Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 2. oktober 1999 tíðindablaðið 23 Sø se Rolf Magne Larsen, varastjøri i Statoil vitjar: Bíðið við almenna oljufelagnum - Fóroyingar eiga heldur at brúka pening og orku nú til at útbyggja oljuumsitingina til tess at kunna stýra og hava eftirlit við gongdini - enn at brúka nógvar kreftir uppá eitt alment oljufelag. Tað kann koma seinni sigur varastjóri í Statoil JAN MØLLER Í farnu viku kom ein herur av Statoilfólki til Føroya. Ørindi teirra vóru fleiri. Í ferðalagnum var m.a. vara- stjórin fyri altjóða leiting, Rolf Magne Larsen. Saman við honum var eisini nýggi tíðindastjórin hjá Statoil, Hans-Aasmund Frisak og jarðfróðiligi leiðarin fyri Føroyaøkinum, John Inder haug. Teir vitjadu å Olju fyrisitingini hósdagin og stukku eisini inn á gólvið hjá løgmanni í Tinganesi. Umframt teir vóru eisini onnur fólk frå Statoil við í ferðalagnum. Hetta er í sambandi við peningagáv- una, sum Statoil hevur latið føroyska oljuútbúgvingar- samtakinum. Eisini hevur ein av serfrødingunum hjá Statoil í boritøkni hildið fyrilestur fyri næmingum í studentaskúlanum í Hoy- dølum. Millum tey fyrstu Statoil var eitt av fyrstu oljufeløgunum, sum vísti føroyaøkinum ans, tå undir- grundin kom å føroyskar hendur. Tað eru longu fleiri ár síðani, at Statoil og hini bæði feløgini í AMG-sam- takinum, Mobil og Enter- prise vóru klár til at fara undir boring á landgrunn- inum. Feløgini hava brúkt meira enn 100 mill. kr. til kanningar, og hóast tað er gingin drúgv tíð at skula bíða eftir at fáa bæði mark og tí fyrstu útbjóðingina uppá pláss. so hevur Statoil ikki mist mótið. Tvørtur- ímóti sær hetta stóra norska oljufelagið framvegis Før- oyar sum eitt av sínum framtíðar leitiøkjum. Og hetta dylur leitistjórin hjá felagnum heldur ikki fyri. -Hetta hevur tikið tíð, men nú haldi eg, at tær flestu forðingarnar eru burt urbeindar, og bíða vit tí í spenningi eftir, at 1. útbjóð- ing skal lata upp í januar sigur Rolf Magne Larsen. Hóast onkur „svert“ skýggj á himmalinum, so hevur Statoil kortini ikki mist áhugan. At Mobil, sum felagið hevur arbeitt so tætt saman við, nú verður partur av Esso og tí helst ikki við tað fyrsta verður í bólki saman við Statoil, so heldur Rolf Magne Larsen ikki hetta verða nakra forðing. Tí hetta er so vanligt í oljuvinnuni, at bólkar broyt- ast. Statoil fer innan árslok at finna fram til, hvønn bólk tað verður við í. Norski leitistjørin sær heldur ikki avgerðina hjá Shell at taka seg aftur av føroyska økinum sum nak- að veruligt afturstig fyri hetta økid. Sjálvandi virðir hann nógv vitanina og dygdirnar hjá Shell, men hann ivast í, um avgerðin hjá Shell ikki at vera við í 1. útbjóðing við Føroyar, byggir á tørvandi vónir til at finna olju og gass her. Heldur byggir hetta á tann týdning og prioritering, sum Shell leggur í onnur oki í heiminum. Tvs. at Føroya- økid er rætt og slætt komið aftur um í rødini, men kann harfyri gerast åhugavert eina aðru ferð. Tí leggur Rolf Magne Larsen ikki so nógv í avgerðina hjá Shell. Men samtíðis leggur hann dent á, at føroyska økid er eitt váðiligt og dýrt oki at arbeiða í. Hetta vita tey fel øg, sum eru von at arbeiða á djúpum vatni. Rolf Magne Larsen minnir í hesum sam- bandi eisini á, at BP Amoco, sum rekur tey bæði olju- feltini á bretskum øki, Foinaven og Schiehallion hava havt trupulleikar or- sakað av nógvum hørðum streymi á botninum og stór- um aldum. Slíkt fær sjálv andi oljufeløg at umhugsa sínar íløgur. Statoil er tað felagið, sum hevur flest leitiøki tilsamans á Atlantsmótinum. Felagið hevur nógva vitan um okið og sær Føroyar sum ein náttúrligan part av ølllum ti samlada økinum. Ti vil fel- agið eisini vera við í leit ingini her. Rolf Magne Lar- sen sigur, at data teirra vísa, at økid er áhugavert og ser- stakliga er talan um lands- syningshornið, nærhendis bretsku oljufeltini Treytirnar eftir Nú er so alt upp til føroysk- ar myndugleikar og við hesum sipar norski stjórin til treytirnar í komandi út- bjóðing. Hann minnir á, at hetta er nýtt og ókent øki við torførum umstødum at arbeiða í. Tað ger, at olju- feløgini vilja hyggja ser- stakliga væl eftir