Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. november 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eingin borg á hesum sinni Oddagrein Logtingsformaðurin må í nøkur ár enn lata sær lynda, at gamla Amtmansborgin er og verður stásiligari enn tinghúsið. A fundi við floksformenninar týsdagin fekk hann boðini um, at flokkarnir ikki halda tað verða ráðiligt at brúka einar hundrað milliónir til eitt nytt og ståsiligt løgtingshus. Vit kunnu oll taka undir við, at holisviður- skiftini hjá løgtingslimum og flokkunum annars ikki eru av teimum bestu, men at fara undir at byggja eitt stórt og dýrt ting- hús nú er ikki ráðiligt, tá so nógv annað liggur á láni. Men ikki bara tað. Aktuella ætlanin hjá tingformanninum var at ríva gomlu ting- húsini niður - og byggja nýtt og stórt ting- hús á sama stað. Fortíðin hevur so ofta sagt okkum, hvussu skeivt tað er at lata tað gamla falla fyri tíðarinnar tonn, heldur enn at nýta framskygni - og finna onkra frægari loysni, sum ikki forkemur tí gamla. Okkum nýtist bert at líta at umhvørvinum rundan um tinghúsið, har gomul hús og býlingar eru løgd í oyði - alt tí at tað gamla mátti dvína - og at hepna hondin ikki altíð hevur sloppið framat. Tignarligari eru tey í Tinganesi sloppin frá arbeiðinum, har nýggj skrivstovuhøli eru bygd í gamlan stíl, so at gomlu handils- húsini kundu endurreistast til mikið prýði fyri byin. Havnarborgarar — og føroyingar annars — eru stoltir av Tinganesi, har tey byggikønu hava fingið fram gamlan for- oyskan byggisið. Tað er í fínasta lagi, at ein løgtingsfor- maður hevur í hyggju at fáa tingmonnum frægari hølisvidurskifti. Men tað er ikki í lagi, at hann kalt og kyniskt skal sleppa at beina burtur eina hálvtannað hundrað ára gamla býarmynd í Havn, bara tí at hann ikki heldur húsini vera søguliga åhuga- verd. Tað er heldur ikki í lagi, at hann kalt og kyniskt bara skal ignorera tað, at 6.000 foroyingar mótmæla ætlanini. Grundgev- ingin hjá løgtingsformanninum um, at Amt- mansborgin er stásiligari enn tinghúsið er beinleiðis tápulig. Málið er nú lagt á hillina — eina tíð i hvussu so er. Okkurt bendir tí á, at málið ikki verður trumfað igjøgnum — men kanska væl gjøgnumhugsað, so at fyrilit verður tikið fyri tí gamla. Tað er ein tignarligur framferðarháttur... Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov | Marknaðardeild: Jan Miller | Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðstjóri: 99) Blaðfólk: | Aki Bertholdsen, Turið Kjalbro | Dagfinn Olsen | John Johannessen | Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Høgni Mohr Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mork Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post &sosialurin fo Lýsingar: lysing G sosialurin fo Prent: Sosialurin Timalønt skulu gjalda fyri prin- sippmál hjá tjóðveldismonnum Just fyri viku síðani feldu samgonguflokkarnir lógar- uppskotið frá Javnaðar flokkinum, Sambands flokkinum og Miðflokki- num, um at timalønt skulu hava rætt til sjúkradagpen ing frá |. sjúkradegi. Við hesum staðfesti samgongan tann lógarfesta og órættvísa mismunin millum timalønt og fastlønt. Tey fastløntu hava nevnliga vid løgtings- lóg við gildi frå frá 1. juli i år vunnið aftur rættin til løn frá 1. sjúkradegi. Men hetta skal so ikki unnast teimum timaløntu á hesum sinni, avgjørdu tjóðveldismenn. Prinsipp sum bøtuflaki Høvdu teir so skammast og tagt, men tvørturim6ti vóru báðir tjóðveldismenninir í løgtingsins trivnadarnevnd við drúgvum sjálvrættvís- gerandi frágreiðingum í bløðunum í vikuskiftinum. Teir siga, at teir feldu upp- skotið um at avtaka karens- dagarnar hjá timaløntum, tí hetta skal ikki vera eitt mál hjá løgtinginum at taka sær av. Nei, sjúkradagar hjá timaløntum skal vera eitt samráðingarmál millum partarnar á arbeiðsmarkn- aðinum, og tað er ongin bøn: tað mugu arbeiðarar og arbeiðsgevarar sjálvir finna útav, hvussu hetta skal orðnast. - sjálvt um hvorki løntakarafeløgini ella arbeidsgevarafeløgini vilja hoyra talan um at gera hetta til eitt samráðingar- mál. Men tjóðveldismenninir standa fast við sítt: hetta er teimum eitt prinsippmál, sum teir ikki vilja víkja frá. Og fyri hetta prinsippmál tjóðveldismanna skulu tím- alønt so gjalda við tveimum karensdøgum enn eina rúma tíð Tað verður seinur dagur Samgonguflokkarnir seta sítt álit á, at ein arbeiðsbólk- ur, settur av landsstýrinum (við 2 umboðum fyri part- arnar á arbeiðsmarknaði- num og 2 embætisfólkum), skal koma við uppskoti til nýggja dagpengalóg. Men tað kann verða seinur dagur, áðrenn timalønt fáa nakrað gleði burturúr hesum: Ti higartil í 1999 hevur I (ein) fundur verið í hesum "arbeiðs" bólkinum! Og