Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 2. oktober 1999 tíðindablaðið S08Í2/ur 13 B-kvinnurnar snávaðu e-mail: sveinurØsosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 . Hevur tú eina søgu, ella viðmerkingar til ÍtróttarSosialin ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Tú kanst ringja til blaðið á tif 311820, ella senda okkum eitt teldubræv. Adressan er sveinurðsosialurin.fo. Tú kanst eisini ringja á fartelefon nr. 218246 www.sosialurin.fo moti Fleyr Flogbóltur: Sunnudagin kom stígur í góðu byrjanina hjá TB, sum hevði vunnið báðar dystirnar undan hesum vikuskift- inum. Men tvgrágentur megnaðu als einki at gera við eitt vælskipað Fleyrlið við eini stórspælandi Mariann Øster TB-Fleyr 0-2 17-21, 21-18, 4-7 19-21, 17-21 SVEINUR TRÓNDARSON Undan vikuskiftinum hesa ferð var lagt upp til, at tann mest spennandi dysturin í kvinnudeildini fór at vera tann, sum leikast skuldi í høllini í Trongisvági sunnu dagin millum TB og Fleyr TB hevur klára seg sera væl í byrjanini av kapping- arárinum, og hevur vunnið báðar teir fyrstu dystirnar Fleyr hevði undan hesum vikuskiftinum bara spælt tann eina dystin, men hann varð vunnin, og tí vóru allar fortreytir í lagi til ein spenn- andi dyst. Hjá TB vóru fortreytirnar kortini eitt sindur broyttar í mun til seinasta vikuskifti tí Gudrid, sum hevði verið heima í heystfrí, var farin av landinum aftur, og tað sæst tá ein so sterkur spælari fer av einum liði. Kortini hildu tvøråmenn ikki, at tað var vandi á ferð, tí nógvir aðrir góðir spælarar eru at taka av, men sum úrslitið vísir, so kom fyrsti ósigurin júst í fyrsta dystinum eftir at Gudrid var farin. Men Virgar Djurhuus heldur ikki at tað var tað sum var orsøklin til, at TB tapti móti Fleyr. — Fleyr spældi einastand- andi væl. Móttókuspælið hjá Fleyr riggaði ótrúliga væl, og var grundarlagið undir einum góðum og eff- ektivum álopsspæli, sum kortini ikki var ræðandi. Hinvegin arbeiddu tær ótrú- liga væl í verjuni, og tær fingu so at siga alt upp aftur av gólvinum, sigur Virgar Djurhuus Mariann og Súsanna koyrdu á Fleyr Fá móttókuspælið riggar, so er munandi lættari hjá hev aranum at arbeiða, og av tí at móttøkurnar hjá Fleyi koyrdu sum tær koyrdu, so hevði Mariann Øster, hev- arin hjá Fleyr, lætt spæl. — Hon spældi einastand- andi væl og var nokk høv- udsorsøkin til sigurin hjá Fleyr, sigur Virgar, sum kortini leggur afturat, at Mariann ikki var einsamøll um at spæla væl hjá Fleyr. Hann vísir á Sússanu Mc- Birnie, sum á miðjuni vann næstan alt hon nært við. — Hon er roynd, og tað sæst aftur, sigur Virgar Djurhuus. Tordu ikki at taka ábyrgd Hjá TB var orsøkin tann, at móttókuspælið gekk av skriðuni. Móttókurnar komu ikki nóg langt fram á vøllin, og tískil mátti hev- arin arbeiða ótrúliga nógv fyri at sleppa til bóltarnar. — Men av tí sama verðru torført at fáa eitt líkinda å- lop burturúr, sigur Virgar sum leggur afturat, at tað kanska var her, størsti sakn- urin var í Gudrid. Hon dugir ótrúliga væl at sláa og kann sláa allastaðni frá. Tað mangla hinir leik- ararnir eitt sindur av enn, og tá samstundis eingin torir at fara inn at taka ábyrgd í mottøkuspælinum, so sigur tað seg sjålvt, at tað má enda galið, sigur Virgar Djurhuus, sum er sera vón brotin av spælarunum á TB liðnum Eg haldi ikki, at tær vístu tann rætta hugburðin til spælið, og tað er ótrúliga keðiligt. Tær vóru seinar og sløvar, og tað eigur ikki at koma fyri, sigur Virgar Hann leggur kortini aft- urat, at tað