Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 13 - 20. januar 2005 Stuðuls- konsert í Kelduni Sum liður í innsavnan- ini til tey neyðstøddu eftir vanlukkuna í Eysturoynni, hevur Keldan nú gjørt av at skipa fyri stuðulskon- sert, har inntøkurnar fara óskerdar til hjálp- ararbeiðið. Tað verða fleiri kend nøvn innan føroyska gospel-heimin, sum fara at seta sín dám á kvøldið. Magni Chris- tiansen og Jens og Kristel Lisberg mugu helst roknast sum høv- uðsnøvnini, men eisini onnur verða at hoyra. Eccelesia hava ikki verið á palli so nógv seinnu árini, men eis- ini tey fara at hava framførslu, eins og samkoman, Lívdin, fer at hava songfram- førslu. -jm Country á Hálsi Leygarkvøldið kom- andi verður stór country-konsert í Ítróttarhøllini á Hálsi. Tað er ÍF, sum skipar fyri konsertini, har Country-bólkurin úr Klaksvík fer at standa á palli. Tað er so langt í frá fyrstu ferð, at teir gera um seg, og vanliga hevur verið væl vitjað, tá so er. Byrjað verður kl. 22, og so verður hildið á til klokkan fýra sunnumorgunin. Sagt verður frá fyri- reikarunum, at bussar koyra til og dansinum til bygdir í Streym- og Eysturoy. -jm Ein rúgva av smáum óhappum Politiið í Havn veit at siga frá eini rúgvu av smærri ferðsluóhapp- um, sum stóðust av øllum kavanum og hálkuni týsdagin. Mikumorgunin vóru komin tólv óhapp á døgnrapportina frá støðum kring landið, men visti vakthavandi, at uppaftur fleiri høvdu verið, har tað ikki varð meldað til politiið. Har høvdu bilførararnir tikið sær av tí sínámillum, og skaðarnir vórðu so meldaðir beinleiðis til tryggingina. ib Tíggju ferðir at aft- urat koma dólgarnir á pallin í Sjónleikar- húsinum í Havn. Tá hava teir so eisini sett met fyri føroyska sjónleikaframførslu SJÓNLEIKUR Jákup Mørk – Tíggju ferðir afturat. So er liðugt. Ikki tí vit ikki tíma meira, men tað eru aðrar uppgávur, sum eisini bíða leikarunum, og nú próvtøkutíðin eisini nærk- ast, er avmarkað, hvussu nógv vit kunnu krevja av øllum teimum, sum onkurs- vegna eru við í leikinum. Soleiðis sigur Jóanna Djurhuus, sum er PR- og framleiðslufólk til leikin um »Fólk og dólgar í Kardamummubýi«. Nýtt met Tá tær tíggju sýningarnar, sum nú koma afturat, eru íroknaðar, hevur leikurin verið á palli 62 ferðir síðani frumframførsluna tann 29. oktober, og tað er eftir øllum at døma met. Jóanna sigur, at tey eru ikki heilt vís í, hvussu ofta Havnarmyndir vóru á palli í sínari tíð, men hildið verð- ur, at framsýningarnar tá vóru nakrar og hálvtrýss í tali. Barnaleikurin, Pippi, varð fyri góðum trimum árum síðani leiktur 53 ferðir. Og sambært Jóannu, so høvdu tey onga hóming av, leikurin fór at gerast so- mikið væl umtóktur, tá far- ið varð undir fyrstu sýning- arnar. – Sjálvandi vónaðu vit, at fólk tóku væl undir við leikinum, men ein slíka undirtøku, sum vit hava upplivað hesar mánaðirnar, høvdu vit so als ikki vænt- að. Vit eru snøgt sagt púr- asta ovfarin, staðfestir Jóanna. Stóri áhugin fyri leikin- um gevur eisini tann upp- lagda spurningin, hvørt tað ikki kundi verið eitt gott hugskot, um leikurin varð festur á band, so Sjónvarpið møguliga kundi sent hann. Til hetta sigur Jóanna, at allir leikir verða bandaðir. – Tað gera vit altíð, so vit kunnu eftirmeta avrikið, men um tað so eisini verður til sjónvarpsupptøkur er so ikki nakað, sum eg geri av, sigur hon. Tær tíggju eykasýning- arnar av dólgunum verða í døgunum frá 25. januar til 5. februar. Forsølan byrjar nú fríggjamorgunin kom- andi, og verður tað hesaferð bert í Kunningarstovuni í Havn, at atgongumerki verða seld. VITJAN tíðindaskriv Mikudagin 19. januar kemur íslendski ráðharrin í javnstøðumálum, Árni Magnusson, á vitjan í Føroyum. Tað er Hans Pauli Strøm, landsstýris- maður, sum hevur boðið Árna Magnussyni henda vegin. Høvuðsendamálið við vitjanini er at kunna politikarar um, hvussu almennu myndugleikarnir í Íslandi arbeiða fyri at fremja javnstøðu millum konufólk og mannfólk. Tinglimir, landsstýris- menn og Javnstøðunevnd- ini fáa høvi at hoyra Árna Magnusson greiða frá, hvat íslendskir myndugleikar gera fyri at fremja javn- støðu. Eftir hesa frágreið- ing verður tíðindafundur, har fjølmiðlarnir fáa høvi at hitta íslendska ráðharran. Umframt at kunna um javnstøðu skal Árni Magnusson hava fund við Hans Paula Strøm um møguleikar fyri samstarvi um almannamál, bústaðarmál og javnstøðumál. Eisini vitjar Árni Magnusson í Tinga- nesi, í Norðurlandahúsin- um, umframt at farið verð- ur til Kirkjubøar. Árni Magnússon (39 ár) hevur sitið sum ráðharri í Javnstøðumálum síðani mai mánaði 2003 fyri Framsóknarflokkin Dólgarnir seta met Íslendskur ráðharri í javnstøðumálum vitjar Lesið - so eru tit við