mikudagur 3. november 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 3. november 1999
tíðindablaðið í
11
Ung framtíð við pallborð
Umboð fyri samband, javnað og tjóðveldi dugdu væl at kjakast á pallborðsfundi á
læraraskúlanum leygardagin. Høvudsevnid gjørdist tjóðskaparspurningurin
HOGNI MOHR
Ungdómsráðstevnan í viku-
skiftinum, sum FUR skip-
aði fyri, helt fram leygar-
morgunin. Um 10-tidina
fóru stevnuluttakararnir frá
morgunmatarborðinum á
læraraskúlanum og á pall-
borðsfund í høllini. Við
pallborðið sótu Páll á
Reynatúgvu, sum umboð-
aði Tjóðveldisflokkin, Elin
Lindenskov, fyri Javnaðar-
flokkin og Olav Enomoto,
sambandsumboð. Fundurin
var skipaður á vanligan hátt.
Tey trý við pallborðið byrj-
aðu við smáum einarødum,
og løgdu við hesum grund-
arlag undir kjakið.
Páll á Reynatúgvu var
rættiliga skaldborin í síni
rødu, ið var merkt av hug-
flogi og kenslum. Framtíðar
Føroyar ímyndaði hann sær
sum málning. Hann segði.
at skulu vit føroyingar fara
undir at mála hendan máln-
ing eru røttu fyritreytirnar
neyðugar. Heimastýri var
eftir hansara tykki ikki ein
teirra!
— Vit eiga ikki at stúra fyri
sjálvbjargni. Vit hava fram-
íhjárættindi; reina luft,
grønan bø, blátt hav og
svarta undirgrund, segði
ungi tingmaðurin á góðum
og mergjaðum sandoyar-
máli. Umframt hetta nátt-
úrugivna tilfeingið, nevndi
Páll munin á menniskjunum
her á oyggjum, ið hann helt
vera størsta tilfeingið.
— Vit eru øll skilagóð,
men hvor á sín hátt, segði
Páll á Reynatúgvu
Fult vald, men ikki
fullveldi
Elin Lindenskov var meira
ítókilig enn Páll á Reyna-
túgvu í sínum íkasti til kjak-
ið. Hon tosaði meira um
gerandisdagin, og serliga
hin í Havn, ið sum kunnugt
er merktur av tørvi á barna-
ansing og bústaðartrupul-
leikum, ið ung noyðast at
dragast við. Elin mælti før-
oyingum til at broyta bú-
staðarvanar. Javnaðarum-
boðið nerti eisini við arbeiði
og arbeiðisloysi.
— Vit eiga at miðja ímóti
at fáa arbeiði til allar hend-
ur, men tey arbeiðsleysu
eiga eisini at kunna liva
undir góðum treytum, segði
hon.
I ríkisrættarliga spurning-
inum tyktist Elin meira hug-
að fyri broytingum enn
flokkurin, hon umbodar.
Kortini vóru orðingar henn-
ara sera líkar teimum vit
hoyra á tingi, tá javnaðar-
fólk eru á rødararpallinum
har. Elin gjørdi greitt, at
fullveldi ikki er fremsta
mål, men at hon kortini helt
nyskipan vera neyduga. Og
nyskipanin skuldi eita sjålv-
stýrislóg!
— Neyðugt er, at broyting-
arætlanin, sum íkki skal
skundast igjøgnum, fær
stóra undirtøku, og at eitt
samt løgting stendur aftan
fyri ætlanina, segði hon og
gjørdi greitt, at ein sjålvstyr-
islóg eftir javnaðarleisti fór
at áseta fult føroyskt vald
og greiðar reglur um heima-
rætt og at føroyska flaggið
er einasta umboð landsins.
Hví hon so ikki vil hava
fullveldi. sum eisini ásetir
fult føroyskt vald, segði hon
onki um.
»Verda vit rikari..?«
Olav Enomoto úr Sam-
bandsflokkinum var sera
undirhaldandi í rødu og
kjaki. Hann var eftir tykki
teirra mongu, tann, id dugdi
best at halda rødu. Hóast
unga — sambandsstjørnan
stóð rættiliga einsamøll
millum mangar ungar og
tjóðskaparsinnaðar åhoyr-
arar, var vón fyri framman.
Tað var soleiðis, at ein rætt-
ur riðil av pensiónistum,
sum vóru á skeiði á Háskúl-
anum, var komin at lýða á.
