Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 tíðindablaðið Kappróðurin droymir um altjóða avbjóðingar Kappróður: Og í Róðrarsambandinum verður arbeitt við at fáa fleiri manningar út um landoddarnar at kappast Arbeitt verður við at veita føroyskum kappróðrarfólki møguleikar fyri fleiri al- tjóða avbjóðingum. Hetta var eitt av málunum, sum formaðurin í RSF, Hannis Joensen, gjørdi nokk so fitt burturúr á aðalfundinum leygardagin Vit kanna møguleikar- nar fyri at fáa limaskap í altjóða róðrarfelagsskapin- um, og vit rokna ikki við, at tað verður so trupult. Á fundi í Reykjavík í fjør fingu vit greiðar ábendingar frá hinum norðurlendsku róðrarsambondunum um, at teir fara at stuðla okkum, um vit søkja um altjóða lim- askap, sigur formaðurin í RSF. Í summar hittu umboð fyri RSF umboð fyri altjóða róðrarsambandið í Helsing- fors. Føroyingarnir vóru á- hugaðir í at frætta um. hverjar treytir og ábyrgðir fylgja við limaskapi. og síð- ani hava teir fingið nógv tilfar sendandi frá altjóða felagnum Avbjóðingar I RSF hava tey higartil ikki hildið, at tíðin var komin til at senda umsókn um altjóða limaskap, men tað kann hugsast, at tað fer ikki at ganga so rúm tíð, áðrenn tað verður gjørt. Í fyrstu atløgu ræður um hjá okkum at syrgja fyri, at fleiri róðrarmanningar enn higartil fáa høvi at royna seg í altjóða kappingum. Vit hava betri fíggjarligar møg- uleikar fyri tí nú, enn vit hava havt áður. Lotto peng- arnir, sum vit fáa úr Dan- mark, skulu brúkast til ítr- óttarlig tiltøk, og tað er í ti sambandinum, at vit hugsa um altjóða avbjóðingar. Kappróðrarfólkið er ikki so forvant við altjóða luttøku, og alt hevur áhuga. Í fyrstu atløgu hava vit hugsað um at geva mann- ingum, sum standa seg væl, møguleika at taka lut í kappingum i Danmark, t.d. sovornum sum føroysk fel- øg eru vid til at skipa fyri, tad verdur vid n hvussu hesum, er ov tíðliga at siga nakað itøkiligt um enn, sig ir Hannis Joensen. Scilly oyggjarnar Altjóða luttøkan i kappróðri hevur higartil verid avmark- að til, at besta 10-manna- farið hevur luttikið í kapp- róðrinum í Scilly oyggjun- um. Hetta verður gjørt við stuðli frá Amerada Hess. Nú ætla kvinnurnar um- borð á Jarnbardi at taka lut á Scilly oyggjunum kom- andi ár. Tær syrgja sjálvar fyri fíggingini, men Amer- ada Hess hevur syrgt fyri, at tær sleppa uppí part og at tær fáa bát at rógva við. - Sammett við t.d. fót- bóltin, so ger tað seg gald- andi hjá okkum, at róðrar- fólkið skal hava aðrar bátar at kappast í, enn teir, sum verða brúktir i Føroyum. Men hetta eru spurningar, sum tað ber til at arbeiða við og finna loysnir á. Málið er at geva teimum, sum í føroyska róðrarárinum leggja nógv í venjingina, møguleikar at royna seg aðrar tíðir á árinum, og tað rokna vit við fer at bera til. sigur formaðurin í RSF.jh Sámal verður í GÍ Fótbóltur: Málverjin hjá LÍF, Hallur Hansen, er síðsta skotið á fjøltåttada GI bulinum Såmal Joensen hevur um vikuskiftid verið á Olafs- firði og hugt eftir umstød- unum hjá Leiftri. Men sam- bært Peturi Holm, skrivara og peningarøkili hjá GI, so er tað greitt, at Sámal fer at spæla við GI í ár 2000. Tað hevur ljóðað, at klaksvíkingar og okkurt annað føroyskt felag eisini hava verið framvið og hava bjóðað landsliðsmanninum sáttmála. Nú er avgerð tikin um, at hann fer at halda fram í GI. Peter Holm, sum hevur havt við sáttmálasam- ráðingarnar við spælararnar at gera, vil ikki gera við- merkingar til tað, men vit hava skilt á oðrum keldum, at Sámal Joensen hevur tryggjað sær, at tað skal bera til hjá honum at sleppa burt- urúr sáttmálanum, um tað aftur kemur upp á tal, at hann skal flyta uttanlands at spæla Vit hava áður skrivað, at Aslakur R. Petersen úr IF, og Christian Høgni Jacob- sen og Helgi L. Petersen ur NSI komandi år skulu spæla við GI. Nú er eisini greitt, at Oli Hansen, sum áður hevur spælt við NSI, skal spæla við GI komandi ár. Og harafturat veit Peter Holm at siga okkum, at Hallur Hansen úr Leirvík, sum hevur verið málverji hjá LÍF í 2. deild. samstund- is sum hann hevur spælt við unglingunum hjá GI, skal venja við 1. deildarhópinum