leygardagur 6. november 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 212 — 6. november 1999
fyriboðan um, at alt ikki ruggar
rætt. Við ringum tannabiti hevur
hann verið uppi í at fáa ta
uppreistrarhugaðu Klokkara-
Nannu koyrda, og nú fryktar
hann avleiðingarnar, tí mamma
hennara, nevnd Gurra, sigst at
hava duldar gávur.
Við hús er alt av lagi: kúgvin
er blivin óð, seyðirnir veltast á
vøllinum og konan Sexa - hon
eitur Sexagesima eftir
sunnudegnum - situr og grætur.
Sexa er annars vakrasta kvinna í
Havnini og trúgv sum trøllið,
hóast nógvir mans liggja
framvið, og Gamaliel lítið dugir
at virða hana.
At enda fer toran at ganga og
við henni Gamaliel, og bæði
himmal og fold og Gamaliel os
Sexa hava samlegu. Tad er bara
tað, at Gamaliel heldur seg vera
saman við Nannu, og tå ið leikur
er av, skeitir hann og er
indarliga fjarur. Dagin eftir e1
alt kortini sum fyrr. og Gamaliel
letur seg í stásklæðini at taka
ímóti telegrafkaðalinum
Maðurin, sum
sum gandaður
gin fyri var
í miðaldarligari
sjálvdiabolisering. fer nú sum
einki var hent at taka ímóti tí
nýggju tíðini. Midøld og
modernitetur taka saman hendur
Ur heimsins nalva
til kongsins bý
Tær fýra nevndu søgurnar
mynda fyrsta part av savninum.
meðan annar partur er settur
saman av
endurminningarstubbum
av tí slagnum, sum
eru so eyðkendir
fyri skrivingina
hjá Williami
Heinesen.
Inngangurin
til fyrsta
stubban
hevur
mangan
verið á
lofti: >Som
jeg sá ofte
tidligere har
hævdet,
máske dog
ikke ofte og
over-
bevisende
nok, idet der
stadig synes
at være
mennesker, der
stiller sig
skeptiske, lader
verdens absolutte
midtpesarin kann
sjålvur vissa seg
um, at påstand-
urin er sannur,
ti leivdirnar av
talvunum, sum
Móses knústi,
liggja har
enn.
„Min
romantiske
bedste-
moder“
fortelur um
donsku
ommuna,
sum var
musikalsk og
at kalla alt sítt
lív í huganum
var alla
aðrastaðni
enn í
Føroyum. Samstundis megnaði
hon, tá ið maðurin knappliga
doyði, at lívbjarga sær og børn-
unum við at undirvísa í klaver-
spæli. Teir góðu viðburðirnir í
ævintýrunum hjá brødrunum
Grimm fara fram hjá ommuni,
meðan teir óhugnaliga leggja
eftir dronginum heima hjá for-
eldrunum. (Kanska hevur Freud
sína hugsan um hetta?)
Tann føroyski parturin av
familjuni verdur umrøddur i
Tindholmen<, har lesarin
sleppur við vestur í Vágarnar og
ein túr út í Tindhólm. Í
Dokken< liggur ferðin av
landi og út í heim. Krígsár eru,
og vandin frá rekaminum ikki
eingin, men tann sekstan ára
gamli vil uppliva verðina. Í
mjørka, myrkri og royktåmi
liggur hann tveir dagar í dokkini
í Leith. og upplivingin setur
mark ímillum fortíð og framtíð
Framtíðina fer hann av álvara
undir í „Goddag til
København”, har tað mest
undranarverda í fyrstani er, at
øll tosa danskt líkasum omman
Tann ungi verðinsmaðurin skal
ganga á handilsskúla. men tað
hevur hann als ikki bindindi til,
tá ið tað er so nógv annað at
takast við. Endin er, at hann
verður biðin um at kvitta
skúlan, tí hann måar stóðið
undan moralinum. Frásøgnin er
sett í mun til tann musikk. sum
var uppi í tíðini, og høvundurin
seg endurupp
liva
sigur
ungdóms
dagarnar í
Keyp-
manna-
havn,
bara
hann hoyrir okk-
urt av hesum løgum.
>Dansen pá
Lossejagten< er dagfest
november 1948 og er ein
dyonysisk
fødingardagsheilsan til
vinmannin Otto Gelsted og
samtíðis ein fullfiggjan av
endurminningarpartinum.
Burtur úr fråsøgnini um
whisky, tónleik og dans fær
lesarin eina humoristiska
mynd av, hvussu leikur er
farin. Hvussu stóran týdning
barna- og unglingaárini
hava, somuleiðis musikkur, og
at tað er av samkenslu við
menniskjanum, at frá-
søgumadurin er vinstrahallur.
Tað er umráðandi, at royndirnar
stýra teoriunum og ikki øvut.
Aldingarðurin
Søgan »Den gale Mands Have«
er í tóna og fråsøguhåtti ikki
ólík »Det vingede mørke« og
»Det fortryllede Lys« úr fyrsta
savninum, men alramest likist
hon ,, Tårnet ved Verdens Ende“
Hon kundi verid eitt kapittul i
hesi skaldsøguni. Drongurin
Marselius - soleiðis eitur
fråsøgumadurin eisini í
skaldsøguni og í fleiri
stuttsøgum við
endurminningarstødi - og gentan
Kristella eru spælisystkin. og
ofta sníkja tey seg inn í urta
garðin hjá Jordanson, eisini
nevndur Den gale Mands Have
Kynsbúningaraldur nærkast.
fyrr hjá henni enn hjá honum.
og eina tíð spillir hetta teimum
spælið, men so einaferð fara tey
inn í aldingarðin, og Kristella
mussar Marselius: »Det tog
næsten vejret fra ham. det føltes
som pludselig at falde i vandet
og drukne
undirsjóvarmyndir hoyra sum
Kenslan stendur
við, til tey knappliga gerast
greið yvir, at Jordanson (navn
10!) er í havanum. Og sum
Adam og Eva í Eden bíða tey
eftir, at vreiðin skal ráma tey
Men Jordanson varnast einki.
setur seg í staðin higstrandi við
ein løk, og børnini snikja seg
undrandi burtur
Børnini, sum skjótt ikki eru
børn longur, hava etið av træi
kunnleikans, men so lítið veigg.
er í hesum Várharra, at einki
hendir. Tað finst ikki longur ein
hægri makt, sum tína vegna
skilir ímillum gott og ilt; tað
hevur tað modernaða
menniskjað sjálvt ábyrgdina av.
