Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 1999síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 5. NOVEMBER 1999 tíðindablaðið 27 Kann nakar koppa Regini Styrkiskappingar: Leygardagin verður avgjørt, hvør er Føroya Sterkasti Maður 1999. Kappingin verður í tveimum. Fyrrapartin verður kappast á Viðarnesi við bygningarnar hjá Shell, og um kvøldid verður kappast í Høllini á Hálsi PERJI NIELSEN Enn hevur tað ikki borið til hjá nøkrum av hinum sterku monnunum her á landi at koppa Føroya sterkasta manni seinastu mongu árini, Regini Vágadal, men leyg dagin fara fimm sterkir ans so at gera enn eina roynd at koppa Regini Teir seks luttakararnir Sum áðurnev nt, so vera tað seks mans, ið fara at kappast um at gerast Føroya Sterk- asti Maður 1999, og í mun til kappingina í fjør, tå ið tað eisini vóru seks luttak- arar, er bert tann eina út- skiftingin Teir seks luttakararnir í kappingini í ár eru hesir: Hans Jákup Berg, Gunnar Hansen, Regin Vágadal, Sámal J. Hansen, Jákup Jakobsen og Tummas Kjær- bo. I fjør luttók Victor Andr- easen og gjørdist nummar tvey, men hann er ikki við í ár, og ístaðin er Sámal J. Hansen við aftur, eftir at hann hevur havt ein drúgv- an skaða í rygginum. Hetta ger ikki kappingina minni spennandi, tí Sámal hevur verið tann av okkara heimligu sterku monnum, sum hevur verið nærmast við at basa Regini Vágadal í slíkari kapping, og spenn andi verður at síggja, um Sámal er komin seg heilt eftir ryggskaðan Fyrstu ferð at kappast verður uttandura Kappingin um at gerast Før oya Sterkasti Maður 1999 byrjar leygarmorgunin klokkan tíggju, tá ið hendan afturvendandi kapping fyri fyrstu ferð at vera uttandura Tilsamans eru átta kapping- argreinar, sum teir seks lut- takararnir skulu kappast í. Tær fyrstu fýra av hesum kappingargreinum fara fram uttan fyri bygningarnar hjá Shell á Viðarnesi. Tann fyrsta av hesum kappingum er ein sokallað haldi venjing, har luttakararnir skulu halda einum tungum luti í strekt- um armi so leingi sum gjørl- igt. Síðani fara teir seks menninir at royna at koppa nøkur ovurhonds stórum lastbiladekkum eftir eini breyt, og tá ræður um at gera tað so skjótt sum gjør- ligt. Hendan kappingin bleiv eisini roynd til kapp- ingina um at gerast The Atl- antic Giant 1999, og tá var = henda kappingin millum tær, sum áskoðarunum dámdu best. Tann triðja kappingin á Viðarnesi leyg- armorgunin snyr seg um at håla ein lastbil eitt åvist strekki so skjótt sum gjørl igt. Eisini hendan kappingin plagar at vera væl dåmd av áskoðarunum, sum vónandi móta fjølmentir á Viðarnesi leygarmorgunin, har tað verður púra ókeypis hjá øll um at koma og síggja nakrar av okkara allarsterkastu monnum royna sína styrki. Fann seinasta greinin í fyrru helvt av kappingini er dead- lift, sum er ein afturvend- andi kappingargrein í øllum teimum styrkiskappingum, sum hava verið her á landi Her ræður tað bara um at lyfta eina so tunga vekt sum gjørligt upp frå gólvinum og upp i strektan rygg Seinna helvtin um kveldið Tær seinastu fýra kapping- argreinarnar fara fram í ítr- Ottarhøllini á Hálsi klokkan átta leygarkvøldid. Tá verð- ur lagt fyri við greinini, sum nevnist millwalk. Hesa kappingargrein kenna tey flestu her á landi væl, tí hon hevur verið við til báðar kappingarnar um at The Atl- antic Giant, og hon var eis- ini við í kappingini um at gerast Føroya Sterkasti Maður í fjør. Her skulu lut- takararnir ganga í ring við einari stong, sum er fest at einum tungum kassa í miðj- uni, og hesin kassin vigar nærum hálvtfjórðahundrað kilo. Sætta kappingargrein- in nevnist log-lift, og tá ræður um at lyfta einari stong upp í strektar armar. Hetta er eisini ein aftur- Um okkurt av bryggjarí- unum manglar arbeiðsfólk, so er eitt »breitt« úrval at velja i her Mynd: Jonhard Hammer vendandi kappingargrein. Næstseinasta greinin, sum teir seks luttakararnir skulu royna seg í, nevnist crucifix, og tá ræður um at halda ein- um tungum luti í hvørjari hond í strektum armi so leingi sum gjørligt. Hetta er ein ógvuliga hørð kapping, har man av álvara sær. hvussu nógv stendur á teim- um ymsu luttakarunum Tann allarseinasta kapping- argreinin er lastivenjing, og hetta er tann kappingar- grein, sum fleiri vilja vera við, at Regin Vágadal er tann stinnasti í heiminum til. Tá skulu luttakararnir, tveir í senn, bera seks kagg- ar av øli, sum viga hundrað kilo hvor, eftir eini breyt og síðani lyfta teir upp á ein platt, og tað skal ganga so skjótt fyri seg sum gjørligt Tá ið tað er komið so langt, at farið verður undir sein- astu = kappingargreinina, verður tað so, at tað fyrst vera teir báðir aftastu lut- takararnir á stigatalvuni, sum skulu kappast, síðani vera tað nummar fýra og trý, og til seinast eru tað so nummar eitt og tvey, sum skulu avgera, hvor ið verður Føroya Sterkasti Maður Mikukveldið var lutur drigin uppi á Sandvíkar- hjalla um hverji reð sterku menninir skulu »berjast« Mynd: Jonhard Hammer 1999. Eisini fer ein ganda- kallur at undirhalda í kapp ingini á Hálsi leygarkvøld- ið Menn eru betur fyri í ár Regin Vágadal sigur, at hann væntar eina harða kapping í ár, tí hann heldur, at menn eru munandi betur fyri í ár, enn teir vóru í fjør Hann leggur aftrat, at teir í vikum hava vant ymiskar av kappingunum í einum goymslubygningi á Sand vikarhjalla, og tá hevur tað til dømis verið trupult hjá honum at basa Gunnari Hansen í at koppa dekkum, so alt bendir á, at tað verður ein spennandi kapping um at gerast sterkasti maður her á landi í ár Sámal J. Hansen 190 cm - 125 kg Gunnar Hansen 176 cm - 82 kg Regin Vágadal 187 cm - 133 kg Jákup Jacobsen 190 cm - 115 kg Tummas Kjærbo 174 cm - 98 kg Hans Jákup Berg 186 cm - 102 kg