hjá GI komandi ár. Um hann fer at megna at kroysta Sunvard Joensen av liðnum er ein annar spurningur. Samleikin Tá vit spyrja Peter Holm, um hann ikki kvígur fyri, at sterki fótbóltssamleikin í Gøtu fer at hvørva, nú so nógvir spælarar koma aðra staðni frá og í felagið, svar- ar hann soleiðis: — Hetta er ein spurningur, sum vit hugsa nógv um, og sum vit ætla okkum at ar- beiða miðvíst við. Grund- arlagið undir fótbóltinum í Gøtu er og fer altid at vera, at fólkið stendur saman um liðið, og tað hevur stóran tydning fyri okkum, at gøtu- menninir eru nógvir á liðn- um. Fad eru fleiri ungir menn, sum vit hava roknað við kundu fara at gera seg galdandi. Higartil hevur tað gingið eitt sindur striltið. Kanska hava ikki allir spæl- ararnir lagt tað í, sum skal til, men kanska hava vit í felagnum heldur ikki gjørt Sámal Joe nsen ve ður verandi í GI nóg nógv. Hetta arbeiða vit við, men eg kann ikki akk- urát nú siga, hvat hetta fer at bera við sær fyri spæl- ararnar. Súni Olsen er einasti ungi gøtumadurin, sum í fjør og í ár hevur bitið seg fastan á besta liðnum. Aðrir, sum roknað hevur verið skuldu kappast um plåssini, eru Magni Jacobsen, ið spældi ofta í 1999, Leivur Hansen, sum onkuntíð var við, og Hans Pauli Petersen. Dánjal Pauli Dalbø er ein annar heilt ungur spælari, sum teir í Gøtu hava roknað við sum framtíðar 1. deildarspælara. jh 2 Nr. 208 - 2. november 1999 Trygvi heldur fram í NSI Fótbóltur: Málið í Runavík er í fyrstu atløgu at skapa álit ímillum spælararnar og ábyrgdarpersónarnar i i | Í Ikki nóg mikið við, at NSÍ missir úti á vellinum. Teir missa eisini málmannin, men venjaran hava teir so hildið fast við, men umstægðurnar verða mikið ødrvisi hjá Trygva Mortensen at arbeiða undir næsta kappingarår Trygvi Mortensen heldur fram sum venjari hjá NSÍ. Hann verður høvudsvenj- ari hjá 1. og 2. deild. Ætlanin er, at hann skal hava ein hjálparmann aft- urat sær, men tað er ikki greitt enn, hvør tað verð- ur, upplýsir Jákup Mort- ensen, formaður í NSÍ. Tá tað snýr seg um, hvgrjir skulu manna liðið hjá NSI, vísir formaðurin til tann bólkin, sum ar- beiðir við hesum spurn- inginum. Í tí bólkinum eru Hans Petur Ellingsgaard, formaður, Mattias Dav- idsen, Abraham Hansen og Jónsvein Knudsen. Tað hevur ljóðað, at Kristian á Reynatrød, sum hevur spælt í LÍF og Tor- stein Joensen úr ÍF kom- andi ár skulu spæla við NSÍ, men hetta vilja teir ikki våtta í NSÍ. Tað er greitt, at um- framt Christian Høgna Jacobsen og Helga L. Pet- ersen skal Óli Hansen, sum áður hevur spælt í NSÍ, men sum í ár hevur verið staddur uttanlands, flyta til GÍ. Tað er eisini greitt, at Dejan Milanovic verður ikki málverji hjá NSÍ komandi ár. Skapa álit Hans Petur Ellingsgaard staðfestir, at arbeiðið, sum omanfyri nevndi bólkur hevur åtikid sær, nú fevnir um meiri, enn tað upp- runaliga skuldi gera, og at hetta hevur við sær, at tað fara at ganga tvær ella tríggjar vikur afturat, áðr- enn viðurskiftini eru komin uppá pláss: — Tað er eingin loyna, at tað gekk illa hjá NSÍ at fáa tað at hanga saman fíggj- arliga í undanfarna kapp- ingarári. Ætlanin var, at móðurfelagið skuldi syrgja fyri at fáa viðurskiftini frá tí farna upp á pláss, meðan vit skuldu hugsa um fram- tíðina. Tað hevur ikki eydn- ast at loysa teir trupulleik- arnar, sum hava verið. At teir verða loystir, er fyri- treytin fyri, at arbeiðið, sum vit eru settir at gera, kann eydnast, og tí ar- beiða vit í felagi við móð- urfelagið um at rudda skuldina av vegnum. Hetta eru vit ikki komnir á mál við enn, men tað gongur tann vegin. Hans Petur Ellings- gaard sigur, at burtursæð frá teimum omanfyri neyndu, so hava teir fing- ið munnliga tilsøgn frá spælarunum, sum mann- aðu líðið í fjør um, at teir eisini komandi ár fara at spæla við NSI. — Tað hevur ikki borið til hjá okkum at gera sáttmálar, og so leingi sum avtalurnar bara eru munnligar, er einki heilt víst. Men vit ganga út frá, at avtalurnar fara at halda. Tað verður arbeitt við at fáa ein nýggjan málverja og at fáa einstakar aðrar spælarar til felagið, men hetta er sum sagt ikki komið uppá pláss enn. jh