Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 Nú fólk og politikarar aftur kunnu kenna seg ørkymlad av ósamsvar- andi upplýsingum um málið um undirsjóartunnil undir Vestmannasundi, vilja vit loyva okkum at visa á tey trý skrivini í málinum. soleiðis at ein- hvor sjálvur kann gera sær sínar egnar metingar um støðuna. | 1) LV ul VMS, dagf 11.10.1999. Stovnsins á- i skodan | 2) VMS til LV, dagf. 19.10. Broytingaruppskot hjålagt) 3) LV ul VMS, dagf. 21.10. "Vist verður aftur til fyrra skrivið (hjálagt). Sum kunnugt hava um- støður stovnsins verið 6- normalar at virka undir eina tíð. Otrygg viður- skifti hava valdað At onkrir nú eru so al- tráðir eftir at draga stovn- in inn í málið, sum annars hevur verið hildin uttan- fyri. er ikki so torført at gita hví, nú málið skal niðan í Logtingið. Broytingin frá VMS til lógaruppskotið er eitt nú, at landsstýrismaðurin (tað = VINNUMÁLASTY jø Vagatunnilin og Landsverk- frødingurin sigur hann vera LV) skal góðkenna verkætlanina (áður stóð linjuføringina). Hetta vil v.ø.o. siga tað, at LV fyrst skal kanna um privata partafelagið við almennum milliónum hevur í sjálvdrátti gjørt okkurt hissini við projekt- 19, og um ikki, skal LV í ødrum lagi góðkenna sítt egna verk. Tað fyrra snýr seg kanska um spiltar kreftir og pening, og tað seinna, um tað heldur merkiliga, at LV skal góðkenna sítt egna projekt(!) Málið hevur, sum øll- um kunnugt, eftir polit- iskum nýmáli fingið "eina heldur óhepna viðferð", t. e. á vanligum máli eina út av lagi vánaliga ráð- geving og viðgerð, sum sæst av omanfyri stand- andi. Deildarleiðarar hjá Landsverkfrødinginum Jógvan Nolsøe Arnstein Niclasen Finnleif Durhuus Levi Hentze Signar P. Heinesen Oli M. Petersen Bræv frá Arna pulsen um uppskotið til logtingslóg um fast samband um Vestmannasund, har stendur: >Til kunningar er hjálagt uppskot til løgtingslåg um fast samband um Vestmannasund við teimum broytingum, sum avtalaðar vórðu á fundi millum Landsverkfrødingin, P/F Vågatunnilin og Vinnu- målastyrid i gjår. Tó er broytingin viðv. ognartøku ikki tikin við, tí mett verður at heimildin til ognaratóku er í lagi, sumk hon var orðað. « Brævi er undirskrivað av Arna Poulsen (9) LANDSVERKFRØDINGURIN lógarsmíðinum. Lo Svarid frå Landsverkfrødinginum, har stendur: »Vit våtta við hesum móttókuna av lógaruppskoti- num við broytingum. Annars skal viðmerkjast, at vit, vísandi til skriv 11. oktober 1999, ikki eiga lut í tíðindablaðið Nr. 208 - 2. november 1999 Vistu, at lógin kostaði pening Tað var Eilif Samuelsen, ið setti nýggju og umstríddu fólkaskúlalógina í verk. Fyrrverandi landstýrismaðurin við undirvísingarmálum, Eilif Samuelsen, sigur, at tá ein setur eina lóg í verk av slíkum slag, so eru øll greið yvir, at hon kostar pening. Hann heldur núverandi myndugleikar hava verið dekan ov varnir við at seta pening av til lógina Dagfinn Olsen Tad var Eilif Samuelsen, fyrrverandi landsstyrismad- ur vid undirvisingarmålum, ið legði fram nýggju fólka- skúlalógina. Lógin varð sett í verk, hóast menn vóru 6- samdir, tí hon var hildin at vera kostnaðarmikil. Føroya Lærarafelag hev- ur hótt við verkfalli, ti stórar arbeiðsbyrðar fylgdu við lógini og peningur fylgdi ikki við lógini. Í síðstu løtu slapst undan arbeidsstedgi, tí lønarvidurskiftini komu upp á pláss, men enn er ikki greitt, hvussu verður við viðurskiftunum, sum eru knýtt at lógini og sum snúgva seg um at geva lær- arum tíð til nýggju uppgáv- urnar. Eilif Samuelsen sigur í dag, at tá slík lóg verður samtykt, so er ein klárur yv- ir, at meira krevst. - Meira krevst av læraru- num og tað merkir meira peningur. Tað krevur eisini nakað nýtt. T.d. teldur og at tær virka. Til hetta krevjast lærarar við førleika. Eisini skúlavegleiðarar eru nýggir, men hetta krevur