Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 13 - 20. januar 2005 Sundaberg góð 200 tons av svartkalva Sundaberg, sum fiskar undir týskum flaggi, fer nú niður til Cuxhaven við veiðini. Síðan fara teir í Norðsjógvin og síðan væntandi upp í Barentshavið at royna FISKIVINNA Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo Sundaberg er júst komin aftur undan Eysturgrønlandi. Í lastini hava teir stívliga 200 tons av skráskornum svartkalva – Japan-skorin, sum tað verður rópt. Skipið, sum liggur á Klaksvík, er bert komið higar at gera eitt hvørt, áðrenn loyst verður aftur og farið verður niður til Cuxhaven við veiðini. Norðsjógvurin og Barentshavið Sundaberg fiskar undir týskum flaggi. Hendan túrin undir Eysturgrønlandi vóru 18 mans við skipinum, teir flestu føroyingar. Hanus Hansen, reiðari hjá JFK-Troli, sigur, at skipið ætlandi fer í Norðsjógvin at royna, tá ið veiðan er løgd upp í Týsklandi, og nú verða einir 30 mans við skipi- num, tí teir hendan túrin fara at virka flak umborð. - Eg vænti, at Sundaberg fer aftur í Barentshavið, tá ið teir hava verið í Norðsjónum, og fyribils verður skipið verandi undir týskum flaggi, sigur hann. Einki serligt Spurdur, hvussu túrurin undir Eysturgrønlandi fer at roynast, tá ið selt er, sigur reiðarin: - Nei, hesin túrurin var ikki nakað serligur. Teir hava verið burtur í einar seks vikur, og tá eru stívliga 200 tons av svartkalva ikki nakað serligt, sigur Hanus Han- sen. Fyrilestur á bókasavninum Hóskvøldið 27. januar kl. 19.30 heldur Erika Anne Hayfield fyrilestur á bókasavni- num undir heitinum "Børn og forbrúk". FYRILESTUR tíðindaskriv Erika Anna Hayfield er phd-studerandi í tí partinum av marknaðarførslu, ið verður kallað "brúkara-atburð- ur". Hon fer at tosa um tann týdning, børn hava sum forbrúkarar. Hon fer millum annað at leggja dent á marknaðarførslu av merkjavørum og brúkara-upp- aling. Eisini verður víst á, hvønn samfelagsligan týdn- ing forbrúk hevur fyri børn. Leggjast skal til merkis, at fyrilesturin er á føroyskum, og at hann er á einum støði, ið er vælegnað til ung og vaksin. Aftaná fyrilesturin verður høvi at seta spurningar. Eisini verður kaffi og køkur at fáa. Sundaberg, sum hevur stívliga 200 tons av svartkalva, fer nú niður til Cuxhaven at selja Grease í Mentanarhúsinum Sambandsflokkurin tykist leggja nógv fyri at endurvinna fólkatingssessin hjá flokkinum. Flokkurin er longu liðug- ur við sína valskrá, sum verður løgd fram hósmorgunin, og nú er valevnislistin eisini komin undir land. Valevnini hjá Sambandsflokkinum til fólkatingsvalið týsdagin 8.februar eru 23 í tali. Merkisvert er, at atkvøð- urslúkurin við 2288 persónligum atkvøðum, Lisbeth L. Petersen, ikki er á listanum hjá Sambandsflokkinum hesa- ferð. Á sambandslistanum er ilt at bera eyga við nakað stórvegis yvirraskilsi, tí allir løgtingslimirnir hjá Sam- bandslflokkinum, uttan Lisbeth L. Petersen, eru á lista- num, eins landsstýrisumboðini Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø eisini hava játtað at stilla upp. Listin hjá Sambandsflokkinum: • Helgi Abrahamsen, floksskrivari, Strendur • Hans Arne Bertholdsen, maskinmeistari, Klaksvík • Svenning Borg, sjómaður, Vágur • Johan Dahl, løgtingsmaður, Vágur • Marjus Dam, løgtingsmaður, Miðvágur • Erikka Elttør, krambakvinna, Klaksvík • Olav Enomoto, løgtingsmaður, Vestmanna • Atli Hansen, stjóri, Norðragøta • Edva Jacobsen, bankakvinna, Fuglafjørður • John Kári Jacobsen, skipari, Hvannasund • Edmund Joensen, løgtingsmaður, Oyrarbakki • Betta Joensen, lærari, Klaksvík • Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, Tórshavn • Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Klaksvík • Marja Lamhauge, verkfrøðingur, Lambareiði • Høgni Mikkelsen, byggimeistari, Tórshavn • Gunnar K. Nattestad, lesandi, Sandavágur • Bárður