Og úr tí hópinum hoyrdust
hvøllastu klappini, tá Eno-
moto gjørdi burtur úr sær.
— Vit kunnu ikki átaka
okkum stór mál at umsita.
Tí ynskja vit samband mill-
um javnstillaðu partarnar í
ríkisfelagsskapinum. Gam-
aní, góður vilji krevst, og
eru trupulleikar, so hyggja
vit upp á teir. Men at fáa
fullveldi, tað er at fara ov
langt. Man brýtur ikki hús-
ini niður, tí ein pera fer. Man
skiftir peruna, segði Olav
Enomoto, sum segði seg
vera føroyskan patriot.
Hann nytti somu mynd,
sum formadur Sambands-
flokksins plagdi. Myndina
við motorvegnum niður
gjøgnum Evropa.
— Okkara møguleikar í
danska ríkinum innslúsa
okkum í Evropeiska Sam-
veldið, og har eru nógvir
møguleikar, segði Olav,
sum brúkti vendingina »at
koma í sving« upp í saman
- Vilja vit av við blokkin,
er ikki neyðugt at samráð-
ast. Vit kunnu bara koma í
sving, og minka hann sjålvi,
segði hann.
Olav Enomoto endaði
rødu sína við at seta triggjar
umfevnandi spurningar í
sambandi við fullveldi:
— Verða vit ríkari, verða
vit sterkari og hverjar
møguleikar fáa vit..?
Spurningunum svaraði
hann alt fyri eitt, undir
einum:
- Fullveldisætlanin
skramblar saman!
Marita var ikki fræls
Tá kjakið byrjaði spurdi
Elin Lindenskov beinan-
vegin undranarsom, um
Olav Enomoto ætlaði sær
upp í ES. Olav svaraði, at
ein hvítbók um ES-spurn-
ingin átti at verið skrivað
alt fyri eitt.
— Og hon skal vera betur
enn Hvítabók, sum er ein
reviderað tjóðveldisstevnu-
skrá, visti Olav at siga.
Soleiðis byrjaði tíma-
langa kjakið, sum prógvaði,
at tjóðskaparligu rembing-
arnar í Føroyum eisini eru
aðalmál teirra ungu. Annað
enn tjóðskaparmál vóru
nærum ikki tíkin upp á
tungu.
Unga og orðakringa sam-
bandsstjórnan spurdi, hví
hann ikki skuldi kenna seg
frælsan, tá ið hann vaknaði
um morgnarnar. Eisini hes-
um spurningi svaraði hann
sjálvur.
Nú verður so dúgliga
fiskað eftir frælsi. Eg sigi,
at vit eru fræls. Vit eru ikki
nidurbundin, helt hann
Elin Lindenskov. sum
segði seg ikki ræðast full-
veldi, helt kortini, at vit áttu
at havt í huga, at vit hóast
alt ikki høvdu livað undir
harðrendum stýri.
Tjóðveldistingmaðurin
var skjótur at svara.
Javnaðarflokkurin átti
at vita, at Føroyar ikki eru
frælsar. Ég minnist andlits-
bráið á tåverandi løgmanni,
Maritu Petersen, tá hon
hevði verið í samráðingum
við danir í 1993 og hevði
fingið at vita, at alt var mist.
Hon líktist ikki einari fræls-
ari konu, segði Páll á
Reynatúgvu.
Merkið og Dannebrog
Kjakast varð aftur og fram,
og fólk gjørdu vart við seg
úr høllini. Ein åhoyrari
hevði kagað á heimasíðuna
hjá ST. Um Føroyar stóð
lítið. Kortini fekst at vita,
at føroyingar hava tveir
merkisdagar: Danska
grundlógardagin og fød-
ingardag Margretu drotn-
ingar! Hetta helt áhoyrarin
vera somikið vanæriligt, at
hon ikki dugdi at seta orð á
tað.
Elin Lindenskov segði
seg skilja áhoyraran sera
væl. Elin hevði sjálv verið í
Kina í donskum ferðalagi
einaferð, og ta ferðina varð
Dannebrog hongt um hálsin
á henni. Tað kendist sam-
bært javnaðarkvinnuni ikki
serliga væl. Hon tók kortini
málið í egnar hendur og
klistraði Merkið uttan á
Dannebrog!
