fríggjadagur 5. november 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Kapping á loftmiðlagkinum
Atlantic Radio er nú farið í
søguna, men hóast stuttu
livitíðina, eru fleiri á einum
máli um, at kappingin, sum
Utvarpið fekk frá stoðini hevur
havt ávirkan á send-ingarnar
úr Sortudýki
Jákup Mørk
Vit hava hitt útvarpsstjóran á máli, og
spurt hann um, hverja ávirkan hann
heldur at kappingin frá hesum
nærvarpi hevur havt, ella um hon
hevur havt nakra ávirkan.
Ikki nærvarp
Fyrst og fremst heldur útvarpsstórin,
at í einum so lítlum samfelagi sum tí
foroyska, ber illa til at tosa um
nærvarp, tá tú við einum sendara
kann røkka umleið helmingin av
lurtarunum.
Hann greiðir víðari frá, at tey í út-
varpinum sjálvsagt hava fylgt væl við í
gongdini, sum hevur verið á
loftmidlaøkinum, við tað at tað leingi
hevur ligið í luftini, at einkarætturin fór
ÚF og SVF svíkja ov ofta
sína stoðu sum almennir
tíðindaberarar
Hesa vikuna havi eg fleiri ferðir hug-
sað um, hvat endamálið er við at
hava eina foroyska útvarpsstoð og
sjónvarpsstoð. Í mínari verð er
týdningarmesta grundgevingin fyri
at hava UF og SVF, eins væl og
aðrar serforoyskar stovnar, at teir
kunnu veita eina tænastu, sum vit
bara kunnu fáa í Føroyum, ella sum
vit íkki kunnu fáa betri aðra staðni.
Um teir ikki kunnu liva upp til hetta,
havi eg ilt við at síggja, hví vit skulu
tvíhalda um hesar stovnar. Tíbetur
haldi eg, at okkara loftmiðlar í stóran
mun liva upp til henda setning, men
tað eru sjálvandi altíð ting, sum
kunnu gerast enn betri.
Tíðindir
Ein av hevuðsgrundgevingunum
fyri, at vit mugu hava UF og SVF er,
at bara her kunnu vit fáa foroysk
tíðindir. Eg haldi, at bæði UF og
SVF tíverri alt ov ofta svíkja sína
stoðu sum almennir tíðindaberarar.
Tað sýnist ofta tilvildarligt, hvat dent-
ur verður lagdur á, hvor sleppur
framat at siga sína hugsan, og mál
verða ofta ikki fylgd upp. Hetta er
serliga galdandi fyri Dag og Viku,
men ofta undri eg meg um útvarps-
tíðindi eisini.
Bara tað, at vit ferð eftir ferð upp-
liva, at ítróttartíðindini á middegi fara
við dupult so nógvari tíð sum hini
at verða avtikin. Eisini leggur Jógvan
afturat, hann ivast ikki í, at nýggja
loftmiðlalógin er komin fyri at verða,
at tey tískil hava fyrireikað seg til
hetta í longri tíð.
Hetta er millum annað gjørt á tann
hátt, at Útvarpið seinastu árini hevur
havt eina miðvísa øking í senditíðini,
eins og ein miðvís broyting av formi
og innihaldi í sjálvum sendingunum er
farin fram. Alt hetta við endamáli
at vera til reiðar, tá nýggja lóggávan
varð sett í gildi.
Utvarpsstjorin leggur afturat, at tá ein
einkarættur verður avtikin, er tað helst
eisini við tí fyri eyga, at broyta
hugburðin hjá teimum, sum sita á
einkarættinum, og at væntaða kapp-
ingin hevur verið sunn hesum við-
víkjandi
I so máta má heldur sigast, at tað er
nýggja lóggávan, sum hevur havt á-
virkan á Útvarpið.
Atlantic hevur eisini ávirkað
At tað júst varð Atlantic Radio, sum
varð hin fyrsta at taka upp kappingina
við útvarpið, hevur ivaleyst gjørt, at
tíðindini í UF, haldi eg benda á, at
tað er okkurt galið við proportións-
sansinum. Tað mugu vera storri
tíðindir at frætta í hesum
fullveldistíðum, enn um Jens Martin,
Uni, Todi, Jákup og ella onkur annar
hevur forstrekt stórutá. Alt gott um
fótbólt, men eru vit ikki við at fara ov
langt við frásagnunum um, hvat
hesir menn hugsa og gera?
Eg saknaði t.d. at hoyra okkurt frá
tiltakinum, sum FUR, Ungmannafe-
lagið Samband og Unga Tjóðveldið
skipaðu fyri á Læraraskúlanum í
víkuskiftinum. Eini 100 ungfólk vóru
savnað at tosa um Framtíðar For-
oyar, og hetta mátti verið tíðindir at
sagt frá. Eitt stórt tiltak, sum royndi
at lýsa málið frá fleiri síðum, eitt til-
tak fyri ung, fyriskipað av ungfólki.
Um hetta ikki er forkunnugt, so veit
eg ikki.
Eitt annað aktuelt dømi er 25 ára
foðingardagurin hjá Dagrøktini í
Tórshavnar Kommunu. Endiliga ein
positiv soga um barnaansing, men
ongin fråsøgn var í loftmiðlunum
hendan dagin, tå 250 børn og eini
60 dagrøktarmammur hittust til stort
tiltak í Gundadalshøllini. Var tað eg,
sum skipaði fyri hesum báðum til-
tokum, hevði eg verið sera vónbrotin
av UF og SVF.
