hósdagur 20. januar 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 20. januar 2005
5
Føroya Arbeiðsgev-
arafelag langar í
skrivi út eftir politik-
arum og øðrum, sum
leggja leiðsluna í Før-
oya Fiskavirking und-
ir at hava skuldina av
vánaligu gongdini í
Suðuroy. Teir vaska
egnar hendur, sigur
stjórin í Vinnuhúsi-
num
ÁTALA
Edvard Joensen
Politikarar í Suðuroy vaska
hendur saman við øðrum,
sum áttu, men ikki megna
at gera nakað álvarsligt við
vinnuligu støðuna í oynni.
Tað er ov langt úti baraat
leggja alla ábyrgd á leiðsl-
uni í Føroya Fiskavirking
og
Framtaksgrunninum,
sigur Jan Mortensen, stjóri
í Vinnuhúsinum.
Í skrivi á heimasíðuni hjá
Vinnuhúsinum finst stjórin
harðliga at teimum, sum
tykjast halda fremstu loysn-
ina upp á trupulleikarnar i
Suðuroy vera, at leiðslan í
Føroya Fiskavirking og
Framtaksgrunninum legjga
fá sær.
–Tað er bara tekin um
ómegd at halda, at tað er
tað einasta, sum skal bjarga
vinnuni í oynni, heldur Jan
Mortensen.
Hann vísir á, at her er tal-
an um ein heilan landspart,
sum er í kreppu, og tað má
loysast frá grundini av og
ikki bara við at hunddálka
eina virkisleiðslu.
Jan Mortensen vísir á, at
eitt, sum kundi hjálpt væl
upp á støðuna, var um und-
istøðukervið, infrastruktur-
in, varð betraður. Betri
ferðasamband við megin-
økið hevði hjálpt munandi
hjá virkjunum í Suðuroy.
Bæði tá talan er um at fáa
rávøru til og lidna vøru frá
virkjunum. Men trupulleik-
in er so stórur og stingur so
djúpt, at tað skal heilt nógv
meira til enn tað, sum vit
higartil hava verið vitni til,
at fáa bjarga økinum, sigur
sjórin í Vinnuhsuinum.
Hann heldur tað vera
heilt forkastiligt, at leiðslan
í Føroya Fiskavirking skal
vera gjørd til syndabukk,
bara tí leiðslan hevur gjørt
tað, hon er sett til. Nevni-
liga at reka fyritøkuna so-
leiðis, at hon vinnur peng-
ar.Tað er ikki uppgávan há
eini einstakari virkisleiðslu
at halda lív í einum heilum
landsluti. Tað hava vit pol-
itikarar til. Men teir hava
ikki greitt sínar skyldur, og
tí er tað forkastiligt, at teir
nú leggjast eftir leiðsluni í
Føroya Fiskavirking og
Framtaksgrunninum
og
vilja hava tær avhøvdaðar,
sum um tað var loysnin upp
á allar heimsins trupulleik-
ar.
Tað eru so nógvir faktor-
ar, sum hava gjørt sítt til, at
tað endaði, sum tað gjørdi.
Eitt nú, at fiskavirkini í
Suðuroy
vóru
rímiliga
spesialiserað. Til dømis
hevði okkurt teirra lagt seg
eftir at arbeiða feskan
kongafisk mestsum burtur-
av. Og tað var ikki gott, tá
djúpvatantrolararnir fingu
kvotur, vísir Jan Mortensen
á.
– Tað er trupult at finna
eina endaliga loysn á støð-
uni, men tað skal nógv
meira til enn bara avhøvd-
ing av tveimum nevndum,
sigur Jan Mortensen, stjóri
í Vinnuhúsinum.
Leiðslan í Føroya
Fiskavirking hevur
gjørt seg sjálva til
syndabukk og hevur
ikki fyri neyðini at fáa
hjálp frá øðrum til
tess, sigur Henrik
Old, løgtingsmðaur,
sum heldur uppá, at
tann stóri syndarin í
Suðuroy júst er leiðsl-
an í Føroya Fiskavirk-
ing, sum noktar fyri
at lata virksemi koma
aftur á Polarfrost
KREPPA
Edvard Joensen
Henrik Old, løgtingsmðaur
Javnaðarfloksins í Suðuroy,
heldur fast um, at tað eru
leiðslurnar í Framtaks-
grunninum
og
Føroya
Fiskavirking, sum eru teir
stóru syndararnir í Suðuroy.