Nielsen, landsstýrismaður, Vestmanna • Alfred Olsen, løgtingsmaður, Saltnes • Marjun Olsen, sjúkrahjálpari, Øravíkarlíð • Beate L. Samuelsen, tíðindakvinna, Tórshavn • Jaspur Vang, løgreglumaður, Tvøroyri • Eyðna Vidtfeldt, lesandi, Tórshavn Sambandslistin er klárur Skúlanæmingar í Fuglafirði fara nú at hava framførslur av heimskenda leikinum fyri øðrum skúlaung- dómum MUSICAL tíðindaskriv Fyri jól framførdi drama- bólkurin í Fuglafjarðar Skúla kenda sangleikin Grease fyri næmingum og foreldrum. Vanligt er á flestu skúlum kring landið, at næmingar framføra okk- urt fyri foreldrum áðrenn farið verður í jólafrí. Sang- ur, tónleikur og krubbuspøl eru oftast á skránni, men hetta er eisini eitt gott høvi til at sýna fram ymiskt, sum næmingar og lærarar hava arbeitt við í skúlaárinum. Í Fuglafjarðar Skúla er ein bólkur av 10. floks næmingum, ið hevur valt drama sum lærugrein. Hesi hava síðani skúlaársbyrjan arbeitt við sangleikinum Grease ella Feitt í Fugla- firði, sum tey hava valt at kalla leikin á føroyskum. Leikurin er so avgjørt ikki nakað fitt jólaspæl, men framførslan var sera væl umtókt av bæði næm- ingum og foreldrum. So væl var leikurin umtóktur, at hann varð sýndur fram aftur fyri almenninginum á nýggjárinum fyri fullum húsum, og nú er so avgjørt at enn fleiri skulu hava møguleikan at sýggja leikin. Hvat er Grease? Síðani filmatiseringina av sangleikinum í 1978, har John Travolta og Olivia Newton John fangaðu øll heimsins hjørtu, hevur leik- urin gingið sína siðurs- gongd um allan heim. Eis- ini yngru ættarliðini hava tikið leikin til sín, og har børn og tannáringar eru í húsinum, har er eisini ein video/DVD-kasetta við filminum Grease. Vit eru í 50’unum. Staðið er Rydell High School (Fuglafjarðar Skúli). Danny (Rói) er eisini kom- in aftur úr summarfrí og sigur vinunum frá sínum kærleika til Sandy (Syl- viu)sum hann hevur møtt í summarfrítíðini. Hann "pyntar" nógv uppá søguna fyri ikki at verða til láturs. Hann vil vera eins kul og vinirnir í skúlanum. Sylvia gongur eisini á skúlanum, og hon skilir ikki, hvat er vorðið av tí blíða og skikkiliga Róa, sum hon møtti í summarfrí- tíðini. Rói, sum hon nú stendur framman fyri er bæði harður og smartur. Vinkonurnar, The Pink Ladies (Diddurnar), royna at vakja Sylviu úr síni dreymaverð, og tey dansa og syngja, mussa og klemma, tí stuttleiki og ballada er hóast alt tað, ið altíð kemur í fyrstu røð. Tað berandi í leikinum er tónleikurin og dansurin. Í Mentanarhúsinum er tað "play-back", tað vil siga upprunatónleikurin, sum vit kenna so væl, rungar í høllini undir bestu ljóðum- støðum. Leikararnir fram- føra dansir, ið undirstrika søgugongdina. Sera flott og hugtakandi. So væl fram- ført, at torført er at sita still- ur og lurta. Inn ímillum tónleikin fara fram ymsar søgur, ið verða dramateri- seraðar á vanligan hátt. Her hava leikararnir eisini rós uppiborið. Samanumtikið er leikurin eitt prógv um sera gott samstarv millum lærara og næmingar. Gjøgnum allan leikin hevur ljósið eisini sera stór- an týdning. Skift verður millum ymsu søgugongdir- nar við sera væl uppsettum ljósi. Tí kanst tú ikki ynskja tær betri umstøður enn í Mentanarhúsinum í Fugla- firði. Reyði tráurin er stuttleiki og ungdómsmentan, og tal- aða málið er hareftir. Ein kul útgáva av føroyskum máli. Sum sagt: Hetta er ikki nakað kruppuspæl. Hetta er nýtímans undir- hald fyri yngri og eldri. Stutt sagt: ein uppliving fyri øll. Nú er so ætlanin, at enn fleiri skulu hava møguleika at síggja leikin, og tí bjóðar dramabólkurin skúlaung- dómi kring landið at síggja leikin. Hetta verður í Ment- anarhúsinum í døgunum 25.-27 januar. Tvær sýning- ar verða um dagin, og eru hesar ásettar til kl. 11 og 13. Sandy eitur Sylvia og Danny eitur Rói, men annars er alt júst soleiðis, sum vit kenna tað frá upprunaleikinum