Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 5. NOVEMBER 1999 tíðindablaðið Privatsering ikki gerast av hugsjonarligum ávum Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í sambandi við tað sum Caragata álitið sigur um privatiseringar. Høgni leggur afturat, at førovingar skulu vera varnir vid at uppfata Caragata á- litið sum tann æviga sannleikan, men heldur skulu brúka tað ein amboðskassa til at broyta før- oyska samfelagið SVEINUR TRÓNDARSON Fad eru nú nakrir dagar síð- ani Caragata bólkurin legði fram álit sítt um búskapar- liga tillaging í og framburði í føroyska samfelagnum, men hon er ikki løgd á hill- ina fyri tað. Tað er eingin loyna, at tað sum stendur í álitinum stendur væl saman við ti liberalistisku = hugsjónini, men tað politiska systemið er meira samansett en so, at allir flokkar svølgja alt, sum stendur i ålitinum. Vit hava tosað við Høgna Hoydal, landsstýrismann fyri Tjóðveldisflokkin, um hvat hann sigur um Car-r- agata-álitið, privatiseringar og almennan niðruskurð. Ein amboðskassi Tað er ikki so langt síðani, at Høgni sjálvur stóð í stóð- uni, sum Finnbogi Arge stóð í týsdagin. Fyrst í sep- tember mánað varð Hvíta- bók almannakunngjørd, og hon var, eins og Caragata- álitið, gjørd av serfrøding- um. Teir vóru bara føroysk- ir, og so nógv fleiri í tali enn Caragata menninir. Men fyri tað er arbeiði uttan iva nóg gott. Og Høgni Hoydal heldur, at bøkurnar, skulu brúkast á sama hátt. Tær skulu brúk- ast sum ein amboðskassi og ikki sum tann ævigi sann- leikin um hvussu farast skal fram í Fóroyum. Landsstýr- ismaðurin heldur, at tað kann vera torført hjá útlend- ingum at gjøgnumskoda tað føroyska samfelagið í ollum sínum lutum, men at teir kortini uttan iva hava eina greiða fatan um, hvussu far- ast skal fram. - Men tað sum vit mugu minnast til er, at vit skulu ikki bara uttan víðari kopi- era eina útlendska skipan, og gera hana til føroyska. Vit skulu hvørki hava ta Ny Sælendsku skipanina, ella ta íslendsku skipanina til Før- oya, men hava okkara egnu, sum er gjørd eftir føroysk- um vidurskifum, sigur Høgni Hoydal. Ta0, sum hann sær sum tann = tydningarmiklasta partin, sæð við vinnuligum brillum er, at vinnan skal hava góðar karmar at virka undir, og at politikararnir skulu geva vinnuni hesar karmarnar. Høgni vísir á, at tað í grundini er vinnan, sum skal gjalda til samfelagið, men at hon ger tað ikki av sær sjálvum. - Vinnan krevur at sam- felagið veitr karmarnar so- leiðis at hon kann virka í hesum landinum, og hon krevur m. a. eitt høgt vitan- arstødi, eitt gott heilsuverk, eina góða sosiala skipan og ikki minst ein góða infra- struktur. Hetta er tað, sum vinnan krevur av samfelag- num, men tað er eisini hon, sum skal verða við til at gjalda tær. Varin við privatiseringum Seinastu árini hendi tað, sum øllum kunnugt, at landsstýrið yvirtók Føroya banka, samstundis, sum tað er landsstýrið, sum eitt nú eigur Foroya Tele, Atlants- flog og annað virksemi. Hetta vísir Caragata álitið eisini á, og samstundis sum teir gera vart við, at al- menna skuldin er alt, alt ov høg, so halda teir tað vera upplagt, at myndugleikarnir skulu selja bburturúr nøgd- ini av fyritøkum og so brúka peningin at gjalda almennu skuldina. Teir vísa á m.a., at tað føroyingar brúka ov nógvan almennan pening til rentur, og m. a. vísa teir á, at for- oyingar hava goldið 13,6 mia. krónur fyri kreppuna. Men hvat siga Høgni og Tjóðveldisflokkurin til orð- ini um privatiseringar. - Eg fari at geva Jóannesi Eidesgaard rætt tá hann sig- ur, at vit ikki skulu selja burturav arvasilvrinum. Tað kann gott vera, at vit skulu privatisera, men tað skal ikki