týsdagur 2. november 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ein parodi
Oddagrein
Landssjúkrahúsið varð í síðstu viku meld-
að fyri at hava brotið eina kunngerð um,
hvussu vandamikið burturkast skal bein-
ast av vegnum. Tað er at fegnast um, at
heilsu- og umhvørvisnevndin hjá Tórs-
havnar býráði kom til hesa nidurstødu, ti
um ikki okkurt politimål um dålking ikki
tekur seg upp við ávísum millumbili, veks-
ur líkasælan at halda reglur og lógir, sum
viðvíkja náttúruni og umhvørvinum.
Hetta málið vísir okkum, at eisini týðandi
almennir stovnar lata vera við at halda
umhvervislógina og kunngerðir, sum eru
gjørdar við heimild í lógini. Eisini vísir hetta
málið okkum, at stovnar og persónar eru
og ov lítið tilvitandi um umhvørvismål, og
at stovnar og myndugleikar á hesum eki
eru undirmannaðir.
Eftir lógini er tað greitt, at kommunurnar
hava eftirlit og ábyrgdina við teimum virkj-
um og arbeiðsplássum, sum eru í komm-
ununi, samstundis sum Heilsufrødiliga
Starvsstovan hevur tað yvirorðnaða eftirlit-
ið. Men vit vita, at tær flestu kommunurnar
hava ikki orku og meguleikar at hava
nakað nevnivert eftirlit.
Hinvegin ber til at kunna virki og arbeiðs-
pláss um, hvussu lóg, reglur og kunngerðir
Skulu haldast, og hvussu vandamikið burt-
urkast skal latast innsavningini hjá IRF
ela KOB. Verður reglurnar ikki hildnar, má
eitt eftrlit gera virki og arbeiðspláss varug
við stoðuna.
Lívið í Føroyum hvílir alt sum tað er á
náttúruni - ikki bara hvøudsvinnan, men
eisini tann týðandi alivinnan og alt jarðar-
brúkið. Ti mugu vit vera tilvitandi um um-
hvørviå, og hava ein so framkomnan burt-
urkast- og endurnýtslupolitikk, at dálkingin
verður mist møgulig. Annars gera vit her-
rópið um "heimsins reinasta havumhvørv-
ið" til skammar.
Spurningurin er so, um landsmyndugleik-
arnir sýna hesum tátti nóg stóran áhuga.
Domið um, at IRF fek onga játtan til end-
urnýtsluátak, vísir, at landsmyndugleikar-
nir taka ikki henda spurning í nóg stórum
álvara.
Tað aktuella málið við Landssjúkrahúsi-
num er óivað bara eitt av mongum málum
um, at reglur ikki verða hildnar. Tað var
gott, at hetta brot varð avdúkað. Nú mugu
vit bara vóna, at teir túsundtals litrarnir.
sum eru farnir í kloakkskipanina hjá
Landssjúkrahúsinum, ikki hava dálkað
havumhvørvid harumvegir.
Men í sjálvum sær er tað einki annað enn
ein parodi, at foroyska heilsuverkið verður
meldað fyri at hava brotið reglur við atliti
til umhvørvisvernd. . ,
Sosialurin
Jan Miller
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
B |.
Eirikur Lindenskov Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson |
Eyðun Klakkstein }
| Høgni Mohr
| Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mork
| Postadr: Postsmoga 76,
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Álvur Haraldsen | Telefon: 311820
Útgevari, uppseting: | Telefax. 314720 —
Sp/t Sosialurin e-mail: post G sosialurin.fo
Bústaður: | Lýsingar: lysing€ sosialurin fo
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin
Til fimleikafelagið >Ljósið<
Eg vil við hesum harðliga
mótmæla framferðini í
sambandi við útveljingina
av smágentum til úrvalslið
felagsins.
Soleiðis fór útveljingin
fram:
20 gentur vóru bodnar at
meta til útveljingina.
Dóttir mín fekk eitt bræv
heim við sær, har tað stóð,
at 20 gentur fóru at vera til
útveljingar, men bert 16
fóru at vera valdar út. 12 til
úrvalsliðið og 4 eyka. Aft-
anå nógv togtogari endaði
tað við, at dóttir mín fór
Mær dámdi tað einki, tí eg
grunaði ilt, men tá var ov
seint at steðga, tí hon hevði
sæð brævið og fingið boð-
ini
19 gentur møttu. 16
vórðu valdar, nøvnini vórðu
rópt upp — ein fyri og onn-
ur eftir - gleði og gleimur
hjá teimum útvaldu, men
har 3 stóðu eftir við ongum,
dóttir mín var ein teirra.
Onkur fór at gráta. Hesar,
sum stóðu eftir, vóru 10 og
11 ára gamlar.
Eg skilji ikki, at eitt fim-
leikafelag við ábyrgd fyri so
nógvum børnum, fær seg til
at gera tílíkt. Eg kundi góð-
tikið tað, um tað hevði verið
umvent — at 3 út av 19 vóru
valdar út. Venjararnir, sum
velja út og venja úrvalsliðið,
eru tvær 16 ára gamlar, tær
eru alt ov ungar til at hava
so stóra ábyrgd.
Oman á tað heila kom so,
at tá eg so ringdi til for-
mannin at klaga um fram-
ferðina, tók hon orðið av
mær, og harmaði ljótu fram-
ferðina hjá felagnum og
segði, at hon skuldi áleggja
venjarunum at taka hesar 3
vrakaðu genturnar við á lið-
ið sum plástur upp á sárið.
Dóttirin var ovurfegin um
tað, og gleddi seg stórliga.
