leygardagur 30. oktober 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 30. oktober 1999
tíðindablaðið SOS= Nr
23
FØDINGAR
7. oktober fingu Ann og Jan
Nybo Justesen, Kaldbak,
ein son, sum eitur Just.
Hann var 33 cm. langur og
vigaði 740 gr.
12. oktober fingu Linda
Højgaard og Tórur Midjord,
Runavík. eina dóttur. Hon
var 52 cm. long og vigaði
3600 gr.
13. oktober fingu Unn og
Finnbjørn Simonsen, Keyp-
mannahavn, eina dóttur ið
eitur Marianna. Hon var 48
cm. long og vigaði 2800 gr.
18. oktober fingu Durita
Djurhuus og Bogi Nielsen,
Fuglafjørdur, eina dóttur
Hon var 55 cm. long og vig
aði 3500 er
22. oktober fingu Vanja og
John Johansen, Saltangará.
ein son. Hann var 55 cm.
langur og vigaði 3850 gr.
22. oktober fingu Hanna og
Tórheðin Jensen, Norðra-
gøta, eina dóttur. Hon var
52 cm. long og vigaði 3430
gr.
23. oktober fingu Vibeka og
Asbjørn Knudsen, Leirvik,
ein son. Hann var 54 cm.
langur og vigadi 3400 gr.
23. oktober fingu Krista og
Sámal Hanne Lognberg,
Skopun, eina dóttur. Hon
var 52 cm. long og vigaði
27. oktober fingu Unn Han
sen og Arni Dalsgaard.
Miðvágur, eina dóttur. Hon
var 54 cm. long og vigaði
3600 er. 1 |
7. oktober fingu Jóngerð
og Eigil Magnussen, Mið
vágur, eina dóttur. Hon var
51 cm. long og vigaði 3425
ANDLÁT
21. oktober:
Lea Højgaard, Toftir, 81 ár
Edvin Vestergaard, Torshavn, ættaður úr Vági, 67 år
22. oktober:
Jógvan Christiansen, Fuglafjørður, 79 ár
24. oktober:
Dánjal Johannes Larsen, Vágur, 80 ár
27. oktober:
Arni Nicolajsen, Vestmanna, 58 ár
Eitt ljós á
gótu míni
Jesus fylgi tær!
"Dagin eftir ætlaði hann at fara avstað til Galileu,
og hann finnur Filippus; og Jesus sigur við hann:
"Fylg mær!" Jóhs.1,44.
"Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur,
byrur og andróður skifta um høv,
silvitnislogn eftir ódnarstorm fylgir;
so er og ferð vár úr vøggu í grøv.
Friður ei er
í hesi verð;
vónbrot og stríð okkum lívið títt ber."
Soleiðis byrjar
ein
av okkara kendu
sjóferðarsálmum, sum nú eisini verður sungin um
Alla halganna.
Hóast hitt skiftandi havið við logn og ódn og
hóttandi ódnarstormi, so verður enn sagt við fráferð
til okkara kæru, sum leggja út á hav: "Farvæl og
Jesus fylgi tær!" Og svarað verður: "Farvæl og Jesus
veri eftir hjá tær." Og so verður bíðað við vón at
hittast aftur.
"Jesus fylgi tær" - tað er uggin og vónin
heimafólkið situr eftir við. "Jesus fylgi tær" er tann
heilsan Føroya fólk ber sínum sjómonnum.
Og hvønn dag í kirkjutid ljóðar henda fasta bøn í
Harrans húsi: "Ver við gllum teimum, sum eru á
sjónum; ver innan borða hjá teimum, fylg í ferðini
við teimum, hvar teir fara, og lat anda tín vera
KIRKJUR &
SAMKOMUR
Gudstænastur 22. sunnudag eftir Trinitatis
Christianskirkjan: kl. 11.00, Hans Eiler Hammer
Mikladalur: kl. 12.00, altarg., Niels Pauli Danielsen
Havnar kirkja: kl. 11.00, Sonja Klein
Hósvík: kl. 12.00, Martin R. Jacobsen
Vesturkirkjan: kl. 11.00, Bergur D. Joensen
Norðradalur: kl.11.00, Heri Joensen
Viðareiði: kl. 12.00, Bjarni Bæk
Bøur: kl. 11.00, altarg., David Johannesen
Rituvik: kl. 11.00, altarg..
Æðuvík: kl. 17.00, Jónsvein Bech
Sandavágur: kl. 11.00, altarg., Uni Næs
Vestmanna: kl. 15.00, Familjugudstænasta, Uni Næs
Vágur: kl. 11.00,
Leiti: kl. 12.30, altarg.. Elsa Funding
Høsvik: kl. 12.00.,
Skúvoy: kl. 12.00, altarg., Jákup Reinert Hansen
Selatrað: kl. 12.00, altarg.. Jógvan Fríðriksson
Ebenezer
Sunnudag kl. 12.00: Sunnudagsskúli. kl. 18.00: Evangel
iskt moti og kl. 21.00 er utimøti
Mánadag kl. 20.00: Bønarmøti
Tórshavnar Hvítusunnusamkoma
Sunnudag kl. 11: Morgunmøti. KI. 12.15 sunnudagsskúli
og kl. 18 er evangeliskt móti
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13.00: Sunnudagsskúli og meti sunnu-
kvøldið kl. 19.00.
Frelsunarherurin
Sunnudagin kl. 11.00 morgunmøti, Sofus Steingrund talar.
Kl. 13.30 sunnudagsskúli. Kl. 17.30 bøn og kl. 18.00
møti. Palle Petersen.
KFUM og KFUK i Havn
Sunnudagin kl. 15.00 limafundur i KFUK.
1. november: Eingin eldrasamkoma vegna Alla halganna
dag.
