Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Barnakórstevna verður í Lærara- skulahøllini í dag Í dag skipar Føroya Sanglærara- felag fyri kórstevnu fyri børn ffå 3. til 7. flokk. 230 børn luttaka Í dag skipar Føroya Sang- lærarafelag fyri stórari barnakórstevnu í Lærar- askúlahellini. Eini 230 børn úr 3. til 7. flokki úr 8 ymiskum skúlum í Før- oyum venja saman før- oyskar barnasangir. Skúlarnir, sum eru um- boðaðir, eru Fuglafjørdur, Leirvík, Toftir, Hósvík, Kollafjørður, Kvivik, Vestmanna og Tórshavn- ar Kommunuskúli Hetta er á fyrsta sinni, at skipað verður fyri tí- líkari sangstevnu, og er hugsanin, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak Tiltakið er ein roynd at fáa lív í sang/kórsang í skúlunum kring landið. Dagurin verður skipað- ur við felagsvenjingum, sum ymiskir sanglærarar standa fyri og endar við eini konsert kl. 16.00. Eitt orkestur mannað við læraraskúlanæming- um spælir undir. Fyrireikararnir og børnini høvdu verið feg- in, um nógv foreldur og onnur áhugað komu at lurta. Mjólkarvirki Búnaðar- manna stuðlar stevnuni, sigur Føroya Sanglærara- felag. Sjey lokið yrkisutbugving Sagt verdur frå, at nidan- fyri nevndu lærlingar hava lokið hesar yrkisút- búgvingar: 1. Leif Andreasen, Vel- bastaður, hevur 01.06.1999 lokið yrkisút- búgving sum bilplátu- smiður. Lærupláss: Meinhardt Arge í Tórshavn. 2. Karina Fagralón, Koll- afjørður, hevur 31.08.1999 lokið yrkisút- búgving innan almenna fyrisiting Lærupláss: Rigsombudsmanden pá Færøerne í Tórshavn. 3. Frida Kunoy, Tórs- havn, hevur 31.09.1999 lokið yrkisútbúgving inn- an almenna fyrisiting. Lærupláss: Undirvísing- ar- og Mentamálastýrið í Tórshavn 4. Elin K. Sørensen, Tórs- havn, hevur 31.08.1999 lokið yrkisútbúgving inn- an heildarfyrisiting. Lærupláss: Postverk Før- oya á Argjum. 5. Helma Vestergaard, Tórshavn, hevur 31.08.1999 lokið yrkisút- búgving innan heildarfyr- isiting. Lærupláss: Post- verk Foroya á Argjum. 6. Ingi Ørvarodd, Tórs- havn, hevur 30.06.1999 lokið yrkisútbúgving inn- an smásølu (matvøru- handil) Lærupláss: P. E. Kolonial í Tórshavn. 7. Torkil Davidsen, Tórs- havn, hevur 31.08.1999 lokið yrkisútbúgving inn- an heildarheilsølu. Læru- plåss: Faroe Seafodd Prime í Torshavn. 4. deild menn hjá AB Vit vilja hervið takka fyri kappingarárið 1999 Vit høvdu sett sum mål at vinna 4. deild, men hó- ast hetta ikki eydnaðist, rukku vit høvudsmål okk- ara, sum var at flyta upp í 3. deild Vit takka hervið fyri stuð- ulin. Ein serstøk tøkk til P/F Sveipur, P/F Heri Thomsen, Eimskip og ikki minst Smyril Line. Haraftrat ein stór tøkk til allar áskoðararnar. Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.Sosialurin.fo tidindabladid Nr. 211 - 5. NOVEMBER 1999 Nokk av privatum kapitali i Før- oyum til at figgja endurnygging Ein av teimum heilt klåru lærunum frå áttatiárunum eru, at tað ikki er ráði- ligt at lata politisku myndugleikarnar átaka sær partar av fíggjarváðanum í hóvuðsvinnu okkara, sigur Vinnuhúsið m. a. í sambandi við orðaskifti um tórvin á, at landskassin játtar pening til endunýgging av skipaflotanum OLAvur í BErTI I tíðindaskrivi frå Vunnu- húsinum verður beinanveg- in sagt um hetta at politiski myndugleikin kemur inn við játtan til endurnýgging av flotanum, at almennur peningur til hetta endamál fer at seinka eina tillaging av skipaflotanum