leygardagur 6. november 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Internet: www.sosialurin.fo
Jan Sr :
Blaðstjóri
Eiríkur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Hegni Mohr
Ni Johannesen
Yngd: Jákup Mork
Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, }
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn |
Álvur Haraldsen Telefon: 311820
í , uppseting: Telefax. 314720 |
Sosialurin e-mail: post & sosialurin.fo |
Bústaður: Lýsingar: lysing &sosialurin.fo |
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin
Takk, men nei takk
Oddagrein
Nú nýtist Tjóðveldisflokkurin ikki longur at ákæra
Javnaðarflokkin fyri at mála ræðumyndir um full-
veldi. Vit hava fingið ræðumyndina svart uppá
hvítt frá Caragata bólkinum. Almenni sektorurin
skal minkast, sum í sjálvum sær ikki nýtist at vera
negativt, um man fer eftir tí illa virkandi toppinum
fyrst. Caragata áltið sigur eisini at almannaveit-
ingar, so sum arbeiðsloysisgjald og pensiGnir,
skulu minkast. Okkum lysti at frætt hvussu nógv
teir hovdu ætlað, at pensiónirnar skulu minka.
Hesin bólkur er í sjálvum sær eitt sindur login.
Hvor hevur verið og fingið hendan bólkin til For-
oyar? Tað eru ikki júst hesir menn, ið fylla forsíð-
urnar í búskaparligum tíðarritum. Er tað Oli Breck-
mann og Fólkaflokkurin, ið hava fingið teir til
Foroyar, ella er tað embætisverkið í Vinnumála-
stýrinum, ið hevur funnið hesar menn? Gongur
umsitingin og ikki minst Tjóðveldisflokkurin við til
bert at nýta ideologiskt heftar serfroðingar sum
m.a. hava New Zealand sum sína stóra fyrimynd?
New Zealand hevur skarað framúr við at hava
stóran vøkstur í ójavna seinastu árini. | New
Zealandi fekk man fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð ein
undirklassa, tá umfatandi liberaliseringarnar vóru
framdar í áttati og nitiårunum. Arbeiðsloysið vaks
samstundis sum man minkaði almannaveitingar,
og harvið fekk man ein part av fólkinum, ið gjørdust
sera illa fyri. Gaman í, ein partur av fólkinum
gjørdist nógv meira múgvandi av somu liberali-
sering. Spurningurin er bert um vit ynskja ein
undirklassa í Foroyum. Tað gerst úrslitið, um landið
rullar trygdarnetiå saman undan fólki.
Hvat er t.d. hent í ár í New Zealandi? Frá januar
til julí í ár fluttu sambært The Economist 22.500
fólk úr New Zealandi til Australia at leita sær eftir
arbeiði. New Zealand er ikki so stórt land, at slíkt
ikki merkist. Fólkatalið er 3,6 milliónir, og fráflytingin
verður, um gongdin heldur fram yvir 1% í ár.
Privatisering er tað stóra gandaorðið. Onkur fjøl-
miðil nevndi skálafjarðasiglingina sum eina priv-
atisering, ið ikki var framd. Ein skipan, har landið
betalir gildið við einum millummanni, ið skúmar
flotan, er fólkafloksprivatisering - eingin váði og
eingin innovatión. Landið betalir undirskotið í einari
slíkari sokallaðari privatisering og privatir fáa yvir-
skotið. Kanska ætlar Fólkaflokkurin at gera sum
við bretsku jarnbreytunum. Utyvir at tokini tykjast
at hava trupult við at halda seg á skinnarum í
Bretlandi, so hava eftirkanningar víst, at jarnbreyt-
irnar vórðu seldar langt undir rætta virðið. So
kenna vit Fólkaflokkin aftur. At forera úr lands-
kassanum hevur altíð ligið væl fyri hjá hesum
flokki, vit kunnu bert hyggja at ílegustuðulinum.
Tá Finnbogi Arge í SVF segði, at Caragata bólkurin
vísti á ymsar gongdar leiðir, so er hettar ikki rætt.
Bólkurin vísir bert á eina leið, nevniliga ta nýliber-
alistisku leiðina, ið Thatcher stóð á odda fyri í
åttatiårunum. Hver kemur at sita við sviðið soð,
um ein slíkur Thatcher politikkur verður gjøgnum-
førdur? Tað er lætt at svara uppá. Vit kunnu bert
fara til Bretlands, har tað eru tey veiku, sjúku og
illa útbúnu í samfelagnum sum sita við sviðið soð.
