Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 13 - 20. januar 2005 Tveir persónar kunnu avgera fólkatingsvalið - Torbjørn Jacobsen og Heðin Mortensen. Hetta verður sjálvandi sagt í víðastu merking. Kanska ávirkar tað eisini, at Lisbeth Petersen ikki stillar upp. Og verður munurin lítil millum tveir flokkar, sum liggja stavn, kunnu onnur valevni, ella ikki-valevni, avgera valið. Líkamikið, hvønn týdning vit annars leggja í eitt fólkatingsval. Tey flestu munnu geva formanninum í Tjóðveldis- flokkinum rætt, tá hann týsdagin viðmerkti, at valið kom ov tíðliga. Ósemjan í Tjóðveldisflokkinum er hvørki loyst ella hevur lagt seg. Tingbólkurin og eykaflokstingið hava talað og eftir teimum niðurstøðunum, skal Torbjørn Jacobsen útihýsast, sum tað verður sagt so diplomatiskt. Men dómurin er ikki framdur í verki - Torbjørn ber fram- vegis høvdið. Torbjørn verður tikin fram, tí hann er í eini lyklastøðu við atliti til fólkatingsvalið. Hann fekk 870 persónligar atkvøður, og stillar Tjóðveldisflokkurin hann ikki á listan, missir flokkurin í hvussu er nakað av hesum atkvøðunum. Í Suðuroy fekk Torbjørn nógvar atkvøður, tí hann hevði lagt Heilsuskúlan í Suðuroy, og hesar takkar-atkvøðurnar vóru neyvan tjóðveldisatkvøður. Samanbera vit Tjóðveldisflokkin við Javnaðarflokk-in, vóru bara 400 atkvøður á muni. Tjóðveldisflokkurin skal missa 200 atkvøður og tað kann lættliga henda, tí ein ósemja skapar ikki trúvirði. Javnaðarflokkurin skal afturímóti hava 200 atkvøður atkvøður afturat og tað kann hann lættliga fáa. Partvíst tí at flokkurin er komin í landsstýrið, hevur løgmann, sum higartil hevur klárað seg væl, og partvíst tí at flokkurin hevur fingið tveir royndar og vældámdar politikkarar í Suðurstreymoy afturat. Hugsað verður um Helenu Dam á Neystabø, fyrrverandi landsstýris- og løgtingslim, og Heðin Mortensen, borgar- stjóra. Á seinasta fólkatingsvali kláraði Javnaðarflokkurin seg ikki væl í høvuðsstaðnum. Stillar hann upp við sterkastu manning, er einki at ivast í, at í høvuðsstaðarøkinum kann flokkurin fáa nakrar hundrað atkvøður afturat. Harafturat kemur, at næsti maður ella næsta kvinna helst kemur úr hesum valdøminum, um vit rokna við, at floksformaðurin, Jóannes Eidesgaard, fær flestar atkvøður. At Lisbeth Petersen ikki stillar upp, kann gera, at atkvøður frá nøkr- um kvinnum fella til eina sterka javnaðarkvinnu í staðin. Sambandsflokkurin var størstur á valinum í 2001. Ringt er at meta, um formansskiftið hevur nakran týdning, men mótmælisatkvøður ímóti fullveldislandsstýrinum skuldi natúrliga fallið burtur. So er spurningurin, um hesar og persónligar atkvøður fyri Lisbeth Petersen gera, at Sambandsflokkurin fellur niður í millum. Men kanska Edmund Joensen kann gera eitt comeback! Hvar Fólka- flokkurin liggur, er ringt at siga, men bara eitt mál at vinna fólkatingssessin kann geva fólkafloksfólki viljan til at reka hart 8. februar. Tí í síðsta enda, kann raksturin avgera valið, so ópolitiskt tað annars er. Og stillar fyrrverandi løgmaður upp kann tað eisini fáa stóran týdning fyri flokkin, tá hugsað verður um møguligan samhuga hann kann fáa eftir viðferðina hann fekk á sinni. So hvør veit, kanska enda fólkatingssessirnir aftur hjá Javnaðarflokki og Fólkaflokki. Men neyvan er nakar ivi um, at Tjóðveldisflokkurin vil gera ALT fyri at vinna sessin aftur. Um so ein semja skal til við Tórbjørn Jacobsen. Ella kanska er tað júst eitt val nú sum kann tvinga partarnar saman aftur. Og kanska hóvar tað øllum best tá avtornar. DAGSINS MEINING Sosialurin Tobbi og Heðin kunnu avgera valið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Johan Dahl løgtingsmaður Nú stendur aftur eitt fólka- tingsval fyri durum og Føroya fólk skal aftur velja síni tvey umboð í Fólka- tingið. Eg havi mangan spurt meg sjálvan - er tað veru- liga so galið við okkara ríkisfelagskapi sum loys- ingarmennirnir vilja gera tað til ?? Niðurstøðan hjá mær er, at hesin felagskapur slettis ikki er so ringur, sum hann verður gjørdur til, men hevur nógv fleiri positivar enn negativar síður tá gjørt verður upp. Eitthvørt