mikudagur 3. november 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
Viðmerking
Tungt er at
eta sitt
egið -
og tað stolið
Ein tann mest áhuga-
verda kanningin nakran-
tíð í Foroya søgu er al-
mannakunngjørd: »Før-
ovar í kalda krignum
ella hernadarkanningin
Bankamál, undirgrund.
fiskimark o.s.fr. er lítið
afturímóti tí, sum verður
avdúkað í hesi frágreið-
ing
Tað týdningarmesta,
ið eg havi fingið burt
urúr, eftir at hava nær-
lisið frágreiðingina, er
hetta
1. Hesin sonevndi rik-
isfelagsskapurin
hevur bygt å eina
lygn:
Danska stjørnin og
embætisverkið høvdu
ongantíð ætlað at
senda nakrar pengar
ul Føroya ella at
byggja nakað væl-
ferdarsamfelag. Tað
vóru amerikanarar, ið
trýstu donsku stjórn-
ina at senda pening til
Foroya, til
tess at
sleppa undan. at sjálv-
styrisrørslan gjørdist
ov sterk. Danir seldu
pening av Marshall-
hjålpini, sum føroy-
ingar sjålvsagt åttu sin
part av, og kallaðu
hetta hjålp ur Dan-
n
He er sum funn-
ingsbøndin, tå hann
var hjá Ormi bónda
Tungt er at eta sitt
eg ð og tað stolið<
2. Feroyskir politikar-
ar hava biðið um
pengar fyri at forða
sjålvstyrinum:
Tað er skjalprógvað,
at ein føroyskur løg-
5.
Ein greið ætlan varð
løgd fyri at forða før-
oyskum sjálvstýri:
Tá sjálvstýrislandsstýri
varð skipað í 1962.
spurdu amerikanarar,
hvat danska stjórnin ætl-
aði at gera við tað. Teir
fingu svarið, at danska
stjórnin hevði tamarhald
á støduni. Hon satsaði
uppá. at føroyingar ikki
fingu semju um eitt út-
spæl. Um tað kortini
eydnaðist, fór hon at
royna at draga tíðina út
Og eydnaðist tað ikki.
fór hon at leggja eitt týð-
iligt trýst á landsstýrið
Hetta skuldi gerast við
at taka fram, hvussu
heftir føroyingar vóru av
donskum pengum og
danskari umsiting
Landsstýrið kundi so-
statt fáa nóg mikið a
togi til at heingja seg
sjálvt, sum teir orðaðu
seg
Hetta er
siggja i dag
júst tað, við
g. Og ætlanin
verður væl stuðlað av
føroysku andstødu-
flokkunum
Hvi verdur hetta tagt
burtur i fjølmidlu-
js 2
maður í 1959 før til num í
Danmarkar og bað um Onkrir fjølmiðlar hava
pening við teirri gjørt nakað burturúr kann-
rundgevine. at ann- ingini, men hetta hevur
ars gjørdist Tjodveld-
isflokkurin og sjåh
styrisrørslan ov sterk
3.Føroyvar hava verið
brúktar sum lima-
gjald og skjøldur
fyri Danmark:
Frágreiðingin prógv
ar, at danska stjórnin
nýtti Føroyar og
Grønland sum lima-
gjald til Nato, og sum
skjøldur fyri at sleppa
undan amerikanskum
troppum í Danmark
Harvið slapp Dan-
mark undan einum
stórum vanda í kalda
krignum, medan
vandin fyri føroying-
ar og grønlendingar
øktist samsvarandi.
4. Føroyskir løgmenn
vistu um nógv, sum
ikki varð sagt løg-
tingi og fólkinum:
Føroyskir løgmenn
vórðu kunnaðir um
fleiri loynidómar. Teir
valdu tó at vera loyalir
móti donsku stjórnini.
heldur enn móti løg-
tingi og føroyska
fólkinum
ikki fingið serligt pláss
Sjónvarp Føroya hevur als
ikki tikið hana uppá tung-
una
hvussu nógv sjónvarpið
annars hevur gjørt burturúr
málum
num, skipamálunum, und-
irgrundini o.s.fr., tykist
hetta sum ein sera løgin
raðfesting. Hendan kann-
ingin hevur upplýsingar,
sum hava alstóran týdning
fyri framtidarstødu Før-
oya, og sum ikki verda
lagdir fram fyri almenn-
ingin.
