leygardagur 6. november 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eina ferð
føroyingur
- altid
føroyingur
Leygardagur 6. november 1999
At leika å ein Bjarnastein
síða 4 og 5
Petur Magnus Bjarnastein hevur júst lagt síðstu hond á sín 9. guitar. Ein Bjarnastein, ið Shu-Bi-Dua sleppa at royna.
nú teir vitja í Føroyum. Hava teir ikki áhuga at ogna sær guitaran, so skal hann við Niclasi og Lenu til Canada.
Føroyskum guitarleikarum dámar væl at leika á ein Bjarnastein
Dagfinn Olsen
Ein eigur at gera tað, ið ein er
best til!
Hetta ásannaði Petur Magnus
Bjarnastein og legði seg eftir at
yggja guitarar
Petur Magnus Bjarnastein leikti
sum yngri guitar, men hevði
ngantid rættiliga tíð og legði
spælið á hillina. Ístaðin fór hann
undir at byggja guitarar. Hann er
einasti guitarbyggjari i Foroyum.
»g hóast onkur guitarleikari hevur
gjørt sær sin guitar, so er eingin,
ið sum Petur Magnus byggir allan
guitaran frá A-Z
Hann hevur júst lagt síðstu hond
á sín 9. guitara. Ætlandi er, at Shu
Bi-Dua skulu royna guitaran, nú
teir eru í Føroyum og vilja teir
hava hann, og gjalda rímuliga fyri
hann, so er guitarin teirra
Um ikki, so er ætlanin, at guit
arin skal við Niclasi og Lenu. tá
tey fara aftur til Canada
Ahugin
Petur Magnus Bjarnastein er í dag
SSNIKK i Snikkaravirkin
ti i Grønlandi. Hetta metir hann
era avgjørdan rimun, tá ein
hevur gultarbygging sum itriv. Og
anhugin er ikki nyggjur
Petur Magnus åtti s I
góðan og dýran guitar. Hann helt
tó ikki, at tað så so trupult út at
byggja ein í sama sniði og fór tí
skil í gongd. Hetta hevur verið
umleið í 1992, tá Petur Magnus
var eini 17ára gamal
Síðani hevur hann bygt 8 guit
arar og ein bassguitar
Hann nýtir tilfar, ið hann keypir
í Fóroyum. Fínan og gamlan við,
ið onkur hevur liggjandi.
Góðska til Shu-Bi-Dua
Guitarin, ið Shu-Bi-Dua skulu
royna, er gjørdur úr góðum tilfari.
Kroppurin er úr bubinga og ma
hogni, hálsurin úr rósutræ, grípi-
brettið er úr ibenholt og prikkarnir
eru úr perlumor.
Petur Magnus sigur seg leggja
dent á at framleiða góðsku. Tann,
ið hevur ein Bjarnastein, kann alt-
íð koma aftur, um okkurt er áfatt.
Millimetrar
Hann dylir ikki, at tað er eitt øgil-
igt baks og putl aftanfyri hvønn
lidnan guitara. Og tá hann greiðir
Petur Magnus Bjarnastein við nókrum av guitarum sínum. Í fanginum hevur hann nýggja Bjarnasteinin, sum Shu-Bi-Dua sleppa at
royna
frá arbeidsgongdini, so skilir ein,
at ein er komin inn í annan heim,
ein heim, ið er nakað fyri seg. Ein
heim, har tað snýr seg um frymlar,
formar, millimetrar og tolsemi og
áhuga. Ein heim, har ein ikki kann
liva av timaløn og har smålutirnir
hava alt at siga.
Tað var ringt at byrja vid, við-
gongur Petur Magnus, tí eingin
lærumeistari er á økinum, so eing-
in er at spyrja til ráðs. Tískil hevur
hann keypt og lænt bøkur, sum
hann hevur lisið á tamb. Heldur
ikki hevur tíðin altíð verið tann
besta til ítrivið, tí Petur Magnus
hevur eisini verið sjómaður.
Fyrimyndir og egið design
Hetta við hondbygdum guitarum
er fyri áhugað og fyri savnarar.
Sjálvur eigur Petur Magnus ein
Fender bass frá 1977 og ein Fen-
der Stratocaster frá 1977. Nú leit
ar hann eftir einum Les Paul, ið
sjálvsagt skal vera so gamal. men
góður, sum gjørligt.
Petur Magnus hevur fyrimyndir,
tá hann byggir guitarar, men hann
eigur allan guitaran sum hann er.
Frá A til Z. Eisini designið. So-
leiðis sær ein t.d. á bassinum, at
høvdid hevur snið, sum eitt B
Bjarnastein.
Fyrimyndirnar eru tó Gibson og
Paul Reg Smith.
Góð viðmæli
Fleiri guitarleikarar, ið eru framm-
aliga á føroyska tónleikapallinum,
hava havt guitarar frá Bjarnastein
til láns og til ummælis. T.d. Jens
Marni í Kjølum og Hjalti Joensen,
ið t.d. hevur leikt við Devon og
Moirae.
Teir lata sera væl at og teir geva
Bjarnastein síni bestu viðmæli
Stuttligt er sambandi,
at Jens Marni. ið er maskinsmiður.
hevur gjørt stilliskråvuna í arm
inum á nøkrum guitarum av merk-
inum Bjarnastein
tesum
Handverk og list
Petur Magnus Bjarnastein fær
góðan stuðul til sítt ítriv á arbeiðs-
plássinum, og starvsfelagarnir
hyggja við undrandi eygum at
listaverkunum - Bjarnasteinunum.
Eisini fyrireikararnir av Shu-Bi-
Dua konsertini hava stuðlað hon
um væl í arbeiðinum við guitar-
anum, ið kendi bólkurin skal
royna. Serligt við guitaranum er,
at hann er sera lættur, tí á fyrsta
sinni hevur Petur Magnus roynt
at gjørt ein guitar, har kroppurin
er hol innan.
Enn hevur Petur Magnus bert
Mynd: Alvur Haraldsen
sær undir at byggja akkustiskar
guitarar eisini. Hetta er tó eitt sind
ur torførari at fåast við
Petur Magnus sigur, at hann
metir el-guitarbygging sum hond
verk, men hitt er listaverk
Enn er hetta vid at byggja guit-
arar bert itriv, leggur Petur
Magnus Bjarnastein dent å, men
kanska einaferð ber til at hava
hetta sum starv
Við tað, at hann er einsamallur,
so er kanska grundarlag undir slík
um virksemi, metir Petur Magnus,
sum tó er greiður yvir, at so skal
eisini vidlikahald og afturgerð av
ljédførum telja við. Og hóast
hondgjørdir guitarar hava rimu-
ligan pris, kann heldur ikki rokn-
ast vid timaløn!