treytunum, sum verða settar og sam- Rolf Magne Larsen: -Eg skilji væl um fóroyingar seta fleiri treytir enn t.d. bretar meta tær við onnur øki. Harfyri sigur norski stjórin ikki, at føroyingar ikki skulu laga vidurskiftini so- leiðis, at Føroyar fáa nakað burtur úr. Hann sigur seg væl skilja, um føroyskir politikarar vilja fåa inntøkur frå eini oljuvinnu, áðrenn alt ov nógv ár ganga. -Tí havi eg samhuga við tykkum , tå tit td. vilja hava royalty at vera við í treytunum. Tí tað er jú av brutto, og vil tað siga, at so skjótt sum oljufeløgini fáa inntøkur frá oljuni, so koma pengar í landskassan. Við hesum verður føroying- um tryggjað inntøkur frå fyrsta degi ein framleiðir. Serskatt og alment oljufelag! Hinvegin er Rolf Magne Larsen eitt sindur meira varin, tá tað um serskattin ræður. Skal slíkur ásetast so heldur hann tað tó vera av stórum týdningi fyri olju- feløgini, at hann ikki virkar fyrr enn feløgini hava tryggjað sær eina ávísa inn- tjening. Men tá tað kemur til al menna lutøku við einum oljufelag er norðmaðurin rættiliga ivasamur ella rætt- ari: hann heldur vit eiga at læra av norsku royndunum, hóast hvort landið má hava sínar egnu royndir og sína skipan. -Í Noregi kom alment oljufelag ikki uppá tal fyrr enn eftir 2. útbjóðing, og tå oljuvinnan hevði prógvað sítt tilverugrundarlag. Sjálvur haldi eg tað ikki vera skilagott longu nú at stovna eitt alment føroyskt oljufelag. Tað fer í hvussu er ikki at vaksa um mat arlistin hjá oljufeløgunum Statoilstjórin heldur eis- ini, at nú føroyska samfel- agið er so lítið, so er eisini umráðandi at brúka av- markaðu kreftirnar og ikki minst arbeiðsmegina rætt Hann heldur tað vera meira týdningarmikið at menna og útbyggja eina professionella føroyska oljuumsiting og brúka tey góðu fólkini tl at stýra og hava eftirlit við gongdini. Ein slík fyrisiung er nevniliga sera tydning- armikil fyri eitt land, nakað sum norskar royndir eisini VIsa UK og Føroyar ikki sammetast Nú Føroyar kunnu koma at kappast vid eina komandi útbjóðing á bretskum oki spyrja vit Rolf Magne Lar- sen, um hann ikki heldur, at føroyingar verða noyddir til at seta hægri krøv og treytir enn teir í Bretlandi gera beint hinumegin mark- ið svarar hann, at ein kann ikki heilt samanbera økini. Hann skilur væl, at føroysk- ir myndugleikar eisini vilja hava onnur element inn í treytirnar enn t.d. bretar. Fyri tað fyrsta hava tit sum er lægri partafelagsskatt, og tað kemur tykkum til góða. Harnæst eru tit eitt spildur- nýtt oki. sum sjálvandi skal hava onkrar inntøkur, áðr- enn tað gongur ov long tíð. Annars heldur hann tað eigur at hava týdning fyri Føroyar at fáa fatur á teim- um oljufeløgunum, sum eru von at arbeiða á djúpum vatni. Men feløgini skulu gera stórar íløgur, og tí má ein vóna, at tað verða funnin stór felt. Rolf Magne Larsen minnir annars á, at TØroy- ingar eisini mugu gera sær greitt, at í og við at man krevur, at alt skal um før- Rolf Magne Larsen i Statoil er rættiliga bjartskygdur um Mynd Jar Varastjór føroyska økio oyskan keikant og at brik ast skulu føroyskar vørur og tænastur, so dyrkar man tå eisini um kostnaðin hjá oljufeløgunum. Tað hevå kanska verið bíligari hjá teimum at arbeitt úr Aber deen t.d. men hann skilur væl, at føroyingar vilja hava virksemi her eisini. Men tað verður so eisini ein partur av heildaravveganini í sam- bandi vid útbjóðingina 25% meguleiki fyri at finna olju Norðmenn eru ikki ókendir við umhvørvisfelagsskapin Greenpeace, sum í løtuni roynir at seta ein kíla í komandi bretsku útbjóðing- ina. Rolf Magne Larsen heldur ikki. at føroyingar eiga at hvorki at undirmeta ella yvirmeta Greenpeace. Uppá fyrispurning nær vit kunnu rokna við, at Statoil fer at bora við Føroyar sigur norski stjórin, at hetta verð- ur møguliga í ár 2001 men tað kann eisini blíva eitt ár seinni. Hann er so mikið bjartskygdur um møguleik- an at finna olju her, at hann metir, at tað skulu kanska „bert“ borast eini fýra brunnar fyri at kunna finna olju her. Umroknað merkir tað, at tað eru 25 møguleiki fyri at finna olji Hagtølini fyri leiting sig: annars, at tað í meðal sku borast einir 9-10 brunn: áðrenn tú finnur olji