Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. oktober 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 Háskúlin fyllir hundrað ár í komandi viku. At skúlin kom undan í tíðum, tá ið veking og tjóðskapur vóru illavorðin orð í Føroyum, er serliga Rasmusi Rasmussen og Símuni av Skarði fyri at takka. Fyrstu 25 árini løgdu teir alla orku sína í stríð fyri føroyskum háskúla og móti donskum illvilja TØ V 4 k dan OTK ET MKAÐASKUMN FOTT »suligt hugtak. Í Danmørk tók ugsjónin seg upp í 1848. tá ið veldi til Hugsjónarmaðurin iåskularørsluna í nørk var N.F.S. Grundtvig 1 var so mikið framsíggin, alt fyri eitt varnaðist vansarnar, ið standast kundu av fólkastýri. var vanligi borgarin IKKI upplýstur um at hé grundleggjandi hugtøk, neyðugt var at hava kunnleika til í einum fólkaræði Hóast samskiftið millum Føroyar og flatlond um hetta mundið ikki á nakran hátt kann samanberast við tað. vit hava í frættist tað skjótt um hesa rktu skúlaskipan. Fyrsti føroyski háskúla- næmingurin, vitandi er um, er Ellen Elisabeth Catrine Jacobsen deyð 1904). Heilt ung fór hon til Danmarkar at tæna og læra usarnaia ud! Hon kom á ein garð, Ítvi gska rørslan hevði gróðrarlíkindi. og e hetta henni at royna seg hesum var fyrsti neistin kveiktur. Føroyingum tørvadi slíka vitan, sum Ellen hevði. Tjóðskaparligt málstríð I 1873 - 74 fóru fyrstu næmingarnir á háskúla í Danmørk. Gongd var komin á. Hugurin at verða upplýstur um lívið bylgdist í barmi føroyinga, men ein vansi var: Enn var háskúlin ikki føroyskur. Tj6dskaparrørslan var av ålvara farin at gera um seg seinast i 19. øld, og hå- Summarið 1902 i Fegrulíð. Triði persónurin frå vinstru er Símun av Skarði, og maðurin ytst høgru megin er Rasmus Rasmussen skulamålid gjørdist partur av hesum stríði. Hildið varð, at háskúlin skuldi viðgera evni, sum vóru føroyingum viðkomandi, á føroyskum. Føroyingafelagid setti sær fyri at fáa háskúlan settan á stovn í Føroyum. Felagið hevði hetta í stevnuskránni. Afturhaldstungur vildu vera við, at óneyðugt var við háskúla í Føroyum. Føroyingar kundu bara fara niður. Um hetta er at siga, at vansarnir við, at føroyingar noyddust til Danmarkar vóru tær hugvisindaligu lærugreinirnar, t.d. søga, skaldskapur og mål. Danski háskúlin var í fyrsta lagi fyri danir, og lærugreinirnar hareftir. Søguundurvisingin fór fram við ti fyri eyga at lýsa danska fosturlandssøgu, og sama var við skaldskapinum. Føroyskur skaldskapur var ongin. Tað sum helst hevur verið berandi brandurin, var málsligi spurningurin. A danska háskúlanum varð einans undirvíst á og í donskum máli. Føroyska tjóðskaparstríðið snúði seg einamest um málið, og tískil 2 Nr. 207 — 30. oktober 1999 Føroya Fólkaháskúli - eitt tjóðskaparstríð gjørdist tað sterkasta grundgevingin fyri háskúla í Føroyum. Føroyingar høvdu heldur ikki nóg góðan kunnleika til danskt mál, at kunna fáa nóg nógv burtur úr frálæruni í Danmørk. »Det kommer vel...< Ein trupulleiki við háskúlagongd i Danmark, id hvør einstakur næmingur merkti, var peningaligur. Ongin stuðul varð veittur. Hugskotið um, at føroysku næmingunum i Danmørk átti at verða veittur stuðul, fekk sandoyarpresturin, Rudolf Jensen, ið kom til Føroya í 1865. Áðrenn hann kom til higar, hevði hann havt gott samband við danskar háskúlamenn, og kendi hann tí virðið á hesi serstøku skúlaskipan. A eini vitjan í Danmørk í 1869 legði presturin stuðulsmálið fyri menta- málaráðharran. Hesin helt tað vera løgið, at føroyingar ikki langt síðan høvdu fingið stuðul; teir vóru jú danskir ríkis- borgarar. Stuðulin kom soleiðis í lag. Tó er vert at nevna, at stuðulin als ikki nøktadi tørvin. Í árunum 1879 - 1899 fingu føroyingar millum 100 og 161 krónur um árið, og hetta munaði lítið, tá ið ferðakostnaðurin aftur og fram millum Føroyar og Danmørk var um 200 krónur. Hetta hevdi við sær, at nógv ungfólk ikki sóust aftur í Føroyum. Teir fingu sær arbeiði niðri og Føroya land fekk sostatt onki gagn av lærdómi teirra. Føroyum heyði tað verið munin ódýrari og samfelagsliga gagnligari, var háskúlin í Føroyum. Aðrar grundgevingar vóru eisini. Føroyingurin var sum heild tjóðskaparsinnaður og sum heild sinnaður at stovnseta føroyskan háskúla. Enn tørvadi hugskotinum fólk við áræði og dirvi at fara undir ætlanina. Tørvur var á fólki, ið kundi taka undir við orðum Ernst Triers, háskúlastjóra í Vallekilde, við ein føroyskan næming, veturin 1892-93: > Det bliver ikke godt der oppe hos Jer fór Í faar Forkyndelse paa Jert Modersmaal baade í Skolen og í Kirken, men det kommer vel ogsaa nok engang<. EL: SERSEDER Framskygdir bygdamenn Spádómur Ernst Triers varð eisini lovaður at ganga út. Hetta hendi, tá ið Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði, ið báðir gingu á háskúlanum í Askov, lovaðu hvgrjum øðrum at stovna háskúla i Føroyum. Teir báðir gjørdust so hugtiknir av háskúlaandanum og sam- bondunum við mætar danskar háskúlamenn (t.d. Marius Kristensen, Poul la Cour, Laust Moltesen, Jacob Appel og fyristødumann Askov Skúla, Ludv ig Schrøder), at teir settu sær fyri at gerast undangongumenn Háskúlans. Meðan Føroyingafelagid sendi tjóðskaparligar geislar um landið og áhugin fyri Háskúlanum av álvara var farin at taka seg upp. vóru háskúlamenninir unglingar. Rasmus var í Miðvági og tókst við fyrifallandi arbeiði, ið hoyrdi bygdini til. Í tí nú avtoftaðu bygdini á Skarði gekk Símun. Báðir vistu enn onki um týdningin, teir fóru at hava fyri føroyska mentan og tjóðskap. Rasmus Rasmussen varð føddur í Miðvági 13. august 1871. Ungur fekk hann samband