Seinni tók formaðurin tó
lyftið í seg aftur. Sostatt
hevur verið vónbrot oman
á vónbrot
Hevði eg vitað betur,
hevði eg ikki latið dóttrina
gingið hjá felagnum. Hon
hevur einaferð verið vald til
úrvalsliðið, tað var fyrsta
árið, hon gekk. Sjálvandi
var hon glað og errin av tí,
men vit foreldur vórðu als
ikki eftirspurd, ella fingu at
vita, hvat ið tað kundi hava
við sær av møguligum vón
brotum seinni. Eg sigi fyri
meg, at um eg hevði vitað
tað, sum eg veit nú, hevði
eg noktað at latið dóttur
mína í klórnar á slíkum so
hjartaleysum og ábyrgdar
leysum felag.
Vónandi fær hetta lesara
brævið ikki keðiligar av
leiðingar fyri dóttur mína,
henni dámar væl at ganga
til fimleik og vil ikki skifta
felag, sjálvt um eg havi
spurt hana, men kanska
kann hetta, sum eg havi fort
fram, fáa tykkum í >Ljós
inum« at hugsa tykkum um
og gera útveljingina minni
hjartaleysa í framtíðini.
Tove Askham
A ——-Wwiiniw
Hava onga avtalu um karensdagar
Í fimmaranum herfyri varð
nevnt, at handverkarafeløg-
ini høvdu fingið eina avtalu
um karensdagar vid i sått-
målan vid meistararnar.
Hetta er ikki rætt!
Tað einasta, sum vit hava
avtalað í sáttmálanum í hes-
um sambandi, er, at vit
hava, saman við meistarun-
um, stovnað ein sjúkra-
grunn, sum eitur Bati.
Bati betalir einum hand-
verkara munin ímillum tað,
sum dagpeningaskipanin
betalir, og upp til 90% av
minstulønini hjá handverk-
arum. Er sjúkan styttri enn
14 dagar, betalir Bati ikki
fyri teir bådar fyrstu dag-
arnar.
Bara, tá ið sjúkralegan er
longri enn 14 dagar. betalir
Bati eisini fyri teir báðar
fyrstu sjåkradagarnar, men
framvegis ongantíð meiri
enn upp til 90% av minstu-
lønini. Men Bati betalir ikki
longri enn lógin um dagpen-
ing fevnir um.
Tá ið handverkari er fyri
arbeiðsskaða, kemur hann
vanliga undir vanlukku-
tryggingina.
Men hon tekur ikki við
fyrrenn 15. dagin. Í teimum
fórum betalir Bati munin
ímillum tað, sum fæst frá
ødrum skipanum upp til
90% av handverkaralønini.
Tey 10 prosentini, sum so
eru eftir upp til fulla løn hjå
handverkaranum, betala
handverkarafeløgini = og
meistarafelagid helvt um
helvt.
Annars halda vit, at tað
er sjálvsagt, at vit, sum eru
í framleiðsluvinnuni, fáa
somu rættindi sum tey al-
ment løntu. Tí tað eru vit,
sum tryggja og betala teim-
um løn, og ikki øvugt.
Skulu vit gera ein likn-
andi grunn til karensdagarn-
ar, fåa vit trydupulta umsit-
ing, fyrst Dagpeningaskip-
anina, Bata og grunn til
karensdagar. Teir tveir síðst-
nevndu vilja verða dupult-
skatta, harvið økjast lønar-
krøvini tvífalt til tørvin hjá
grunnunum.
Kappingarførid gerst just
ikki betri, og taka vit ti fult
undir vid Vilhelm M. Jo-
hannesen formanni i Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
Eyðfinn Petersen,
formaður í Havnar
Handverkarafelag
A —
Stuðulsfjallið, sum bert hevði undanbrekku
re UA
Jørgen Niclasen, landsstýr-
ismaður í fiskivinnumålum,
er bæði snildur og skemt-
ingarsamur.
Í ”Krosskasti” seinasta
mikukvold greiddi hann
frå, at studulin til fiskivinn-
una altíð minkar, tå ið Fólk-
aflokkurin umsitur fiski-
vinnumál. "Hetta er próv-
fast”, segði Jørgen, meðan
hann visti eina strikumynd
av tveimum studulsfjøllum,
sum við sínum brøttu líð-
um, mintu nakað um Mont
Blanc og Mont Everest.
Jørgen Niclasen peikaði á
myndina og vísti, hvussu
Fólkaflokkurin hevði lært
allar hinar flokkarnar at
ganga undanbrekku í hesum
vandamiklu og brøttu fjall-
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
WWW.SOSÍalurin.fo
alíðum.
Landsstýrismaðurin segði
tó einki um, hverjir flokkar
høvdu kroyst Fólkaflokkin
til at ganga undanbrekku,
og av góðum grundum
segði Jørgen heldur einki
um, hvor hevði
fiskivinnumål um hendi, tå
ið stuðulsfjallið vaks frá kr.
0,0 upp til fleiri hundrað
milliónir kr.
Hvor var tað, sum tá var
raskastur til at ganga nið-
aneftir ?
Men Fólkaflokkurin skal
kortini hava tøkk fyri, at
hann nú loksins, saman við
gðrum, er gingin við til, at
taka síni egnu studulsfjøll
burtur.
Annars meti eg, at allir
flokkar eiga at kanna "part-
apeningsuppskotið" hjá
Javnaðarflokkinum nærri.
Uppskotið kann lættliga
broytast soleiðis, at talan
bert verður um øktan parta-
pening, sum ikki tørvar
nakra nyggja umsiting. Alt
f uppskotinum, sum minnir
um studul ella lån, eigur at
verða strikad.
Trygvi F. Guttesen