Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið SOSlalurin Uppskotið til oljuleiting klárt Í hesi viku fær landsstýrismaðurin í oljumálum handað tilfarid, sum skal brúkast til viðgerðina á løgtingi til 1. útbjóðing til oljuleiting á fóroyska landgrunninum JAN MULLER Nú leggja tey í Oljumála- stýrinum seinastu hond á tilfarið til 1. útbjóðing. sum landsstýrismaðurinn í olju- málum, Eyðun Elttor fer at fáa handað fyrst í hesi viku Sosialurin skilur, at í hesum ilfarinum finnast bæði teigarnir, sum skulu bjóðast út og annars tær treytir eitt nú skattligar, ið verða ålagdar oljufeløgunum, sum søkja Herålvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum sigur, teigararnir, sum eru við í útbjóðingini er eitt úrval, sum er so mikið stórt, at allir seriðsir partar skuldu havt møguleika at fingið okkurt. Teir flestu teigarnir eru í fyrrverandi Hvitsonuni Nakað er inni á landgrunn- inum, men tað mesta liggur tó frá 500 metrum og út á djúpri vatn. Í landssynn- ingshorninum av Føroya- økinum kann verða upp til 1400 metra dýpi. Sosialurin skilur, at tað verður eisini boðið nakað út longur norð um, tó at tað ikki verður fari- ð heilt norðurum. Teigar nir, sum liggja næstir landi. eru einar 30 fjórðingar úr Føroyum Modelloyvið. sum verður gjørt til eina slíka útbjóðing, er eisini klárt. Í tilfarinum er so eisini skattaparturin Boð verða uppá alt, sum tørvur er á at leggja fram í sambandi við eina útbjóð- ing Eftir at landsstýrismað- urin hevur fingið tilfarid verður tað so snøggad til og latið landsstýrismonnum og tingmonnum. Møguliga verður eitt seminar hildið fyri ungmonnum at kunna teir heilt nágreinaliga um tilfarið, nú hetta er nakað nýtt, sum tingið ikki hevur vidgjørt áður Sosialurin = skilur, at spurningurin um eitt alment oljufelag er eisini tikin við í tilfarið. Her er bæði møgu- leiki at stovna eitt felag, at fáa eina option ella at halda hetta heilt uttanfyri. Hetta er nakað, sum tað politiskt má takast støda til Í tilfarinum verður so eis- ini neynt nakað um parta- felagsskatt, royalty, serskatt umframt almennu luttøk- una. Tað verður so talan um eina avvegan, har eisini før- oyska økid, sum er dyrt at Oljumálastjórin heldur fundurin við vinnulívið var sera positvur. Mynd Jens K Vang arbeiða í, skal við í met- ingarnar. Herálvur Joensen sigur, at vit longu hava sett nøkur krøv í lógini um, at virksemið skal ganga út frá Føroyum, og at oljufeløgini skulu brúka føroyskar vørur og tænastur. Hetta er so eisini nakað, sum kann seta avmarkingar fyri, hvussu nógv ein kann krevja á ødr- um økjum. Í síðsta enda er talan um eina avvegan, eina javnvág millum tað, sum føroyska samfelagið skal hava burtur úr og tað, sum oljufeløgini skulu váða og kunnu fáa burturúr. Góða ráðgeving Stjórin í Oljumálastýrinum metir sjálvur, at hansara fólk hava gjørt eitt gott ar- beidi, ið nettupp tekur hædd fyri tí javnvág, sum nú eina- ferð er so týdningarmikil. Eru krøvini ov strong, so kann tað ræða oljufeløgini. Hinvegin skal føroyska samfelagið eisini hava sítt burtur úr. Fyri at finna ta skilabestu loysnina og eima rímuliga avvegan hevur Oljumálastýrið, sum enn er ungt og ikki hevur tær nógvu royndirnar, keypt sær ráðgeving frá eini vælkvali- fiseraðari og professionell- ari konsolentfyritøku, sum nettupp hevur til uppgávu at ráðgeva m.a. myndug- leikum, ið skulu undir út- bjóðingar. Hetta verður so eisini fyri at tryggja sær, at tað føroyskir myndugleikar koma við, er nakað, sum oljufeløgini kunnu taka í- móti. Talan er um fyritøkuna Wood Mackenzie, ið er eina undirdeild av týska stór- bankanum Deutche Bank. Oljufyrisitingin kannaði einar triggjar fyritøkur og kom til, at henda var tann besta at brúka í verandi stóðu. Allar vóru tær egn- aðar, men stjórin á Olju- málastýrinum heldur, at net- tup henda eina fyritøkan vísti seg at hava sera holla vitan um oljuídnaðin og hvørji kriteriur oljuidnad- urin brúkar, tá hann skal gera sinar iløguætlanir. -Ti hildu vit, at henda fyritøkan mest realistiskt kundi meta um, um ídnaðurin vildi ganga vid til tad, sum vit nú komu til sigur Herålvur Joensen, sum vísir á, at teir vilja tryggja sær, at man er á rættari leið, og at pakkin vit koma við ikki er ov tungur tvs. at forða fyri, at vit kanska ongar umsóknir fer at fáa, tá man hevur brúkt orku og pengar uppá alt fyrireikandi arbeiðið. Hann sigur annars, at tað er sera kompliserað at struk- turera eina skattaskipan, sum er nøktandi tvs. sum á aðrari síðuni gevur samfel- agnum tað, sum samfelagið hevur krav uppá, men sum hinvegin ikki virkar so, at hon stoytir feløgini frá sær. Bretar og Greenpeace Hvat útbjóðing á bretskum oki viðvíkur, so