leygardagur 30. oktober 1999síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
fyrsta hist
Danski filmurin „Kærleiki við fyrsta hist” slær met
Fyrstu vikuna, hann varð sýndur i biohøllunum í Dan-
mark. setti hann eitt týðiligt met. Ikki færri enn 160.908
fólk sóu filmin. Metið framman undan átti „Starwars
Episode 1”, sum eftir átta dagar heyði lokkað 131.349
fólk í biograf.
Lesiskeið í
trupulleikum
Eftir at hava roynt miðvíst at veitt dønum, sum hava
lesitrupulleikar, undirvísing. bendir alt á. at hetta hev-
ur verið til fánýtis. Bert fimm prosent av málbólkinum
taka av tilboðnum um ókeypis kvøldundirvising. Tí
skjýtir Margrete Vestager, ið er danski kenslumála-
ráðharrin, upp, at skeiðini verða broytt, soleiðis at
tey vera í dagtímunum, skrivar Jyllands-Posturin
Nr. 207 — 30. oktober 1999
Krimi umborð á Norrønu
|, ein nøtrisøga á forlagnum
ne Strandvad og heitid er
£ ýr seg um 27 ára gomlu
dóttir íslendska Magnusen, men býr í
a teori” um Island, og
im undir býr... Kriminalpolitisturin Simon Maddox
verður biðin at elta Guðrun í sambandi við illgruna um
oreglulig peningalig viðurskifti. hon rýmir og hann aftaná.
Ikki langt frá søgugongdini i Frøken Smillas fornemmel-
se for sne
Og so tað skemtiliga og åhugaverda hjá einum føroyskum
lesara: úr Keypmannahavn elta tey í bili hvørt annað upp
gjøgnum Svøriki og Noreg. upp til Bergen, har tey taka
síðstu ferjuna til Íslands hetta summarið. Sig so tað. at
føroyska Norrøna ikki kann blíva partur í nútíðar krimi-
søgum!
„En familiethriller“ skýrir ummælarin Bo Bjørnvig hana
Bjørnvig hevur mangan ferðast í Íslandi og skrivað
frásagnir haðani. „Magnusens teori” telur 315 síður og
kostar í Danmark 349 krónur.
Aftur ein søgulig
skaldsøga
Forlagið Ytstifjordingur hevur givið út bókina „Úr
támi tíðarinnar“ eftir Sonna Jacobsen. Umframt at siga
åstarsøguna millum tvey tænastufólk á bygd í Føroyum
í 1701, verður í bókini roynt at lýsa veruliga umhvørvið
og liviumstødurnar, ið tá vóru. „Úr tåmi tíðarinnar“ er
í flestum fórum bygd á søguligar keldur, og hava fleiri
Subject: Teldubræv
Date: Fri 29. okt. 1999
To: post(Dsosialurin.fo
From: kirstin.didriksen(Dsvenska.gu.se |
Reply to: kirstin.didriksen(Dsvenska.gu.se |
av tilburðunum í bókini sostatt verið.
TELDU-
FOSTURZN:
Diagnosa: Utbrend
I hesum døgum verður nógv tosad um, at
alt fleiri kvinnur fáa diagnosuna útbrend.
Bara síðani 1997 er talið okt við 30% í
Gøteborg-umrådnum og talið fyri lang-
tíðar sjúkraskriving er alt vaksandi fyri
kvinnur.
Tølini fyri menn eru eisini høg, men
munandi lægri enn fyri kvinnur. Hetta
kemst millum annað av, at menn kunnu
kobla úr aftaná arbeiðstíð, meðan stressið
hjá kvinnum bert tekur til. Tá fyrst skal
hon til at hugsa um børnini. innkeyp, nátt-
urdamat, rudding, klæðir og næsti dagur
skal fyrireikast. Hon fær sostatt lítla og
onga tíð til sín sjálvs.
