Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 13 - 20. januar 2005 Indonesisku myndug- leikarnir halda, at flóðalduvanlukkan kann hava kravt 150.000 mannalív í landspartinum Aceh FLÓÐALDAN Árni Joensen fartekst@mail.dk Nógv bendir á, at talið av deyðum aftan á flóðalduna í Indiska Havinum annan jóladag er nógv størri enn higartil hildið. Serliga indonesiski landsparturin Aceh fór illa av jarðskjálvtanum og flóð- alduni. Higartil hava mynd- ugleikarnir skrásett, at 89.832 fólk doyðu av van- lukkuni har, men í gjár segði ein embætismaður, at tað veruliga talið er helst nógv størri. – Vit halda, at umleið 150.000 fólk doyðu her, segði Haniff Asmara, sum samskipar tað almenna hjálpararbeiði í Aceh. Hann segði seg vænta, at bjarg- ingarliðini fara at finna umleið 60.000 lík afturat, og at hetta arbeiðið fer at taka einar fýra vikur aftur- at. Indonesisku myndugleik- arnir hava fyrr sagt, at jarð- skjálvtin og flóðaldan kravdu 114.717 mannalív í Indonesia, men nú koma kanska eini 60.000 afturat, skrivar Reuters. UTTAN ÚR HEIMI Eisini flóðaldur í Miðjarðarhavinum Tað eru ikki bara londini í Asia, sum verða rakt av tsunami-flóðaldum. Tað hendir eisini í Miðjarðarhav- inum av og á. Á jarðfrøðistovninum í Grikkalandi siga tey, at tað eru umleið 60 ár ímillum tær stóru flóðaldurnar í Egearahavinum, men at tað eru bara 15 ár ímillum tær smáu flóðaldurnar. Eru upplýsingarnar rættar, verður Egearahavið rakt av einari flóðaldu um ellivu ár, skrivar DPA. Tann seinasta stóra flóðaldan var í Egearahavinum í 1956, og hon kravdi næstan 60 mannalív á Kyklade- oyggjunum. Fólk á staðnum, sum sluppu undan flóð- alduni á lívi, vildu vera við, at hon var umleið 20 metrar høg. Grikskir jarðfrøðingar komu eftir, at flóðaldan stóðst av einum jarðskjálvta undir havbotn- inum í Egearahavinum. Hann var 7,8 á Richter-stig- anum. Stórt avlop Hóast týski búskapurin er í trupulleikum, vísa nýggj tøl, at týski útflutningurin hevur so stóra framgongd sum sjáldan fyrr. Í tíðarskeiðinum frá januar til november í fjør hevði Týskland 155,6 milliardir evrur ella 1,1 billión krón- ur í avlopi á handilsjavnanum, og tað var heili 10 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði árið fyri. Sam- bært tølunum keyptu hini ES-londini týskar vørur og tænastur fyri 3,5 billiónir krónur í fjør, meðan týski innflutningurin úr hinum ES-londunum var 2,8 billi- ónir krónur. Danmark hevur havt stóran samhandil við Týsk- land, men tey seinastu árini er handilin minkaður. Í fjør keyptu danir týskar vørur og tænastur fyri góðar 69 milliardir krónur, meðan týski innflutningurin úr Danmark var góðar 57 milliardir krónur. Tað var næstan tvey prosent minni enn í 2003, skrivar Ber- lingske Tidende. Bøtur hjálpa ikki Kanningar hjá norsku vegamyndugleikunum vísa, at umleið helmingurin av bilunum koyra skjótari, enn teir hava loyvi til. Samstundis vísa kanningarnar, at tað hevur havt lítla og onga ávirkan havt á bilførararnar, at myndug- leikarnir hava hækkað bøturnar fyri at koyra ov skjótt. Egil Otter, sum hevur gjørt kanningarnar, sigur við Bergens Tidende, at tað er hugstoytt, at politikar- arnir bara lata standa til. Men ein orsøk er kanska, at tær