leygardagur 6. november 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
Gera nú ein tunnil afturat
tíðindablaðið
Be fl >
ialt
Hetta verður tann fjórði tunnilin á havnalagnum í Fuglafirði. Hann verður
liðugur í juli mánaða og avtalað er gjórd við Havsbrún um at leiga hann
AK! BERTHOLDSEN
Skal vinnan trívast og
mennast, er tað neyðugt, at
hon fær góðar umstødur at
virka undir
Og tað skerst ikki burtur,
at vinnuliga framgongdin í
Feroyum seinastu árini, set-
ir síni krøv
Fuglafjarðar Kommuna
er ein av teimum komm-
ununum, sum eftir førimuni
ger nógv burturúr at geva
vinnulívinum í býnum góð-
ar umstødur at virka undir
Og eitt av krovunum, sum
vinnulívið hevur fyri at
kunna virka, er, at hava
goymsluplåss
Nógv goymslupláss
Og nú er aftur trot á
goymsluplássi í Fuglafirði
Tí fer kommunan enn
einaferð undir at gera eim
goymslutunnil niðri á
havnalagnum
Arbeiðið byrjar mánadag
og eftir ætlanin skal
1 verða liðugur í juli
mánaða komandi ár
Tað er landsverkfrøding
urin, sum ger arbeiðið og
tað kostar góðar seks milli-
ónir.
Fjórði tunnilin
Hetta er tann fjórði
goymslutunnilin á bryggj-
uni í Fuglafirði.
Hetta verður ein
goymslutunnil, sum verður
boraður undir liðini á tunli
nummar tvey, sum eisini er
ein goymslutunnil
Og tunnilin, sum nú verð-
ur gjørdur, er nokk so stør-
ur:
Hann er ikki minni enn
19.030 kubikk. Gólvvíddin
er 2.300 fermetrar, og hann
tekur eini 4.000 tons.
Hetta er sama stødd sum
tunnil nummar try
Fyrsti tunnilin, sum varð
gjørdur á havnalagnum i
Fuglafirði, var ein frysti-
tunnil, men til støddar er
hann ikki meiri enn helvtin
av tunlinum, sum ætlanin
nu er at gera
Tunnil nummar tvey og
tunnil nummar trý eru
goymslutunlar
Men nummar trý verður
nú eisini gjørdur til frysti-
tunnil.
Tað er felagið Bergfrost,
sum leigar tann fyrsta frysti-
tunnilin.
Men 1. oktober næsta år
yvirtekur Bergfrost eisini
tunnil nummar try, sum
Havsbrún annars leigar í
løtuni.
Tunnil nummar eitt og try
liggja lið um lið, vid gongd
ímillum.
Tunnilin, sum nú verður
gjørdur, er altso nummar
fýra, og hann verður gjørdur
undir liðini á nummar tvey.
Sostatt verða tveir frysti-
tunlar og tveir goymslutunl-
ar á havnalagnum í Fugla-
firði.
Jákup Frants Larsen.
skrivari í Fuglafjarðar
kommunu sigur, at sáttmál-
ið er longu gjørdur við
Havsbrún um at leiga tunn-
ilin, sum nú verður gjørdur
Og tað er eisini Havs
brún, sum leigar tunnil
nummar tvey
Sostatt hevur Havsbrún
tveir av tunlunum og Berg-
frost tveir.
Ein stórur fyrimunur
Tá ið hesin tunnilin er lið-
ugur, hevur fuglafjarðar
kommuna fyri yvir 20 milli-
ónir í tunlum niðri á havna-
lagnum
Men Jákup Frants Larsen
sigur, at samanumtikið, er
hetta ein nógv bíligari loysn
fyri kommununa, enn at
byggja frysti- og goymslu-
hallir.
— Tað eru fleiri fyrimunir
við at bora frysti- og
goymslutunlar inn í fjallið,
heldur enn at gera hallir,
sigur hann.
Tí upplandið í Fugla-
firði er sera lítið. Tvs, at
skulu hallir gerast, er neyð-
ugt at sprengja seg niður.
-Fyri tað fyrsta skemmir
tað natúruna ógvuliga illa.
Og tað er helst eisini
ein spurningur, nær friðing-
armyndugleikar høvdu tal
að at.