Tá vit hugsa um,
sum bankamåli-
Tí vil eg fegin alment
spyrja sjónvarpsstjóran:
Hví hevur SVF ikki tik-
ið hetta stórmál upp?
Metir SVF ikki at hetta
er partur av uppgávu sjón-
varpsins
upplýsingarmiðil?
sum almennur
Kann tað ikki fáa óhepn-
ar avleiðingar, at slíkir
upplýsingar verða aftur-
hildnir í landsins kanska
týdningarmesta fjølmiðli?
Etlar SVF at gera nak-
að við hetta mál?
Térbjørn Jacobsen,
Kaldbak
tíðindablaðið
Moralur
Ein populer definition av
morali er at siga, at tå ert
tað, tú gert. Tey, ið eru kom-
in eitt sindur longri, siga
sjálvandi, at tú ert tað, tú
roynir ella ætlar at gera.
Gevi eg onkrum, eg júst
havi bjargað av eini oydnari
oyggj, eitt búrmáltíð, av tí
at hann er diddarak av
svølti, so ger tað ikki meg
óndan, um hann doyr, rætt
og slætt av ti at eg ikki visti,
at tad kann vera livshættis-
ligt at geva einum, 10 svølt-
að hevur, so nógvan mat i
senn beinanvegin. Á sama
hátt: Um eg skjóti eftir
onkrum við skørpum, so ger
tað meg ikki ósekan, um
hann ikki doyði — kanska
tí at eg ikki rakti, ella tí at
revolvarin ikki riggaði sum
hann skuldi. Vit síggja, at
tað er ikki altíð tað, vit gera,
sum definerar okkum, men
heldur tað, ið vit royna at
gera. Annars eru tey, ið hava
meiri pening og betri um-
stødur at gera gott, eisini
betri menniskju enn tey,
sum liggja lamin í songini
ella ongan pening eiga. Hó-
ast tað hevdi verið so, sum
summi víðgongd fólk halda,
at allur heimurin er ein illu-
sion, so kundu vit kortini
verðið dømd eftir gerðum
okkara, av tí at vit HALDA
heimin vera veruligan.
Henda teoriin hjálpir okk-
um at skilja. hví ein hundur
ikki Kann kallast moralskt
„góður“. Hóast hann kann
kenna samkenslu, so er
hetta bert eitt instinkt, eins
og tað, ið ger, at hann drepur
fyri at yvirliva (egoisman).
Menniskju hava eisini hesi
instinkt, men hava tað fram-
um, at tey kunnu meta um
og taka eina tilvitandi av-
gerð, at broyta seg sjálvi og
sítt lív permanent, við at lata
eitt instinkt nørast, meðan
tey royna at køva hitt, ella í
minsta lagi dempa tað. Har-
afturímóti reka djór allar
sínar dagar fyri teimum
vindum, ið instinktini hjá
teimum skapa. Hjá einari
leyvumammu, ið svøltar og
kann velja millum at eta
ungar sínar ella doyggja í
hungri, er tað eins og at
kasta lut um, hvat hon skal
gera: bæði instinktini draga
hvort í sína ætt, og av tí at
leyvan ongantíð kann taka
eina tilvitandi avgerð og
gera sær sjálvari eitt mor-
alskt prinsipp, eina livireglu
at ganga eftir, er tað altíð
tilvildarligt, tað hon ger.
Ødrvisi er tað hjá menniskj-
unum, ið vanliga kunna seta
eitt ella annað mark fyri,
hvussu gjarna tey vilja liva.
Tey flestu vilja treyðugt
drepa nakran, hóast tey eru
gorhungraði, summi vilja
heldur ikki stjala, o.s.fr. Tað
ber til at venja ein hund at
gera góðgerðir, antin við at
hótta hundin, um hann ikki
ger tað, ella við at geva hon-
um onkra løn fyri at gera,
sum hann verður biðin. Men
tað ber líka so væl til, at
læra hann at bíta hvønn
mann. Hann kann hvørki
vera „góður“ ella „óndur“,
tí hann skilir ikki, hvat hann
ger — hann ger tað bara, tað
veri seg tí at hann verður
tvungin av instinktum, ella
tí at hann er vandur (heila-
vaskaður) til at gera tað.