Tað eru nógv fólk í Bretlandi, ið ongantíð fáa ráð
at keypa sær sína egna íbúð, fyri ikki at tala um
egin hús. Bretar tosa um eina minstuløn uppá á
leið 40 krónur (netto á leið 30 krónur). Vilja foroy-
ingar hettar?
Svarið til Caragata álitið eigur stutt og greitt at
vera: Takk, men nei takk! Sosialurin
Tað stóra mistakið
Orðafloymurin frá lands-
stýrismanninum í fullveld-
ismålum tekur ongan enda.
At kalla í hverjum blað
hevur hann úttalilsir, við-
merkingar ella samrødur.
Men sum tíðin líðir, so sæst
at hann einki serligt hevur
uppá hjarta, uttan at endur-
taka tey fiksu politisku hug-
skotini um fullveldi. Ein
onnur mynd teknar seg um
hvussu hann argumenterar.
Tað snýr seg um at brúka
“"positiv" orð um fullveldi-
sætlanina alla tíðina: Søgu-
ligur møguleiki. Einki at
ræðast. Skipað loysing.
Stórt tak. Forovar kunnu
vera fyrimynd. Sjálv-
bjargni. Frælsi. Minka
stuðulin í varligari tillag-
ing. Fólkaræðislig avgerð.
Skilagott samstarv við Dan-
mark.
Løgin viðmerking
Herfyri hevdi hann eina
sera løgna viðmerking i
Sosialinum (nr. 185), sum
hann kallaði “Tað stóra tak-
ið". Hugmyndina, sum
liggur í yvirskriftini, mátti
eg seta í samband við van-
liga orðafelli “Taka lógva-
tak saman", men eisini við
“Tað stóra lopið frammå”,
sum Mao dróg kinesararnar
igjøgnum i fimtiårunum.
Hetta seinna er kanska 6-
rættvist at siga, um tú bert
hyggur at yvirskriftini. Men
í ollum tí, sum landsstyris-
maðurin uppá gott eitt ár
hevur skrivað og sagt, har
liggur hesin tendensur í
tankagongdini. Stór tak,
ella stórt lop. Nú er tað
loysing! (Javel, “skipað",
“einki at vera bangin fyri“,
“varliga"). Alt annað kann
bíða. ØL sjónarmið um
samfelagið verða seld ella
goymd burtur, tí "tå vit hava
fullveldi, kunnu vit klára
alt”.
Eingi itøkilig argument
Nevnda viðmerking er ser,
tí har er einki nýtt, har eru
eingi argument. Tað er ein
generel viðmerking til orð-
askiftið sum heild, nú Hvít-
abók er komin.Og her kem-
ur tað sera løgna inn, tí tað
sær ikki mætari út, enn mað-
urin heldur, at hesi heftini
longu hava broytt tað
føroyska samfelagið og ta
politisku støðuna frá grund-
int. Eg siteri:
“Orðaskifti... hevur havt
lyndi til at fara aftur í gaml-
ar skotgravir.”
“Ongin orsøk skuldi ver-
ið til gamalt stríð, ti við
Hvítubók er komið eitt sak-
ligt grundarlag á borðið"
“Tann størsti trupulleikin
er helst, at dottid verid aftur
í gamlan partapolitikk.”
“Um tað bert snýr seg um
at verja sína egnu borg..."
“...kroysta hvønn annan
inn í løgnar básar fyri at
verja sítt territorium. ”
Eg noyðist at spyrja:
Heldur maðurin, at Hvíta-
bók hevur, ella átti at havt,
avtikid munirnar og kapp-
ingina millum millum
flokkarnar? Flokkar um-
boða samfelagslig áhuga-
mál. Men kanska heldur
hann eisini, at við Hvítubók
eru ikki longur nakrir mót-
setningar millum klassar
ella stættir í Føroyum. Eru
arbeiðs- og fiksimenn ikki
longur lønarbeidarar, sum
bert hava sína egnu arbeiðs-
evnir á at líta?
Tey negativu orðini
Legg merki til orðalagið!
Her snýr taðseg um tey, sum
EIRIKUR LINDENSKOV
Hósdagin vóru 219 bilar
í Havn steðgaðir av løg-
egluni í grein 13 kanning-
unum, sum verða gjørdar
í kjalarvørrinum av lykt-
akanningunum hjá
Ferðslutrygd.
Av teimum 219 bilu-
num vórðu 39 bilar skriv-
aðir - t. v. s. at førararnir
á teimum fáa einan
»heilsan« frá løgregluni
- eina bót!
29 fingu bót
Brotini á ferðslulógina
vóru hesi:
20 høvdu ikki ljósini í
lagi.