Hinvegin er tað sera at-
djúpt í Fuglafirði. Eitt nú
Nr. 212 - 6. NOVEMBER 1999
Mánadagin byrjar arbeiðið uppá tann fjórða goymslu-
tunnilin niðri á hvnalagnum í Fuglafirði. Sáttmáli er
longu gjørdur við Havsbrún um at leiga hann
hava teir júst gjørt eina kei,
og har er dýpið heilar 12
metrar. Sostatt skulu ómeta-
igar nøgdir av gróti til,
hvorja ferð okkurt skal ger-
ast.
— So við at spreingja tun-
ar, sleppa vit í fyrstu atløgu
frá at gera grundstykki til
hallirnar. Harumframt fáa
vit eina rúgvu av gróti úr
tunlunum at leggja framvið
landi til grundstykki til onn-
ur virki at byggja á og til
havnarløg, sigur Jákup
Frants Larsen.
Hava nú biðið landsstýrið
um fund um suðuroyarsiglingina
ÁKI BERTHOLDSEN
i suduroyingar bið
landsstyrismannin
råslumålum, Finn
i Arge, um fund
er suduroyarsigl
ngin, sum er å skrånni
fundinum
Nevndin. sum suðuroy
ngar settu síðst í september
viðgera = suðuroyar
siglingina, er nevniliga
liðug við sítt arbeiði-í nu,
hvussu so er fyribils
Og hósdagin skrivaði hon
landsstýrismanninum i
samferðslumálum bræv, við
áheitan um at koma á fund
at viðgera støðuna
Suðuroyingar settu
neyndina nú tað hevur verið
frammi at útvega nýtt skip
til suðuroyarsiglingina
Hildið varð, at suðuroy-
ingar, sum vóru teir, ið
skuldu brúka skipið, áttu at
fáa høvi at siga sina hugsan
um, hver loysnin var tann
besta fyri oynna
Og teir hildu, at hetta var
eitt so mikið avgerandi mál
fyri allar suðuroyingar, at
tað var alneyðugt at kanna
allar møguleikar fyri ferða-
sambandi, fyri at tryggja, at
tann rætta loysnin varð
vald. Tí varð ein neynd vald
við øllum teimum sjey by
ráðs bygdaráðsformonnun-
um í, umframt fimm um-
boðum fyri vinnulívið.
Vinnulívsumboðini eru
Mikkjal Djurhuus og Heri
Hjelm í Vági, umframt Vi-
berg Sørensen, Bjarni Han-
sen og Tummas Thomsen
av Tvøroyri. Nevndin hevur
ikki skipað seg sum so. Men
nú, eftir fýra fundir, er
nevndin komin til eitt úrslit,
sum hon ætlar at viðgera
saman við landsstýrismann-
inum.
Men hon er samd um,
ikki at almannakunngera úr-
slitið av neyndararbeiðið, ti
tey halda, at tað er reiði-
ligari at leggja tað fyri
landsstýrismannin fyrst.
Jógvan Krosslá legur dent
á, at ætlanin er avgjørt ikki
at fara til landsstyrismannin
við einum endaligum kravi,
men við einum uppleggi at
viðgera víðari.
Men tað er ongin loyna,
at ikki minst vinnulívsfólk,
men eisini onnur, hava mett
tað sera umráðandi, at ein
loysn við einum skjótt-
gangandi báti, er sera av-
gerandi.
Tí nógv halda ikki, at tað
er nakað framstig at byggja
eitt skip, sum ikki siglur
skjótari enn Smyril, sum nú
er. Somuleidis verður
hugsað um møguleikarnar
at sigla til Skotlands við
fiski og tað kann ein
skjóttgangandi bátur gera,
uttan at nerva suðuroyar-
siglingina ov illa. Jógvan
Krosslá sigur, at tað er
ongin loyna, at nevndin vil
kanna teir møguleikarnar úr
í æsir
Vinnan má klára seg uttan stuðul
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum er ikki eina løtu í iva um, at Caragata hevur rætt, tá hann sigur, at vinnan skal
klára seg uttan stuðul. — Tað hevur alla tíðina verið mín hugsan, at vinnan skal vera sjålvfiggjandi og sjálvreguler-
andi. Annað gongur bara út yvir stovnarnar, sigur Heini O. Heinesen
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyri góðar! viku síðani vóru
Jørgen Niclasen, landsstýr
ismaður við fiskivinnumål-
um, og Heini O. Heinesen,
formaður í Tjóðveldisflokk
inum, í eini útvarpssending
sum snúði seg um í hvørjum
føri fiskivinnan skal studl-
ast
Orsøkin er, at tad er 6-
semja í samgonguni um
hvussu farast skal fram, ser-
liga tá talan er um endur-
nýggjan av fiskiflotanum,
sum sambært hagtølum er
rættiliga gamal.
