Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 5. NOVEMBER 1999 tíðindablaðið List í Tavuni Í morgin, leygardagin, letur upp forvitnislig framsýning í Tavuni í Leirvík, har listamálararnir Hans Jacob Glerfoss og Sámal Toftenæs sýna fram nókur av verkum sínum JÁKUP MORK Flakavirkir og listamålarar eru ivaleyst ikki tvær stødd- ir, sum vit soleiðis uttan víð- ari seta í samband við hvort annað, men hóast hetta. so er Tavan í Lerivík komandi dagarnar karmur um eina framsyning, har tveir før- oyskir listarmenn eru um- boðaðir. Hin kendi Mest kendur av teimum báðum er uttan iva Hans Jacob Glerfoss. sum hevur verið aktivur listamålari í skjótt 35 ár. Hann hevur síð- ani 1965 havt framsýningar við jøvnum millumbili, og hava hesar framsýningar verið hildnar bæði innan- og uttanlands. Við tað, at Hans Jacob í løtuni er búsitandi í Hirts- hals á 4. ári, er tað dóttur hansara, Hansa, sum stend- ur fyri hesum partinum av framsýningini. Sjálv sigur Hansa. at hon heldur fram- sýningina vera ótrúliga spennandi, ikki bara tí úr- valið er so fjølbroytt, men eisini ti hon vid hesum er komin at kenna påpan å ein heilt annan hått, enn hon higartil hevur gjørt. Hans Jacob sigur sjålvur, at tað at mála fyri hann ikki er eitt starv sum so. Heldur hetta ein trongd, sum hann hevur. til at lata kensl- urnar tala, ímeðan hann í Óvissu leitar eftir onkrum 6- kendum. Hetta ger eisini, at málningar hansara eru rætt- uliga kenslubornir. og av tí sama serstakir, tí sum so eru eingi motiv í hansara mál- ningum. Í hvussu so er ikki nøkur, sum hann hevur valt sær, áðrenn hann byrjar málningin. Eitt, sum kanska týðuliga sýnir, hvussu kensluborin Hans Jacob er sum listar- málari, er at hann ongantíð hevur tikið av teimum til- boðum hann hevur fingið. um at fara á Statens Kunst- akademi at mála. Hesum hevur hann nokað tvær ferðir, av tí at hann metti, at hetta fór at binda hann ov nógv listarliga. Annars hevur hann ong- antíð sjálvur mett seg sjálv- an sum lístarmann. hóast hann síðani hann var 25 ára gamal, hevur verið listar málari burturav. Hann held ur at tað má verða upp til eftirtíðina at meta, hvort verk hansara eru list ella Ikki. Eitt annað dómi um. hvu ssu ilt hann hevur við at seta heitið »listarmadur« á seg sjálvan er, at hann ikki hev- ur viljað sett nakran prís á nakran av málningunum. Sjálvur er hann av teirri fat- an, at teir als ikki skulu sel- Jast, og eru tað tí onnur fólk, sum hava ásett prísirnar. Hin minni kendi — Umframt Hans J. Glerfoss. eru eisini málningar eftir Sámal Toftenæs at síggja í Tavuni, nú framsýningin er opin. Sámal er ikki eins kendur, og framsýningarfel- agið hansara er, men hann hevur hóast hetta nøkur år á baki í yrkinum. Sámal hevur altíð havt góðan hug at mála og tekna, men tað er ikki fyrr enn seinastu 15 árini, at hann av álvara er farin undir at mála Sámal hevur, síðani hann fór undir at mála, ukid fleiri ymisk skeið, gingið á kvøldskula og annað, fyri at menna seg sum málara, og sigur hann sjálvsagt, at hetta hevur verið honum ein góð hjálp. Hinvegin metir hann ikki, at tú kanst læra at ger- ast listamålari. A kvoldskú la og øðrum skeiðum lærir tú nakrar teknikkir, sum kunnu hjálpa tær at fáa tað ætlaða fram í málning unum. men inspiratiónina og ímyndirnar kanst tú ikki lesa ella læra teg. heldur Sámal Hesin hugsunarhåttur sæst eisini aftur í málning unum hjá Såmali, tí hóast tú ikki leggur tað merkis við fyrsta eygnabrådi, so er eingin teirra málaður eftir nøkrum motivi, men einans út frå ímyndini hjá listar- manninum. Sámal sigur seg ikki mála fyri at forvinna sær pening, men hinvegin er hann noyddur at gera eina roynd at fáa útreiðslur sínar aftur, Sosialurin á vitjan í Leirvík og tískil selur hann burturav málningunum. Einasta or- søk til at hann málar er, at honum dámar tað somikið væl. Hann sigur eins og Hans J. Glerfoss. at hetta at mála er nakað, sum hann er noyddur til. Hølini Sum nevnt í byrjanini av greinini, so er tað ikki heilt Dóttir Hans Jacob Glerfoss, Hansa, og Framsyningarfelagin, Sámal Toftenæs, við tveimum a sum eru at síggja í Tavuni frá leygardegnum og 9 dagar fram Køksmidstødin Á Hálsi - FO 110 Tórshavn - Tel. 314949 - Fax 311330 - E-mail: hthdulÆpost.olivant.fo VSS NSSS verkunum, Mynd: Jens Kr. Vang (>) Miele NGC Húsarhaldstól i vanligt, at ein listaframsyn- ing verður hildin í hølunum á einum flakavirki Hetta er tó eingin vansi í hesum sambandi, tí ovara hæddin á Tavuni, har fram- sýningin er, má sigast at vera sera væl egnað til end- amálið. Fyrsta hóli tú kemur til, tá traðkað verður inn, er sera rúmligt, og eru fleiri málningar hongdir á vegg- irnar her. Stígur tú so long- ur inn, eru ymisk smærri og stórri rúm. og eru ein, tveir og triggir málningar eru í hvørjum teirra. Hetta. at nakrar málningar verða framsýndir í serstøkum smærri hølum, gevur á onkran hátt kenslu av einari stórri nærveru, sum bara koma málningunum til góð- ar. Kanska er hetta tí årinini frá øðrum sjónum eru minn- 1, ella kanska er orsøkin ein heilt onnur. Undir øllum umstødum er talan um sera áhugaverda framsýning. har myndir frá tveimum listarmonnum. sum onkursvegna hóska sera væl saman, eru at síggja. Tilsamans er talan um 34 málningar, og er møguleiki fyri at keypa 21 teirra. 11 hjá Hans J. Glerfoss og 10 hjá Sámali Toftenæs. Framsýningin verður sett leygardagin kl 15. og held- ur dóttur Hans Jacob. Hansa, eina seturnarrødu henda dagin. I vikuskiftu num er opið kl. 15 til 19, imedan dyrnar opna kl. 13.30 og læsast kl. 16.30 gerandisdagar. Sýnt verður fram til og við 14. novemb- er. GO