Hagtølini fyri ES hava tey seinastu árini
víst, at danskar kvinnur eru tær, ið eru
sjúkast av kvinnunum í ES og sama er
galdandi fyri donsk børn. Fimta hvort
barn í Danmark stríðist minst eina ferð
um vikuna við psykosomatiskt sjúku-
eyðkenni sum ilt í båkinum, rygginum
og høvudpinu.
Orsøkina finna vit m.a. í, at arbeiðs-
skjótleikin er øktur tríggjar til fýra ferðir
hesu seinastu 20 árini, og er ein høvuds-
orsøk til tað kropslig og sålarlig ovbyrjan,
ið merkja alt fleiri kvinnur, menn og børn.
Flest teirra, ið verða rakt av at vera
útbrend, arbeiða innan fyri tað almenna,
har stór skerjing av arbeiðsplássum er
farin fram seinastu árini. Eitt eyðkent
dómi er Marita, stjóri, 39 ár, gift og tvey
små børn. Hon hevur arbeitt seg skjótt
fram til eitt stjórastarv og henni hevur á
allan hátt gingist væl í arbeiðslívinum.
Hennara sjúkueyðkenni ella kropsligu
ávaringarróp byrja við. at hon aftur og
aftur fær lungnabruna, influensu 'og
ymiskar infektiónir. Sjálvt um neyðarróp-
iní frá kroppinum harna. so drívur hon á
at arbeiða, avgjørd um, at arbeiðsplássið
ikki kann vera hana fyri uttan. Fyri henni
hevur arbeiðið alt at týða.
Sum hon heldur á fær hon vøddapinu,
men doyvir seg bert við pínutablettum.
Maganum bilar og hon hevur ongan mat-
arlist og svevur illa. Eisini hevur hon
grilsi. fer at gloyma, hevur kvalma, spyr
og hevur hitatúrar. Framvegis lurtar hon
ikki eftir kroppinum, men íðin roynir hon
at gera sítt besta, tekur enntá eykatørn, tå
onnur leggjast sjúk. Eingin í hennara
umhvørvi sær, hvat fer fram fyri eyguni
á teimum. Ein dagin legst hon í songina
og kemur ikki fram aftur. Frá teim fyrstu
eyðkennunum gingu fýra ár, áðrenn hon
fekk diagnosuna: útbrend. Hon hevur nú
verið sjúkraskrivað í skjótt trý ár og skal
byrja aftur at arbeiða í mars.
Docent Tatiana Sivik er lækni, psyko-
logur, psykoterapeutur og leiðari fyri pri-
vatsjúkrahúsinum: Institut før psykoso-
matisk medicin, har tað at vera útbrend
og kronisk mødi eru vanligar diagnosur.
Sivik heldur fyri, at heilsuverkið fylgir
ikki við teimum samfelagsligu broyting-
um og tí tørvi fólk hava fyri hjálp í dag.
Hon sigur, at kanningar vísa, at minst
40% av øllum sjúklingunum hava sjúku-
eyðkenni uttan, at til ber at finna fram til
eina ávísa sjúku. Alíkavæl verða hesi fólk
send frá einum serlækna til annan.
Loysnin eitur heildarsýn. Eftir hennara
metan eigur sjúklingurin fyrst at fáa eina
psykosomatiska greining, áðrenn
viðkomandi verdur send/ur víðari í
skipanini.
Svenska stjórnin við Monu Sahlin hev-
ur nú sett eina nevnd at kanna eftir, hvussu
arbeidsumhvørvid kann gerast betri. og
hvussu arbeidsumhvørvid kann gerast
betri til at forða fyri, at ein starvsfelagi
oyðilegst orsakað av ovbyrjan. Mona
Sahlin sigur, at sum er, eru vit alt ov illa
fyri bæði at lofta og loysa trupulleikarnar.
Fíggjarliga kostar sjúkrapeningurin
landinum fleiri milliardir hvørt ár. Bara
tann stóra økingin av sjúkraskrivaðum
kvinnum kostar landinum tríggjar milli-
ardur eyka, og gott tað sama, ti nú sær út
til at landið fer at taka vantrivnaðin í
álvara.
Kirstin Didriksen, Gøteborg
—