Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. oktober 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 207 — 30. oktober 1999 við fólk, ið bóru alsk til háskúlargrsluna. Í Miðvági var lærari, ið hevði verið í Danmørk á háskúla. Hann var giftur kvinnu, ið eisini hevði verið á háskúla. Hesi bæði, Jákup Jacobsen og Anna Kjelnes, gjørdu sítt til at greiða forvitnum ungfólki frá hesi rørslu, sum var skapað í anda ungdómsins. Jákup var lærari Rasmusar, og so stóra ávirkan høvdu mongu vitjanir Rasmusar í heimi Jákups og Onnu, at hann, hóast stríðið at slíta seg leysan úr bygdarlívinum, í 1892 fór til Danmarkar at ganga á Vallekilde Højskole. Símun av Skarði varð føddur á Skarði 3. maí 1872. Sera torført var at fáa til vega lærarakreftir, tí Kunoyggin var rættiliga avbyrgd tá á døgum. Vaksin var hin evnaríki Símun biðin at vera lærari eina tíð í Kunoy. Hugur hansara var til starvið, tí í 1893 fór hann á læraraskúla í Havn. Eftir at hava búð hjá Sámali Rasmussen á Kák. flutti hann í hús Trinu Winther, ættað av Sandi. Heppið var hetta, tí somu hús vóru samkomustaður hjá odda- monnunum í Føroyingafel- agnum. Har hittust m.a. Rasmus Effersøe, Jóannes Patursson og Mads Andreas Winther. Hesir ávirkaðu Símun nógv, og hann gjørdi av at gerast partur av stríðsfjøld teirra, ið ynsktu mentanarligan framburð í Føroyum við føroyskum sum amboði. Lidugur við læraraútbúgvingina, fór hann á háskúla í Askov. Hetta var í 1896. Styrkjandi tjóðskaparletur Rasmus var 2 ár á handverkara- deildini á Vallekilde Højskole og lærdi seg træsmíð og tekning. Væl lá fyri. tí longu áðrenn hann fór niður hevði hann fingist við hetta handverk. Í 1894 segði Rasmus Vallekilde farvæl og arbeiddi sum timburmadur í 2 ár. I 1896 gjørdi Rasmus av at fara á víðkaða fólkaháskúlanum í Askov. Her hitti hann Símun, og teir báðir samdust um at stovnseta Føroya Fólkaháskúla. Símun av Skarði var longu útbúgvin lærari og Rasmus Rasmussen hevði hollan kunnleika til skúlaskap. Kortini var hetta ikki nóg dygg barlast til at fara undir yrki sum háskúlalærarar. Neyðugt var at ganga 2 ár á Askov og I ár á læraraháskúlanum í Keypmannahavn. Tíðin her gjørdist teimum rík og mennandi. Frálæran fór fram í samljóði við endamálsgreinir Grundtvigs, og á skeiðnum vóru aðrir føroyingar. Har gingu so miklir mentamenn sum Jåkup Dahl, A.C. Evensen og Jacob Jakobsen. Í hesum hópi høvdu háskúlamenninir mangar styrkjandi tjóðskaparløtur, ið løgdu lunnar undir ætlan teirra. Á 6lavsvøku 1899 stigu teir fótin á land í Føroyum eftir lokna útbúgving. Kósin móti Føroya Fólkaháskúla var sett og ein strævin túrur lá fyri framman. Lærdu skriftmál Fyrsta reglugerðin fyri Føroya Fólkaháskúla er frá 1910. Grein 2 er soljóðandi: >Endamál skúlans er: 1) at vekja ans fyri andligari og kropsligari menning hjá Føroya ungdómi. 