Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 20. januar 2005 7 Tað er ongin meining í, at tað stóra flakavirki í Vági stendur stongt, sigur Jákup Joensen í Lorpa, sum bygdi tað. Men kortini skilir hann Fiskavirking væl FISKIVINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Kreppuloysnirnar, sum vórðu settar í verk fyri 10 árum síðani, hava nú skapt eina nýggja kreppu. Tað heldur Jákup Joensen í Lopra, sum bæði er gamal í garði sum vinnulívsmað- ur og sum eisini hevur verið løgtingsmaður. Hann sipar til loysnina við Fiskavirking og Fram- taksgrunninum, sum vórðu settar í verk fyri at fáa endurrreisa Føroyar eftir kreppuna í nítiárunum. Tað var Jákup Joensen, sum bygdi tað stóra flaka- virkið í Vági, men hann hevur ikki so øgiliga nógv- ar viðmerkingar til støðuna. – Fiskavirking og Fram- taksgrunnurin vóru kreppu- loysnir. Men ein kreppu- loysn eigur at verða tikin av, tá ið kreppan er av. Tað vóru hesar kreppu- loysnirnar ikki og tí hava tær skapt eina nýggja kreppu, í hvussu so er í Suðuroy. Ì kjalarvørrinum á kreppuloysnunum við Fiskavirking og Framtaks- grunninum, var Polarfrost í Vági stongt og tað hevur verið at kalla stongt síðani. Samstundis gjørdu polit- ikararnir harafturat av at steðga beinleiðis flutning- inum ímillum Suðuroynna og Skotland, so at allur út- flutningur úr Suðuroy mátti til Havnar og tað var fíggj- arligur steinnur oman á byrðu hjá vinnulívinum í Suðuroy. – Tað er ongin meining í, at tað stóra flakavirkið í Vági skal standa stongt. Men hann heldur tað er ov lætt at siga, at tað er bara at loysa Flakavirkið í Vági burturúr Fiskavirking. – Fiskavirking hevur eina fyritøku, sum skal rekast. Og er tað so, at Fiskavirk- ing og Framtaksgrunnurin eru vinnurekandi burturav og bara skulu hugsað um úrslitið á niðastu reglu, má sigast at teir hava borið seg skilagott at. Tí letur tað stóra flakavirkið í Vági upp, fáa teir ein harðan kappingarneyta um rávør- una og tað er onki at siga til, at teir ikki vilja skaffa sær ein slíkan kappingar- neyta. Hann vísir eisini á, at virkið í Vági er stórt og tað er ómetaliga tungt at reka, so tað krevjast sera stórar nøgdir av fiski til, fyri at fáa lønandi rakstur í tað. – Og Fiskavirking ivast helst í, um tað ber til at fáa slíkar mongdir av fiski, at lønandi rakstur í virkið. – Men nakað annað er tað, at loysnin við Fiska- virking skuldi skuldi verið avtikin, tá ið kreppan var av. – Men tað var hon ikki og úrslitið er, at virkið í Vági stendur stongt og kreppa er framvegis í Suðuroy og serliga í Vági, sigur Jákup Joensen. Hann sigur at orsøkin til at tað mangan gongst so illa, eru teir vánaligur karmarnar við flutnings- kostnaði og -møguleikum. – Men at tað mangan gongst so illa, skapar eisini ótryggleika og ger tíverri, at mong missa álit á, at tað ber til. Men fáast karmarn- ar í rættlag, skuldi taðborið einsvæl til í Suðuroy sum aðrastaðni, tí vinnulívsfólk í Suðuroy eru líka dugnalig sum aðrastaðni. Sølan haltar Annars evur hann varhugan av, at søluapparatið hjá før- oysku fiskivinnunu haltar, so tað munar. – Vit eru í teirri støðu, at vit hava nógvar seljarar. Tí havi eg varhugan av, at selj- ararnir mangna undirbjóða hvønn annan fyri at sleppa av við fiskin og tað kann aldrin vera rætt. – Skal ein seljari sleppa av við fisk, kann hann ikki trýsta prísin upp. Hann verður tvørturímóti noydd- ur at trýsta prísin niður fyri at tekkjast keyparanum og tað er heilt øvugt av tí, tað átti at verið. Hesi støðu vóru føroy- ingar í fyrr, men tá var nið- urstøðan, at neyðugt var at samskipa søluna fyri at fáa sum mest burturúr og tí varð Fiskasølan stovna. – Er tað nakað, sum skuldi verið samskipað í eina eind í Føroyum, er tað sølan avfiski, sigur Jákup Joensen. Jákup í Lopra hevur hvørki mist vónina ella álitið á fram- tíðina. Nú fer hann at lata nýtt flakavirki upp í Lopra og hann hevur rættiliga góðar vónir um at tað ber til VINNULÍV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú letur skjótt eitt nýtt flakavirki upp í Suður- oynni. Tað er Jákup Joensen í Lopra, sum er gamal í garði í føroyskum vinnulívi, ið nú fer at lata flakavirki upp í heimbygdini, Lopra. Hóast hann er komin væl til árs, hevur hann hvørki mist vónina ella álitið á, at tað ber til at hava fiski- vinnu í Suðuroy. Hann sigur, at