Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 2. oktober 1999 tíðindablaðið Jákup roknar ikki við nøkrum Fótbóltur: Landsliðsmálverjin ætlar sær ikki avstað aftur undir somu treytum, sum hann í síðstu viku var í Leeds Jákup Mikkelsen var í mál inum, tá Herfølge sunnu dagin smurdi Silkeborg av 4-1, og um tað gongur, sum málverjin sjálvur roknar við, so er stórt sannlíki fyri, at hann verður i Herfølge målinum fram til kapping arenda komandi summar, tå sáttmálin hjá Herfølge gongur út Jákup Mikkelsen kom heim aftur til Danmarkar friggjakvøldid, og honum og g hann er einki serliga nøgdur við úr tøkuna í Leeds Teir vóru fryntligir og hjálpsamir, men eg haldi ikki, at eg fekk høvi at visa, hvat eg standi fyri sum mål kann ikki trúgva, at teir fara at skriva nakran sáttmála út frá tí, sum teir sóu. Hvat teir halda um vitjanina og hvat teir ætla, fái eg meiri at vita um, tá David O'Leary og John Faxe Jensen hava tosad saman seinni i hesi vikuni, sigur Jákup Mikkelsen. Tað var bara fyrrapartin fríggjadagin, at Jákup vandi verji, og eg saman vid teimum bestu spælarunum i Leeds, og tað var bara hósdagin og fríggjadagin, at 33 ára gamli landsliðsmálverjin hjá Leeds, Niegel Martyn, vandi saman vid hinum målverjunum i felagnum. Hann var sera fryntligur og hjálpsamur. Eg má eisini siga, at eg var rættuliga im poneraður av 19 ára gamla Paul sum er málverji á eingilska U-21 landsliðnum. Hinir málverj arnir vóru allir rættuliga ungir og tískil óroyndir. Í Leeds er tað framvegis ætl anin, at teir skulu hava tríggjar málverjar, sum kunnu brúkast á besta liðn um. Um teir verða áhugaðir í mær, so verður tað heldur út frá videobandinum, sum eg gav teimum, enn tað verður út frá tí, sum eg fekk høvi at vísa í Leeds, sigur Jákup Mikkelsen. Bandið, sum hann gav teimum, var av landsdystunum niðri í Bosnia og tí á heimavølli ímóti Skotlandi. Robertsson, Tå David Q'Leary fríggjamorgunin segði Ják- upi farvæl, harmaðist hann um, at tað ikki heyði borið honum til at fylgja meiri við í vitjanini hjá Jåkupi, enn hann hevði gjørt, men hann boðaði frá, at hann í hesi vikuni skuldi tosa við mál- mansvenjaran, áðrenn hann fór at seta seg í samband við John Faxe Jensen Tå vit spyrja Jákup Mikk elsen, um tað kann hugsast, at hann fer avstað aftur til Leeds av venja, so er hann avgjørdur Tad er púra greitt, at eg fari ikki avstað aftur undir somu treytum sum hesa ferð. Um eg fari, so skulu greiðar avtalur vera um. hvat eg skal avstað til. Nú havi eg upplivað hetta, eg havi lært av tí, og eg hevði ikki dugað sær nakra mein- ing í at roynt akkurát hetta eina ferð afturat. Framvegis í oddinum Sunnudagin hevði Herfølge vitjan av Silkeborg, sum 19 % Enn einaferð fóru Jákup og Herfølge av vellinum sum s teir á odda í kappingini saman við Brøndby varð sent til hús aftur við einum 4-1 tapi í vidførin- um. Sigurin var greiður, og heimaliðið hevði møguleik- ar at skora uppaftur fleiri mál. Jákup Mikkelsen hevði ikki møguleikar at bjarga málinum, og Silkeborg hevði fáar beinleiðis royndir ímóti málinum. Onkuntíð løgdu teir høgar bóltar inn- fyri, og tå var Jåkup tryggur úti í brotsteiginum. igursharrar, og tí liggja savnsmynd Komandi sunnudag skal Herfølge, sum saman við Brøndby er á odda í super- liguni við 28 stigum. spæla á útivelli ímóti OB. jh Hvat skal ein gera, tá ein stendur beint uttan fyri brotsteigin , og eingin er at avlevera til, jú so smekkar man bara til sjálvur. Bólturin smeyg sær upp í hand- ara horn og fyrsta málið hjá Toda í 19 dystum var ein veruleiki Todi Jónsson situr aftur við langa endanum. Eftir at tað í langa tíð hevur verið sera strevið hjá honum, so var tað aftur sunnudagin stað- fest, at nú