hósdagur 4. november 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 4. NOVEMBER 1999 tíðindablaðið
Eingin ranglæra í
føroysku kirkjuni
Hans Jacob Joensen, bispur, heldur, at nú kærurnar móti honum
eru avgreiddar í Kirkjumálaráðnum, má friður koma í prestar-
nar. Hann er als ikki samdur við Olofson í, at ranglæra er í fór-
oysku kirkjuni
JOHN JOHANNESSEN
- Var ranglæra í kirkjuni, so
var tað mín skylda at steðga
henni. Í løtuni starvast trígg-
ir kvinnuligir prestar í kirkj-
uni. Men var hetta ranglæra,
sum summir prestar vilja
vera við, so hevði eg langt
síðani steðgað hesum.
Hans Jacob Joensen,
bispur, er púra samdur við
Jens Ulf Jørgensen úr Kirkj-
umálaráðnum, tá hann sig-
ur, at allar átta kærurnar eru
grundaðar á, at prestarnir,
ið kæra, eru ímóti kvinnu-
ligum prestum.
Tað sæst heilt væl í
grundgevingunum fyri kær-
unum, at málið botnar í
mótstøðu móti kvinnuligum
prestum, sigur bispur, og
sipar hann til viðmerkingar,
Peter O. K. Olofson hevur
gjørt til støðuna.
Men málið er avgreitt, og
prestarnir fáa ikki viðhald.
Tískil heldur bispur, at teir
skulu taka kærurnar til eftir-
tektar og lata frið valda í
føroysku kirkjuni.
Syndrar ikki kirkjuna
Peter O. K. Olofson vísti í
Sosialinum í gjár á, at svarið
úr Kirkjumálaráðum er eitt
stórt tap fyri føroysku kirkj-
una, og at føroyska kirkjan
er við at syndrast.
Men bispur er alt annað
enn samdur í sjónarmiðum
hansara. Hann heldur hvør-
ki, at talan er um tap ella
sigur, men um eina stað-
festing. Og svarið syndrar
ikki kirkjuna, og bispur er
heldur ikki bangin fyri, at
føroyska kirkjan fer at synd-
rast.
— Eg haldi, at nú svarið
er komið úr Kirkjumálaráð-
num, eigur at verða friður í
kirkjuni.
Fríkirkja eingin hóttan
Síðani kirkjustríðið av álv-
ara tók seg upp fyri kngpp-
um ári síðani, hava røddir
verið frammi um, at ávísir
partar av kirkjuliðnum ætla
sær at stova eina føroyska
fríkirkju.
Hans Jacob Joensen,
bispur, heldur ikki møgu-
leikarnir fyri føroyskari fri-
kirkju vera stórir.
— Í Føroyum hava vit
onga sidvenju á hasum øki-
num, og tí vænti eg ikki, at
nógv fara at taka undir við
einari fríkirkju. Men vit liva
í einum fríum landi, og tí
kunnu fólk uttan trupulleik-
ar stovna eina fríkirkju, um
tey hava hug til tess.
Men verður fríkirkja sett
á stovn, er bispur kortini
ikki bangin fyri, at hon fer
at verða nøkur hóttan móti
fólkakirkjuni.
Hóast nógva tosið um frí-
kirkju, sigur Peter O. K. Ol-
ofson, at sjálvt um hann nú
hevur sagt seg úr presta-
starvinum í Fuglafirði, ar-
beiðir hann ikki við at seta
á stovn fríkirkju. Hann
heldur, at hetta er nakað, ið
kirkjuliðið eigur at taka
stóðu til.
Hugstoyttur
Bispur er ikki sért hug-
stoyttur av, at tað eru teir
ungu prestarnir í Føroyum,
sum eru ímóti kvinnuligum
prestum. Men hann vísir
samstundis á, at hetta kort-
ini ikki bert er galdandi fyri
teir ungu. Munurin er tó
tann, at aðrir prestar royna
at sigla millum skerini í
staðin fyri at leita eftir 6-
semjum um hetta.
— Prestarnir hava sjálv-
sagt loyvi at hava sína egnu
sannføring um kvinnuligar
prestar. Sannføringarnar
skulu bara ikki stoyta sam-
an, so ófriður valdar í kirkj-
uni, sigur ein avgjørdur
bispur.
— Eg haldi, at prestarnir,
+
Gud hevur knappliga heimkallað okkara góða
elskaða pápa og abba
KARL NOLSØE
f 25.9. 22. -d. í.11.99
Jarðarferðin verður leygardagin 6.11. kl. 13.00 frá
Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København
Elin og Frances
Sigga
ið eru móti kvinnuligum
prestum, áttu at dugt sær
hógv. Málið við kvinnulig-
um prestum er jú ikki nakað
nýtt mál. Tað var jú í 1947,
at kvinnuligir prestar sluppu
fram at prædikustólinum.
Kirkjan góðtekur kvinnulig-
ar prestar. Hetta eru korini,
teir mugu liva við.
Hóast Kirkjumálaráðið
nú hevur víst øllum átta
kærunum frá teimum seks
prestunum frá sær, væntar
bispur ikki, at aðrir prestar
enn Olofson fara at siga seg
úr starvi. Samstudis vísir
hann á, at uppsøgnin hjá
Olofson hevur ligið í luftini
í skjótt eitt ár.
Var nókur ranglæra í
føroysku kirkjuni, hevdi eg
langt síðani steðgað
henni, sigur Hans Jacob
Joensen, bispur
Mynd: Alvur Haraldsen
CANAL
Petar »BxeDIERIDEnI
elmin
INN I Stovuna
Vid keyp av hesi digitalu Humax parabolskipanini fært tú
henda frálíka
møguleika at in =: #) 5 |
síggja allar bi JL VA 3 => |
hesar | it :
råsirnar
DIGITAL
Tilbod
Í metur parabolur
og Humax digitalur
„ móttakari VILNB bert.
3.685,
Ynskir fú bara
fnúttakaran bert. -
AE -
Tilboðið er bert galdandi
um tú teknar teg sum
haldara hjá Canal
Entertain ella Canal+
Digitalt tilboð bú
CANAL+ -
=; na Emera 29 i {Nýggjastu topp filmirnir allan | | > fa sn
222 - | solarringin, umframt beinleiðis| Råsin, sum vísir tað besta frá norsku |! SØ bene ertiskr fr hvors nátt
3 í enskan og týskan fótbólt É | | rásunum hjá NRK Finsk public-servise rás Kæst a eik GANA
um mánaðan ht me) ht er FØRE & trae —
RADIOHANDILIN >. GF Elektronik AP- Radio = | TERA RADIOSERVICE | SØRVÅGS
| 700-Klaksvík 600 ang 900-Vågur | RADIOHANDIL
N. Finsensgeta 16 | Birnugsta 31 Tel 45 64 50 | Tel 44 88 Tel373500 | 380-Sørvågur
110 Tórshavn 100-Tórshavn | Fart. 21 64 50 Fart.21 35 00 — Tel 33 26 14
Tel 31 82 77 Tel 31 02 54 | owmitæe 12% | |