til náttur utilfeingið og forða fyri løn semi í veidiflotanum. I oði um lagt, at tað at seta serlig almenn figgingartiltøk i gongd til at endurnyggja fiskiskipaflotan er politiskt at fastfrysta primervinnu okkara í eini støðu, har hon ikki fær møguleikar at virka undir vanligum marknaðar- treytum. Og í triðja lagi verður sligið fast, at tað er nokk av privatum kapitali í Føroyum til at fíggja end urnygging av skipaflota- num, treyta av at lønsemi er so stórt at tað gevur fløg- uhuga. Ikki ráðiligt Víðari verður sagt í tíðind- askrivinum, at ein av teim- um heilt kláru lærunum frá åttatiårunum eru, at tað ikki er ráðiligt at lata politisku myndugleikarnar átaka sær partar av fíggjarváðanum í høvudsvinnu okkara. Tað er Óumsitiligt og púra avlag- andi fyri allar búskaparligar mekanismur. Beint tvørtur ímóti eiga politisku mynd- ugleikarnir at hugsa um hvussu karmar vera skaptir, so høvudsvinna okkara klárar seg undir somu fígg- ingartreytum, sum aðrir partar av vinnuni. Bøttar skipanir, sum gera tað møguligt hjá fólki í Føroyum at gera íløgur í vinnulivinum, høvdu bein- anveg loyst spurningin um at útvega fiskivinnuna iløg- ukapital. I einum vanligum fløguumhvørvi hevði eisini verið trygd fyri, at bert tær íløgur, sum við vissu góvu eitt avkast, høvdu vunnið frama Almenni leikluturin Og vidvikjandi almenna leiklutinum, verður sagt, at hann er at tryggja gransk- ing, útbúgving, menning v. m til frama fyri eina fiski- vinnu, sum hevur stórri virðisskapan og íkast til samfelagsbúskapin. - Uttan iva unna politisku myndugleikarnir útgerðar- vinnuni alt gott, men at fremja uppskot um meira almennan pening i fiski- vinnuna nu - sama um tad eitur iløgustudul, våda- grunnur, rakstrarstudul ella annað - fer at bumba útgerð- arvinnuna aftur í åttatiårini og forkoma møguleikunum fyri eini lønsamari høvuds- vinnu tey næstu 10-20 árini. Tillagingartíð — Tá kilostuðulin fór í søg- una fyrst í 1993 segði tá- verandi landsstýrið, at heimaflotin skuldi fáa eina tillagingartíð upp á 3 ár fyri eldri og 5 fyri nýggjari fisk- ifør. Hetta skeið skuldi ein lóg um iløgusstudul vera í gildi. Eftir tad skuldi vinnan kunna standa å egnum bein- um uttan almennan stuðul. Reiðaríini í heimaflotanum fingu greitt hetta at vita, og løgtingid stóð við hesa av- gerð, tå lóg um iløgustudul fór úr gildi í mars 1998. Tað er beint móti politisku ætl- anini at seta í gongd eina nýggja tillagingartíð. — Tað er rætt, at tað ber til at nýta stuðul til at fáa í gongd gagnnýtan av nýggj- um tilfeingi, um hetta verð- ur avmarkað til heilt stutta tíð og til ikki avlagandi skipanir. Tað er eisini rætt, at vit at kalla ikki kenna dómi um, at politiskir myndugleikar hava dugað at avmarka studning, tá vinnan er komin í gongd. Gongdin við studninginum í Føroyum er fullgott dómi um hetta. savnsmynd Burdardygg veida Og vidvikjandi endamåli- num í lóg um vinnuligan fiskiskap, verður sgat, at hon er greið. Livfrødilig og búskap- arlig burðardygg veiða. Kravið um burðardygga veiðu, sum uttan iva merkja lægri veiðitrýst enn tey vit hava verið von at góðtaka, eru krøv sum við stórri og stórri styrki koma fram frå fiskakeyparum og brúkar- um í teimum londum vit selja til. Hetta eru eisini krøv, sum vera reist av okk- ara grannum í Norðurat- lantshavi í WTO. — Full semja er um í al- tjóða