Stórur partur av kjakinum
millum pallborð og holl
snúði seg um teir partar av
valdsbýtinum millum Dan-
mørk og Føroya, sum tykj
ast ógreiðir. Páll á Reyna
túgvu segði loysnina vera
fullveldi. Elin Lindenskon
segði segði skilja støðuna.
men mæltu til varsemi, með
an Olav Enomoto endurtók
áheitan sína um at >koma í
sving«
Gott kjak
Pallborði fekk endaliga orð-
ið. Páll á Reynatúgvu segði.
at orðaskiftið í dag og 5 - 6
ár aftur í tíðina prógvaði, at
fullveldi er frægasta leið.
Ongin skundar sær. Vit
hava livað undir heimastýri
í 51 ár, segði hann
Elin Lindenskov segði
seg hava góðar framtíðar-
vónir. Hvussu enn úrslitið
verður á ríkisrættarliga
økinum segði hon seg vóna,
at tað ikki gongur út yvir
vælferðina.
— Vit skulu hava framburð
við frælsum menniskjum,
segði Elin Lindenskov.
Olav Enomoto helt eisini
framtíðina verða bjarta og
segði seg vóna, at øll fara
at fáa peningaligan fram-
burð í Føroyum.
— Men vit noyðast at
koma í sving við at skapa
eitt sjálvberandi samfelag,
helt hann fyri.
Ahoyrararnir vóru eftir
pallborðsfundin nærum á
einum máli um, at fundurin
hevði verið góður. Fleiri
hildu, at ungu umboðini við
pallborði dugdu betur at
kjakast í dag enn á vanlig-
um politiskum fundum. har
serligur dentur altíð verður
„Politikkur stinkar...<
Fyrilesturin, sum Sjúrður Skaale helt í sambandi við ungdómsráðstevnuna um framtíð
Fóroya, var kveikjandi og áhugaverdur. Hugleitt varð um politikk, samfelag og fólkaræði
HOGNI MOHR
Eftir døgurdastedgin á lær-
araskúlanum leygardagin,
røddi Sjúrður Skaale um
leiklut hins einstaka í fólka-
ræðinum. Politikk og virð-
isbýti skilgreinaði hann við
hesum orðum: Hver fær
hvat, sigur hvor!
Síðani segði hann, at tað
ikki er løgid, um onkur
segði, at politiskt vald er
skeivt, tá hugsað verður um,
hvussu stórt vald politikarar
hava.
— Men hevði onki pol-
itiskt vald verið, hevði bert
hin sterkasti yvirlivað, og
tískil er helst neyðugt at
siga, at politikkur er neyð-
ugur. Var onki politiskt
vald, var ongin menning.
Bara ótti, segði Sjúrður.
Politiska valdstólið valdi
Sjúrður at skýra høvdid á
samfelagnum. Og okkara
politiska høvd er gjørt eftir
høvdi teirra gomlu grikka,
sum funnu upp á orðið
demokratia. Nýskapanin í
hesum hugtaki var, at fólkið
skuldi sleppa at velja tey
sum skuldu ráða fyri borg-
um.
— Gomlu grikkarnir vóru
klókir. Teir søgdu, at við
hesi skipan ráða vit yvir
teimum, sum ráða yvir okk-
um. Men fólkaræðið er ikki
tvingsil. Tað er eitt til-
boð...!
Sambært Sjúrði Skaale
taka oll ikki av hesum til-
boði. Sum kunnugt er val-
luttøkan á ongum sinni
100%, og tey sum ikki velja
hava ikki tikið við tilboðn-
um.
— Eg tosaði við ein ungan
mann herfyri. Hann segði,
at politikkur stinkar, og at
politikarar eru bert við fyri
egnan vinning. Kanska hev-
ur hann partvís rætt í hesum
seinna, men at siga, at pol-
itikkur stinkar er ov bíligt,
tá viðkomandi ungi maður
kanska hevur fleiri mein-
ingar um ftøkilig politisk
viðurskifti. Hann heldur
kanska, at tað er burturvið
at byggja nýtt løgtingshús,
at meira eigur at verða latið
í arbeiðsloysisstuðli o.s.v.
Tískil er hann áhugaður í
politikki tá saman um kem-
ur, og kann ikki bara siga,
at politikkur stinkar, helt
Sjúrður Skaale.
Eiga at vera positiv
At politikarar ikki líða neyð
vísti Sjúrður fyrst við at
staðfesta, at allar politiskar
lønir eru høgar. Síðani vísti
hann við uppvarpi eina
mynd av eini siroppsglasi.