I »Det rygende spejl< er Mar-
selius vorðin eitt sindur eldri,
men tær somu kenslur, sum
blivu vaktar inni í urtagarðinum
hjá Jordanson hava stóran leiklut
her. Dreingirnir hava ein
spæliheim við ymiskum bólkum,
Tingisarum, Malakaium og
Hugonittum, sum kríggjast
sínámillum. Men tá ið ein av
teimum blívur forelskaður í
systir ein av mótstøðumonn-
unum, gerast teir greiðir yvir, at
barnaárini eru av, og at eitthvort
(Girnd og
vant saman)
nýtt bíðar fyri framman.
Kenslurnar hjá Marseliusi eru
minni enn so eintýðugur, og ein
farri av trega hevur hug at fáa
yvirvág, men so kemur myndin
av gentuni fram fyri hann, og
ein tølandi fyriboðan fær vald á
honum.
Himmal og hav!
Seinasti teksturin er myta burt-
urav. >Himmelfarten< snýr seg
um lív og deyða og um deyðan
sum fyritreyt fyri lívinum. Frá-
søgumadurin hevur í skemti
lovað eini gentu, at tey skulu
fara við báti út til stjórnuna
Vega. Gentan vísir seg at vera
Astarte, ið er gudinna fyri bæði
stríði og kærleika - hon kemur
m.a. fyri í Hásonginum - og úti
á sjónum >herskede en forun
derlig tryllebunden dobbelthed«,
har himmalin speglast í sjónum,
og tey gerast eitt. (Tad er
akkuråt hesum, tað verður tráað
eftir í >Moder Syvstjerne<). Nú
fer báturin upp frá og út ímóti
stjørnunum, og fråsøgumadurin
merkir, at tid og rúmd broytast,
og hann verður ekkafullur.
Meðan báturin fer sendandi
gjøgnum rúmdina, verður
útsýnið lýst við paradoksalum
myndum og samanburðum.
Saturn verður borin saman við
ballónina hjá pólfararanum
Andrée og við eina petr-
oleumslampu. Sólin líknast við
eina spruttandi glødinetslampu
frá aldaskiftinum, og himna-
rúmdin, tann óendaliga, kennist
sum >en klumret garderobe, et
trangt og usselt kælderrum<.
Rúmdin er innibyrgd og merkt
av burturskotran.
Vega vísir seg at vera lítið
hugalig, uttan høpi ella ætlan, og
tá ið gentan spyr: »-Var dette
alt?< (Lesarin kennir spurningin
aftur úr »Moder Syvstjerne«), er
okkara maður noyddur at nikka:
ja. Men nú varnast hann við
einum hvgkki, hvussu
bátsfelagin er vorðin ein oldingi
við øskulittum hári, og hann
roynir at gera eina nidurstødu:
»- Dette er enden. Således er
døden.« Nú følir hann eisini,
hvussu tað egna hjartað følnar,
og kreftirnar dvína, og hann
fjalir í ómegd andlitið í
hondunum.
Men líkasum í søguni um Lin
Pe hendir eitt undur. Gudinnan
verður ung aftur,
23
frásøgumaðurin ressast, og tey
geva seg burtur hvort at øðrum
Lívið var ikki bára herra, men
speglar ta cyklisku gongdina í
náttúruni gjøgnum ta ævinligu
afturkomuna. Lívið hjá ti
einstaka ferst, men lívið í sjálv
um sær heldur fram - og tað er
ævinleikin
Tá ið fråsøgumadurin letur
eyguni upp aftur, er hann
einsamallur í bátinum, men nú
verður alheimurin lýstur við
ovurfegnum orðingum, og
komin aftur til jarðar verður
lukturin av hárinum hjá
gudinnuni blandaður við
tevinum av sjógvi og taraskógi
Driftirnar gerast guddómligar
Til endans verður sagt: >Men
borte var hun<. Hóast nýtt lív er
blást í fråsøgumannin, og angin
av hárinum hjá gudinnuni enn
kennist, so er menniskjað einsa-
malt á foldum. Kortini er eingin
grund at falla í fått, tí møguleik-
arnir og gleðirnar eru óteljandi
Vanda ikki lívið
Nidurstødan í „Himmelfarten“
er at meta sum eitt credo, ein
trúarjáttan, sum saman við
góðskuni sum lívsins undur er
ein kjarnin í skaldskapinum.
Mytan kann eisini sigast at taka
saman um stuttsøgusavnid, ti
fråsøgumadurin, eins og Leo i
søguni »Sjælen«, vendir aftur
frå deyðum. Leo livir í tíðini
eftir evstu tidina, og tad ger
fråsøgumadurin í mytuni
soleiðis sæð eisini. Men meðan
»Sjælen« er merkt av daprari
fyriboðan - sum kanska stavar
frá vitan, sum lesarin dregur inn
í søguna uttanífrá - so er
>Himmelfarten< eintýðug
vónrík