týsdagur 2. november 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 2. oktober 1999
Ágot aftur
a Klaksvík
Gjáramorgunin um hálvgum tíggju
tíðina kom línuskipið Ágot, sum sunn-
umorgunin fekk ógvusliga sjógv sunn-
an fyri Føroya Banka, aftur á Klaks-
vík
JOHN JOHANNESSEN
Nógv fólk var savnað á
bryggjuni í Klaksvík sjålv-
an Alla Halganna morgun,
tá línuskipið Agot stevndi
inn um Pollin við merkinum
í hálvari stong.
Skipið hevði fingið ein
ógvusligan sjógv sunnan
fyri Føroya Banka um hålv-
gum tiggju tidina sunnu-
morgunin. Sjógvurin kom
inn á stýriborð aftanvert á
skipinum, og var hann so
mikið harður, at hann trýsti
hurðina á brúnni inn i heil-
um líki
Skiparin lat lív
Tveir mans vóru staddir á
brúnni tá skipið fekk sjógv-
in. Teir vóru skiparin Pól
Eyðfinn Poulsen, sum sat í
skiparastólinum og ein
dekkari, ið stóð í bakborðs-
síðu.
Tá sjógvurin breyt hurð-
ina og durðakarmin inn á
brúnna í heilum líki og
brúgvin fyltist við sjógvi,
leyp dekkarin niður undir
eftir hjálp. Komin upp aftur
á brúnna sá hann, at skiparin
var dottin úr stólinum. Hann
hevði fingið hurðina á seg.
Borið var skjótt at við at
forða fyri at meira sjógvur
kom í skipið og skiparin
varð fingin í koyggjuna, har
roynt var at fáa hann til lívs
aftur. Men einki var at gera.
Skiparin hevði fingið so
ógvusligan skaða, at hann
doyði.
Hvidbjørnen til hjálpar
Neyðarkall varð beinan
vegin sent út, og danska
verjuskipið, Hvidbjørnen,
sum lá á Havnini, fór Agot
til hjálpar. og var verjuskip
ið hjá Agot umleið klokkan
19 sunnukvøldid.
Hóast oll tann nautiska
útgerðin umborð á Agot var
farin av sjógvinum, megn
aði manningin tó sjálv at
sigla skipið til Føroya.
Hetta var eisini frægasta
loysnin, tí illveður var á
leiðini, har Agot var, og tí
varð tað ikki ráðiligt hjá
Hvidbjørnen at leggja upp
at síðuni á Agot. Avgjørt
varð, at Hvidbjørnen skuldi
sigla framman fyri Agot við
fullum ljósum, so manning-
in heyði okkurt at sigla eftir
í náttarmyrkrinum.
Soleiðis varð siglt, til
skipini komu inn um Akra-
berg. Tá vórðu ein lækni,
ein maskinmaður og ein
stýrimaður settir um borð til
at avloysa troyttu og
tíðindablaðið
Nógv fólk varð savnað á bryggjuni, tå Ágot mánamorgunin um hálvgum tiggjutidina kom á Klaksvík
skelkaðu menninar seinasta
teinin til lands
Hóast øll nautiska útgerð-
in um borð á Agot fekk
skaða av sjógvinum, eyd-
naðist tað Hvidbjørnen at
fáa samband við Agot á
vegnum. Til bar hjá mann-
ingini á Hvidbjørnen at tosa
við Agot um sattelit.
Ur Klaksvík frættist, at
hóast sjógvurin, Agot fekk,
var ógvusligur, er alt kortini
ikki í sori á brúnni. Hurðin
er burtur og oll nautisku tól
ini eru oydiløgd av sjógvi.
Tinghúsið til Eysturoyar
Modellið av nýggja tinghúsinum er nú at síggja hjá Eyst-
uroyar Kunningarstovu í Saltangará
JOHN JOHANNESSEN
— Føroya Løgting er fyri all-
ar føroyingar, og ti hevur
nýggja tinghúsið eisini å-
huga hjá øðrum enn havna-
fólki.
Hetta sigur Símun S.
Hansen, leiðari á Eysturoy -
ar Kunningarstovu, í sam-
bandi við, modellid av
nýggja tinghúsinum nú er
at síggja í vindeyganum hjá
Eysturoyar Kunningarstovu
í Saltangará.
— Tað hevur verið so nógv
kjak um nýggja løgtings-
húsið í seinastuni, og í hes-
um sambandi haldi eg, at
onnur enn bert tey, ið dag-
liga ferðast í gongugøtuni í
Havn, Skulu hava møgu-
leika at síggja, hvat tað er
fyri hús, kjakast verður um.
Modellið av nýggja løg-
tinghúsinum verður stand-
andi í sýnisglugganum hjá
Eysturoyar Kunningarstovu
í Saltangará fram til jóla, og
fer tað síðani á rundferð til
hinar kunningarstovurnar
kring landið.
men annars sæst ikki nógv
til sjógvin
Bønarhald á bryggjuni
Aðrenn Ágot legði at
bryggju í Klaksvík gjára
morgunin, var ein bátur frá
Hvidbjørnen inni á Klaks-
vík eftir pápa skiparan og
-
Niels
presti
Tá skipið var komið at
bryggju, helt presturin sam-
an við manningini og teim-
um mongu fólkunum á
bryggjuni stutt bønarhald til
minnis fyri skiparanum, 35
ára gamla Pól Eyðfinni
Paula Danielsen
Poulsen, sum andaðist hesa
feigdarferð hjá línuskip-
inum Agot úr Klaksvík dag-
in fyri alla Halgannadag
Friður verið við minni-
num um Pól Eyðfinn Poul-
sen
Handilskjarn
gi N. Finsensgøta 8 * Tlf. 317919
www. ha
Skodeildin i
n
ilskjarni