú vit eru á veg inn í næsta ártúsund, verða vit ikki spard fyri søgum um, hvussu heimurin sær út um 100 ár. Nógv tykist so veruleikafjart, at vit trúgva tí ikki, men tað eiga vit kanska at gera, tí teir gomlu framtidarhøvundarnir fingu rætt í mongum av sínum spádómum um okkara dagar. Vit hugsa ikki um tað í dag, tí tað er vorðið so sjálvsagt í okkara hugaheimi. Í 1994 funnu menn í einum pengaskápi eitt ókent handrit eftir kenda framtidarhøvundan Jules Verne. Handritið kallaðist Paris í 20. eld. Hann sá fyri sær, at í Paris í 1960 var fult av sjálvkoyrandi vognum, har hvør var stýrdur av einum persóni við einum stýrishjóli. A ja, hugsa vit, men tå handritið varð skrivað í 1863, var hetta óhoyrt. Verne helt fram og spáddi, at vognarnir, sum vit í dag kenna sum bilar, koyrdu dag sum nátt, tí Paris var upplýstur av elektriskum lampum. Allar tendraðu lampurnar samstundis, segði Jules Verne, og hetta var óhoyrt í eini tíð, har gasslyktirnar máttu tendrast ein og ein. Verne hugsar sær eisini, hvussu fólk taka slíkt. Hann tosar um øll hesi túsund akførini, ið ljóðleyst fara framvið á ljóðdoyvdum asfalti og hann nevnir stór gistingarhús og eisini long tok, ið ferðast við stórari ferð. Men fólk í 1960 leggja ikki stórvegis í hetta, sigur Verne, tí tey taka hetta sum sjálvsagt og eru ikki eydnusalari av hesi orsøk. Nógv gekk út , Jules Verne hevði rætt. I dag ógvast vit ikki um bilar og tok og annað. Men um vit gera sum Jules Verne og hugsa um, hvat hendir í næstu øld, so ógvast vit. Nógvir av spádómum hansara gingu út. Vit komu upp á mánan og enntá úr sama staði, sum Verne metti í bókini Ferðin til mánan, 1865, nevniliga Florida. Har var í 1969 eisini reist ein minn- ismynd yvir Verne i Cape- Kennedy. Verne hevði eisini rætt í, at hetta var ein ferð runt um mánan og aftur og at lent var í havinum. Eisini voru 3 persónar við. Men hjá Verne varð ein kanón nýtt at skjóta teir upp við. Rakettir komu seinni í bókum hansara. Werner von Braun, ið bygdi fyrstu rúmdarrakettina hjá USA, var sum barn hugtikin og „vaktur“ av Jules Verne og bókini Ferðin til Mánan. Tað tók 100 ár at uppfylla spádóm hansara um mánaferðina, men bert 89 ár at uppfylla søguna um, at siglast kundi undir ísinum á Norðurpólinum í kavbáti. Hetta skrivaði hann um í 1869 í Kring jørðina í kavbáti. Í 1958 fór amerikanski atomkavbáturin Nautilus somu ferð. Kavbáturin nevndist eftir bátinum í bókini hjá Verne. Eisini atombumbuna spáddi Verne um í bókini Face au Drapeau, 1896, har ein heil oyggj verður sprongd. Og trídimensionella myndin sæst í bókini Slottet í Karpaterne, har ein føgur sangkvinna trínur fram úr ongum og hvørvur aftur. Í mong ár var javnt millum luftskip og maskinur, tyngri enn luft. Luftskipini taptu við Hindenburgvanlukkuni í 1933. Jules Verne helt uppá báðar møguleikar. Í bókini 6 vikur í ballón, 1862, um ferð yvir Afrika, koma tó eisini allir veikleikar við ballónini fram. Í bókini Rubur luftens Erobrer, 1886, er flogfarið næstan sum eitt skip við tyrlupropellum í mastrunum. Fyri 110 árum síðani spáddi Verne, at miðalaldurin fór frá 37 árum upp í 68 ár. Í dag liva japanskar og svenskar kvinnur í miðal í 80 ár. Menninir nøkur ár færri. Jules Verne var Oførur at spáa um okkara dagar. Hann spáddi í 1865 um eina rúmdarferð, har ein ketta varð send út og offrað fyri vísindi. Menniskju sendu seinni hundin Leika út Verne nevndi vápnaðar rakettir, ið kundu stýrast og oyðileggja heilar býir. Hann nevndi skip, ið eru sum siglandi býir og enntá Hitler. Í 1899 skrivar Verne um ein Herr Schultz, ið hevur megi at oyðileggja fólk, ið ikki vilja blandast við týska fólkið. Telda og internet Men tað, ið tók øll á bóli, vóru teldan og internetið. Eingin spáddi um hetta og eingin sá stóra leiklutin hjá hesum tøkniligu framstigum. Sjålvt Microsoft leidarin Bill Gates måtti i 1995 skifta hest, tå internetið tók ferð á seg. Í eini bók frá 1994 hevði hann ikki internetið við, sum nakað, ið ein átti at taka í álvara. Næstu útgávur av bókini høvdu nýggj brot um hetta skoytt uppí Ein tann mest svartskygdi framtíðarspádómurin kom frá George Orwell í 1949, tá hann skrivaði bókina 1984. Tað nýggja í bókini var, at hann sá fyri sær, hvussu vandamikið tað er, tá totaliterir statir nýta framkomna tøkni. Hjá Orwell vóru upptøkut6l og mikrofonir, ið sóu og hoyrdu alt Hetta kenna vit í dag í handlum og á flogvøllum og almennum støðum. Í Onglandi eru í miðbýum sett upp fleiri enn 300.000 upptøkut6l. Serliga er avdúkað, hvussu nógv ólógliga sleppa sær av við vatnið. Men Orwell sá ikki møguleikarnar fyri eygleiding, 10 tøknin gevir, tå vit eftir ein langan dag hava sett okkum tøknilig spor á matstovum, handlum ella atgongumerkja- sølum. Hetta gjørdist ikki greitt, fyrr enn í áttati árunum við rit- høvundum sum William Gibson og bókum hansara um Cyber- space. Í dag sita vit mitt í llum hesum! Kelda: Samvirke, okt. 1999