leygardagur 30. oktober 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
knænum hjá pápa
i | lagt skjaldrini burtur og tagt,
hóast tey hava verið har. Tey
tíndu ikki skjaldrini. Hvor
jú | grundin er til tað, veit eg ikki.
Skjaldrini hava livað væl longri í
; kkara heimi, og tað kemst
| kanska av, at pápi var so tilkomin,
) vit vóru børn. Hann er
lur í 1889, og er vaksin upp,
tá ið skjaldrini vóru vanlig. Inn í
kara heim hevði hann alt tað
gamla við sær, meðan mamma
4 donsku háskúlabókina,
ani nógv varð sungið, og sjó-
svísur. Vit eru í grundini
ksin upp við tveimum
at — ættarliðum, og tað hevur givið
okkum ótrúliga nógv virðismikið.
n Summi duga ikki at síggja
HO í skjaldrunum, men siga, at
tey eru tvætl. Í mínum hugaheimi
er tey fyri at sissa og gera barnið
róligt. Tey eru eisini upplýsing til
barnið. Sjálvsagt eru nógv skjald-
ur tvætlirímur og ramsur. Ramsur
er kanska ikki rætta orðið, tí eisini
í teimum, er upplýsing.
Tovararod, sum kemur fyri í
skjaldrinum um Sjúrðarkonu, ið
stendur undir veggi, høvdu menn
á bakinum undir leypinum, tá ið
teir bóru tød ella annað, sum væta
kom úr. Ikki fyrr enn eg eri vorðin
vaksin, havi eg hugsað um
ymiskt, sum kann tyljast
óskiljandi í skjaldrunum.
Tey mugu ikki fara
Skjaldrini eru í dag til á prenti við
nótum og á bandi, bæði í Utvarpi
- Summi duga ikki at síggja
virðið í skjaldrunum, men
siga, at tey eru tvæti. Í mínum
hugaheimi er tey fyri at sissa
og gera barnið róligt. Tey eru
eisini upplýsing til barnið,
sigur Vilhelmina Larsen.
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroya og á Fróðskaparsetrinum,
men sum skilst eru tey ikki nógv,
sum brúka tey. Ymsar royndir eru
tó gjørdar seinnu árini, sum hava
til endamáls at birta nýtt lív í tey.
Nógvir skúlar kring landið taka
tey javnan fram, ofta í sambandi
við evnisdagar og evnisvikur,
tónleikabólkurin Enekk og Kári
Sverrisson hava sungið nøkur inn
á fløgu við góðum úrsliti, og
hvort friggjakvøld hava øll børn í
Føroyum, og vaksin við, høvid at
síggja og hoyra Vilhelminu í
Likkulikkuleiu, ið er barnasend-
ingin í Sjónvarpi Føroya.
- Eg eri ikki bangin fyri at
skjaldrini fara med alla. Kári
Sverrisson, Sharon Weis og Kris-
tian Blak hava gjørt eitt stórt ar-
beiði til frama fyri skjaldrini, og
eg haldi ikki, at tað sakar nakað,
at tey fáa ein nýggjan ødrvisi
dám. Tað ger tey ikki minni
áhugaverd. Tey smáu børnini eru
ómetaliga glað fyri tey, og syngja
tey. Ikki øll verða rúnabundin av
skjaldrum. Av mínum
ommubørnum eru tað ikki øll,
sum tíma at hoyra skjaldur, men
so eru nøkur, sum duga nógv og
duga tey væl.