heldur Her- álvur Joensen, at tað kann væl henda, at báðar útbjóð- ingarnar verða um somu tíð, tá avtornar. Tað er so heldur einki dulsmál, at bretska øk- ið er tað, sum vit eru mest í beinleiðis kapping við, so treytirnar hjá okkum vilja verða samanbornar við tær, sum eru á bretskum øki. Stjórin á Oljufyrisitingini fylgir annars væl við, hvat hendir við bretsku útbjóð- ingini og leiklutinum hjá Greenpeace. Hann sigur, at fleiri oljufeløg hava nevnt henda spurning fyri teim- um, tó at føroyskir mynd- ugleikar ikki hava tosað so nógv um tað ella fyritikið sær nakað. Men hann heldur tað vera rætt longu nú at leggja okkum eftir at vita, hvussu vit skulu tackla eina støðu, har Greenpeace t.d. vil leggja forðingar í vegin fyri leiting á føroyskum oki. -Vónandi klára vit um ikki so langa tíð at seta ein bólk, sum skal hyggja eftir hesum, m.a. tí lógargrund- arlagnum sum er. Spurningurin er um vit hava ta neyðugu lóggávuna fyri at kunna steðga Green- peace, um tað verður ak- tuelt, og hava vit tað ikki, skulu vit so taka støðu til, um vit skulu gera ískoyti til verandi lógir og reglugerðir ella skulu vit handfara mál- ið heilt ødrvisi? Herálvur Joensen sigur, at tað helst ikki er nøkur før- oysk lóggáva, sum Green- peace kann brúka á sama hátt sum EU-direkti við, har tað møguliga kann brúkast til at seta spurningartekin við eina heila útbjóðing. Tvs. at viðurskiftini har og her kunnu ikki samanberast. Við okkara støðu uttan fyri EU kann Greenpeace td. ikki fáa lagt fútabann móti eini rundu á føroyskum øki. Góður fundur Sum partur av fyrireiking- unum til 1. útbjóðing hevði Oljumálastýrið fund við umboð fyri vinnuna nú um Nr. 208 - 2. november 1999 dagarnar. Undan tí fundin- um hevði eisini verið fundur við umboð fyri fiskivinnu- feløg og umhvørvisfeløg. Herålvur Joensen sigur, at tað var fyrst og fremst vinn- an, sum ynskti fundin, og hann heldur, at hetta var ein góður fundur. -Tað var Ar- beiðsgevarafelagið,ið hevði kallað sínar limir til fundin. Hetta var ein positivur fundur, har tað ikki vórðu stórvegis av atfinningum móti tí uppskoti, sum so ella so fer at verða lagt fyri ting- ið. Í heila tikið haldi eg, at stórir partar av vinnuni virka at vera væl fyrireik- aðir og væl klárir til at fara uppí eina oljuvinnu. Fleiri av virkjunum, sum eisini hava verið við á oljumess- um, leggja minst líka stóran dent á at seta krøv til sin sjålvs sum at leggja dent á, at politikkurin hjá tí al- menna skal lyfta tey um lúnningina. Herálvur Joensen, sum nú hevur verið við í oljuarbeið- inum í eina drúgva tíð, er sum heild nøgdur við gongdina, hóast hann væl veit, at tað tekur tíð og krev- ur nógv av fólki at byggja nakað upp frá botni av. Husaumstødurnar = hava kanska heldur ikki verið tær bestu, men nú verður so helst flutt í stórri hóli. Um tað verður ein verandi loysn vil tíðin vísa. Henda tíðin hevur annars sett stór krøv Fundur millum vinnuna og Oljumálastýrið um komandi útbjóðing. Myndir Jens K Vang til øll tey, sum hava havt tilknýti til málið, og heldur Herálvur Joensen, at tey hava gjørt eitt gott arbeiði. Fáar og skilagóðar treytir Nú bíðar hann so spentur eftir, hvørja lagnu uppskotið fer at fáa í tinginum. Hann viðgongur, at tað var eitt sindur av einum bakkasti, at Shell tók seg aftur, men vónar, at onnur halda fast. Tað er heldur ikki óvist, at Shell fer at venda aftur henda vegin eina ferð í framtíðini. Og har skulu teir vera vælkomnir leggur olju- stjórin dent á. Hann vísir annars á, at oljufeløgini nú sita í eini bidistødu. ØIl hava tey eis- ini tikið fyrivarni um leiklut teirra í okkara oki. Tey gera einki av, fyrr enn tey kenna treytirnar. -Eg haldi treytirnar eru fáar og skilagóðar, og eg rokni ikki við, at tær fara at hava við sær, at onnur feløg leypa frá nú. Treytirnar fyri at kunna gera iløgur her eru soleiðis, at tær eiga ikki at gera, at feløgini taka seg úr økinum. Herålvur Joensen sigur, at vit ikki vita, hvørjar vónir politikararnir hava, fyrr enn uppskotið er lagt fyri teir. -Vit kunnu bert mæla teim- um til at hava realistiskar „forvantningar“ í mun til tað stig vit eru í. Vit eru eitt øki við stórum váða og har tað finst avmarkað vitan um undirgrundina. Hetta má ein hava í huganum, tá útbjóð- ingin verður umrødd. Tá tað so hevur verið borað kann váðin verða munandi minni og so kann tað vera, at man strammar treytirnar eina aðru ferð - til eina aðra út- bjóðing. Hinvegin skal ein eisini minnast til, at um fyrstu boriúrslitini ikki eru nøktandi, skal man kanska hava uppaftur lagaligari treytir fyri aðra útbjóðing. Treytirnar, sum nú verða settar, mugu verða eftir vón- unum og vánunum, sum eru galdandi í dag.