Øvugt menniskjum kann
hundurin aldri vikja undan
tílíkari venjing og meta um
lutirnir rundan um seg. Hvat
hann so ger, so er tað 100%
egoistiskt, av ti at hann ikki
setur spurning vid, men bert
ger tad, id lønar seg hjå hon-
um. Hann er sum leir i hond-
um okkara, og kann um-
programmerast, næstan líka
lætt sum ein robottur. Tað
er eyðsæð, at tað er neyðugt
at skilja HVI tað, tú gert, er
gott, skalt tú kunna kallast
moralskur. Og hetta er ikki
serliga torført, í øllum fórum
ikki hjá vaksnum
menniskjum. Vit vita, at
sumt eru skaðiligt og at sumt
er nørandi, og vit kunnu taka
lívlangar = avgerðir um,
hvussu vit vilja liva. Gera
vit ikki hetta, so eru vit sum
djórini, ið reka fyri teimum
vindum, sum mótstríðandi
instinkt teirra skapa, og tí
ongantíð koma nakra
meiningsfulla leið, mor-
alskt.
Og hetta er ein tann
størsta orsøkin til, at ekta
kristin menniskju valla
kunnu kallast moralsk. Eins
og hundar gera tey bert tað,
ið lønar teimum mest. Tey
halda seg hava tvey lív, ið
tey skulu liva, annað stutt
og hitt ævigt, og at vit menn-
iskju bert kunnu velja, í
hvørjum av hesum báðum
lívunum vit vilja hava tað
gott. Vilt tú vera kristin,
mást tú nokta tær sjálvum
nógvar av teimum njóting-
um, ið hesin heimurin hevur
at bjóða, men afturfyri fært
tú ríkiliga afturgoldið við
góðum í tí næsta lívinum,
sum skal vara í allar ævir.
Hetta lívið, vit nú liva, er
nógv styttri, so tann kristna
avgerðin tykist at vera ein
góður handil. So skal tú bert
læra at liva við hvønn dag
at skula lovprísa einum tyr-
anniskum valdsgudi, ið
kastar menn sum Ghandi í
eldovnin (av tí at tey velja
hinduismuna heldur enn
kristindómin, sjálvt eftir at
hava lisið Bíbliuna), men
ber yvir við illgerðum hjá
monnum sum Paulusi, tí at
hesir vilja at geva seg undir
Hann. Lætt er at síggja, at
kristindómurin er hvorki
góður ella Sannur — Bíbl-
ian er jú full av mótsetning-
um og prísar Gudi fyri at
hava dripið børn. Tá komið
er so langt, royna tey
trúgvandi vanliga at snúgva
sær undan á annan hátt, vit-
andi um, at einki logiskt
grundarlag er fyri pástand-
um teirra, og vilja so vera
við, at vit menniskju ikki
kunnu dóma um gott og ilt,
(hóast Bíblian sjálv sigur, at
vit kunnu — træ kunnleik-
ans um gott og ilt) og at vit
tí eiga at lurta eftir Gudi.
Kunnu vit ikki meta um gott
Nr. 209 - 3. november 1999
og ilt, hvussu vita vit so, at
Gud er góður? Og kunnu
vit ikki meta um gott og ilt,
hvussu kunnu vit so revsast
so hart fyri misgerðir
okkara (og hvussu kann
nakað eita „misgerðir“, um
eingin veit, hvat er rætt og
hvat er skeivt??). Við at
siga, at „„Harrans vegir eru
órannsakandi“, og við
kortini at velja at vera
Honum lýðin, vísa tey í
roynd og veru, at tey ikki
hava nakra hóming av, hvat
tað er, tey gera. „Vit gera
bert sum vit vera biðin at
gera“, siga tey. — Minnir
hetta ikki um, tá ið onkur
ørvitisknokkur sigur, at
„Røddirnar bóðu meg gera
tað“, „Hundur mín bað meg
gera tað“ ella „Jodie Foster
bað meg gera tað“? Við at
gera so, sleppa tey eisini
øllum grundgevingum og
royna so tann einasta
mátan, ið er eftir, at tosa
fyri eina sak: AT VISA TIL
EIN AUTORITET, sum
kann stuðla sek teirra, i
hesum føri sjálvan Skapara
heimsins.