undir nøkrum umstød um gerast av hugsjónar ligum ávum. Skulu vit t. d privatisera bankan, so skal tað gerast tí vit halda at tað er rætt at gera tað, og ikki tí at Caragata álitið sigur at vit skulu gera tå, sigur Høgni Hoydal. Hann fer eitt sindur aftur í tíðina og minnir fólk á, at bankin fór á heysin sum privatur banki, og nú hevur hann fingið loyvi til at sterkan í al- mennum regi. Men tað at hann nú er so sterkur sigur ikki, at hann skal seljast. - Men hetta skal avgjørt ikki skiljast sum at eg eri ímóti privatiseringum. Tað eri eg ikki, men eg meini bara, at vit skulu finna okk- um ein millumveg, sum liggur ímillum Wild West liberalismu og fullkomna almenna stýring. Vit mugu alla tíðina hava í huga, at privatiseringar ikki bara eru av tí góða, og tí vera vit eisini noydd at vís varsemi tá vit tosa um hvat og hvussu, sigur Høgni Hoy- dal. veksa seg Varðveita ognarrættin Tá tað kemur til útlendskar íleggjarar, so er í Føroyum eitt greitt lógarmark fyri hvussu nógv útlendingar kunnu eiga av føroyskum ali- og fiskivinnufyritøkum. Ein regla er sum sigur, at útlendingar ikki kunnu eiga meira enn triðingin av fyri tøkum í hesum vinnugrein- um, og tað heldur Caragata bólkurin er ikki rætt. Teri siga, at hetta er ein forðing fyri at útlendingar tíma gera iløgur í Føroyum, tí sum tað sær út nú, so skulu útlend- ingarnir gjalda peningin, meðan føroyingarnir hava allan avgerðarrættin Hvat heldur Høgni um tað, hava vit ikki verið alt ov varnir tá tað kemur til útlendskan kapital og til út lendska íblanding í for- oyska vinnu. - Tað er væl møguligt, og persónliga ræðist eg ikki fyri, at útlendingar koma inn í føroyskt vinnuliv Hatta er í grundini ikki pettið annað enn tað, sum føroyingar alla tíðina hava gjørt. Teir hava rikið fyri- tøkur aðrastaðni, og enntá við góðum úrslitum sigur Høgni Hoydal. Sum vera mann, kunnu føroyingar ikki bara geva útlendingum rætt at koma til Føroya, og so lata teim- um ognarrættin yvir øllum, tað sigur seg sjálvt, men tað heldur Høgni kann gerast á annan hátt enn tað verður í dag. - Vit skulu tryggja okkum at ríkidómiða ikki fer úr Føroyum, og burtursæð frá Høgni Hoydal stýrismaður lands heldur ikki, at privatiseringar skulu ger ast av hugsjónvar gum avum tid, so haldi eg, at vit ikki eiga at vera bangnir fyri at útlendskur kapitalur kemur til Føroya Nú byrjar arbeiðið Nú Caragata álitið er lagt fram sær Høgni Hoydal fyri sær, at tað veruliga arbeiðið byrjar. Nú skulu politikar arnir til at hava eitt orða skiftið um Caragata álitið. Í sjónvarpssendingin kast mikukvøldid bað Jó annes Eidesgaard landsstýr ismannin i Finnboga Caragata kanska júst tann leiðin tað skal fara, hóast tað ikki er tað, sum Vinnumålastyrid upprunaliga ætlaði Jóannes I idesgaard segði við Sosialin í gjár, at hann ikki undir nøkrum umstød- um vil hava Ný Sælendskar støður í Føroyum, og hesum gevur Høgni Hoydal honum rætt í Tað skulu vit heldur ikki, men vit vera noydd til at gera tillagingar, sum geva vinnum betri kor at virka undir. Harafturat skulu vit hava í huga, at okkara sam- felag er so lítið, at vit kunnu hyggja at avleiðingunum alla tíðina, og so justera broytingarnar so hvort, sig- ur Høgni Hoydal, sum m a. Vísir á, at tað, sum stendur í álitinum um almannaveit- ingarnar ikki nýtist tulkast so ógvusligt kortini - Tað er møguligt, at tað skulu gerast broytingar í ymsum almennum veiting um, men tær vera ikki gjørdar yvir háls og herðar, og ikki tí Caragata sigur at vit skulu broyta tær, men tí vit sjálvi hava brúk fyri at gera broytingar, eisini á tí økinum, sigur Høgni Hoy dal at enda FOSS vinnumaåaium, Aree um at seta álitið. og tað er