2) at veita næmingunum kunnleika í vanligum lærugreinum, t.d. føroyskum og donskum máli, rokning, skriving, søgu, náttúrulæru, landafrødi og - um stundir eru til tess - ødrum, sum hóskandi kann vera«. Frålærutilfarid å fyrsta skeiðnum í 1899 var sera av- markað. Bøkurnar vóru Føroyingasøga, Færøsk Anthologi og Småsangir og Sálmar, umframt eitt slitið føroyakort… Tað kann tykjast løgi0, at so lítið tilfar var, men Rasmus og Símun tóku jú undir við grundsjónarmiði Grundtvigs: Boðskapurin skuldi berast fram, sum livandi orð. Og hvønn dag skuldu teir báðir halda tvær róður hvør. Símun røddi um søgulig evni og Rasmus røddi um tey náttúruvísindaligu. Hetta uppfylti kortini ikki krøvini, sum sermerkti háskúlan: At skúlin skuldi veita næming- unum hollan kunnleika í føroyskum og mállæru tess. Og var nakað serstakt, ið háskúlamenninar løgdu seg eftir, var tað júst at læra frá sær í føroyskum máli og mentan. Símun og Rasmus gjørdu av, at teirra háttur at læra næmingarnar føroyskt skuldi vera eftir leisti Hammers- haimbs. Næmingarnir kendu onki til føroyskt skriftmál. og tiskil var uppgåvan torfør. Eitt, ið kortini lætti um, var tann eldhugur, ið eyðkendi næming- arnar. Teir gleddust um at sleppa at læra egna skriftmál. Dánjal Klein, ið var næmingur í 1904-05, sigur soleiðis frá: > Vit lærdu at lesa og skriva okkara móðurmál. og lærdu at virða tað sum tað mál, ið gongur inn at okkara hjartarótum, eins og gamli Grundtvig og próst Petersen kvóðu: Ar rað áleina í munn og bók kann vekja eitt fólk úr dvala!< Eisini samanber Dánjal Klein viðurskiftini í barnaskúlanum og á Háskúlanum. >Tað var ein royndur lutur, at seinast í nítjandu øld var tann almenni barnaskúlin í flestu sóknunum í Føryum so fátæksliga útgjørdur og fyribúgvin, at vit, sum gingu í skúla fingu so lítið burtur úr teimum 7 árunum, at vit fingu ov lítlar kunnskapir og harvið lítla andliga barlast til at liva framtíðar lívið uppá. Tað sum vit lærdu var bara: At lesa danskt mål, bibliusøgu og katekismuslærubók, at ramsa tær uttanat tey 7 árini, og har afturat, at mála bókstavir (fagurskrift)<. Rembingar Sama árið, Dánjal gekk á Háskúlanum, hendu stórar rembingar. Rasmus giftist Onnu Fíu, systir Símunar, og Símun giftist Sonnu Jacobsen úr Tórshavn. Serliga hin seinni so navnframa kona Símunar menti Háskúlan við sínum góðu hondum. Genturnar høvdu stóra gleði av Sonnu. Serliga væl dugdi hon at fáast við vevna. Hon hevði eisini tíkið læraraprógv samstundis sum maðurin, so hennara lutur lá ikki eftir. Onnur rembing var hin tjóðskaparliga. Árið 1905 gjørdist kollveltandi, ti aftur- haldssinnaðir sambandsmenn fóru at taka seg saman. Teir royndu av øllum alvi at stríðast ímóti stuðli til Háskúlan. Skúlin var áður hildin at vera ópolitiskur, men tað broyttist. Ongin, ið var knýttur at skúlanum, tók undir við sambandsmonnunum, og sostatt varð Háskúlin drigin upp í politikk. Undirvisingin gjørdist meira tjóðskaparkend, og stórri dentur varð lagdur á Føroya søgu og mál. Funnu Føgrulid Háskúlamenninir fóru undir skúlavirksemi beinanvegin, teir vóru heimkomnir. Pengamenn. sum tóku undir við ætlanini, stuðlaðu teimum, og fyrstu hølini fingu teir til vega frá Jóan Peturi Olsen í Klaksvík, sum sjálvur sendi tvey børn á fyrsta skeiðið. Skúlin var als ikki fyribúgvin til skúlavirksemi. Har vóru hvorki beinkir ella borð, men hesum tók Rasmus sær av at smíða. Tá fyrsta skeiðið var lokið á vári 1900, tóku háskúlamenninir ta avgerð, at nýggjur skúli skuldi byggjast. 