Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 13 - 20. januar 2005 Týsdagin 18. januar varð sum væntað dagurin, ið Anders Fogh Rasmussen valdi at skriva út fólkatingsval at haldast 8. februar. Hetta var av prakt- iskum orsøkum, sigur Fogh. Rasmus Jønsson, serfrøð- ingur í politiskari kommunikatión frá RUC saknar eina politiska orsøk, sum kann fáa neistarnar at fúka í valstríðnum FÓLKATINGSVAL Marjun Dalsgaard Fleiri orsøkir eru til, at Anders Fogh Rasmussen skrivaði út val týsdagin. Ein orsøkin er uttan iva, at undirtøkan millum fólkið er stór. Ein onnur orsøk í tí sambandi er, at tað kundi loysa seg at skriva valið út, áðrenn rákið vendi, og tað er ikki óhugsandi, at tað hevði vent út á vári. Orsøkin til tess er, at ein umfatandi kommunal nýskipan skal viðgerast og gjøgnumførast. Hetta fer uttan iva at føra við sær, at nógv fólk verða søgd upp, eins og onnur skulu arbeiða undir nýggjum umstøðum, sum møguliga kunnu skapa trupulleikar. Nógvar orsøkir — men ikki tær røttu sam- bært Rasmus Jønsson frá RUC, ið er ser- frøðingur í politiskari kommunikatión. Hann saknar evnir, sum kunnu fáa neistarnar at fúka í valstríðnum. Eftir hans- ara tykki fara allir flokk- arnir til val við evnum, sum teir ikki kunnu vera ósamdir um. Pengar til barnafamiljur, gransk- ing, eldri og so fram- vegis. Tískil fer ikki at koma rættuligt innihald í kjakið, men flokkarnir fara bert at royna at bera av hvørjum øðrum, heldur hann. Hóast ein politisk or- søk faktiskt var til valið, nevniliga kommunala nýskipanin, hevur eingin av flokkunum áhuga í at tosa um hana. Valið seinkað av flóðaldu Valstríðið er nú alment, men í roynd og veru hevur tað verið í gongd í fleiri mánaðir. Líka síð- an andstøðan í oktober, við Mogens Lykketoft á odda, byrjaði at leggja trýst á Anders Fogh Ras- mussen um at skriva út val, áðrenn uppskotið til kommunalu nýskipanina skuldi viðgerast, hava fjølmiðlar og politikk- arar tosað um fólka- tingsval — slaturin gjørdist ikki minni, so hvørt sum stjórnin og stuðulsflokkur hennara kláraðu seg betur í kanningum millum velj- ararnar. Bæði andstøða og stjórn hava sostatt í langa tíð rikið politikk, ið hevur borið brá av, at val var í hondum. Hetta er enn ein orsøk til, at valið mátti skrivast út nú fyri ikki at troytta veljar- arnar, áðrenn valið yvir- høvur var skrivað út. Sambært Anders Fogh Rasmussen sjálvum, er tað av praktiskum or- søkum, at valið varð skrivað út týsdagin. Hann heldur, at komm- unalvalið, sum skal av- greiðast í heyst, verður so mikið øðrvísið nú, ið kommunurnar verða skipaðar av nýggjum, at tað hevði órógva ov nógv, um fólkatingsval og kommunuval vóru samstundis. Tískil skuldi fólkatingsvalið helst vera avgreitt, áðrenn heystið kom, greiddi Fogh frá, av røð- arapallinum í fólkating- inum týsdagin. Upprunaliga var ætl- anin at skriva valið út fyrst í januar, men flóð- aldan í Suður Asiu rakti danir so meint, at tað var mett at vera óhóskandi at skriva út val so stutt eftir hendingina. Tískil verður valstríðið stutt og, sambært Rasmus Jønsson, eitt sindur keðiligt. Val í ótíð Útlendingakjakið er troytt og Irak er gloymt. Í øllum før- um tann fyrsta dagin í valstríðnum til fólkatingsvalið, har barnafamiljur og arbeiði vóru ovast á breddanum. Fogh er klárt á odda, men arbeiðisloysið er eitt evni, sum kann bjarga Mogens Lykketoft FÓLKATINGSVAL Marjun Dalsgaard Týsdagin klokkan 13 danska tíð segði danski for- sætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen í fólkatinginum endiliga orðini, sum so nógv í spenningi hava bíða eftir: ”Jeg indstiller til Hendes Majestæt Dronning Mar- grethe, at der afholdes folketingsvalg den 8. febr- uar” Fólkatingslimir og ráð- harrar vóru í óvanliga góð- um hýri. Flennandi og gnis- andi, hálsfevndu flokks- og starvsfelagar, sum vóru komnir ymsa staðni frá á fund henda serliga dagin. Øll bóru tey seg at, sum skuldu tey til eitt skúlaball í sjeynda flokki, so spent. Pyntaði eisini og luktil- sisroykurin frá teimum smeyg sær upp til pressu- lógina til sveittandi jour- nalistarnir og myndafólk- ini, sum har stóðu sum sild í dós og eygleiddu tey. Uttan fyri í regninum stóðu friðarvaktirnar, sum hava hildið til uttan fyri Christiansborg síðan 19. oktober í 2001 fyri at mót- mæla, at Danmark valdi at fara við USA í hernað móti yvirgangi við bumbuflog- førum. Tey hava staðið har so leingi nú, at tey við sín- um litføgru friðarfløggum fella inn í myndina av tí gomlu borgini, og tað er ikki so frægt, at nakar gev- ur teimum ans longur. Helst fara tey heldur ikki at seta nakran serliga dám á kom- andi valstríðið. Tíðin er komin til barnafamiljurnar, arbeiðsmarknað- og út- búgvingarpolitikk, og tað verður ikki spart uppá vallyftini. Milliardir til vælferð Tað gongur væl í Danmark, er boðskapurin hjá Anders Fogh Rasmussen, og tað prógvar hann við vallyftum fyri 24 milliardir av krón- um yvir komandi 10 árini - ein upphædd, sum sjálvt stuðulsflokkurin, Danski Fólkaflokkurin, skýrir fyri ikki at vera ábyrgdarfulla. Men bjartskygni tykist at vera gandaorðið hjá Fogh. Sjálvt útlendingar, sum í 2001 vórðu settir á skránna, sum ein stórur óloysandi trupulleiki, verða nú hál- aðir upp úr hattinum sum ein stórur vinningur, um tað eydnast at fáa teir undir útbúgving og í arbeiði. Útbúgving og gransking eru í hásæti, nú Vinstra- flokkurin er farin í valstríð. Gávurnar frá Mogens Lykketoft vænta heldur ikki í - hann kappast við Fogh um at røkta barnafamiljur- nar, men fyri Javnaðar- flokkin snýr tað seg fyrst og fremst um at seta ar- beiðsloysið á dagsskránna. Hetta er veika punktið hjá VK stjórnini, ið ikki hevur megnað at liva upp til tey vallyftir hon gav í 2001 um at skapa fleiri størv - heldur er tað gingið hinvegin. Tí er tað avgerðandi fyri formannin í danska Javnað- arflokkinum, at arbeiðs- marknaður verður týðandi partur av valstríðnum, og tað er eydnast higartil, mill- um annað tí hann longu sunnudagin legði fram ætlanina: ”Made in Den- mark”, sum nú hevur fingið navnið Lykketoft-ætlanin, um at skapa 50.000 størv yvir 5 ár og 100.000 yvir 10 ár. Við »Made in Den- mark« kann Lykketoft eisini leggja dentin á hugbur ella ideologiska munin á flokkunum, og tað eru annars ikki nógvir møguleikar fyri tí sambært vallyftunum hjá teimum báðum størstu flokkunum. Sum pottur og panna Fogh lovar ansingargaranti, og at barnafamiljur skulu gjalda minni fyri ansing. Lykketoft lovar loft á ans- ingarkostnað á 1000 krón- ur. Fogh lovar útbúgving- argaranti, Lykketoft lovar fýra nýggjar lærdar háskúl- ar og fría atgongd fyrsta árið eftir studentaskúlan. Fogh lovar skattasteðg, Lykketoft, skattaloft. Teir vilja báðir tekkjast barna- familjum, ungum og eldri, og tað er ilt at síggja nakran serliga stóran mun á stevnuskránni hjá Vinstra- flokkinum og Javnaðar- flokkinum í síni heild. Barnafamiljur og arbe Sum pottur og panna. Fogh og Lykketoft eru farnir í valstríð við somu evnum og nærum somu loysnum