stóru bøturnar koma ríkiskassanum væl við. Sambært Bergens Tidende eru ferðslubøturnar í Noregi munandi størri enn í øðrum londum. Egil Otter sigur við blaðið, at tað hevði verið munandi bet- ur, um løgreglan vísti seg meiri á vegunum, tí eftir hansara tykki vísa royndirnar, at bøtur loysa ikki trupulleikarnar við ov nógvari ferð. Í samferðslumálaráðnum hava tey eina aðra áskoð- an. Har ivast tey ikki í, at tær stóru bøturnar hóast alt hava sína ávirkan. Stór framgongd Tað gongur við rúkandi ferð hjá svensk-japonsku telefyritøkuni Sony Ericsson. Tríggjar teir seinastu mánaðarnar í fjør seldi fyri- tøkan ikki færri enn12,6 milliónir fartelefonir, og tað var heili 56 prosent fleiri enn somu máaðir í 2003. Fyritøkan sigur, at samanumtikið var sølan í fjør 40 prosent størri enn í fyrraárið. Tað eru serliga far- telefonirnar við myndatóli og tær sokallaðu UMTS- fartelefonirnar, sum eru væl umtóktar. Skipanin í UMTS-fartelefonunum ger tað møguligt at senda stórar mongdir av data sum t. d. videoupptøkur ígjøgnum fartelefon. Hóast ta stóru framgongdina var avlopið hjá Sony Ericsson bara umleið ein milliard krónur í oktober- ársfjórðingi. Tað var minni, enn serfrøðingar høvdu væntað, og tað hevði við sær, at virðið á partabrøv- unum í fyritøkuni fall eitt sindur. Mett verður, at um- leið sjey prosent av øllum nýggjum fartelefonum eru av slagnum Sony Ericsson. Rusiski ríkmaðurin, sum millum annað eigur enska fót- bóltsfelagið Chelsea, skal nú fyri rættin í Sveis, har hann er ákærdur fyri svik RÆTTARMÁL Árni Joensen: fartekst@mail.dk Evropeiski menningar- bankin EBRD hevur lagt sak ímóti Roman Ibramo- vitsj við kravi um, at hann skal rinda bankanum slakar 100 milliónir krónur. Tann ovurríki russin sigur seg vera ósekan og hevur sýtt fyri at gjalda. Málið byrjaði, tá russiski bankin SPS-Agro fór av knóranum í 1998. Bankin hevði tikið lán í evropeiska menningarbankanum, men var ikki førur fyri at rinda tað aftur. Ístaðin fyri yvir- tók menningarbankin eitt tilsvarandi lán frá svetsisku fyritøkuni Runicom. Tað vísti seg, at hetta var eitt felag, sum Roman Abramo- vitsj átti, og sum hann brúkti sum millumlið í sín- ari oljusølu fyri at sleppa undan at gjalda skatt. Seinni hevur sveitsiska fyritøkan sýtt fyri at rinda meningarbankanum lánið, tí fyritøkan vil vera við, at hon hevur goldið einum triðja banka peningin. Men menningarbankin heldur uppá, at hetta er ikki so, og at skjølini í sambandi við hesa afturgjaldingina eru falsað. Fyri tveimum árum síðani fekk menningar- bankin viðhald, men tá hann skuldi krevja peng- arnar frá sveitsiska felagn- um, var tað farið av knór- anum og ognirnar fluttar til eitt nýtt felag, sum er skrá- sett í Gibraltar. – Í Russlandi hevði Roman Abramovitsj kanska sloppið burtur úr hesum, men soleiðis er tað ikki í Sveits, sigur leiðslan í evropeiska menningar- bankanum við BBC. BBC vil vera við, at Abramovitsj breyt sveis- iska lóg við at tøma fyri- tøku sína har og við at falsa skjøl. Nú skal hann so svara fyri seg. Vænta at finna 60.000 lík afturat Abramovitsj ákærdur fyri svik Myndugleikarnir vænta at finna umleið 60.000 lik afturat í Aceh-landspartinum, sum fór serliga illa annan jóladag