leygardagur 6. november 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 6. NOVEMBER 1999 tíðindablaðið S0512/ 17
5
siglt við havbiologum. heldur skiparin hetta vera
Maskinorkan á Gormi er = ein góðan fyrimun
825 hestar, og heldur skip- Manningin á Gormi kem
arin hetta vera í so lítið ur at telja einar 10 til 11
Bógskrúvan hevur eina mans. Vit ynskja teimum
megi á 250 hestakreftir, og góða eydnu við skipinum
Gormur heldur lítil
Skiparin á Gormi, Ellindur Abrahamsen, er glaður fyri, at hava fingið >nýtt
vaktarskip<. Hóast tað er heldur lítið, vónar hann, at tað fer at roynast væl
JOHN JOHANNESSEN
Eg eri glaður fyri, at vit
umsíðir hava fingið eitt av-
loysaraskip. Hóast hetta
kanska er heldur lítið, eiga
vit at royna at klára okkum
við tí, vit hava.
Ellindur Abrahamsen,
skipari hjá Vaktar- &
Bjargingartænastuni, vónar,
at Gormur fer at roynast væl
sum vaktar- og bjargingar-
skip. Hann vísir á, at í mun
til Nim, sum V & B fyrr
hevur brúkt til vaktarskip,
eru bæði fyrimunir og vasar
við hesum nýggja skipin-
um. Tó heldur hann fyri-
munirnar vera fleiri í tali.
Betri utgjørt
Gormur er væl betri út-
gjørdur enn Nim. Hann hev-
ur góða spæl útgerð og har-
til hevur hann eisini bóg-
skrúvu. Nim heyði hvørgan
av hesum hentleikum.
Men Ellindur Abraham-
sen vísir á, at fyrimunurin
við Nim var, at hann var
stórri. Hann heldur tað
nevniliga hava stóran týdn-
ing, at eitt vaktar- og bjarg-
ingarskip er nóg stórt, og
tað heldur hann ikki Gorm
vera.
Ellindur Abrahamsen var
sjálvur við á túrinum til Før-
oya tidliga í vikuni, og held-
ur hann, at skipið klárar seg
væl í mun til støddina. Van-
ligt sjaskveður var á túri-
num upp til Føroya, men
hetta bilti als ikki hjå
Gormi, ið vísir seg vera
góðan at arbeiða við.
Skulu vera stór
— Ég haldi, at vaktar- og
bjargingarskip eiga at vera
stór, so til ber at arbeiða við
teimum. Tí eri eg glaður fyri
avgerðina um at byggja
nýggja, stóra vaktarskipið.
Ellindur Abrahamsen vís-
ir á, at slíkt skip ikki eigur
at vera minni enn tað, sum
nú verður bygt. Hann er als
ikki samdur í sjónarmiðun-
um, ið hava verið frammi
um, at besta loysnin hevði
verið at bygt tvey skip á
stødd við Tjaldrið í staðin
fyri tað skipið, sum nú verð-
ur bygt.
Gera klárt
Tá Sosialurin gjáramorgun-
in vitjaði umborð á Gormi.
varð arbeitt í fullari megi
við at gera skipið klárt til
fyrsta túrin í tænastu fyri
Vaktar- & Bjargingartæn-
astuna.
Heilt fitt av útgerð skal
setast i skipið, og væntast
kundi ikki, at skipið varð
heilt klárt áðrenn tað í gjár-
kvøldid skuldi avstað. Men
talan var um smávegis á-
bøtur og stillingar av tólum,
ið ikki hava tað heilt stóra
uppá seg.
Brandur á land í Leirvík
Hóaskvóldið
klokkan 20 boð-
aði stál útróðra-
báturin Brandur
frå, at hann hevdi
rent á Skræpu-
skerðið norðan
fyri Leirvík
JOHN JOHANNESSEN
Tað var av besta veðri tá stál
útróðararbáturin Brandur úr
Fuglafirði um átta tíðina
héskvøldid rendi á Skræpu-
skerðið norðan fyri Leirvík.
Báturin kom úr Fuglafirði
og á veg til útróðrar, tá 6-
happið hendi.
Hvidbjørnen og Tjaldrið
komu bæði bátinum til
hjálpar. Hvitbjórnen var á
staðnum klokkan trý korter
til tíggju og Tjaldrið kom
ein hávan tíma seinni.
Klokkan hálvgum eitt
fríggjanáttina boðaði Tjald-
rið frå, at tað hevði fingið
bátin leysan og var á veg
inn á Fuglafjørd við båti-
num.
Løgreglan upplýsir, at
blóðroynd var tikin av skip-
aranum, og vísti hendan, at
hann hevði drukkið, hóast
promillan ikki var tann heilt
stóra.
Gormur var upprunaliga
trolari, men er seinni um-
bygdur til skúlaskip í Grøn-
landi, og hevur hann eisini
Ellindur Abrahamsen, skipari, er fegin um góðu
spælútgerðina umborð á Gormi
Mynd: Jens Kristian Vang