Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 tíðindablaðið SOSTEVUTI Neistin er á veg Hondbóltur: Aki Olsen er nú um at vera samanspældur við hinum neista- leikarunum, og leygardagin var hann ein av høvudsmonnunum aftan fyri stór- sigrinum hjá Neistanum á kollfirðingum SS Gamla VIF kempan skjevt 9 mål móti kollfirðingum KIF-Neistin 21-31 JÁKUP MØRK Neistaliðið, sum í år er munandi styrkt, við fleiri leikarum uttan í frá, hevur higartil í kappingini prógv- að, at nakað hevur verið um bjartskygda tosið hjá ásk- oðarunum. Higartil í kapp- ingini er bert ein dysstur taptur, og leygardagin varð so farið til Vestmanna, har dysturin móti KIF stóð á skránni ir Lupu avstad Neistamenninir settu ferð á beinanvegin, og áðrenn langt varð liðið, vóru teir longu á odda 10-2. Koll- firðingar fingu snøgt sagt ikki fótin fyri seg, og tað var líkt til, at dysturin longu var avgjørdur. Kollfirðingarnir góvurst tó ongantíð á hondum, og hóast stødan stødan sá vón- leys út, so stríddust teir fyri myndarligt allan dystin. Teir megnaðu eisini at minkað um munin. soleiðis at mun- urin bert var 4 mál, tá farið varð til hálvleiks. Í seinna hálvleiki lat Neistin als ongan iva vera um, hvat var betra liðið. Líkamikið hvussu kollfirð- ingar royndu, so vildi bólt- urin ikki inn, og var verjan ikki fyri, so tók Petur Magn- usson í málinum sær av skotunum. Eina løtu var stødan 30-15 til neistali0i0, áðrenn teir aftur tóku sær av løttum móti endanum, tå kollfirðingarnir sluppu at hampa eitt sindur um úrsl- itið. Hjá Neistanum var Áki Olsen í sera góðum spæli- hýri, og skeyt hann heili 9 av neistamálunum. Aki var tó ikki einasti leikarin, sum gjørdi um seg, tí úti á vong- inum spældi Kári Morten- sen eisini ein ríimmar dyst. Kári Mortensen, her i dysti móti strandingum í fjør var flúgvandi á sínum gamla heimavelli í Vestmanna. mál frá einum spælara er ikki gerandis- kostur, men leygardagin var líkt til, at líkamikið hvat Kári gjørdi, so endaði bólt- urin í málinum. vong Skulu ansa sær Kollfirðingar verða helst noyddir at taka annað skinn um bak, um so er, at teimum skal vera lív lagað í bestu deildini. Higartil hava teir eingi stig fingið, og í løtuni tykist tað vera torført at i- mynda sær, hvaðani stigini skulu koma. Gamaní vóru teir sera nær við seinasta vikuskifti, men var hetta einamest orsakað av, at StIF var heilt við síðuna av sær sjálvum. Neistaliðið tykist hinveg- in at gerast betri og betri fyri hvønn dyst. Leikararnir hava nú leikt nakrar dystir saman, og tað sást eisini leygardagin, at t.d. Finnur Hansson hevur lættari við at finna liðfelagarnar. Hesu ferðina hevði hann fleiri góðar fríspælingar, og leik- lutur hansara á liðnum tyk- ist gerast alsamt størri. Málskjúttar KIF: Petur Martin Poulsen 7, Petur Martin Johansen 4 (4), Finn Heri Johannesen 2, Jákup Dam 2, Vagnur Johannesen 2, Jónálvur Johannesen 2, Per Joensen 1, Egil Steintórsson I Neistin: Aki Olsen 9 (2). Kári Mortensen 9, Heini H. Joensen 4 (1), Finn Mørk 