Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 Fire 2000 Næstseinasta vikuskifti vitjaðu fleiri hundrað fólk kristiligu stevnuna, tíðindablaðið sum ungfólk frá bróðrasam- komunum skipaðu fyri í ítróttarhgllini í Runavík Nr. 209 - 3. november 1999 Vekingarmøtir, seminar (fint orð fyri bíbliutímar). bøn. lovsongur, solosang- ur, drama, framsyningar av fløgum og békum og upplysingar um møguleik- ar fyri missión. Hetta var nakað av tí. sum var á skránni, tá Fire 2000 fríggjakveldið. leyg- arkvøldid og sunnukvøld- ið var í ítróttarhellini i Runavík Sessirnir vóru mest sum allir fullsettir øll kveldini. og tað vil siga, at tað vóru eini sjey hundrað fólk í ítróttarhellini hvert kvøld- ið. Gud í plinum Tey. sum skipaðu fyri. ynsktu, at tað skuldi snúgva seg um Gud. Yvir- skriftin var >Fire 2000«, og tað vísti til boðskapin, sum var, at futtakararnir skuldu brenna fyri Kristus, og at Guds andi, sum i Bf- bliuni ofta verður sam- mettur við eld. reinsar menniskju. A vekingarfundunum, har Billy Hansen, Høgni Johannesen og Mogens Petersen høvdu orðið. varð tosað um tydningin av at fåa vidurskiftini vid Gud i rættlag. og nógv tóku av- gerð um at fylgja Gudi og onnur um, at tey skuldu lata seg endurnýggja. Símun Absalonsen hevði bíbliutímarnar leyg- ardagin. Hann tosaði um hvør Gud er, og hvussu nógv hann elskar okkum. Gud segði. at tað skuldi vera ljóst. hann skapti stjørnurnar, og hann skilti vatnið frá landinum. Tað vil siga. at hetta var ein stórur Gud, men tað stendur eisini í Bíbliuni. at Gud sat og át greyt saman við Abrahami. Tað vil siga, at Gud eisini er áhugaður í tí einstaka menniskjanum. Lov rin Ein bólkur heyði vant nógv fyri at skipa fyri lov- songinum, og tað varð nógvur felags lovsongur. Harafturat luttóku onnur við sangi. Malin Zachari- assen, sum akkurát hevur givið eina fløvu út, sum eitur Drekk av vatninum, sang fríggjakvoldið tveir av sangunum á fløguni. meðan maður hennara. Jan Zachariassen, spældi guitar. Allan og John Ell- ingsgaard frá Leirvík sungu leygarkvøldid, og sunnukvøldid var Regin Guttesen å skrånni. Felagssangurin gekk or- diliga væl. og tey, sum vóru í høllini, kendu, at Gud var orduliga nær. Mitt å møtinum var ein steðgur upp á umleið ein tíma, har høvi var til at fáa sær ein drekkamunn, og tíð var eisini at práta við fólk. Aftaná steðgin var ein lítil lota, við lovsangi og nøkur høvdu ein lítlan vitnisburð. Urslitini Tey, sum skipaðu fyri stevnuni, vóru glad um, at so nógv fólk komu á stevnuna. Har vóru nógv ung og miðaldrandi, og eisini fleiri eldri fólk. Har vóru norðoyingar, eystur- oyingar, Streymoyingar og havnarfólk, summi vóru komin £rá Vágum, onkur frå Sandoynni. og har vóru nógvir suðuroyingar. Tað var eisini hugaligt at síggja. at tað vóru fólk frá ymiskum kirkjum og samkomum. Í fleiri sam- komum høvdu tey avlist mótið sunnukvoldið, tí tey vildu vera saman við nógvum ødrum. Tey, sum løgdu til rættis, siga, at tey gleðast um, at tað vóru so nógv. sum vildu fylgja Gudi og tí, sum stendur í Bíbliuni. Tað er ikki endamálið at telja upp. men tey siga, at framtíðin og serliga æv- inleikin fara at vísa, hvat fyri åvøkstur er av einari sovornari stevnu. Tå eg spurdi Høgna Jo- hannesen, sum var ein av fyrireikarunum, hvat hann helt vera tað tydningar- mesta at fáa fram, svaraði hann soleiðis: Ég trúgvi, at tað týd- ningarmiklasta er, at Gud ynskir at vera nummar eitt í okkara lívi, og tí prædika vit. at fólk mugu venda vid, og geva Gudi lívið, simp- ulten, gera hann til nummar eitt í lívinum. Tá vit gera tað, kemur Gud inn í lívið og signar okkum, okkara lív, okkara sam- komu og okkara samfelag. Eg spurdi eisini nøkur av teimum, sum vóru á møtu- num, hvat tey hildu um til- takið, og millum svarini vóru hesi: Hetta var super, bara sakin, góður felagsskapur. góður sangur, og tað er gott, at so nógv koma og geva seg yvir til Gud. Tað verður heilt sikkurt onkur sovorðin stevna i framtíðini, men tað er ikki enn gjørt av, nær hon verð- ur, og hvar hon verður. 8 5