Í sendingini kom greitt
fram, at tað er stórur munur
á fatan Heina og Jørgens um
hvussu farast skal fram, og
tað eru fólk, sum halda, at
hesin tvídráttur kann for-
koma samgonguni sum sit-
ur
Men í vikuni fekk Heini
O. Heinesen góðan stuðul í
tí hann helt fast við. Cara-
gata, sum Vinnumálastýrið
setti at gera eitt álit um
framtíðar vinnupolitikk í
Føroyum, gevur Heina sín
fulla stuðul.
Og hóast Heini ikki held-
ur, at talan er um ein ævtgan
sannleika, sum stendur í
Caragata álitinum, so er
hann fegin um, at búskap-
arfrødingar taka undir við
honum.
Konkurslógin úr gildi
Heini heldur heilt einfalt, at
talan er um púra øvugta
gongd, tá farið verður at
geva vinnuni studning til at
umleggja flotan til nakað
sum hann er frammanund-
an.
- Flotin, sum hann sær út
nú, fiskar á okkara leiðum,
og vit vit, at talan er um
yvirkapasitet. Kortini vilja
teir geva almennar pengar
til at 'fåa nýggj skip inn á
grunnin, soleiðis at yvirkap-
asiteturin gerst enn stórri.
Latið skipini klára seg
sjålvi,) pg laga seg eftir
marknædikem, so kemur
restin só átðiga av sær sjålv-
um. Høvde vit hinvegin tos-
að um stuðul til at bróta upp
úr nýggjum so var nakað
heilt annað at tosa um. sigur
Heini O. Heinesen.
Heini saknar nevniliga
eina greiðari ætlan um hvat
endamálið við stuðlinum er,
og tað heldur hann politik-
ararnir eiga at fáa upp á
pláss fyrst.
- Eg haldi ikki, at tað bara
ber til at seta konkurslógina
úr gildi, tí tað er í veru-
leikanum tað vit gera, sigur
Heini O. Heinesen og vísir
á, at tá tað hjá reiðarum ikki
ber til at fáa raksturin at
mala við egnum pengum,
hví skal so landskassin fara
inn og geva teimum pengar.
Fiskidagarnir
eru umsetiligir
Hóast Heini O. Heinesen og
Philip Caragata sostatt eru
samdir um júst henda part-
in, so eru teir kortini als ikki
samdir um eitt nú fiskidag-
askipanina og um hvort tað
ber til at umseta kvoturnar
ella ikki.
- Eg haldi ikki at hann
hevur rætt í tí. Fiskidagarnir
eru umsetiligir, og teir vera
eisini keyptir og seldir mill-
um skip og millum bólkar-
nar, soleiðis er tað. Vit
síggja at reiðarí keypa fisk-
idagar frá øðrum bólkum,
og tað er eitt tekin um, at
fiskivinnan er við at laga
seg til treytirnar, sigur Heini
O. Heinesen, sum ikki í vast
í at fiskivinnan ger tað um
hon fær loyvi til tess.
- Trupulleikin er bara, at
ávísir politikarar vilja ikki
geva henni loyvi til at klára
seg sjálva, og tí standa vit
og yvirfylla okkara egnu
grunnar heldur enn at hjálpa
til við nýggjum vinnum,
leggur Heini O. Heinesen
afturat.
Hann vísir á, at ein av
trupulleikunum við fiski-
vinnuni er, at flotin er alt
ov stórur pg tískil klárar
hann seg ikki. Fiskidagarnir
vera ov smábýttir, og tí er
einki at gera. Tað sum vit
fáa burturúr hesum upp-
skotinum um stuðul til end-
urnýggjan av fiskiflotanum
er, at vit fáa nýggj skip —
sum eru dýrari í rakstri, inn
á grunnarnar og tey hava
ongan kjans at klára seg al-
líkavæl.
- Eg haldi fast við, at vit
heldur eiga at hjálpa nýggj-
um vinnum ávegis, við at
stuðla teimum, men vit eiga
at lata vinnuna keypa síni
skip sjálvi. Tað kann ikki
vera meiningin, at tað er
landskassin, sum skal keypa
vinnuni skip, og til tað eru
40 mió. kr. alt ov lítið, sigur
Heini O. Heinesen.