3, Elmar Oså 3, Karl O. Rasmussen 2, Aki Mørk I Brotskøst: KIF 5, Neistin 3 Avaringar: KIF 2, Neistin 7“ Utvisingar: KIF 3, Neistin > Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen og Svend Olsen Nr. 208 - 2. november 1999 B68 kapping fyri tey yngru Komandi vikuskifti skip- ar B68 fyri innandura kapping í itréttarhøllini í Runavík. Talan er um kapping fyri yngru deild- irnar, sum verður neynd Shell Cup, tí tað er Shell, sum stuðlar toftamonn- um, m.a. við at lata heið- ursmerkir til trý tey bestu liðini í hvørjari kapping. Hjá dreingjunum skulu pinkulingar (føddir í 1992 og seinni enn tað) kappast fyri seg, smápiltarnir eru frá 1990 og 1991, pilt- arnir frá 1988 og 1989, smádreingirnir frá 1986 og 1987 og dreingirnir, sum eru føddir í 1984 og 1985, fara at kappast fyri seg. Yngstu gentukappingin verður ímillum tær, sum eru føddar í 1990 og seinni enn tað. Tær, sum eru føddar í 1988 og í 1989 kappast fyri seg,, og hinar báðu kappingarnar verða ímillum tær, sum eru føddar í 1986 og í 1987 og tær, sum eru føddar í 1983—1985. Frå B68 verdur upplyst, at tað ber til at boða frå luttøku í kvøld og í ann- adkvøld ímillum klokkan 19 og 21 á telefon 44 86 49 og 44 87 48. Lidini skulu hava ordulig fót- bóltsngvn, og á hvørjum liðnum verða fimm spæl- arar — ein málverji og fýra útispælarar. Hvórt liðið hevur loyvi at hava ein skiftisspælara. jh B36 bidar framvegis Fótbóltur: Svenski venjarin fór av aftur landinum uttan nakrar sátt- málasamráðingar Tað er framvegis ikki greitt, hvør fer at venja bronsuvinnararnar úr B36 komandi ár. Vit skrivaðu fyri tveimum vikum síð- ani, at ein eysturríkari heyði verið og hugt at umstødunum og vant saman við 1. deildarhóp- inum, og í vikuskiftinum var ein svenskur venjari og hugdi at umstødunum og vandi saman vid 1. deildarhópinum. B36 ynskir at fyrireika seg væl og virðiliga, áðr- enn teir taka stóðu til venjaraspurningin. Teir hava ikki tikið stóðu til, um tað skal vera annar av Hondboltsstødan 1. deild kvinnur teimum báðu, ið hava vitjað, sum skal vera venjari, um tað skal vera onkur annar útlendingur, ella um tað skal vera ein av føroysku venjarunum. I B36 verður sagt, at teir ætla, at venjaraspurn- ingurin skal vera av- greiddur undan j6lum. Farid verdur undir fyri- reikingarnar til nyggja kappingarårid sidst i jan- uar. Tå verdur Tomislav Sivic, sum try tey seinastu årini hevur verid venjari hjå B36 og ni er i Jugo- slavia og heldur fri, venj- ari hjá KÍ. = jh 1. deild menn vunnin tapt mál- vunnin tapt mál- dystir v j tÍ mál mál munur stig dystir Y it mál mál munur stig 1. Kyndil 5 3 1 ] 111 98 13 7 i. VÍF 4 4 0 90 114 97 17 8 2. Stjórnan 3 3 0 0 80 65 15 6 2. Kyndil 8 3002 131 105 26 6 3. VB 3 Ii 2 0 65 59 6 4 3. StÍF 3 30 0 81 64 17 6 4. VIF 4 2 0 2 95 92 3 4 4. Neistin 4 3 0 |1 107 96 II 6 S. Neistin 4 0 1 3 64 82 -18 ] 5. Tjaldur 4 1 0 3 96 117 -21 2 6. Tjaldur 3 0 0 3 56 75 -19 0 6. H71 4 0 0 4 93 111 -18 0 A — -32 StÍF er tikið úr kappingini I 7 be = + oO oO + 74 106 DO