24 nýttu ikki trygdar-
belti
13 nýtu
skeivt
12 høvdu ikki koyri-
kortið uppi á sær
Í manglaði nummar-
plátuna
Í hevði ikki dekkini í
lagi
tokuljósini
ikki taka undir við tí “stóra
lopinum frammå”. Her
koma øll tey negativu orðið
framm:
Gamlar skotgravir. Gam-
alt stríð. Dottið verður aftur
í gamlan partapolitikk.
Kroysta inn í løgnar básar.
Heldur maðurin, at hann
við Hvítubók hevur avtikið
allar mótsetningar í samfel-
agnum, bæði sosialar og
politiskar? Og at bert onkur
býttlingur dettur aftur í part-
apolitikk? Heldur hann, at
sambandsmenn ikki skulu
vera sambandsmenn longur,
tí Hvítabók er komin?
Skulu onnur sleppa sínum
sosialistisku = hugsjónum,
bert tí at
Tjóðveldisflokkurin eingi
sjónarmið hevur, uttan hetta
eina: Fullveldi. Væntar
hann at kapitalistarnir í
Fólkaflokkinum ikki hava
somu áhugamál í dag (nú
Hvítbókin er komin), sum í
fjør ella fyri 10 árum síðani?
Um so er, so er hatta pol-
itiskur naivitetur, sum eing-
in - og eg endurtaki: Eingin
- leidandi politikkari i Før-
oyum fyrr hevur vist. Held-
ur eingin leiðandi tjóðveld-
ispolitikkari!
Skava øll hesi nógv slitnu
"positivu” orðini burtur av
hallelujatosinum um full-
veldi. Skava å sama hått øll
tey "negativu” orðini burtur,
sum hann brúkar um and-
støðuna. So stendur ikki
bert á jóvnum, so er full-
veldisplanurin hjá tjóðveld-
ismonnum ein tóm gass-
ballón, sum stendur at
bresta.
Endurtøka av snaraðum
sannleikum og hålvum
lygnum
Eg kann ikki nerta vid alt,
sum stendur í hesi løgnu
viðmerking. Men tvey ting
eru í grovara lagi. Lands-
stýrismaðurin sigur millum
annað, at fyrimyndin hjá
honum er tann danskt -is-
lendski sáttmálin frá 1918.
Javel, men samstundis hev-
ur hann eisini sagt, at eru
50,001 % fyri fullveldinum
í Føroyum, so verður tað
fullveldi! Eg spyrji: Hvussu
var við setningum í sáttmál-
anum um atkvødu-prosent,
og um ja-procent?
doyði og varð jarðað.
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri synda samkenslu, tå id kæra
mamma, omma, langomma og vermamma okkara
BIRTHE HELENE OLSEN
Familjunnar vegna
Ingibjørg, Marjun, Karin og Jåkup
Rikisveitingar
ótryggar, sigur hann
Hetta er eisini ein løgin pá-
standur, og nakað argument
fyri hesum finnst íkki.
Blokkurin, sum avloysti re-
fusiónsskipanina, er ætlaður
at figgja tær $9-yvirtøkur,
um véru gjøgnumførdar.
Hann hevur verið púra sta-
bilur síðani, - eisini meðan
kreppan gjørdi at skattainn-
tøkur og mvg minkaðu
brádliga. Tað einasta, sum
ger blokkin ótryggan, tað er
hesin landsstýrismaðurin
sjálvur. Og hvor hevur sagt
at vit “vit kunnu byggja bú-
skapin” á blokkin? Búskap-
urin er í fyrsta lagi privata
vinnulívið. Blokkurin fíggj-
ar ein triding av landshús-
arhaldinum. Og tað er ikki
tað sama. Verður tað full-
veldi, so verður eingin til-
lagingartíð uppá 15-20 ár.
Mítt boð er, at hon verður
3-4 ár.
Besta loysnin
Nakað annað er so, at tað
helst er ynskiligt at minka
um blokkin, og at arbeiða
fram móti størri sjálv-
bjargni, politiskt og búskap-
arligt. Men tað kann saktans
gerast uttan nakað fullveld-
is-lop.
Eg meini, at besta loysnin
- og tað er ein loysn sum
sigur sjålvbjargni+trygd-
møguleikar - er ein loysn
við víðgongdum sjálvstýri
í ríkisfelagsskapinum. Tað
skal vera eitt sjálvstýri, har
teir samfelagsligu spurning-
arnir koma í fyrstu rød, og
ikki eitt skarvslop út í óviss-
una.
Rolf Guttesen
1.11.99