hópi, at studningur til fiskivinnuna hevur alla skyldina av, at fiskastovn- arnir í heiminum eru ov hart fiskaðir og lønsemi í fiski- vinnuni er at kalla ikki at finna, verður sagt í tíðinda- skrivinum frá Vinnuhúsi- num. Tveir føroyskir limir aftrat Rættarneyndin tekur undir við uppskotinum hjá Hógna Hoydal, um at kann- ingarneyndin fær heimild at gera kanningar í Fóroyum, men heitir á lands- styrismannin um at fáa tveir føroyskar limir aftrat í kanningarnevndina ÓLAVUR i BEiri Uppskotið, sum Høgni Hoydal hevur lagt fram og sum varð beint í Rættar- nevndina eftir 1. viðgerð, er í suttum, at danska lógin frá 2. juni 99 um kanning av virkseminum hjá PET eisini skal umfata Føroyar í tíðar- skeiðnum 1945-1989. Tann 12. februar 1999 legði Helena Dam á Neyst- abg vegna Høgna Hoydal fram uppskot til ríkislógar- tilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar upprunaliga upp- skotið til „lov om undersøg- else af Politiets Efterretn- ingstjeneste“. I uppskoti- num til ríkislógartilmæli varð mælt til, at lógin við ávísari broyting bleiv sett í gildi fyri Føroyar, soleiðis at kanningin eisini fevndi um politiskar bólkar, feløg og fakligar ósemjur v.m., ið høvdu tilknyti til Føroyar. Fall Men tå uppskotið var til 3. viðgerð, varð tað tó ikki samtykt, áðrenn tingsetan endaði, og datt tað sostatt burtur sambært stýrisskip- anarlógini. Nýggja fólka- tingslógin er broytt í mun til upprunaliga uppskotið. Og her stendur at lógin skal ikki galda fyri Føroyar (ella Grønland), men hon kann við kongligari fyriskipan verða sett í gildi fyri For- oyar við teimum broyting- um, ið serligu føroysku við- urskiftini krevja. Sum lógin er orðað, fevn- ir arbeiðssetningurin hjá settu kanningarnevndini so- statt ikki um kanning av virkseminum hjå PET m6t- vegis t.d. politiskum flokk- um, feløgum, fakligum 6- semjum og fylkingum i Før- oyum, men einans i Dan- mark og fyri tíðarskeiðið 1945-1989. Og til hetta sigur Høgni Hoydal, at um lógin verður sett í gildi fyri Føroyar uttan broytingar, so fær kanning- arnevndin heimild at gera kanningar i Føroyum, men bert av virksemi, ið hevur beinleiðis tilknyti til flokk- ar, feløg, fakligar ósemjur og fylkingar í Danmark. Oheppið Og landsstýrismaðurin met- ir hetta sera óheppið. tí ein kanning av, um reglurnar eru hildnar, eigur tí ikki at avmarkast til bara ein part av ríkinum og virkseminum hjá PET. Rættartrygdin má sjálvsagt eisini galda fyri føroyingar; og um PET hev- ur havt nakad virksemi i Føroyum, so er hugsandi, at føroyskir flokkar, felags- skapir, fakligar ósemjur og fylkingar hava verið við- gørd sum sjålvstødug mál og ikki sum partur av virk- semi í Danmark. Tað má metast at hava stóran týdn- ing fyri føroyska almenn- ingin at fáa lýst møguligt virksemi hjá PET í Føroy- um. Bæði fyri upplýsing og rættarkenslu. Annars er vandi fyri leysasøgum og illteinkingum. — Til tess at tryggja, at hesi atlit verða fylgd, verður mælt til, at løgtingið sam- tykkir uppskotið til ríkislóg- artilmæli, sigur Høgni Hoy- dal m.a. í viðmerkingunum til uppskotið. Rættarnevndin hevur nú vidgjørt uppskotið, og ein samd nevnd tekur undir við málinum, men samtykti at heita á landsstýrið um at kanna, um tað í verki ber til, at neyndin verður víðkað við tveimum føroyskt til- mæltum limum, tå ið før- oysk viðurskifti koma til viðgerðar.