— Hesum siroppi ráða pol-
itikarar yvir. Teir býta sir-
oppin millum borgararnar,
og tað er freistandi at, um
ikki annað, so bara lika
sleikja sær um fingrarnar
við jóvnum millumbili. Ja,
at vera politikari er ein stór
og long freisting, helt Sjúrð-
ur Skaale.
Sjúrður gjørdi nógv burt-
ur úr, at veljarin er ein sjálv-
støðug vera. Hann undraðist
t.d. yvir, tá oll standa al-
spent og bíða eftir, hvat
Jóannes Ejdesgaard fór at
síga um fullveldi.
— Hildið verður kanska,
at Jóannes Ejdesgaard hev-
ur einar 4.000 veljarar í
lummanum, sum hann kann
leggja á borðið tá honum
lystir. Hetta dómið vísir
kanska løgnu uppfatanina
hjá mongum einstaklingum.
Teir standa og yppa øksl og
siga, hvat kann man gera
einsamallur...?
Svart valdshol
Annars helt Sjúrður, at velj-
arin hevði skyldu at vera
positivur.
— Ofta verður sagt, at vit
eru so fá, kunnu onki, duga
onki o.s.v. Hesar útsagnir
veksa seg skjótt stórar og
gerast soleiðis grundsetn-
ingar, segði Sjúrður Skaale,
sum helt, at vit føroyingar
eru stórir, júst tí vit eru so
fáir. Positivt helt Sjúrður tað
vera, at hvør okkara hevur
1/45.000 av valdinum í
landinum, meðan borgarar
í stórum londum nærum
onki vald hava í part.
Sera áhugaverdar vóru
hugleiðingar Sjúrðar um
føroyska fólkaræðið, sum
hann helt vera avmarkað og
tískil kanska als ikki fólka-
ræði.
— T.d. søgdu føroyingar í
1946, at teir vildu hava
loysing, men danir søgdu,
nei. Vit hava tríggjar løg-
tingssamtyktir, ið mæla í
móti hervaldi í Føroyum.
Kortini er hervald her. Í
1993 skumpaðu danir løg-
tingið til viks, og settu ein
sonevndan føroyab6lk at
stýra. Hesi dómi vísa á eitt
svart valdshol, sum er mitt
í okkara føroyska fólkaræði.
segði Sjúrður.
Næstrakærleiki og
idealisma
At enda vidgjørdi Sjúrður
samfelagið við yvirskriftini,
samfelagið sum koddi.
Hann nevndi, at ein ofta
hoyrir fólk siga, at tí ella tí
átti samfelagið at tikið sær
av.
— Fólk finnast at politik-
arum, tí teir ikki byggja
fleiri ellisheim og bústovn-
ar, meðan tey fæstu sjálvi
royna at taka sær av sínum
ommum; t.d. við at vitja tær
oftari, segði hann, og
nevndi eitt dómi um, hvussu
næstrakærleikshugtakið er
broytt.
— Danski menningar-
málaráðharrin var og vitjaði
i fåtøkum landi. Einaferð
kemur hann spákandi fram-
lagdur á flokspolitiskar
eyðkenningar.
við einum biddara, sum
rættir hondina fram eftir
pengum. Ráðharrin letst
ikki um vén, men gongur
framvið. Spurdur um, hví
hann ikki lat hesum fátæka
nøkur oyru, svaraði hann
við hesum orðum:
— Jeg gár ind for insti-
tutionaliseret næstekærlig-
hed...
Í hini grøvini nevndi
Sjúrður hjálparsinnaði fólk
og felagsskapir, sum í roynd
og veru taka politiskar upp-
gávur á sína herðar.
Sjúrður eftirlýsti ideal-
ismu í Føroyum. Í hesum
sambandi nevndi hann Don
Quitote de la Mancha, sum
er navnið á bestu bók.
Sjúrður hevur lisið.
— Bókin er um ein riddara,
sum livir í samsvari við síni
idealir. Ein rættan idealist.
Tá ið hugsað verður um
hendan idealistin, ber til at
staðfesta, at pengar og rati-
onalisma ikki kunnu vera
avgerðandi. Hjarta skal við,
og ein eigur at hava stødi í
egnum virðum. Ein eigur at
tora í samsvari við trúnna...
Sjúrður Skaale varð stór-
liga fagnaður eftir fyrilest-
urin.