Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 20. januar 2005 3 Mánadagin fall avgerðin í málinum millum Starvsmanna- felagið og Kommun- ala Arbeiðsgevara- felagið um lønina hjá sjúkum dagrøktarum GERÐARRÆTTUR Snorri Brend Í útskurðinum verður Kom- munala Arbeiðsgevarafel- agið frífunnið fyri ákærurn- ar um sáttmálabrot mót- vegis Starvsmannafelagn- um. Tað var Starvsmannafel- agið sum stevndi hinum felagnum fyri at hava brotið sáttmálan um rættin hjá dagrøktarum til at fáa løn ella ikki undir sjúku. Í desember mánaði var so dómsviðgerðin í málinum, og í vikuni fall so dómurin í hesum gerðarættarmálin- um. Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið hevur hildið uppá, at tær ikki áttu rætt til at fáa løn útgoldna undir sjúku. Víst varð á, at tað var eitt mistak sum førdi til, at teirra rættindi í hesum spurningi kom við í sátt- málan, vísti Kommunala Arbeiðsgevarafelagið á. Og nú hevur so rætturin talað felagnum til fyri- muns. sb. Vit skulu lata meiri í menn- ingarhjálp Fulltrúi skal nú setast at at sam- skipa føroyska menningararbeiðið MENNINGARHJÁLP Snorri Brend Føroyingar hava altíð ver- ið sera dugnaligir at lata pening til ymisk vælger- andi endamál úti í heimi. Her er talan bæði um pen- ing til hjálpararbeiði, menningararbeiði og til missiónsarbeiði. Nú er ætlanin frá lands- stýrisins síðu at fáa hesi viðurskiftini skipaði við m.a. at gera mannagongd- in og langtíðarætlanir á økinum. Sum skilst av Løgmans- skrivstovuni so er ætlanin at Føroyar skulu fáa ein virknari leiklut viðvíkj- andi hjálp til menningar- lond. Samstundis er ætl- anin, at vit skulu lata enn meiri pening til hesi enda- málini. Til tess at samskipa hetta arbeiði skal í næst- um setast ein fulltrúi at taka sær av øllum tí før- oyska menningarpolitikk- inum. Hetta er kortini bara eitt fyribilsstarv, men møguleiki er fyri at hetta kann halda fram eisini í framtíðini. Niðursett tíð Starvsøkið hjá hesum nýggja fulltrúanum í menningarmálum er stutt sagt at samskipa føroyska menningarpolitikkin. Undir hesum kemur so eisini sjálv menningar- hjálpin. Uppgávurnar verða at gera eina langtíðarætlan fyri ta føroysku menning- arhjálpina, og at skipa mannagongdir í samband við nýtslu av játtanum til menningarhjálp. Viðkom- andi skal eisini virka sum liður millum tað almenna og tað privata í felags átøkum í menningar- arbeiðinum. Eitt annað, og ikki minni áhugavert arbeiði er at standa fyri samskiftin- um við myndugleikar í av- varðandi menningarlond- um og við teir altjóða fel- agsskapirnar, ið virka á økinum. Til tess at røkja hesar týðandi uppgávurnar verður sóknast eftir einum fólki við eini viðkomandi útbúgving frá hægri læru- stovni innan samfelags- vísindi. Upplýst verður, at umsøkjararnir skulu vera stinnir í føroyskum og enskum máli, og at kunn- leiki til spanskt er ein fyri- munur. Starvið er ikki fulla tíð, men 3/4 tíð, og er fyribils avmarkað hetta árið út. Men lagt verður kortini upp til, at starvið verður umskipað til fulltíðarstarv og starvstíðin longd eisini komandi ár. Freistin at søkja hetta starvið er úti 3. februar. Javnaðarflokkurin fer til val við tí fyri eyga at fáa umboð valt. – Neyðugt er at hava eina greiða føroyska rødd á Fólkatingi, sigur Jóannis Eides- gaard, løgmaður. Hann hevði eitt kanón-val fyri fýra árum síðani, men tað var tó ikki nóg mikið til ein fólkatingssess FÓLKATINGSVAL ’05 Snorri Brend snorri@sosialurin.fo – Vit vóru so tætt við at fáa mannin við seinasta val. Hesaferð skal eingin ivi verða um úrslitið: Vit vilja og ynskja tí at annað um- boðið verður úr Javnaðar- flokkinum. Og tað fara vit at gera alt fyri at røkka. – Men tað setur so krøv til okkum, – at vit enn eina- ferð gera eitt grundigt arbeiði í valstríðnum, og fáa sagt veljaranum frá, hví tey júst skulu velja okkara flokk, sigur løgmaður. Enn er listin hjá Javnað- arflokkinum ikki