vinnulív- ið, tí næmingar skulu vita hvørja leið teir ætla at halda eftir lokanan skúla. Alt hetta er nýtt og kostar pening, sigur Eilif Samuelsen. Yvirmett Hann minnir á, at nógv vóru ímóti nýggju lógini, td. Tjóðveldisflokkurin, men at tølini, ið flokkurin tå vísti á, vóru yvirmett. - Ein nýggj lærugrein kallast náttúra og tøkni. Tá varð sagt, at allir skúlar máttu umbyggjast til hesa lærugrein. Hetta var ikki rætt, men tað er greitt, at nýggir skúlar verða bygdir eftir nýggju lógini og gamlir skúlar mugu tillagast so við og við, sigur Eilif Samuel- sen. Hittast å miduni Eilif Samuelsen visir å, at tå nýggj lóg kom í 1979, varð eisini prátað um, at politikarar vóru ov aftur- haldandi. Hann sigur, at undand- farna landsstýrið metti lóg- ina at koma at kosta einar 14 milliónir. Ætlanin var at seta pening av, tó ikki allan beinanvegin, men ætlanin var at fremja lógina so við og við. Hann heldur, at ein má hittast á miðuni. - At lærarar gera vart við vaksandi arbeiðsbyrðar er ikki annað enn rímiligt, men sjálvsagt er hetta ein sam- ráðingarspurningur, metir Eilif Samuelsen, sum eisini metir eftirútbúgving av lær- arum vera av stórum týdn- ingi. Eilif metir, at myndug- leikarnir hava verið nakað varnir við at seta pening av til nýggju lógina og hann. - Signar á Brúnni var í- móti lógini, tá hon var til viðgerðar. Eg skal ikki siga, Eilif Samuelsen var landsstýrismaður, tá nýggja fólka- skúlalógin varð samtykt. Hann heldur, at myndugleikar- nir hava verið ov trekir at játta pengar at tað er so, men um hann nú ikki setir nóg mikið av peningi av til lógina, so prógvar tað, at hann tá heyði rætt í sínum pástandum um, at lógin er ov dýr, metir Elif Samuelsen. Eilif metir ikki, at lógin stílar ov høgt, í mun til fíggjarligu karmarnar. - Eini 95% í logini eru óbroytt. Um 5% eru nýggj viðurskifti, sum tó eru av stórum týdningi, sigur Eilif Samuelsen. - Tá nýggj lóg varð sam- tykt, so var ein innstillaður uppá, at hon kostaði pening. Men okkara arbeiði varð av- brotið. Vit høvdu ynski og hesi fekk núverandi lands- stýrið at arbeiða við, men teir hava gjørt nakað lítið við at fáa játtanirnar uppá pláss, sigur Eilif Samuel- sen. Elif metir, at í 1998 hevdu vit góð ráð at seta slíkt í verk, og hann minnir á, at peningur t.d. varð settur av til gransking og gransking- arráð. - Bíðar ein við at seta slíkt í verk, til ráðini eru, ella allur peningur er tøkur, so verður tað ongantíð, sigur Elif Samuelsen Átta farnir Lógmaður legði í gjár krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Havn Í gjár varminningardagur teirra sjólætnu. Sum siður er var minningarhald á Sjómansheiminum í Havn, har Bergur Debes Joensen helt minngarrødu. Síðani varð farið i Vidarlundina, har Anfinn Kallsber, løgmaður, mintist teir sjólætnu og legði krans við minnisvarðan. Teir, ið farnir eru senasta árið, eru: Rúni Leyni, Tórshavn, 37 ár. Doyði umborð á >Talco Runner< tann 22. januar 1999. Hans Pauli Joensen, Nólsoy, 57 ár. Fór við útróðrarbátinum >Nevið< á Norðhavinum 23. mars 1999. Per Tórleivur Jacobsen, Kvívík, 57 ár. Doyði 3. juni niðan i 1999 aftaná skaðatilburð umborð á »Ternuni«. Jóan Jacob Hansen, Strendur, 39 ár. Druknaði í Vestmannaoyggjunum tann 9. juli 1999. Var inni har við »Bjørgvin«. Mikkjal Pauli Næss, Miðvágur, 67 ár. Druknaði 11. juli 1999 við bryggjuna i Midvågi. Petur Pauli å Hædd, Klaksvík, 63 år. Doyði 21. september 1999 i Kilmarnock i Skotlandi eftir at hann var fluttur sjúkur í land av danska skipinum »Conto«. Oddur Augustinussen, Vágur, 60 år. Doyði umborð á »Sancy« 13. oktober 1999. Poul Eyðfinn Poulsen, Anfinn Kallsberg, lógmaður, Klaksvík, 35 ár. Doyði av hevur lagt krans við vanlukkutilburði umborð á minnisvarðan í Vidarlundini >Agot< 31. oktober 1999. Mynd: Jens Kristian Vang