16 næmingar høvdu verið á fyrsta skeiðnum og helmingurin heyði búð á skúlanum saman við lærarum og matmóðir undir trongum umstødum. Fyrsta, ið kom Rasmusi og Símuni til hugs, var fígging og neyðug loyvi. Í Klaksvík var ein maður, J.C. Djurhuus, faktor, ið var høgt virdur. Ja, so høgt, at nærum ongin tordi at fara undir nakað, uttan at hann var eftirspurdur. Simun i Vågi, sum kendi væl til viðurskiftini í Klaksvík, helt tað vera burtur við at fara undir bygging, uttan at faktorurin var kunnaður. Samráðingar vórðu tiskil tiknar upp við hendan og aðrar spíssar, og semja var um bygging. men ikki um hvar skúlin skuldi vera. Símun og Rasmus hildu best vera at fara út um bygdarmark, og eftir ein róðrartúr vestan fyri Borðoy vórðu teir samdir um staðið. Teir funnu Føgrulid. Góðsstjórnin ikki at vika Farið varð nú undir fyrireikandi arbeiðið. Jørdin í Føgrulid var ognarjørd og ánararnir vóru mangir. Allir vóru spurdir eftir og allir játtaðu at lata jørðina. Einasta loyvið, ið vantaði, var frá donsku góðsstjórnini. Men hon vildi bert loyva teimum leigu, og lánistovnarnir vildu bert lána Háskúlanum pening, um skúlin stóð á ognarjørd. Farið varð kortini undir byggingina. Fyrstu 1.000 krónurnar, ið bert rindaðu arbeidsløn til húsagrundina, fingu teir frá vinum og fólki, ið tóku undir við ætlanini. Kristihimmalfaradag 1900 varð spakin settur í. Hin 8. september sama ár var innilokað, og longu 28. november byrjaði fyrsta skeiðið í nýggja skúlanum. Skuldin var stór, nú liðugt var. Viðin høvdu teir fingið upp á borg frá Finsen, apotekara, ið átti timburhandil í Tórshavn, men hann kravdi nú peningin. Símun og Rasmus gjørdu ikki mætari, enn at gera skúlan til sjålv- ognarstovn, og fóru teir kring landið at tekna partapening. Tá ið avtornaði, vóru 8.000 krónur komnar í kassan, og farið var at velja stjórn millum parta- eigararnar. Hesir vórðu valdir í fyrstu stjórn Háskúlans: Símun Hansen í Vági, keypmaður, Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø, A.C. Evensen, prestur í Sandoy, Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði. Nú skúlin var vorðin sjálvsognarstovnur, var neyðugt, at hann gjørdist verulig ogn hjá sær sjálvum. Men góðsstjórnin stóð við sítt, og í 1909 varð skulin fluttur til Tórhavnar at standa á ognarjørd. Otemjandi dirvi Tað var Frants Mortensen. husasmidjur, ið tók sær av flytingini, og við árslok var farið undir virksemið í Havn. Bygt var seinni upp í, og nú fóru frålæra og át fram í hvør sínum høli. Hóast flyting og uppibygging liktust varandi loysn sum årini gingu, sást nú brådliga, at skúlin var merktur av at vera gjørdur i skundi. Nú var illa statt peningaliga. Løgtingsstudulin var ikki nóg stórur, men tibetur var næmingatalið so høgt í 1917, at Føroya Håskuli kom undir donsku jåttanina. Hendan hekk við til 1924, tå ið næmingatalid før nidur um 10, ið var markið fyri stuðulsrætti. Hetta kom háskúlamonnunum dátt við. Serliga tá ið hugsað verður um, at Háskúlin hetta árið hevði virkað í 25 ár. Av sønnum