Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. november 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 212 - 6. NOVEMBER 1999 tidindabladid S0812 UTN Høgni gjørdi einki skeivt Í svari til fyrispuring um rættartrygd hins einstaka svarar lógmaður, at Hógni Hoydal á fundinum um Hvítubók í læraraskúlahóllini hevði skyldu til at greiða fólki frá, hví einstakur búskaparfróðingur ikki luttøk í framløguni av Hvítubók JOHN JOHANNESSEN Tað er sjálvandi altid 6- heppi at viðgera einstak- lingar alment, eisini á løg- tingi. Hinvegin hevði landsstýris maðurin í hesum máli tann trupulleika, at hann skal greiða fólki frá, hví umrøddi persónur ikki luttók í framløguni av Hvítubók, nakað, sum hann eisini hevur skyldu at svara. Løgmaður heldur avgjørt ikki, at Høgni Hoydal bar seg skeivt at, tå hann å al- mennum fundi um Hvitu- bók í læraraskulahøllini vísti á, at orsøkin til, at ávís- ur búskaparfróðingur ikki var við til framløgurnar av Hvitub6k var, at hann hevdi kravt ov stóra samsýning. Men hesum er Bergur Dam ikki samdur í, og setti hann tí 8. oktober løgmanni fyrispurning um rættartrygd hins einstaka. Hesin spurningur varð svaraður á tingfundi í gjár. Gott og gagnligt Í fyrsta av teimum fýra spurningunum spurdi Berg- ur P. Dam, um tað sambært stýrisskipanar- ella aðrari lóggávu er loyvt lands- stýrismanni at almanna- kunngera privat viðurskifti hjá borgara, sum lands- stýrismaður í sínum lands- stýrisstarvi hevur fingið kunnleika til. Løgmaður svaraði í ting i- num í gjár, at tað, sum upp- lýst varð um í nevnda máli var sambært landsstýris- manninum, hvat kravt varð í samsýning, men onki um sjálvi figgjarvidurskiftini hjá buskaparfrødinginum. Løgmaður vísti eisini á, at landsstýrismaðurin heldur ikki upplýsti, hvussu sam- ráðingarnar alment vóru far- nar fram. Sostatt heldur hann ikki, at talan er um upplýsingar, sum vildu ver- ið undantiknar almennum innliti sambært lógini um innlit í fyrisitingina. — At upplýsingar um set- anarviðurskifti, lønir og liknandi eru undir almenn- um innliti, er just gjørt vid atliti at rættartygdini, segði løgmaður og vísti á, at starvsfólk skulu hava trygd fyri, at samsýnt verður á sambæriligan hátt fyri sambæriligar uppgåvur. Hann vísti somuleiðis á, at skattaborgarin skal hava innlit í og eftirlit við, at skattapeningurin = verður nýttur skynsamiliga og forsvarliga. Hetta, heldur løgmaður, ikki kann metast at vera annað enn gott og gagnligt, tí tað er við til at tryggja, at umsitið verður skynsami- liga og eins Palibordid reisti spurningin Bergur P. Dam spurdi í næsta spurninginum, um løgmaður heldur tað vera rætt og gagnligt fyri demo- kratiska ordaskiftid, at landsstýrismaður á almenn- um fundi kunnger, hvussu samráðingar við navngivn- an embætismann um sam- sýning eru farnar fram. Har- undir, hvørjar upphæddir viðkomandi embætismaður kravdi í samsýning. Løgmaður svaraði, at hann meginregluliga ikki heldur, at tað er gagnligt fyri demokratiska orðaskift- ið, at landsstýrið upplýsir, hvussu samráðingar við navngivnan embætismann um samsýning eru farnar fram. Men í sama sambandi vísti hann á frágreiðing frá Høgna Hoydal, ið sigur, at tað var ein av pallborðslut- takarunum, ið reisti spurn- ingin. — Sambært frágreiðingini frá landsstýrismanninum var tað ein pallborðsluttak- ari á almenna fundinum, ið reisti spurningin um, hvert Hvítabók og kunningin hjá landsstýrinum var eftirfar- andi. Hesin nevndi í sama sambandi eisini navnið og útsagnirnar hjá tí búskap- arfróðingi, sum alment hevði funnist at landsstýri- num. Løgmaður visti á, at sam- bært landsstýrismanninum, so harmaðist hann um, at ivi var sáddur um arbeiði hjá buskaparnevndini. Løgmadur segði, at Høg- ni Hoydal greiddi frå gongdini viðvíkjandi kunn- ingini um Hvítubók og frá málinum um samsýning fyri kunningarfundir, sum