løn- takaraumboðið veit onki um, at hesin fundur hevur verið! Men her sigst at vera avtalað, at teir báðir embæt- ismenninir í bólkinum skulu koma við einum uppskoti at leggja fyri arbeiðsbólkin til viðgerðar fyrst í komandi ári. Neyvan nakar ivi man vera um, at hetta fer at miða eftir eini tryggingarskipan, ið áleggur arbeiðarum og arbeiðsgevarum at gjalda í ein grunn. Síðani skal hetta uppskot- ið viðgerast av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Teirra sjónarmið - og her eru teir samdir - hava teir gjørt púra greið, bæði í trivnaðar- nevndini og í fjølmidlunum. Tey ganga ímóti slíkari tryggingarskipan og heldur fyri onkrari almennari skip- an í tráð við tað núverandi. Í samgonguni er rúkandi ósemja So áðrenn hesin arbeiðs- bólkurin kemur við nøkrum áliti, eru vit komin nakað væl út á vári. Tá verður farið undir ta politisku holm- gonguna, tí nú skal semjast finnast í samgonguni um eitt uppskot at leggja fyri løgtingid. Og har eru Tjóð- veldisflokkurin og Fólka- flokkurin so rúkandi ó- samdir - eins og vanligt er. Arbeiðsgevarar skulu gjalda, siga teir fyrru. Ar- beiðsgevarar skulu íkki gjalda, síga teir seinnu. Ein forsmakkur uppá semju teirra í hesum málinum var í teirra meirtlutaálitið frá trivnaðarneyndini um at fella andstøduuppskotid: ikki so frægt sum eitt felags álit kundu teir standa saman um, men fóru í tvíningar fyri á hvønn sín hátt at koll- dóma uppskotið. Hetta skulu tey timaløntu nú seta sítt álit til, at úr hes- um ruðuleikanum skal ein- aferð koma eitt lógarupp- skot um eina nýggja skipan, sum skal vinna teimum teirra rætt ? Tað verður sein- ur dagur. Tað er lítil hugs- ingur um at nakað uppskot kemur, áðrenn hendan ting- setan endar. Alla hesa tíð skal so mis- munurin á arbeiðsmarknað- inum millum fastlønt og timalønt standa við. Alla hesa tíð skulu tey timaløntu gjalda fyri prinsippføstu stóðu tjóðveldismanna. Vit kundu fingið ein dupultan vinning Hetta var als ikki neyðugt. Javnaðarflokkurin og hinir andstøduflokkarnir søgdu ferð eftir ferð - og hesum tóku løntakarafeløgini 100% undir við: Tað er ikki neyðugt at bíða eftir úrsliti- num frá arbeiðsbólkinum. Tað fer eisini at taka ov drúgva tíð. Lat okkum held- ur seta hetta uppskotið í verk nú, so at vit kunnu beina henda órættvísa mis- munin burtur. Tað forðar jú ikki fyri, heldur tvorturí- móti leggur tað eina skyld á okkum, at allir partar far positivt inn í viðgerðina av tí komandi uppskotinum frá landsstýrinum um eina nýggja skipan, tá tað ein aferð kemur. Tað hevði verið ein stórur og dupultur vinningur: tí á henda hátt høvdu vit bæði gjørt okkara skyldu til at beina órættin móti teim tím aløntu burtur nú, og sam stundis politiskt ruddað slóð fyri at allir partar seinni fóru í eina konstruktiva viðgerð av eini nýggjari dagpenga- skipan. Men hetta vildu tjóðveld- ismenn ikki. Teirra prin- sippir søgdu nei til hetta. Og tí bleiv úrslitið so tað, at meðan fastlønt longu frá 1. juli fáa sína fullu løn frá 1. sjúkradegi, so skulu tey tím- aløntu framvegis onki hava tveir teir fyrstu sjúkradag- arnar - ikki fyrr enn frá 3. sjúkradegi kunnu hesi so fáa eitt endurgjald, íð enntá bara er ein partur av tí mistu lønini. Tað var so prisurin fyri hetta prinsipp tjóðveldis- manna. Hans Pauli Strøm, javnaðartingmaður Creamy framvegis ovast Hålvføroyski poppbólkurin Creamy er framvegis á toppinum nr pe NN Rr Triðju vikuna á rað er popp- bólkurin Creamy ovast á al- menna danska hitlistanum. Tær báðar genturnar í bólk- in halda fram við at selja hópin av fløgum, og umrød- an í donsku fjølmiðlum fær næstan ongan enda. Sjálvt tey blødini, sum ikki vanliga skriva nakað serligt um danskan popp og hitlistar, hava havt greinar um Creamy, sum rættiliga hevur tikið Danmark á bóli. Rebekka Mathew og for- oyska Rannvá Joensen manna Creamy, og seinast danski hitlistin var upp- gjørdur, høvdu tær selt fleiri enn 60.000 fløgur upp á tveir mánaðir. Seinastu vik- una eru aftur nógv eintøk av fløguni farin um diskin í donsku plátubúðunum. A fløguni hjá Creamy eru danskir barnasangir, sum eru lagdir til rættis av nýggj- um. Tveir danskir studio- tónleikarar hava produserað fløguna hjá Creamy, sum ljóðar sum einhver løtt poppfløga ger tað í dag. Danskir tónleikarar, sum selja 25.000 eintøk av teirra útgávum, fáa eina gullplátu afturfyri, og tá talið kemur upp á 50.000 eintøk, verður ein platinpláta latið. Hesar plátur hava tær í Creamy langt síðani fingið, og stóri spurningurin er nú, um tær klára at nærkast teimum 100.000 eintøkunum, sum bara teir fægstu dansku bólkarnir yvirhøvur klára. Fløgan hjá Creamy er tann barnafløgan, sum hev- ur selt flest eintøk eftir so stuttari tíð. ek