eitt høpisleyst hátíðarhald! Hóast sera meint og sorgarkent fyri Háskúlan. knýtti seg at hesi hending ein søga, sum lýsir anda háskúlamanna til fulnar. Nógv fólk vóru komin í veitslu at heiðra Håskulan, nú hann fylti 25. Tá gildið var hálvrunnið, varð Símuni handað bræv frá danska kenslumála ráðharranum. Boðað varð frá, at studulin var rokin. Løgid kann tað tykjast, at Símun ikki fall í fátt. men hinvegin megnaði at halda sær á gleimi líka til veitslan var at enda komin. Maðurin hevur kanska vitað, at hann, Rasmus og ótemjandi dirvi teirra fóru at megna framhaldandi stríð fyri fólkaháskúla í Føroyum. Við anda Grundtvigs sum stuðli. Føroyingar tóku lógvatak Fatanin er, at danir ræddust føroysku háskúlaætlanina illa. Teir vistu, at háskúlargrslan var ein vekingarrørsla, og landsumfatandi veking ynsktu teir ikki í Føroyum. Tað kundi kanska enda við loysing. Tað vóru tí danir, ið frá fyrsta bríksli royndu at spenna bein fyri ætlanina. Rasmus og Símun siga 21 soleiðis frá: >Góðsstjórnin, landfútin, sum var forvaltari av kongsjørdini setti fótur í spenni móti, at háskúlin mátti fáa leigutrød og grundir til keyps av kongsjørdini; har stóð jú onki um í traðarlógini um háskúlar sum leigarar. Tá hann síðani varð vendur aftur við tí, at har stóð heldur einki um skraddarar og skómakarar, ønti hann ikki aftur, men stóð bert við sítt nei Bóndur og ognarmenn høvdu allir givið skrivliga jåttan, einki hjålpti« Hendan royndin var ikki einasta roynd dana at geva skúlanum mønustingin í fødingini. 27 ár seinni, í 1926, gjørdu teir aftur ein vørr Rasmus og Simun siga aftur frå: »Nu var nýggj ríkisstjórn komin í Danmark, vinstrastjørn, og kenslumálaráðharrin. J. Byskov. skrivaði skúlanum...at Man ikke ser Sig í Stand til at stille Forslag om ekstraordinært Statstilskud til nævnte Skole Nú var ringur standur. og tað var øllum greitt. at um ikki okkurt hendi. so var hetta deyða- stingurin, sum skuldi gera av við skúlan. Men tá hendi nakað. Nú lat Føroya fólk við seg koma og visti, at tað ikki vildi. at skúlin skuldi verða dripin, og skúlin kendi aftur enn, sum so ofta. bæði frammanundan og eftirsíðan, hvussu nógvar og trúgvar vinir hann hevði úti um landið: Landsfelag Foroya Fólkaháskúla varð stovnað Hetta hendi hin 18. apríl 1927« Onkursvegna er ein noyddur at takka lagnu landsins fyri beinasemi hennara, tá ið hon leiddi háskúlamenninar saman á Askov Háskúla. Neyvan heyði Føroya Háskúli verið so snimma komin. høvdu teir báðir ikki lagt so stóra orku í dreymin I dag stendur Føroya Fólkaháskúli í Tórshavn. Veldugur í mun til hin í Fogrulíð. og við virksemi. ið er fleirfaldað og við frálæruhátti. ið hevur ment og gjørt mangan ungan føroying sjålvstødugan í mongum lutum. Tey eru mong. ið vóna, at hann framvegis fer at stuðla upp undir hesa neyðugu menning. men Bókmentalisti A æringer - Frænder (1968) GUS Christian Matras, Nókur mentafólk (1973) Emil Thomsen, Varðar I - 40 Føroya Fólkaháskúlafelag, (1989) Føroya Fólkaháskúli 1899 - 1990 A Lærarafólk í Føroyum (1976) (1987) s John F. West, Færgerne (1974) J.P. Trap, Danmark - femte udgave (1968)