hevdi verið millum búskapar frgð- ingin og landsstýrið. — Herundir nevndi landsstýrismaðurin eisini upphæddirnar, sum talan hevði verið um. Hetta varð gjørt, tí at spurningurin varð reistur av øðrum luttakara við pallborðið. Tí varð mett, at fundarfólkið og almenn- ingurin annars høvdu krav upp á eitt svar frá lands- stýrinum um tað, sum var farið fram. Rætt at vera atfinningarsom í triðja og næst seinasta spurninginum spurdi Berg- ur P. Dam løgmann, um tað er stóða landsstýrissins, at embætisfólk, ið eru atfinn- ingarsom mótvegis lands- stýrinum ella landsstýris manni, ikki skulu rokna við, at privat viðurskifti ikki verða almannakunngjørd. Til hendan spurningin svaraði løgmaður, at hug- burður landsstýrissins er, at tað á ongan hátt skal koma embætisfólki aftur um brekku, at tey eru atfinn- ingarsom mótvegis lands- stýrinum ella landsstýris- manni. Løgmaður helt, at sostatt skulu privatu viðurskifti teirra heldur ikki av hesi orsøk verða almannakunn- gjørd. — Eftir løgmansins fatan hevur tad tydning, at em- bætisfólk kunnu fola seg so mikið trygg í sínum starvs- umhvørvi, at tey ikki halda seg aftur í at koma við at- finningum. Hetta er neyð- ugt fyri at styrkja um rættar- trygdina, og kann eisini vera við til at tryggja eina ávísa menning innan pol- itisku skipanina og almennu fyrisitingina. Eingi itøkilig stig Bergur P. Dam spurdi i sein- asta spurninginum løg- mann, um hann hevur ætl- anir um itøkilig stig, fyri at styrkja rættartrygdina hjå einstaka borgaranum so- leiðis, at hann er vardur fyri, at hansara privatu viður- skifti ikki verða almanna- kunngjørd. Men hetta helt løgmadur ikki vera neydugt. Hann segði seg taka undir við heildarmetingini í frá- greiðingini hjá landsstýris- manninum og somuleiðis frágreiðingini annars. Tískil hevur hann ikki ætlanir um itøkiæig stig grundað á hetta mál. — Tað er sjálvandi altíð óheppi at viðgera einstak- lingar alment, eisini á løg- tingi. Hinvegin hevði lands- stýrismaðurin í hesum máli tann trupulleika, at hann skal greiða fólki frá, hví umrøddi persónur ikki lut- tók í framløguni av Hvitu- bók, nakað, sum hann eisini hevur skyldu at gera. Løgmaður segði seg Anfinn Kallsberg, lógmaður, heldur ikki, at Hógni Hoydal bar seg skeivt at. tá hann á fundi í Læraraskulahøllini nam við lønarvidurskiftini hjá ávísum búskaparfróðingi leggja stóran dent á, at rættartrygdin í samfelag- num er á einum høgum stødi, og at hon framhald- andi verður styrkt, bæði fyri hin einstaka borgaran og fyri samfelagið sum heild. Svarið ikki nøktandi Sum Sosialurin skilti áðrenn blaðið fór til prentingar, er Hans Pauli Strøm, ið nú varar av fyrispurninginum, als ikki nøgdur við svarið. Hann heldur summar partar í frágreiðingini hjá Høgna Hoydal, sum løgmaður grundar svarið á, beinleiðis vera ósannindi x€% M Teir tóku I - førovingar í Grønlandi Jógvan Arge hevur givið út enn eina bók í rødini Teir tóku land. Hendan bókin viðger fimtiårini og umrødur tey nógv víðkaðu útróðrarrættindini, sum førovingar fingu i Grønlandi í 1959 Føroyingar vóru í 1959 tvungnir at finna sær nýggjar inntøkumøguleikar Tað eydnaðist væl, millum annað tí at tann danski vinnulívspolitikkurin í Gronlandi var kollsigldur, og onkur skuldi avreiða til tey tómu flakavirkini hjá Grønlandshandlinum Bókin sigur eisini frå útróðrar- monnunum og fiskimonnunum í Føroyingahavnini og Ravnsoynni Teir tóku land Førovingar i G rønlandi føroyskum landsnámsmonnum i Sudurgrønlandi og bátaskipum á sjálvum Kappanum Sjómansheimið í Førovingahavn- ini varð flutt inn til Nordafar í 1956, og í 1959 varð sjómans- heim bygt í Ravnsoynni Í bókini er yvirlit yvir allar útróðrarmenn og útróðrarbátar í Foroyingahavnini og Ravnsoynni tey slóðbrótandi árini frá 1949 til 1958 Teir tóku land á er stívar 200 síður og prýdd við 150 myndum og kortum