Hesir tveir hættirnir at
tosa fyri eina sak eru
kanska torførir at skilja,
uttan so at eitt dómi verður
givið: Kemur ein maður til
mína hurð og biður um
eitthvørt, sum tykist mær
púra órímiligt, noyðist hann
at nýta ein av hesum báðum
hættum (at grundgeva ella
at vísa til ein autoritet) til
at fåa meg at lova honum
innar. Sigur hann til dømis,
at hann ætlar sær at koma
innar fyri at leita igjøgnum
oll húsini og síðani at taka
børn mini við sær avstað
aftur, so skuldi hann givið
góðar grundir, sum jú ikki
er annað enn rímiligt, fyri
hesum. Hann kundi td.
sagt, at orsøkin til, at hann
skal leita gjøgnum husini,
er, at hann hevur sæð eina
slangu fara inn um dyrnar
og at børnini skulu við
honum, tí at hann ætlar sær
at koyra tey á sjúkrahúsið
beinanvegin, skuldi onkur
nú verið blivin bitin og ikki
sagt frá tí at hann ikki fekk
so øgiliga ilt. Hetta tykist
sera rimiligt, hóast ein
neyvan hevði latið ein
fremmandan farið avstað
við børnum sínum, uttan at
ein sjálvur fór við.
Hinvegin kundi maðurin
púrt noktað at givið góðar
grundir til, at tú átti at lovað
honum innar, og pástaðið,
at hann var løgreglumaður
og at tað ikki rakaði teg,
hví hann skuldi innar. Hetta
er at vísa til ein autoritet,
men gjørdi hann hetta, so
hevði eitthvørt skilafólk í
minsta lagi vilja sæð hans-
ara løgregluskeltid: hann
skuldi PROGVA, at hann
veruliga var løgreglumad-
ur. — Vil hann heldur ikki
tad, so hevur hann einki at
styðja seg til — tað, hann
biður um, er púra órímiligt,
tí at sak hansara hongur í
leysari luft.
Jesus varð biðin um júst
hetta; at prógva, at hann var
frá Gudi. Hetta man hava
verið tí, at hann bað fólk um
at gera sum hann segði,
uttan at siga hví tað var rætt
at gera so og so. Men Jesus
noktaði púrt fyri at prógva,
at hann var tann, hann segði
seg vera („Ein ónd og 6-
trúgv slekt leitar um tekin“,
Matt.12:39, og „íkki skal
nakað tekin verða givið hesi
slekt“, Mark. 8:12). Hann
helt seg hava rætt at krevja,
at fólk skuldi gera, sum
hann segði, uttan at hann
noyddist at siga hví
(grundgeva), heilt einfalt tí
at hann var Gud, men tað
noktaði hann at prógva. Tí
er søk hansara akkurát líka
idiotisk sum tann hjá ti so-
kallaða politistinum oman-
fyri.
Kom nu, Føroyar! Vit
valdu ikki at gerast kristin
tjóð, og enn ganga vit undir
sama oki sum forfedrar
okkara, tó ikki við hóttanum
um at missa høvdi, men
heldur við hóttanum um at
verða pínd um ævir í Helv-
itiseldi, sum verða teskaðar
í oyru okkara frá barnsbeini
av. Vit noyðast (ella lokkast
við nógvum peningi) at
geva hátíðarlig lyftir um at
tæna hesum átrúnaði
BEINT AÐRENN vit ger-
ast vaksin og tilvitandi
sum l4-ára gomul børn.
Komandi hátíðarhaldið
Føroyar Kristnar í 1000
Ar“ er nakað, vit eiga at
skammast um heldur enn at
gleðast um. Tað vitnar bert
um, at vit hava verið lump-
aði í túsund ár og ikki hava
fatað tað enn, at vit eru heil-
avaskaði eins og hundar og
enn ikki hava slitið okkum
leys. Man tað vera av berari
tilvild, at næstan øll, ið
„finna sannleikan“ í Føroy-
um, eru kristin, meðan tey,
ið „finna sannleikan“ i Ti-
bet, eru buddhistar?
Vit eru ikki kristin allíka-
væl — hetta sást av tí lítlu
undirtøkuni, ið var, at bjóða
flóttafólki úr Kosovi til
landið (ikki tí at eg taki und-
ir við hesari avgerð — man
tað ikki hava verið tí, at tey
vóru muslimar, at vit ikki
vildu hava tey higar?) —
“Av hesum eru Guds børn
og djevulsins børn kunn;
hvor, sum ikki fremur rætt-
vísi, er ikki av Gudi“ (1.
Jóh.3:10). - Tað minsta vit
kunnu gera er at vera erlig.
„Hygg burtur frá tínari verð
„so skalt tú síggja alla verð-
ina“, Føroyar.
John Johannesen
(Blaðið skal gera vart við, at
høvundurin av hesi grein ikki
er tann John Johannessen,
sum starvast sum blaðmaður
á Sosialinum)