kann hava sína ávirkan á spæli hjá TB, at venjarin valdi at skifta nógv út millum leikararnar og tað kann væl hava verið ein ors- øk til misjavna úrslitið hjá TB-kvinnunum móti Fleyr. — Tað sigur seg sjálvt, at tá tríggir nýggir leikarar vera settir inn ísenn, so tek- ur tað tíð, áðrenn liðið finn- ur seg til rættis við nýggju leikararnar, og eg haldi, at tað var ein av frágreiðing- unum til, at fleiri stig vóru mist enn gott er, sigur Virg- ar Djruhuus, sum annar leggur afturat, at hesin dyst- urin neyvan verður ein sum fólk fara at minnast fyri tað góða álopsspælið, hóast hann var rættuliga javnur. Við úrslitinum sunnudag- in hevur Fleyr tveir sigrar í posanum nú liðið hevur leikt tveir dystir. Liðið hev- ur júst fingið nýggjan venj- ara, sum framyvir skal taka sær av venjingini, og tað er munandi hugaligari hjá Ro- mica at yvirtaka eitt vinn- andi lið heldur enn eitt lið sum júst hevur tapt. ál Súsanna McBirnie í álopi á miðjuni meðan hevarin Mariann Øster hyggur at. Tær vóru berandi leikararnir á Fleyrliðnum ímóti TB sunnudagin Fleiri feløg skulkaðu Kappróður: Feløgini, sum ikki møttu á ársaðalfundinum, fáa einki úr Stevnu- grunninum Meiri enn ein tridingur av limafeløgunum i Róðrar- sambandi Føroya, RSF, helt seg burtur, tå ársað- alfundur var í Havnini fyrrapartin leygardagin. I RSF eru triati limafeløg, og av teimum høvdu nitj- an umboð á ársaðalfund- inum. Luttakaratalið á fundinum knappaðist um hálvt hundrað. Umframt nevndina og tey nítjan limafeløgini, sum vóru um- boðað á fundinum, vóru eis- ini álitifólk hjá RSF, t.d. høvudsdémarar og start- dómarar. Tað kann ljóða av nógv- um, at meiri enn ein trið- ingur av limafeløgunum ikki møttu á ársaðalfundin- um, og í neyndini eru teir sjálvsagt ikki nøgdir við, at fleiri skulkaðu, men so skal eisini skoytast uppí, at í onkrum av feløgunum hev- ur einki virksemi verið í fleiri ár. — Tað harmar okkum, tá feløgini ikki eru við til at gera av, hvussu kappróðurin skal laga seg í framtíðini, og tað er ilt at skilja, at fel- øg, sum eru fyrireikarar av FM róðrum, ikki móta upp. Hetta sigur Hannis Joen- sen, formaður í RSF. Á fundinum leygardagin vóru eingi umboð fyri róðrarfel- agið á Tvøroyri, sum fyri- reikaði jóansgku róðurin í ár, og heldur eingi fyri róðr- arfelagið í Vági, sum skal fyrireika róðurin á joansøku komandi ár. Missa pengar Í grein fimm í ásetingunum fyri Róðrarsamband Føroya verður sagt, at feløg, sum ikki meta á ársaðalfundin- um, fáa ongar pengar úr Stevnugrunninum. Í Stevnugrunnin koma fimtan prosent av tí, sum kemur inn í atgongugjaldi á teimum seks FM stevn- unum. Hesir pengarnir verða síðani lutaðir út til all- ar bátarnar, sum í minsta lagi hava luttikið á fimm FM stevnum. Í reglugerðini fyri grunn- in verður sagt, at RSF skal syrgja fyri innan fjúrtan dagar aftan á aðalfundin, at peningurin verður býttur út til feløgini, sum hava bátar, ið eiga rætt til part í býtin- um. — Hetta fara vit at gera nú beinanvegin, og sambært reglarnar fáa tey feløgini, Mynd: Áki Bertholdsen sum ikki møttu á aðal- fundinum, einki. Frá ól- avsøkur6drinum - fekk Stevnugrunnurin 41 tús- und krónur, meðan talið á hinum stevnunum ofta plagar at liggja um einar seks til sjey túsund krón- ur, sigur Hannis Joensen. Sambært ástingunum fyri Stevnugrunnin fáa bátar, sum rógva á heim- aplássi sínum, ikki lut í býtinum ta ferðina. Hetta vil við øðrum orðum siga, at havnarbátarnir fáa ikki part í upphæddini, sum á 6lavsøku kom í Stevnu- grunnin. jh