væntandi fer flakavirkið at lata upp í vár. Í fyrstuni væntar hann, at tað verður arbeiði til eini 20 fólk á virkinum. Men flaka- virkið er væl útgjørt og hevur møguleika at virka rættiliga nógvan fisk. So hvussu nógv fólk, arbeiði verður til, veldst alt um, hvussu tað fer at liggja fyri at keypa fisk og at sleppa av við virkaðu vøruna. Jákup í Lopra eigur fimm flakalinjur, sum kunnu setast upp á virkinum. Av teimum er ein linja til kongafisk, so virkið er væl útgjørt. Hann ætlar at leggja størsta dentin á fesk fløk, men tað ber eisini til at frysta fløk, tí virkið hevur orku at frysta eini 5-7 tons um samdøgurið. Flakavirkið verður í hús- inum, sum Vesturland eigur á bryggjuni í Lopra. Har var flakavirkið til fyri stutt- um, tá ið virkið varð leigað út. Men tað virksemið helt uppat og síðani hevur húsið staðið tomt. Men tað ætlar Jákup í Lopra ikki, at tað skal gera longi afturat og í seinastu hevur hann arbeitt við at fyrireika eitt nýtt flakavirki í húsinum. Men hann ásannar, at hann er ikki heilt ungur longur, er farin um tey 75, so hansara lutur verður mest at fáa gongd á, so fer hann at lata tað upp í hend- urnar á yngri kreftum at reka víðari. Nú verður bíðað eftir at fáa góðkenning frá Heilsu- frøðiligu Starvsstovuni og tað væntar Jákup Joensen í Lorpa at fáa í næsta mánað. Tíðindini um, at Jákup Joensen fer undir flakavirki í Lopra eru ikki farin aftur- við borðinum hjá teimum arbeiðsleysu í syðru helvt í Suðuroy. – Heilt nógv fólk hava ringt og biðið um arbeiði, men enn fái eg onki gjørt uttan at skriva tey upp, sigur hann. Rættiliga góðar vónir Jákup í Lopra sigur, at hann hevur góðar vónir um, at tað skal bera til, ikki minst tí at útgangsstøðið er gott. – Vit eiga húsið og tað er ongin skuld í tí. Tí kostar tað okkum ikki serliga nógv at byrja og tað er eitt heppið útgangsstøðið at hava, sigur hann. Hann sigur, at tað kostar einar 50.000-70.000 krónur um árið í leigu, streymi, olju, trygging og øðrum, at hava húsið standandi og tí hevur hann hugsað um, hvussu tað ber til at útvega húsinum inntøkur. – Nú hevur virkið verið flakavirki og tað mest nær- liggjandi var at halda fram við tí. Sostatt keypti Jákup Joensen tær báðar flaka- maskinurnar, sum stóðu inni eftir teir, sum róku flakavirki til fyri stuttum, men síðani hevur hann eis- ini keypt tríggjar flakalinjur afturat frá Sancy Seafood i Vági. Hann hevur góðar vónir um at tað ber til og hann hevur eisini samband við keyparar uttanlands, sum eru sinnaðir at taka vøruna. Men hann heldur, at ein týðandi forteyt fyri at hava flakavirki í Suðuroy, er, at farmaskip siglur beinleiðis úr Suðuroy niður á megin- landið, so at tað slepst und- an at flyta allar vørurnar til Havnar fyrst. Tað hevur hevur verið nevnt, at farmaskipið, sum gøtumenn hava keypt, fer at sigla beinleiðis úr Suðuroy niður meginlandið týs- kvøld. Men tað hóvar Jákupi Joensen illa. – Ein beinleiðis ferð úr Suðuroy niður á Megin- landið í Evropa skal fara úr Suðuroy fríggjakvøld, sigur Jákup Joensen. Hann veit, at fráferðir eru úr Føroyum niður til Evropa fríggjakvøld. – Men tær eru úr Havn. Tí má allur farmur úr Suðuroy til Havnar fyrst og tað er júst hetta, sum er tann størsti trupulleikin hjá fiskivinnuni í Suðuroy. Tað leggur ein eyka kostnað á hana, sum virki norðanfyri ikki hava og tað ger eisini, at fiskurin verður ikki so góður. – Hetta er ein kappingar- avlagandi støða, sum er ein sera stórur vansi hjá vinnu- lívínum í Suðuroy. Tí er hetta ein vansi, sum má beinast av vegnum fyri at geva virkjum í Suðuroy javnbjóðis kappingarstøðu við virkini norðanfjørðs. Og tað einasta rætta er at sigla beinleiðis úr Suðuroy niður á meginlandið fríggjakvøld, sigur Jákup Joensen. – Fáa vit beinleiðis flutn- ing úr Suðuroy niður á meginlandið, eru fortreyt- irnar fyri fiskivinnu í Suð- uroy heilt øðrvísi og betri, enn tær hava verið, sigur Jákup Joensen. Kreppuloysnin hevur skapt eina nýggja kreppu Kreppuloysnin við Fiskavirking og Framtaksgrunninum vóru kreppuloysnir, men tær vóru ikki avtiknar, tá ið kreppan var av og tað hevur ført til eina nýggja kreppu í Suðuroy, sigur Jákup Joensen í Lopra Nýtt flakavirki letur nú upp í Suðuroynni – Jákup Joensen í Lopra fer nú aftur undir flakavirki í Suð- uroy og hann hevur rættiliga góar vónir um at tað fer at bera til