hjúnalag hevur ósemjur, og soleiðis er eis- ini við hesum hjúnalag- num, men trupuleikarnir eru til at loysað við skila- góðum dialogi partanna millum Vit hava jú nærum allar teir fyrimunir, sum hugsast kunnu. Vit eru partur av eitt av heimsins mest demokrat- isku ríkjum. Vit hava alt tað, eitt hvørt nýmótans, framkom- ið samfelag hevur, umframt alt tað, nógv onnur kundu hugsað sær. Eg loyvið mær her at endurgeva nøkur punktir, sum eg áður havi víst á, so ung sum gomul veruliga kunnu síggja, hvussu nógv vit sjálvir í veruleikanum dagliga umsita og avgera: • Vit hava okkara egna lóg- gevandi vald (Løgtingið) • Vit hava okkara egnu stjórn (Landsstýrið) • Vit hava okkara egna stjórnarleiðara (Løg- mann) • Vit hava okkara egna mál (Føroyskt) • Vit hava okkara egna flagg (Merkið) • Vit skipa okkara egna lógarpolitikk • Vit skipa okkara egna vinnupolitikk • Vit skipa okkara egna umhvørvispolitikk • Vit skipa okkara egna mentunarpolitikk • Vit skipa okkara egna almennapolitikk • Vit skipa okkara egna út- búgvingarpolitikk • Vit ráða yvir øllum til- feingi í havinum uttan um okkum • Vit ráða sjálvir fyri hvussu hetta tilfeingið verður gagnnýtt • Vit ráða sjálvir yvir øll- um inntøkum • Vit skipa sjálvir fyri eftir- liti og trygd • Vit samráðast við onnur lond um loyvi til at gagn- nýta part av teirra til- feingi • Vit samráðast við onnur lond um marknaásetingar • Vit samráðast við onnur lond um handilsavtalur • Vit ráða yvir øllum til- feingi í undirgrundini • Vit lóggeva um ræðis- rættindini av tilfeingi í undirgrundini • Vit gera avtalur um gagn- nýtslu av tilfeinginum í undirgrundini • Vit skipa sjálvir øll um- hvørvis- og trygdarkrøv • Vit ráða sjálvir yvir møguligum oljuinntøk- um • Vit eru longu í neyvum samstarvi við annað land (Danmark) • Vit avgera sjálvi í hvønn mun hetta samstarv virk- ar - og gagnar okkara borgarum • Vit kunnu til eina og hvørja tíð gerast ES borgarar, uttan at vera limir . • Vit kunnu til eina og hvørja tí og á einum og hvørjum stað kalla okk- um Føroyingar • Vit eru málsliga betri fyri enn flestu fólk í heimin- um. Okkara lesandi sum byrja lesnað í Danmark kunnu við donskum ríkisborgara- rætti, útbúgva seg hvar tey vilja í Evropa og arðastaðni á líka fóti við onnur ung- fólk í ríkinum og við donskum SU og SU lánum. Vit hava øll tey somu rættindi og somu skyldur sum aðrir borgarar í ríkin- um. Minnilutakenslur kunnu vit ikki brúka til nakað, men gott samstarv í ríkisfe- lagsskapinum og viljin til áhaldandi at menna Føroya land og tað fólk her býr er gull vert. Sambandsflokkurin - einasti føroyski flokkur sum veruliga vil ríkisfe- lagsskap, vil áhaldandi verja og tryggja hesi rætt- indi og vælferðarsamfelag- ið innan fyri ríkisfelags- skapin. Finnur Helmsdal Varð boðin til fundar á Par- nassinum mánamorgunin. Tað var Innlendismálaráð- ið, sum bjóðaði tingmonn- um og øðrum at hoyra ein varastjóra í Udlændinge- styrelsen greiða frá løg- frøðini og øðrum útlend- ingum viðvíkjandi. Skal ikki nágreina tað, varastjórin segði, men bert vísa mína støðugt vaksandi ónøgd við leiklut hennara á fundinum. Lat meg siga tað soleiðis, at eg havi ongan tíð hoyrt ein einasta em- bætismann í almennum fyrilestri politiserað evnið, sum hesin varastjóriun gjørdi. Veit ikki, um tað var medvitað, men kvinnan vísti beinleiðis vanvirðing fyri fundarfólkinum og øll- um arbeiði, sum verður gjørt við atliti at útlend- ingamálum, sum kunnu tengjast at Føroyum. Nei, hon kundi eins væl verið framsøgufólk hjá Vinstra í úlendingamálum. Nú tók umboð fyri fútan orðið viðhvørt. Haldi hon var sera greið og skilagóð. Men tá hon nýtti høvi sum løgfrøðingur at fortelja okkum politikarum, at vit skulu duga at skyna í mill- um av og á, tá kundi hon samstundis havt sent fyri- lestrahaldaranum somu heilsan. Sjálvandi skulu vit politikarar duga at skyna í millum løgfrøði og kenslur, men ein toppløgfrøðingur, sum starvast við so týdn- ingarmiklum viðurskiftum sum útlendingamálum, skal sanniliga eisini duga at skyna ímillum. Ríkisfelagsskapurin er verdur at berjast fyri Ósømiligur frekleiki