Upp í saman
Bæði UF og SVF hava tjaksendingar
mikudag, Fimmaran og Krosskast.
Ofta eru evnini sera áhugaverð, og
fólkini í studionum duga sum heild
væl at stýra tjakinum. Eg haldi tó, at
Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri
ein uppprioritering av ungdómssend-
ingum er farin fram, við tað at tað
mest var á hesum eki, at Atlantic
royndi at gera seg galdandi. Sjálvur
heldur Jógvan, at hetta ivaleyst er eitt
oki, sum ikki hevur verið nóg væl røkt
tað er eitt sindur keðiligt, at báðar
sendingarnar næstan altíð hava
sama evni. Fyrst hoyra vit nakrar
politikkarar siga sína hugsan um
evnið millum fimm og seks, so verða
teir endurgivnir í tíðindunum klokkan
hálvgum sjey, taka meginpartin
uppaftur millum átta og niggju og
sum um tað ikki var nóg mikið, so
verður ein samandráttur vístur í
Degi og Viku héskvøld. Kundu tit íkki
roynt at havt hver sítt evni og so býtt
um fylgjandi vikuna? Eitt aktuelt evni
tolir væl at bíða eina viku, um ikki,
so var tað kanska ikki so áhugavert
kortini.
„og hver verður ríkari tå, Føroyar
Á einum eki skaraði UF serliga burt-
urúr hesa vikuna. UF sendi bein-
leiðis frá konsertini í Norður-
landahúsinum við Frændum og
Foroya Symfoniorkestri. Ein flott
konsert, sum eg tíverri ikki náddi at
fáa atgongumerkir tíl. Slík tiltok hava
uppiborið at vera borin út til ol! tey,
sum íkki hava hovi sjálvi at koma at
lurta og síggja.
Tað hevur longu verið sagt fleiri
ferðir hesa vikuna, men eg má siga
tað aftur: Tað er stór skomm, at SvF
vegna fíggjartrupulleikar valdi ikki at
senda frá hesum tiltakinum. Nú veit
g ikki, hvussu nógv tað hevði kost-
at sent eina slíka konsert
einleiðis, so eg kann íkki peika
beint á, hvar peningur kundi verið
funnin. Men - eg veit, hvat eg haldi
vera týdningarmeiri, tá vit tosa um
leiklutin hjá eini almennari foroyskari
e
a
b
síðani åttatiårini. Eisini hevur hetta
ivaleyst skumpað undir okingina av
senditíðini, soleiðis at henda menning
er farin skjótari fram, enn hon annars
hevði gjørt.
Eisini metir Jógvan Jespersen, at tá
ein kappingarneyti, sum so at siga
ongar reglur hevur at halda seg til
viðvíkjandi innihaldi, kemur á markn-
aðin, vil hetta eisini ávirka ein stovn
sum Útvarpið, ið annars er rættuliga
reglubundin, við tað at talan er um ein
tænastustovn, sum skal veita nakrar
ávísar tænastur.
Vandi er tó í hvorjari vælferð, og sig-
ur útvarpsstjórin at enda, at ein vansi
við slíkari kapping er, at tað kann
koma at ávirka málburðin í loftbornu
fjølmidlunum. Tað er nú einaferð so-
leiðis, at ungdómar hava ein fríari
málburð, og at tað tískil eisini kann
ávirka útvarpið skeivan vegin máls-
liga. Hetta tí útvarpið kann gerast
noytt at nýta oðrvísi málburð í send-
ingum sínum. Hann metir tó ikki, at
nakar skaðið er hendur, og sigur at
Útvarpið hevur og framhaldandi fer
at leggja stóran dent á málburðin,
og verður hetta m.a. gjørt við at bjóða
útvarpsfólkunum vetrarskeið í for-
oyskum, har tey kunnu viðlíkahalda
og betra um málburð sín
sjónvarpsrás: Formel 1 koyring
sunnumorgin kl. 4.45, enskur 1.
deildarfótbóltur (næstbesta deildin)
leygardag ella ein slóðbrótandi
konsert við okkara fremstu
tónleikarum innan bæði klassiskan,
kór og rock tónleik. Kundu tit ikki
funnið onkran stuðul eins og tit gera,
tá tað snýr seg um landsliðsfótbólt.
Nú var so nógv funnist at hesu ferð,
men hetta skal ikki skiljast soleiðis,
at eg ikki haldi UF og SVF gera eitt
gott arbeiði — nei tvorturímóti. Eg
haldi avgjørt, at vit hava tveir
stovnar og nógv starvsfólk, sum
gera eitt sera gott og týdningarmikið
arbeiði. Tað er bara umráðandi altíð
at hava í huga, at arbeiðið altíð
kann og eigur at gerast enn betur.
Um vit ikki leggja okkum hetta í
geyma, verða ongi framstig gjørd,
og hetta er i sjålvum sær eitt
afturstig. Seinastu årini eru tibetur
nógv framstig gjørd, og tað er onki
sum bendir á, at henda gongdin er
steðgað.
Oddver Johansen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva Utsjón