gongur tað sum eftir ánni. og tað er sera heppið fyri fóroyingin, sum hevur sáttmála við FCK fram til 1. juli komandi ár, men sum longu á nýggjár- inum hevur loyvi at sam- ráðast við feløg, sum møgu- liga verða áhugað í at knýta Toda at sær frá 1. juli kom- andi ár. Sunnudagin kendist tað sum um Todi Jónsson var komin allan sólarkringin runt í donskum fótbólti. Tá hann í 1994 fór til Dan- markar royndi hann seg fyrst sum miðvallara í Lyngby. Michael Scháfer var venjari. Hann heyði gott eyga á føroyinginum, men hann staðfesti, at Todi var Todi er í essinum Fotbóltur: Tá hann vitjaði aftur á fyrsta heimavøllinum hjá sær í Danmark, var Todi Jónsson ímillum teir bestu ikki nóg væl fyri at spæla á midvøllinum, og ti gjørdi hann av at flyta føroyingin fram i álopið, og tað var sum álopsspælari, at Todi varð seldur til FCK. Urtøkan hevur verið solt- in síðsta hálva árið. Tí hevur Todi Jónsson í fleiri vikur verið miðvallari í vinstru, og tá hann sunnudagin vitj- aði á gamla heimavøllinum var tað við spjaldrinum sum miðvallargeneralur, tí síðstu nógvu vikurnar hevur før- oyski landsliðsmaðurin ver- ið tann, ið hevur fóðrað ál- opsmenninar við bóltum, sum teir hava skorað mál uppá. Rok stóðst av Hesa ferð eydnaðist tað Toda Jónsson fyri fyrstu ferð síðani dystin ímóti Brøndby í mai mánað at skora í landskappingini. Og tað var vorðið sum mál, tá føroyingurin dygst undan steðginum uttanvert brots- teigin smekkaði langskot upp undir handaru saman- komingina. Tíðliga í 2. hálvleiki spældi Todi, sum var á vøll- inum i 84 minuttir og i donsku pressuni saman vid målverjanum Michael Stensgaard var mettur at vera besti FCK" arin, Thom- as Thorninger púra leysan. So stóð 2—0, og David Niel sen, sum longu efitr fýra minuttir hevði misnýtt brotsspark, og lítaviski landsliðsmaðurin Donatas Vencevicius, øktu til enda liga úrslitið AM tað gekk, sum tað gjørdi, komst eisini av, at Lngby longu tá ein lítil hálvur tími var farin, misti ein mann. 33 ára gamli dómarin helt, at Christian Magleby hevði sligið Mic- hael Mio Nielsen. Lyngby fólkini vóru stak misnøgd við henda dómin og við dømingina sum heild Venjarin, Poul Hansen, varð vístur út millum áskoðar- arnar í 1. hálvleiki, og eftir dystarlok var tað neyðugt hjá stórum og prúðum dur- avaktarum so at siga at goyma dómaran í meiri enn ein tíma, áðrenn teir tordu at sleppa honum út, so upp- royttir vóru áskoðararnir hjá heimaliðnum. Sjálvsálitið í topp Todi Jónsson er sjálvsagt sera væl nøgdur við gongd- ina tær seinastu nógvu vik- urnar og við sigurin í Lyng- by. — At tað endiliga eydnað- ist at fáa mál aftur kann kanska gera, at sjálvsálitið verður uppaftur betri, og tað hevur altíð stóan týdning. Vit eru sera væl nøgdir við sigrarnar ímóti Herfølge og Lyngby. tí ofta hava vit tapt ímóti teimum, tá tað hevur verið roknað við. í Hesa ferð vildu vit vinna. Vit stríddust allir fyri allar, og tað hevur skuldu vinna gera tað givið úrslit, sum $ hugaligt at halda fram, sigur Todi ikki kennir seg mettan av fót bolti, sjålvt um summartíðin er farin, og tað er væl skilj- andi, tá havt verður í huga, at efur eitt mødsamt summar tykist eydnan rættuliga at hava vent, bæði hjá FCK og hjá Toda Jónsson Komandi sunnudag skal FCK, sum nú hevur 20 stig, spæla á útivelli ímóti Brøndby: — Tad hevur gingid so mikið væl hjá okkum síðstu tíðina, at eg haldi ikki, at tað er veruleikafjart at vit fara út i Brøndby eftir ollum stigunum. Um tað eydnast at vinna, so eru vit við aftur í kappingini um Europa Cup plássini, og tað hevði verið sera hugaligt, heldur Todi Jónsson Brøndby vann sunnudagin sannførandi 3— 0 á AB, sum higartil hevur verið millum oddaliðini. jh Jonsson, sum