Tysdagin kl. 16.00: Vårgledi fyri børn.
millum teirra, lat teir allar vera í tíni góðu og tryggu
varðveitslu!"
At Harrin er við sjómonnum okkara, hava vit so
mangan sannað, og er tað eisini teimum til stóran
ugga, at fólkið heima biður fyri teimum.
Avgerandi er eisini í lívi okkara - á sjógvi og á
landi - at hin einstaki hevur Jesus við sær í dagliga
lívinum. At vit geva okkum stundir at biðja og at
lurta eftir Guðs orði. Í trúnni á Jesus eru vit í góðum
hondum - í tryggum hondum yvir lívsins hav. Ja,
eisini tá ið vit "berast á brúsandi bylgju um høv."
Tí: "Hvar tú enn fer, hjá tær hann er, trygdgóði
Jesus, sum bjarging tær ber."
Jesus segði við Filippus: "Fylg mær!"
Tá fór Filippus beinanvegin við í
lærusveinaflokkin, og hann kallaði eisini á onnur
og bað tey koma við í Jesu fylgi.
Soleiðis ljóðar eisini kallið frá Jesusi til okkara í
dag hvar vit ferðast og virka. Vit kunnu tí vera
takksom fyri, at Guð í náði síni hevur boðið okkum
ferðalag saman við Jesusi Kristi, harra og frelsara
okkara.
"Frelsari kæri, tá tú við mær fylgir,
frøist eg tvifalt um blikastill høv,
ræðist eg aldri tær brótandi bylgjur,
ótist enn ei fyri kaldari grøv.
Haldi eg stavn
fram í títt navn,
væl tú meg førir í himmalsins havn."
(SFK 580,6)
Uni Næs, sóknarprestur, Vestmanna
Meinigheitin i Hoyvik
I kvold kl. 20 After Eight - Juniorbólkur. fyri oll frá 6. fl.
og eldri hjá Jarnhold Nattestad, Eystari Ringvegur 4.
Sunnudagin í Hoyvíkar skúla: kl. 14.00 sunnudagsskúli
og kl. 17.30 Bøn, kl. 18.00 meti við Paula Høj. Verið oll
hjartaliga vælkomin. Vit eru við í tiltakinum frå »Minus
til Pluss<.
Rhema á Hálsi
Friggjakvøldid kl. 18-19 A.TA.P.
Sunnudagin kl. 17.00 er meti og sunnudagsskúli. Sam-
koman er við í til-tak-inum: Frá Minus til Pluss. Øll eru
vælkomin.
Hvalvíkar Missiónshús
Sunnudagin kl. 14.30: Sunnudagsskúli, meti kl. 18.00 x
Signar á Reynatrød Argir, Ungdómsmeti kl. 20.00. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Tysdagin kl. 20.00 koma sjomanskvinnuringarnir sam
an. Allar kvinnur eru vælkomnar
Kirkjan í Hósvík
Møti verða fríggjakvoldið og leygarkvoldið kl. 20.00 og
sunnukvøldid kl. 19.00 v/ Niclas Mikkelsen og Petur
Magnusson
Evangeliskt møti í Róðrarneystinum
Hvalvík/Streymnes
Evangeliskt moti verður sunnudagin 31. okt. kl. 18.00 í
Róðrarneystinum Hvalvík/Streymnes við talu. sangi og
vitnisburði.
Filadelfia, Sundalagið
Móti verður í Eydnuni sunnudagin kl. 18.00.
Bygdarhúsið á Strondum
Leygardagin kl. 20.00: Møti kl. 22.00: Ungdómslota. San-
gur v/ Terja & Co. Dansiframførsla og lovsangur. Talarar:
Malmberg Olsen og Annika Høj.
Meinigheitshúsið á Skála
Sunnudagin kl. 13.30: Sunnudagsskúli og kl. 19.00: Møti
vid Petur Magnusson o.ø. Heystgåvan til HM verdur
innsamlað.
Tyskvøldid kl. 19.30 byrjar Streingjakórið venjingina
aftur, um áhugi er.
Keldan í Skálafirði
Fríggjakvoldið kl. 21.00: Bøn og breyðbróting.
Leygarkvøldid kl. 20.00: Møti í bygdarhúsinum á Stron-
dum. Kl. 22.00: Ungd6msløta við sangi, lovsangi og dansi.
Sunnudagin kl. 17.00: Møti í Kelduni v/ Osbjørn og
Jan. Barnamøti kl. 17.00.
Vit eru við í tiltakinum frå minus til pluss.
Betania, Porkeri
Kvinnumøti verður tyskvøldid 2.11. kl. 20.00. Allar kvinn-
ur eru vælkomnar við.
Aglow, Suduroy
Fundur verður í hølinum hjá Tvøroyrar handverkarafelag
(v/ Profa) leygardagin kl. 14.30. Allar kvinnur eru hjartaliga
vælkomnar.
Missiónshúsið á Tveroyri
Sunnudagin verður sunnudagsskúli kl. 14.00.
Vegna missiónsviku í Hvalba verður einki meti sunnu-
kvøldið.
Betel, Vágur
Fríggjadagin: Ungd6msmøti kl. 21.
Leygardagin: Bíbliutími kl. 14.00 og 15.30. Ungdóms-
móti kl. 20.00 og sangløta kl. 22.00.
Sunnudagin: Breyðbróting kl. 11.00. Sunnudagsskúli kl.
13.00. Ungd6émsmøti kl. 15.00 og evangel. fundur kl.
18.00.
Månadagin: Bønarfundur kl. 20.00.
Onsdagin: Uppbygg. fundur kl. 20.00.
Samkoman Sion, Vågi
Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags-
skúli. Evangeliskt meti kl. 18.00.
Telefonandaktin svarar å 373777.