klárur. Men arbeiðið er í gongd, og tá komið er fram móti viku- skiftinum verður kunngjørt hvørji valevnini verða. Ein av tingmonnum floksins, John Johannesen hevur longu verið frammi og sagt frá, at hann ynskti at stilla upp til Fólkatingið. Og í Sosialinum í gjár segði Katrin Dahl Jacobsen so mikið, at flokkurin í øllum førum stillar upp. Óhugs- andi er ikki, at hon sjálv verður at finna á listanum. Við valið í 2001 vantaði flokkinum slakar 400 at- kvøður í at fáa annað um- boðið. Sjálvur hevði Jóann- is Eidesgaard tá eitt sera gott persónligt val og fekk 3.689 atkvøður. Men tað var kortini ikki nóg mikið til ein sess á Fólkatingi. Hetta valið kann eisini verða eitt slag av meining- arkanning um støðuna og styrkina hjá verandi sam- gongu herheima. Men úr- slitið kann eisini koma at hava ávirkan á, hvør verður forsætisráðharri eftir valið, tí tann føroyska røddin hev- ur onkutíð verið tungan á vágskálini á Fólkatingi. Føroysk sjónarmið hoyrast Jóannes Eidesgaard sigur, at sum siður er, fer Javnað- arflokkurin at leggja dent á viðurskiftini millum Føroy- ar og Danmark í valstríðn- um. Onnur evni kunnu sjálv- andi eisini verða tikin fram, tí andstøðan fer uttan iva at venda tosið inn á tey heim- ligu viðurskiftini eisini. – Men vit eru í øllum før- um til reiðar til valstríðið, sigur hann. Nógv áhugaverd ting hava verið – og eru – frammi í viðurskiftunum landanna millum. Og her er neyðugt at ein greið rødd verður at hoyra, sum siði- liga kann bera fram tey før- oysku sjónarmiðini. Flokkurin ynskir tí, at alt samskifti og allar samráð- ingarnar við danir um t.d. fullveldistilgongdina skulu ganga fyri seg í einum góð- um og realpolitiskum tóna. – Ger ein ikki hetta, so verður úrslitið soltið fyri okkum, sigur løgmaður. Avtalur klárar Í løtuni eru nógv viðurskifti frammi í samráðingunum millum Føroyar og Dan- mark. Millum hesi málini eru tær nógv umtalaðu yvirtøkulógirnar og ikki minst tær uttanríkispolit- isku heimildirnar. Umframt hesar lógir so er ein eisini komin fram til tvær avtalur, sum fara at verða til gagns fyri føroy- ingar í framtíðini. Tann eina avtalan er um sendi- stovur og sendimenn, með- an tann seinna fer at geva okkum betri innlit í tey stórpolitisku málini. Henda seinna avtalan gevur okkum møguleika at fáa størri kunnleika og ávirkan, tá talan er um eitt nú verjumál og uttanríkis- mál við serstøkum áhuga fyri føroyingar innan t.d. virksemið í NATO og ST. – Fáa vit eina føroyska javnaðarrødd á Fólkating, so kann hon, eisini her, vera við til at tæna okkara áhugamálum heima og úti, sigur Jóannes Eidesgaard. Fólkaflokkurin er enn ikki liðugur við listan. Men hesaferð verður talan um ein sera sterkan lista FÓLKATINGSVAL ’05 Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Við seinasta val vantaðu meiri enn 700 atkvøður í hjá Fólkaflokkinum at fáa Óla Breckman afturvaldan til Fólkatingið. Hann misti sostatt sessin, hann hevði havt síðani 1984. Hóast langt var upp til næsta flokk í 2001, so hevur hetta als ikki tikið mótið frá Fólkafloksfólki í 2005. Heldur hinvegin. – Vit stilla sjálvandi upp hesaferð eisini, sigur Anfinn Kallsberg. Og vit vænta eisini, at fáa mannin aftur. Hvussu hetta skal gerast hevur Anfinn eisini eina stutta og greiða uppskrift uppá. Hon er í tveimum punkt- um: – Vit skulu stilla ein sterkan listan upp. Og síð- ani skulu vit siga fólki frá, hvussu góðir vit eru. – Á henda hátt verður annað umboðið eitt fólka- floksumboð tann 8. februar, sigur hann. Listin er ikki klárur enn, men verður tað ein av nærmastu døgunum. – Vit fara eftir tí eina sessinum - Sterkur listi skal geva okkum mannin aftur Var ikki brot á sáttmálan Jóannes Eidesgaard fekk 3.689 atkvøður fyri fýra árum síðani. Hetta var tó ikki nóg mikið til at verða valdur. Hesaferð eru hann og flokkurin til reiðar og fara at gera alt fyri at endurvinna flokkinum annað umboðið