Tá tey kunnu loyva sær at
nokta, at virksemi aftur
verður á Polarfrost, er tíð at
skifta út, sigur hann.
Hann er rúkandi ósamdur
við stjóranum í Vinnuhúsi-
num, sum leggur millum
onnur politikararnar undir
at hava skuldina av verandi
støðu og gera leiðsluna í
Føroya Fiskavirking til
syndabukk.
–Tað er ikki neyðugt, sig-
ur Henrik Old, tí tað er
sjálvgjørt. Tað er púra
óhoyrt og ørt at seta sum
treyt, at eingin stertur av
Føroyagrunninum má arb-
eiðast á stóra virkinum,
sum stendur steindeytt og
blokerar stóran part av
havnarlagnum í Vági.
Hann vísir á, at tá eitt ali-
virki herfyri leigaði seg inn
á Polarfrost og stóð og
manglaði laks at arbeiða,
varð biðið um loyvi at
sleppa at arbeiða nakað av
teirri hýsuni, sum fer heil
av landinum. Men svarið
var kortanei, tí tað var treyt
frá eigarunum, sum er Før-
oya Fiskavirking, at eingin
fiskur av Føroyagrunninum
skal arbeiðast á Polarfrost
fyri ikki at kappast við onn-
ur virki hjá felagnum.
Føroya Arbeiðsgevarafel-
ag hevur als ikki skilt sína
uppgávu, tá felagið ikki
fyri langari tíð síðan hevur
sligið nevan í borðið og
kravt, at virkið í Vági verð-
ur latið øðrum, tá Føroya
Fiskavirking ikki megnar at
hava tað opið, sigur Henrik
Old.
–Leiðslan í Føroya Arb-
eiðsgevarafelag má so avg-
jørt ahva hildið jólafrí í
Norður Korea, tí tað er bara
á slíkum støðum, at slík
hugsan kann góðtakast, at
eitt alment monopol hevur
virki standandi við teirri
einastu treyt, at tey ikki
mugu brúkast til arbeiðis,
sigur hann.
Tað er skammiligt, at
Føroya Arbeiðsgevarafelag
fer upp í hatta kórið, sum
syngur tann sang, at virkini
ikki mugu brúkast til arb-
eiðspláss.
–Tað er skeiv adressa, tá
stjórin i Vinnuhúsinum
leggur eftir politikarunum,
tí tað er leiðslan í Føroya
Fiskavirking, sum blokerar
fyri arbeiði á Polarfrost,
staðfestir Henrik Old. Eg
nokti fyri at trúgva, at Før-
oya Arbeiðsgevarafelag er
so avsporað, at felagið tví-
heldur um eitt alment
monopol, sum stendur fyri
slíkum. Arbeiðsgevararnir
eiga hinvegin at krevja av
Føroya Fiskavirking, at
vinnutólini koma til nyttu.
Alt annað er hyklarí, sigur
Henrik Old, løgtingsmaður.
Teir vaska hendur
Politikarar og onnur, sum
leggjast eftir leiðslunum i
Føroya Fiskavirking og
Framtaksgrunninum, vaska
hendur sínar í egnari ómegd,
sigur Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum
Sjálvgjørdir syndabukkar
Glepsið hjá Føroya
Arbeiðsgevarafelag hevur
skeiva adressu, sigur Henrik
Old, løgtingsmaður. Felagið
skuldi heldur tikið í nakkan
á leiðsluni fyri Føroya
Fiskavirking og syrgt fyri, at
Føroya Fiskavirking lat
onnur sleppa fram at stóra og
væl útgjørda virkinum í
Vági, so gongd kom aftur á
framleiðsluna har. Alt annað
er hyklarí, sigur hann