Skúlarnir gera nógv fyri at fáa
tey inn. Eg fái afturmeldingar frá
børnum, ungum- og eldri fólki.
sum eru glad fyri, at skjaldrini eru
at hoyra aftur. Men tað verður
sjálvsagt ongantíð ikki sum fyrr,
ella sum tá eg var barn, at mamm
ur og pápar nana børnunum með
an tey syngja skjaldur. Tey hava
ikki tíð, og skjaldrini siga ikki
børnum í dag tað sum tey søgdu
børnum fyrr. I dag er tað so
ómetaliga nógv, sum upptekur
hugan hjá børnum, men so leingi
tað er onkur, sum hevur áhuga
fyri teimum, bragdar í. Hinvegin
haldi eg, at tað er spell, at børn i
dag ikki fáa skjaldrini við
móðurmjólkini sum eg, tí vit
skjaldrunum fáa tey eisini tætta
sambandið við tann sum nanar,
sigur Vilhelmina.
Nýggjan leiklut
Í hesum døgum er Vilhelmina í
Havn, har níggir partar verða
tiknir upp til Likkulikkuleiu. Sum
skilst verða stórar sparingar
framdar á stovninum, men tíbetur
fyri okkum øll, ikki minst fyri
børnini, heldur Likkulikkuleia
fram ótarnað.
- Likkulikkuleia er so ómetaliga
væl umtókt millum børn. Tá ið
Vár og Páll fóru undir sending-
arnar, settu tey seg í samband við
meg, og tað hevði eg sjálvsagt
einki ímóti. Leikluturin hjá mær í
sendingini nú í mun til teir fyrstu
partarnar er broyttur eitt sindur.
Eg eri meiri vid og tað dámar
Hesar løturnar, tá ið vit vóru børn, ullin lá á
gólvinum, hundarnir lógu uppi á henni, mamma
og eg bundu meðan hini karðaðu og pápi spann,
lærdu vit skjaldrini.
mær bara væl. Nú havi eg so dánt
vant meg við myndatólini. Vár og
Páll duga so ómetaliga væl. Tað
sum tey hava at bjóða børnunum
er einastandandi, tað er dygd, og
ina, meðan tey verða upplýst og
undirhildin. Sendingarnar eru so
positivar, og børnini eiga nakað
gott í Vár og Pálli, sigur Vil-
helmina Larsen at enda í viðtali.
børnini kunnu slappa av alla tíð-
Sjúrðarkona stendur undir veggi
| Sjúrðarkona stendur undir veggi
| rópar rætt sum grindaboð
| talar til sin Sjúrða steggja
| bindur upp tóvararoð.
| Tóvararoð millum læra
| sanka tød og tara
undir tað gula korn.
Eg gekk mær fyri norðan gjógv
og prikaði mær flidur
Mómi sat undir homrum
rópti Toski
Toski råpti Lóma
Lóma rópti Bumma
Eyð. segði lingur min.
Hvat batar mær at ganga
Nú eru teir longu norðuri á Saltnesatanga
Hákun ríður í timburskóg
Hákun ríður í timburskóg
- fuglurin syngur í skógum -
hoyrdi hann, hvar ið krákan gól.
- So herligt dansar Hákun fyri ta kráku
| Hákun grætur og jamrar seg:
- fuglurin syngur í skógum -
"Kråkan hevur pikkað meg”.
- So herligt dansar Hákun fyri ta kráku.
Hákun, ger tær ongan skamm.
- fuglurin syngur í skógum -
Krákan pikkar ongan mann".
- So herligt dansar Hákun fyri ta kráku.
Håkun spenti bogan fyri sitt knæ,
- fuglurin syngur í skógum -
skeyt ta kráku niður úr træ”.
- So herligt dansar Hákun fyri ta kráku.
Hákun spenti bogan fyri sítt bróst,
| -fuglurin syngur í skógum -
skeyt ta kráku niður úr kvist”.
- So herligt dansar Hákun fyri ta kráku.
Hákun tekur tað krákuræ,
- fuglurin syngur í skógum -
| gjørdi tað til eitt lesitræ.
- So herligt dansar Hákun fyri ta kráku.
Hákun tekur tann krákulegg,
- fuglurin syngur í skógum -
gjørdi hann til ein kirkjuvegg.
- So herligt dansar Hákun fyri ta kráku.